Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. oktober 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið { sostalurin | Nr. 195 — 13. OKTOBER 1994 Sida9 SUÐLOVISDURSSDSISNNSSRUNSRSUR USSR Um at flyta fjall Viðmerking til Signar P. Heinesen I Dimmalætting týsdagin ger Signar P. Heinesen vidmerking til samrødu, Sosialurin hevdi vid meg seinasta leygardag um støduna Fiskavirking tykist vera komin i. I hesi samrødu sigi eg m.a., at eftir míni meting hevur leiðslan á Fiskavirking ikki verið nóg dugnalig. Í fjølmidlunum er komið fram, at Fiska- virking hevur fíggjarligar trupulleikar, og Ove Munk, nevndarformaður, skal hava grundgivið, hví so hevur gingið. Við ti fyrivarni, at Ove Munk er rætt endurgivin, er tað mín meining, at tær grundirnar, sum neynd- arformaðurin í Fiskavirk- ing gevur fyri at illa hev- ur gingist hjá virkinum, eru heilt burturvið. Leiðslan í Føroya Fiskavirking kendi for- treytirnar, áðrenn teir fóru í gongd. Stuðulin var burtur, fiskanøgdin kring Føroyar var av- markad, møguleikan til at landa uttanlands kendu teir eisini, og tad, at skip og virki vóru hvor sær, hildu júst teir vera góða skipan. Eg skal vera tann fyrsta at viðganga, at leiðslan á Fiskavirking hevur eina ógvuliga trupla uppgávu. Tó — Fiskavirking hevur í 1994 tikid ímóti meira fiski og hevur fingið hægri søluinntøkur enn kalkulerað varð við. Hóast hetta gjørdist úr- slitið nógv verri enn met. So antin hava ætl- aninar verið órealistiskar ella hevur leiðslan ikki megnað at rikið virkið eftir ætlanum sínum. Í báðum forum má niður- stødan verða tann, at leiðslan ikki hevur verið nóg dugnalig. Men Signar P. Heine- sen spyr: er tað nú bara Fiskavirking, ið hevur havt vánaliga leiðslu? Hvussu hevur leiðslan av Føroyum verið? Hevur nevndin og stjórnin í Føroyum, t.v.s. løgting og landsstyri, ikki verid ov vånalig, og hesi leidslu, minnir Signar P. Heinesen meg å, havi eg sjálv sitid í seinastu fýra árini, harav tvey sum »Stjøri«. Í einum demokratisk- um samfelag eru ymsar meiningar um, hvussu politiska stýri átti/eigur at vera. Men munurin á »virkinum« Føroyar og virkinum Fiskavirking er, at Fiskavirking setti upp ætlan vid fyritreytum og hesar hildu, medan Før- oyar hesi seinastu árini hava verið fyri so nógv- um bakkgstum, sum ong- antíð fyrr. Fyritreytirnar vórðu so grundleggjandi broyttar. Vit áttu helst at sæð onkrar av hesum broytingum framman- undan, men verri enn so allar, og tí hava vit ikki kunnað fyrireikað okkum til nýggju støðuna. Eisini má havast í huga, at Føroyar ikki eru eitt >virki<, men eitt samfelag, har tú eigur at hugsa um gll, eisini tey órentablu og tað virk- semi, sum ein virkis- leiðsla vildi mett óratio- nelt. Tað, eg her sigi merkir ikki, at eg eri ósamd við Signar P. Heinesen í, at skipanin og leiðslan av almenna sektorinum kundi verið ødrvisi og betri. Júst arbeiði við at broyta almennu umsiting- ina og almennu tænastu- veitingarnar eri eg hørm um, at:tað ikki eydnaðist okkum at koma longur á- vegis við í seinasta val- skeiði, og eg eri eisini samd við Signar P. Heinesen, at bæði lands- stýri og løgting eiga at leggja alla orku í at fáa skipað almenna sektorin so, at hann gerst smidlig- ur og vinnulívsvinarligur, samstundis sum hann kann veita borgarunum ta trygd og tær tænastur, teir eiga at fåa í einum vælferðarsamfelag, og ikki minst eiga vit at leggja okkum eftir at gera hetta innan teir fíggjar- karmar, føroyska samfe- lagið megnar at bera. Hetta er ikki lætt og einfalt at gera, ti politikk- ur er ikki virkisleiðsla, og treytirnar, tú arbeiðir undir í politikki eru aðrar. Ofta verður tú noydd at gera neyðsemj- ur fyri at fáa nakað framt, og ikki eru tær altíð besta loysnin. Men vit eiga at halda fram við hesum arbeiði, og eru fólk veruliga motiverað at flyta fjøll, so skuldi eisini borið til, tí her skulu flytast nøkur fjøll. Eg eri tó ikki samd við Signar P. Heinesen í tí, at lcidslan av Føroyum hesi seinastu fýra árini hevur verið so vánalig. Sjálv haldi eg, at vit hava gjørt eitt megnar arbeiði undir sera truplum umstødum. Vit hava hóast alt bjargað føroyska samfelagnum undan at kollsigla, vit hava hesi ár gjørt nógv góð og neyðug tiltøk, ið kunnu vera gott stødi at virka okkum burtur úr trupulleikunum komandi árini, og vit hava fingið igjøgnum eina nýggja stýrisskipanarlóg, ið er neyðugt grundarlag fyri at menna og umskipa politiska og almenna sek- torin á slíkan hátt, at á- byrgd og avgerðir fylgj- ast. Hetta er týdningar- mesta arbeiði á politiska økinum komandi tid. Mínar royndir at fåa framdar broytingar innan umsiting og almenna sek- torin eru, at:tað er trupult og tekur langa tíð. Men hetta er neyðugt at gera, og vónandi kann eitt al- ment orðaskifti um hesi viðurskifti vera við til at broyta hugburðin soleið- is, at flestøll veruliga vilja vera við at:flyta føjll, tá broytingarnar skulu fremjast. Marita Petersen Ford Orion Diesel árg. 94, bert koyrt 12.000 km, til solu. TIf. 88481 ella 13873 Lýsing frá Sjóvinnufyrisitingini Sjóvinnufyrisitingin gevur út: — Sjóvinnubrov (ókeypis) — Samleikaprógv (ókeypis) — Siglingarbøkur (200,- kr./stk.) — Manningarlistar (150,- kr./stk.) — Hýruavtaluformáli (4,- kr./stk.) — Veidudagbøkur (40,- kr./stk.) Siglingarbokur, manningarlistar, hýru- avtaluformáli og veidudagbøkur fåast eisini frá sysluskrivstovunum og Vakt- ar- og Bjargingartænastuni. Veiðudag- bokurnar fáast umframt hjá Fiskiveiðu- eftirlitinum. Við útgávu av sjóvinnubrevum verð- ur kravt: — prógv og gamla sjóvinnubrævið, — dokumentatión fyri siglingstíð og — fyri navigatorar, eisini sjón- og hoyrnaroynd, sum er yngri enn 3 ár. Við útgávu av samleikaprógvi verður kravt: — dóps- ella navnabræv og — mynd. Við útgávu av siglingarbók verður kravt: — dóps- ella navnab; æv ella gildugt pass og — mynd Tórshavn tann 11. okt. 1994 Sjóvinnufyrisitingin, J. Broncksgøta 5 Postboks 3068, 110 Tórshavn Tlf. 13669, Telefax 13614 Vikarur Søkt verður eftir vikari at byrja skjótast gjørligt. 17 timar um vikuna skulaårid ut. Må kunna hava tyskt i 8. og 9. flokki. Íbúð kann åvisast. Nólsoyar skulanevnd, tlf. 27097 Eykaaðalfundurin hjá Pf. Sosialurin, sum 29. september varð lýstur at vera 11. okt. 1994, verð- ur týsdagin 25. oktober 1994, kl. 18 á Argjavegi 26, 160 Argir við áður lýstu skrá. Nevndin TVANGSAUKTION Pá Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, afholdes torsdag den 03. nov. 1994, kl. 10.40 tvangsauktion, (AS 248/ 94) over matr. nr. 1 iø, Hoyvik beliggende Mill- um Gilja 14. Auktionen er begæret af advokat Frida Paturs- son, Fr. Petersensgøta 9, Tórshavn, tlf. 1.1145 (j.nr. 940502) på vegne en pant- og udlægshaver. Ejendommen er et be- boelseshus på en 500 kvm. stor grund. Det be- byggede arealudgør 126 kvm. i 1 etage. Ejendommen kan be- ses efter aftale med ovennævnte advokat. Auktionsdokumenter- ne ligger til gennemsyn på dommerkontoret. Færøernes fogedret, den 10.10.94 Hans Engell Rhod dím. TVANGSAUKTION Pá Dommerkontoret, C. Ployensgeta 1, 100 Tórshavn, afholdes torsdag den 03. nov. 1994, kl. 10.50 tvangsauktion, (AS 270/ 94) over matr. nr. 61 b, Húsavík beliggende Húsavík. Auktionen er begæret af advokat Fríða Paturs- son, Fr. Petersensgota 9, Tórshavn, tlf. 1.1145 (j. nr. 940498) pá vegne en pant- og udlægshaver. Ejendommen er et be- boelseshus pá en 526 kvm. stor grund. Det be- byggede areal udgor 46 kvm. í 2 etager. Ejendommen kan be- ses efter aftale med ovennævnte advokat Auktionsdokumenter- ne ligger til gennemsyn pá dommerkontoret Færøernes fogedret, den 10.10.94 Hans Engell Rhod dfm. Arbeiði søkist 17 åra gamal drongur, sum varð liðugur við 10. flokk ísummar, søk- ir arbeiði í Tórshavn. TIf. 11820, lokal 17