leygardagur 15. oktober 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ søsialurin | Nr. 197 — 15. OKTOBER 1994 Sida 3
Brestir havt roktå
og
Ísfiskatrolarin Brestir kom hósmorgunin aftur úr Svalbard við
umleið 160 tonsum, sum eru løgd upp í Klaksvík
Ísfiskatrolarin Brestir hev-
ur havt ein óvanliga góðan
túr nú við Svalbard.
Hetta var ein 14 daga túr-
ur, og teir fimm fiskidag-
arnar fingu teir umleið 160
tons av toski.
Brestir kom aftur hós-
morgunin, ein dag seink-
aður av veðri, og fiskurin er
lagdur upp í Klaksvík.
Slíkur túrur kemur væl
við bæði hjá manning og
skipi. Nógv av stórum toski
er uppí, so manningarpart-
urin verður væntandi om-
anfyri tær 20.000 krónur-
nar.
Brestirir royndi framm-
anundan eftir kongafiski
undir Føroyum, men tann
fiskiskapurin var vánaligur.
Í dag fara teir aftur til
Svalbard, og seinni í ár fara
teir í russiskan sjógv.
Brestir fekk tað, sum eftir
var av kvotunum hjá Beini
við Svalbard, og haraftrat
hava teir keypt nakað frá
russum. Tað er tó ikki til at
vita, hvussu fer at ganga, tí
veturin stendur fyri
Brestir er harvið tryggj-
aður fiskiskap árið út.
Tá teir royndu við Før-
oyar vóru 13 mans við, men
á hesum túrunum eru teir
14. Manningin eigur sjálv
skipið.
Fastur skipari er Páll
Poulsen í Hvalba, men
henda túrin var Magni
Nattestad í Havn skipari.
randi
Ingeborg Vinther, Fóroya Arbeiðarafelag:
Besta fólkið er farið
Tað er ikki rætt, at fjøldin ikki vil arbeiða, og virkini tí ikki fáa
fólk, sigur Ingeborg Vinther
Nú vóru aftur tey tíðindi at
hoyra, at Fiskavirking ikki
fekk fólk, sum sekt varð
um.
Ingeborg Vinther, for-
kvinna í Føroya Arbneið-
arafelag, ávarar ímóti at
tulka hetta sum, at fólk ikki
tíma at arbeiða.
- Sjálvandi er altíð onkur
tílíkur ímillum, men tað éry
aðrar orsøkir til, at so fá lata
við seg koma, tá søkt verður
eftir fólki til fiskavirkisar-
beiði.
- Sjálv beri eg Ótta fyri, at
hetta er tekin um, at ein
stórur partur av tí besta
fiskavirkisfólkinum er far-
in av landinum. Virkini
mugu hava roynd fólk, og
so fá arbeiðsleys eru av
slíkum. Og ikki ber til hjá
óroyndum fólki at fara á eitt
virki at arbeiða, fáa tey ikki
upplæring, tí arbeiðið krev-
ur kunnleika, sigur Inge-
borg Vinther.
Hon heldur tað eisini vera
løgid, tá arbeiðsgevarar
siga, at fólkini, sum tey
hava fingið ávíst, kortini
ikki koma til arbeiðis.
- Tílíkt kann ein arbeiðs-
gevari ikki loyva sær at
siga, tí koma fólkini ikki til
arbeiðis, hevur arbeidsgev-
arin skyldu til at boða Ar-
beiðsloysistryggingini frá
tí. Satt at siga trúgvi eg has-
um ikki, sigur Ingeborg
Vinther.
Hon heldu somu orsøkina
vera til, at tað stendur á hjá
skipum at fáa fólk, tí hópur
av føroysku fiskimonnum
er farin ul Noregs og til
Íslands.
- Nógv bendir eisini á, at
okkurt annað er galið við
arbeiðsloysisskipanini. Tað
skuldi altíð loysa seg at ar-
beiða, men nógv gremja seg
um, at fáa tey fyribils
arbeiði, tekur tað sína tíð at
koma inn aftur í skipanina,
og hetta fær nøkur at lata
vera við at taka nakrar
tímar.
Ilokalfeløgunum hjá Før-
oya Arbeidarafelag bera tey
ålvarsligan ótta fyri, at tað í
framtíðini verður torført at
fáa mannað nevndirnar.
Fleiri nevndarlimir eru ar-
beiðsleysir, og fáa tey nakr-
ar krónur í fundarpengum,
verður beinanvegin mót-
roknað.
- Tað kann ikki vera rætt,
ti hesi feløgini gera sam-
stundis eitt stórt ókeypis
arbeiði við arbeiðsávísing-
unum, sigur Ingeborg
Vinther.
Tá arbeiðsleys fáa nakrar
tímar í arbeiði, skulu tey
boða ALS frá, og tey skulu
eisini gera vart við seg, tá
tey aftur einki hava at gera.
Nevndarlimir í lokalfel-
øgunum hava nøkur dømi
um, at ALS ikki altid skrå-
setir fråbodanirnar.
- Vit hoyra ofta frå Ar-
beidsloysisskipanini, at
fólk ikki boða frá rættstund-
is, men skipanin ger eisini
mistøk, og dómi eru um, at
fólk hava fingið stóra rokn-
ing, úú ALS íkki hevur
skrásett fráboðanina, sigur
ein nevndarlimur í lokalfel-
ag.
randi
Arbeiðsávísingin:
3179 tok
Yvir 100 færri enn fyri
tveimum vikum síðan eru
nú í Arbeidsloysisskipanint
Góðar fýra milliónir
krónur rindaði Arbeiðs-
loysisskipanin hesa vik-
una til arbeiðsleys og til
fiskavirkisfólkini, sum
fingu ískoytisstuðul.
Stórvegis broytingar
eru ikki at hóma í hag-
tølunum yvir arbeiðs-
loysið. Tølini siga tó, at
105 færri heiltíðarar-
beiðsleys hesu ferð
fingu stuðul. 47 færri í
Eysturoynni, 19 færri í
Klaksvík, 15 færri í
Havn, 13 færri í Norð-
uroyggjum annars og 10
færri í Suðuroyar norð-
aru helvt. Í hinum økj-
unum er tølini uppaftur
smærri.
Tilsamans 2036 fingu
hesa vikuna stuðul sum
heiltíðararbeiðsleys.
Ein orsøkin til, at hesi
tølini minkað, er, at fyri
hverja fer detta nøkur út
úr skipanini.
Men tað er ikki øll
orsøkin, tí talið av tøk-
um fólkum á arbeiðs-
marknaðinum er ikki
vaksið samsvarandi.
3174 vóru hesu ferð tøk,
ogtaðeru bara seks fleiri
enn við seinastu upp-
gerð fyri tveimum árum
síðan. Fleiri kunnu hava
fingið arbeiði, og ein
partur er kanska farin av
NYREDONOR
Ta ORÐ
NYHESYOE
i
mt på epmrker, Bother. í blodhankerne m + Ve
á i er
Lýsið í $oslalinum
landinum.
Broytingarnar eru
stórri á tølunum yvir
fiskavirkisfólk, sum fáa
ískoytisstuðul.
Sjálvtum Havnin hev-
ur Størst tal av tøkum ar-
beiðsfólkum, liggur
Eysturoynni framvegis
á odda í tali av
arbeiðsleysum, sum fáa
stuðul og í talinum av
fiskavirkisfólkum, sum
fáa ískoytisstuðul. Talið
av fiskavirkisfølkum,
sum fingu ískoytisstuð-
ul minmaði tó hesu ferð
við 73. Afturfyri fingu
87 fleiri fiskavirkisfólk í
Klaksvík ískoytisstuð-
ul. Fleiri fingu eisini
ískoytisstuðul í Suður-
oyar sunnaru helvt, í
Norðuroyggjum, í
Norðstreymi og í Vág-
um.
At kalla eingin munur
er í arbeiðsloysinum
millum menn og kvinn-
ur. 1031 tøkar kvinnur
vóru hesu ferðir skrá-
settar og 1005 menn.
Men tá komið verður
til fískavirkisfólkini,
sum fáa ískoytisstuðul,
liggja kivinnurnar á
odda. 674 kvinnur og
421 menn fingu ískoyt-
isstuðul.
randi
TESTAMENTER
#
ÆDONOR-TESTAMENTER < fås GRATIS hos …
3 | br jr P
ANMARK