týsdagur 18. oktober 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið CD Nr. 198 — 18. OKTOBER 1994 — Sida7
Lesarabrøv
Fyrispurningur til S.v.F.
Ein litil spurningur: Hvat kost
ar tað at senda komandi EM
dyst okkara millum Finnland
og Føroyar beinleiðis? Árni
Gregersen segði einaferð, at
tað kostaði so nógv, ti teir vóru
noyddir at senda 2-3 fólk á
staðið. Kunnu tit ikki keypa
loyvi til bara at taka myndina
niður og so hava samsending
við Útvarp Føroya? Tí betri
fråsøgumenn enn Jógvan og
Magni, teir finnast ikki á klót-
uni.
Um tað framvegis kostar ov
nógv til at senda beinleiðis, so
fari eg at heita á SYF um at
stovna eina konto í peninga
stovnunum til okkara, sum
vilja (skulu) síggja dystin, so
leiðis at vit kunnu lata minst
100 kr. í part. Eru vit eini 3000
fólk, so eru yvir 300.000 kr
Mín partur skal ikki liggja eft
ir. Eg skal vera millum teir
fyrstu at gjalda ein 500 krónu
seðil.
Vónandi vinnur hetta frama.
Eg haldi at tað er ein stór
skomm, at SvF onki ger við
málið. Heimadystirnir skuldu
helst eisini verið sendir, tí tað er
onki at ivast í, at tað eru fleiri,
sum ikki kunnu koma ul
dystimar. Lata tað fara, eg
skilji væl FSF, at teir eru
noyddir at gera soleiðis. Ég
havi sæð allar dystirnar inni á
Svangaskarði og tað hava
minst 2000 onnur eisini gjørt,
Tí krevja vit at sleppa at síggja
útidystirnar beinleiðis.
Eg fari at heita á Sosialin um
at seta SvF hesar fyrispurning
ar, so man kann fáa eitt svar.
Palle Baa
” Johnny Reimar og The Cliffters
å HOTEL FØROYUM
Tlf. 17500
vid Oyggjarvegin
=
leygarkvoldið 22. oktober
NN
Kostnaður fyri hvenn í dupultkamari
íroknað alt tiltakið 550,- kr.
TOXTOSSSSNSUNS NU NN
Um Á SKIN
Dansur v/ The Cliffters 1 30,- kr.
Dansurin byrjar kl. 239
ES
Bussur koyrir oman i byin eftir dansin
Atgongumerki,
sum ikki
eru heintað
fríggjadagin,
verða seld ødrum.
Matskrá:
- Nýfangaður, føroyskur jomfrúhummari
- Enskur búffur
- Marcipan ísrullukaka v/ appelsinsós
| Hurðarnar lata aftur kl. 19.30
* 3 rætta matskrá
* undirhald v/ Johnny Reimar
* kaffi
% dansur v/ The Cliffters
Kostn. fyri hvønn 300,“ kr.
Bíleggið borð í góðari tíð
Altíð vælkomin á
Hotel Føroyar
HR om
á tlf. 17500
á 17500 0
Hilmar Jan Hansen, h
blaðmaður, nm
skrivar:
AA—A— TTT T11TTA———
AT OLJA TYKIST búgva okkum undir
fótum fáast alsamt staðfestingar av. So
seint sum fyri viku síðani var enn ein
nýggjur oljufundur høvudssøga á forsid-
uni á stóra skotska blaðnum >Press
and Journal<, og tíðindini fóru sum ram-
asti steppubrandur út um landamørk
Stórabretlands — hvar tey so eru. Eisini
í Føroyum varð stórur áhugi fyri hesum
góðu tíðindum, ið bæði útvarpið og So-
sialurin gjørdu nógv burturúr — bæði við
fólki á staðnum í Aberdeen, har leiðandi
oljufólk vóru stevnd saman at hoyra fyri-
lestrar um olju og annað gott í hesum
sambandi. Spennandi verður so, um vit
veruliga eisini eiga olju okkara megin
Hetlands-rennuna. Í hvussu eru ábend-
ingarnar alsamt fleiri, ið siga, at so er.
MONG VÓNA NÚ, at olja veruliga er at
finna í okkara undirgrund, og er hetta
avgjørt grund til uptimismu, tá hugsað
verður um framtíðina, ið vit altíð kenna
so lítið til, fyrrenn hon er farin afturum.
Júst tí er tað eisini hugvekjandi, at einki
verður tosað um, hvussu stóra foroyska
hóttafallið verður bott, um eingin dropi
av svarta gullinum er at finna. Er eingin
olja, er so nøkur framtíð í Føroyum?
KAPPING FRÁ OÐRUM er nakað, ið
foroyingar altíð tykjast vera so bangnir
fyri. Umráðandi er at tryggja sær, at
onnur ikki sleppa at geva okkum ta mót-
stoðu í kappingini, ið mangan júst kann
hava ta gagnligu åvirkan, at tingini ikki
bert henda av sær sjålvum, men at vid-
hvort noyðist ein at sveitta, áðrenn ein
sær úrslitið av tí arbeiði, ein hevur lagt
orku og evni í at gera sum frægast.
BEIT MERKI Í, at fiskasolustjórin segði,
at Royal Greenland — tað aktuella dom-
ið júst nú — brúkar tjúgu milliónir krónur
um árið til marknadarføring. Er hetta
ikki júst trupulleikin hjá foroyingum, at
teir ikki duga ella royna at marknaðar-
fora seg sjálvar? Eitt av teimum fáu
skilagóðu puntkunum í valstríðnum hjá
Hinum Føroyska Flokkinum var, at for-
oyingar áttu at farið út til keypararnar at
spurt, hvat teir vilja hava, áðrenn lagt
varð út á hav at fiska >hvat sum helst<.
Og hví verður einki gjørt við at fáa góð-
an foroyskan fiskamat á marknaðin. Tá
tú kanst fara inn á MacDonald's og fáa
nakað, ið kallast »Fish-o-filet«, og sum
er fyrstafloks fiskur, átti tú eisini átt tann
kjansin í fiskivinnulandinum Føroyum.
TA VIT IKKI duga at fåa nég væl burtur
ur fiskinum, hvussu skulu vit so vænta
okkum, at oljan skal gerast bjargingin å
ti eina degi? Tann spurningurin sleppur
at standa opin — og ósvaraður...