Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. oktober 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr. 200 — 20. OKTOBER 1994 Løgmadur og landsstýrismaðurin i fiskivinnumålum sagt tingsessin frå sær Á tingfundinum týsdagin las løgtingsformadurin upp skriv frá tveimum landsstýrismonnum. Annað var frá Edmundi Joensen, løgmanni, og hitt frá Ivani Johannesen, landsstýrismanni í fiski- vinnumálum. Teir vildu siga tinginum frå, at teir søgdu tingsessin frå sær so leingi teir eru í lands- stýrinum ella til teir geva onnur boð. Í Eysturoynni var Ed- mund Joensen fyrst vald- ur við 327 atkvødum. Konsert umborð Síðani kom Jógvan 1]. Olsen við 267, og triði á listanum var Atli Hansen úr Nordagøtu, sum fekk 197 atkvødur. Tingið samtykti at Atli Hansen nú skal hava sæti á tingi. Á Sambandslistanum í Vágum fekk Ivan Johann- esen flestu atkvødurnar. Hann fekk 217. Næstur honum var Suni Jacobsen úr Sørvågi, sum nú er komin á ting. Á sama tingfundi samtykti tingid eisini, at Hildur Patursson tekur 5% 58 sæti å tingi fyri Finnboga Ísakson, meðan hann er burturstaddur í almennum grindum. tór.- Sambandiingfólk heilsa nýggju starvs- og floksfelógum sínum vælkomnum á ting. Her býður Bjørn á Heygum Atla Hansen vælkomnum og Maria Hansen heilsar uppá Suna Joensen. Mynd: Kalmar á Heganesi Kristian Blak og næmingar úr Hoydølum vitja umborð á sluppini nú fríggjakvóldið Í 1982 skrivaði Kristian Blak tónleikaverkið »Ravnating«. Verkið varð framført á sumri '82 saman við listafólkum úr Føroy- um, Danmørk, Svøriki og Tíðindablaðið (XT)). Kommurnar hava havt nógvar sínamillum fundir, fundir við bankan, fyrr barnkarnar. Og nú bíða øll eftir, hvørju donsku krediufeløgini koma við seinni í mánaðinum Donsku kredittfeløgini: Tit frætta i næstu viku Áðrenn oktober månadur er úti, koma donsku kredittfeløgini við einum útspæli um, hvat tey vilja ganga við til fyri at lætta um afturgjaldingina hjá kommununum = Føroysku kommunurnar, sum hava stóra skuld, bíða alla eftir, at onkur loysn fæst. Og Føroya Banki bíð- ar eisini eftir, hvat donsku kredittfeløgini siga, tí tey eisini nógv til góða hjá fóroysku kommununum. Við seinasta árslok var føroyska kommunuskuldin til kredittfelggini góð hálv millard. Donsku kredittfeløgini eru trek at siga nakað al- ment um, hvat føroysku kommurnurnar kunnu vænta. - Vit fara ongantíð í blød- ini at samrådast, og tí kunnu viteini siga, áðrenn vit hava tosað við samráðingarpart- ar okkara, sigur Søren Møl- ler Damgaard, deildarleið- ari í BRF. Hann sigur, at kreditt- feløgini hava lovað at koma við einum útspæli, áðrenn oktober mánaður er úti. Siga einki enn - Tað eru nakrir spurningar, vit eru til reiðar at tosa um, men eg kann ikki upplýsa, hverjir teir eru, sigur Søren Møller Damgaard, sum heldur ikki vid gera nakrar viðmerkingar til, at Jóm Astrup Hansen herfyri helt føroyingar kunnu krevja av kredittfeløgini, at tey eisini taka sín part av ábyrgdini av byrðuni. - Eg kann bara siga, at vit í ødrum fórum hava víst, at vit viðgera føroysku trupul- leikarnar seriøst, sigur Sø- ren Møller Damgaard, sum ikki vil siga, hvussu nógv BRF eigur til góða hjá før- oyskum kommunum. Tað er ikki so nógv samanborið við onnur donsk kredittfel- Øg. Eiga nógv í ti privata BRF veitti í 80-árunum nógv lán til privata vinnu- lívið. Hvussu nógv BRF hevur útistandandi nú hjá hesum, fæst ikki at vita. Samanlagt áttu donsku kre- ditifeløgini við árslok 1,251 mia. í føroyskum privatum fyritøkum. Avtalur verda gjørdar um afturgjalding hjá privata vinnulívinum til kreditt- feløgini. Vilja ikki lastast - Tað hevur kostað kreditt- feløgunum at veita lån til Føroyar, og nú aftaná kunnu vit siga, at alt ikki gekk, sum tað átti at gingið, sigur Søren Møller Dam- gaard, sum tó heldur tað vera skeivt at lasta kreditt- feløgini fyri at hava lænt Føroyum so nógv í 80-år- unum. Kreditttfelggini fyrireika seg hvør í sínum lagi, og síðan samskipa tey seg til samráðingarnar. Kredittfel- øgini ætla also í næstu viku at lata frætta frá sær.“ randi A ——.."ee"—e"" Fraklandi, og seinni kom framførslan út á plátu. Síð- ani er >Ravnating< komið út á fløgu í ødrvisi líki, hetta var í samstarvi við Sunleif Rasmussen, sum spældi ymisk slagljóðferi á fløg- uni. Nú friggjakvøldid 21. okt. fara ungfólk úr stu- dentaskúlanum í Hoydøl- um at framføra >Ravna- ting< saman við Kristiani Blak. Umframt ravmagns- klaverið hjá Kristiani Blak fara vit at hoyra lj60føri so sum: Saxofon, trummur, floytu, trekkbasún, trompet og tveir ravmagnsgittarar. Fyrsta hálva tíman verð- ur tað ein trio, sum fer at spæla. Kristian fer at spæla á klaveri og so verða trummur og bassur afturat. Skráin friggjakvøldid fer at fevna um ymisk verk hjá Kristiani Blak. Vit fara at lurta eftir brotum úr hesum verkum: >Snjóuglan<, »Antifonale« og >Heygar og dreygar«. Harumframt verda nøkur indiånsk løg og eisini nøkur »heimagjørd« løg hjá næmingum úr Hoy- dølum framførd. Í steðginum fæst, sum vant, kaffi og te við onkrum afturvið. Konsertin byrjar umborð á sluppini Høga- nesi í Runavík kl. 21.00 friggjakvøldid 21. okt.