leygardagur 22. oktober 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ søsialurin | Nr. 202 — 22. OKTOBER 1994 — Sida5
Fyrireika seg upp å komandi oljuvinnu:
Trygd i håsæti
Felagid Føroya Oljuidnadur er so smått farid at fyrireika
seg upp á eina komandi oljuvinnu. Hósdagin hevði felagið
fund við umboð fyri útlendsk oljufeløg um m.a. trygdina
Hóast vit enn ikki vita, um
olja er í føroysku undir-
grundini, so hevur tad
nógva virksemi við markið
og góðu vånimar um at
finna olju her hjá okkum
fingið feløg her á landi at
fara undir at fyrireika seg
upp á eina oljuvinnu.
Eitt av hesum feløgum er
Føroya Oljuidnadur. Felag-
ið umboðar partar av før-
oyska vinnulívinum, fak-
feløg 0.0.
Hósdagin hevði felagið
fund við umboð fyri norska
oljufelagið Statoil.
-Hetta var ein sera góður
fundur. Umboðini fyri Stat-
oil kunnaðu okkum um
sínar ætlanir, og hvat tey
kundu hugsað sær í sam-
bandi við einakomandi før-
oyskaoljuvinnu sigur ein av
nevndarlimunum Johan
Mortensen.
Hann sigur, at á fundinum
varð trygdin í oljuvinnuni
umrødd. Hetta er ein av
teimum týdningarmestu
spurningunum, tá farið
verður undir at fyrireika seg
upp á eina oljuvinnu.
Her var serstakliga
brandskúlin við Áir um-
røddur. Johan Mortensen
heldur, at hesin skúlin kann
fáa ein týðandi leiklut, tå tað
snýr seg um at lúka
treytirnar at arbeiða í eini
komandi oljuvinnu.
-Vit tosaðu um, hvussu
ein slíkur skúli kann út-
byggjast til at taka ímóti
avbjóðingunum, sum eina
oljuvinnu er. Eisini varð
tosað um, hvussu vit kunnu
brúka danskar skúlar og fáa
samstarv við teir sigur
Johan Mortensen.
Statoilumboðini, = sum
koma frá donsku Statoil-
skrivstovuni, buðu sær
annars á fundinum til at
skipa fyri einum skeiði fyri
føroyskum vinnulívsfólki
um, hvørji arbeiðspláss
kunnu koma upp á tal í eini
komandi føroyskari olju-
vinnu.
Eisini varð vist á tydn-
ingin tað hevur, at føroy-
ingar ikki gera somu mistøk
sum norðmenn, tá tað snýr
seg um at byggja stødir
(basar) á landi til at tæna
eini oljuvinnu.
Her hava norðmenn gjørt
tað mistakið at byggja eitt
alt ov stórt tal av "basum"
við tí í huganum at skapa
arbeiði úti kring landið.
Føroyingar eiga ikki at
byggja ov nógvar slíkar
stødir, men royna at finna
eitt pláss, sum burturav tek-
ur sær av at veita umrøddu
tænastur til eina oljuvinnu.
Nevndin í Føroya Oljuídnaði á fundi við umboð fyri Statoil. Mynd jan
|
Her er serliga talan um eina
góða havn og nógv pláss á
landi at leggja upp útgerð
ol.
-Eg haldi vit eiga at fylgja
væl við royndunum hjá
ødrum, solæra av teirra
mistøkum sigur Johan Mor-
tensen.
jan
Kompressarar
Borimaskinur
Brekkarar
Borar/Meitlar
Slangur
Vibratorar
Forskalling
Håtrystreinsarar
Fæst til leigu.
Kaj Andreasen Pf.
Klingran 5 - Hoyvík - Tlf. 15600
Svein Larsen og Kai Nielsen frá Statoil greiða frá. Mynd jan ;
- Bx
Hevodi eg fingið fatur í tann
sum uppá brennivínið fann,
giftin sum hevur oyðilagt meg
eitt nervavrak nú eri eg.
Hús og heim eg havi mist
takka verið Satans gift,
sjúkur maður nú eg eri,
aldri frískur eg aftur verði.
Hetta er ein ávaring til tín
smakka aldrin brennivín.
Alt eg hevði, eg havi mist
eisini tú kanst gerast alkoholist.
Blindastovnur Foroya
hevur opið måndag-friggjadag kl. 9-16.
Telefonir: 18222 og 19288.
22
Gráin
Hví stendur tú inni í mjørkakó
og rínur ringur um málið;
Hví gongur tú inni í mjørkakåv,
so speiskur, lúrin og smeðin;
hví leggur tú eftir teg hulduslóð,
har aðrir stríðast á degi?
Hví reikar tú inni í mjørkakóv,
tú huldumaður við gyklum,
man tala hin grái til Foroya tjóð
sum býr her úti í bygdum?
Og talar tú grái til Føroya tjóð,
sum býr her úti í bygdum,
so stíg tú fyrst stinnur úr mjørkakóv,
kom so við ráðum og dygdum
x
hví knarrar tú alsamt um tunguljóð
sum aðrir evna á váli?
Sjúrður Gullbein