týsdagur 25. oktober 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Oddagretæ
Í gjár var ST-dagur. Vit eiga at steðga á eina
løtu og gera okkum greitt, hvat hesin alheims
felagsskapurin stendur fyri og hevur at týða
fyri okkum gll.
EFTIR okkara tykki er ST eitt sera týðandi lið í
royndunum at skapa frið í heiminum og ann-
ars at gera vart við støðuna hjá teimum minni
mentu. Vanliga hugsa vit bert um ST sum ein
stovn, sum skal mekla millum ymsar stríðandi
partar kring heimin. Men í veruleikanum er ST
so nógv annað. Hesin felagsskapur umsitur í
dag hópin av stovnum , sum arbeiða til frama
fyri einstøkum menniskjum, bólkum av menn-
iskjum fyri ikki at siga fyri allari mannaættini.
Her er bæði talan um hjálp, gtransking ol.
Umframt at virka í tí smáa tvs. á nógvum
ymiskum gkjum sær, so arbeiðir ST eisini út
frá einum meira globalum stæði. Eitt av teim-
um stóru málunum her er okkara umhvørvi.
TÁ ST-dagurin verður hildin er tí rætt at hugsa
um alt tað stóra og fjølbroytta arbeiðið, sum
hesin felagsskapurin stendur fyri. Vit hava tó
hug til her at vísa á týdniningin hesin
felagsskapur hevur fyri fridin i heiminum. Væl
vitandi, at ST i fleiri førum hevur vist seg at
standa ov veikt , tå tað ræður um at fáa strid
andi partar at binda frið, so er tað ómetaliga
týdningarmikið at her er ein altjóða stovnur,
sum hevur sum aðalmál at virka fyri friði.
TAÐ er púra greitt, at ST megnar lítið einsa-
mælt. Avgerandi fyritreyt fyri at rakka úrslitum
er, at tað í teimum ymsu londunum eru fólk,
leiðarar, sum virka út frá somu grundsjónar-
miðum, sum ST stendur fyri. Her ikki minst
rætturin hjá øllum at kunna liva og virka. Her
eru toleransa, virðing og álit millum mest
týðandi grundarsteinar. Ekstremisma og fana-
tisma eru harafturímóti tvær av størstu forð-
ingunum fyri friði. Alla staðni har politiskir ella
átrúnaðarligir leiðarar eru vidgongdir og ong-
antíð vilja gera kompromiir, har blómar harð-
skapur og óvissa.
TAÐ, sum fá høvdu roknað við kundi henda, ti
júst umrødda ekstremisma og fanatisma var
so fastgrógvin, hendi kortini. Í Suðurafrika og í
Miðeystri tykjast toleransa, virðing og álit at
hava vunnið á ekstremismu og fanatismu.
Hetta kunnu vit eina og aleina takka teimum
ikki vidgongdu kreftunum, sum við at brúka
sunt vit og skil hava vunnið friðin. Mandela,
De Klerk, Shamir og Arafat eru dómi um fólk,
sum eiga at verða umrødd í sambandi vid ST-
dagin. Hetta eru leiðarar, sum virka út frá
somu grundleggjandi sjónarmiðum sum ST.
Hesi fólk hava víst, at tað ber til at vinna friðin
við samráðing og tolsemi. Hatur og hevnd føra
ongan veg. Hetta eru jú honrasteinarnir í tí
oyðandi fanatismuni og ekstremismuni.
SOSIALURIN
FRÆLSI — JAVNAÐUR — BROÐRALAG
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller
Fyritaksstjóri. Krisjan Dahl
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskoy
Blaðíóik- Randi Jacobsen - Dagny
Joensen - Tórfinn Smith -
hilmar Jan Hansen -
Justinus Eidesgaard
Ferðast í kvæ
Útgevari: P/T Saslalurin
Uppseting. P/Æ Sosialurin
Prent: P/T Pressan 1981
Argjum
Telefon: 11820
Bústaður: Arglavegi 26 | Postadr.: Postsmoga 76
ØR USSS ÁSA AE SSA 8 FOR
> —
67. ÁRGANGUR
110 Tórshavn
Teletax: 14720
Anker Eli Petersen er hesa vikuna i Smidjuni i Litluvik vid sinum litklippum
Hvønn dag í hesi vikuni
millum kl. 14 og 17 ber til at
fara í Smiðjuna í Lítluvík at
vitja Anker Eli Petersen,
sum er komin heim úr Dan-
mark at sýna fram, hvat
hann fæst við sum listamað-
ur.
Anker Eli er sjálvlærdur
listamaður og hevur í fleiri
ár fingist við at gera klipp-
myndir. Scinastu árini hev-
ur hann búð í Danmark, har
hann klippir myndir til bøk-
ur og blød, hann ger plakat-
ir, og av og á er hann við á
framsýningum.
Á framsýningini hesu
ferð hevur Anker Eli eina
rød av myndum yvir Olav
Riddararós. Tær myndirnar
hava sína søgu.
Fyri nøkrum árum síðan
varð Anker Eli biði um at
vera við í eini norður-
lendskari listaframsyning í
danska bynum Birkerød,
sum hevdi 50 åra hald.
- Eg fekk hugskotid at
gera myndir yvir Olav
Riddararós, ti eg tíðliga ein
morgun einaferð hevði ver-
ið við og dansað Olav Ridd-
ararós um jólatræið í Havn
Birkerød er jú vinarbýur hjá
Havnini, og jólatræið er úr
Birkerød, sigur Anker Eli
Tað er nú meira í skemti,
hann sigur hetta, tí Anker
Eli hevur veruliga stóran
áhuga fyri kvæðunum og
fyri ti, sum liggur aftanfyri
kvæðini.
Framhald á síðu 16
Leggið tær smáu kommunurnar
saman við teimum størru
— Eg ivist ikki í, at eitt stórri
forum - ein stórri kommunal
eind, hevdi ført til, at vit fingu
betri skipað viðurskifti í
fleiri av teimum smáu bygd-
unum og meira demokrati,
skrivar Petur Skeel Skarðsá,
bygdarráðslimur í Funningi,
í hesi greinini.
Undirritaði er av teirri áskoð-
an, at fleiri av teimum smáu
kommununum í landinum áttu
at verið lagdar saman við teim-
um størru kommununum.
Eg trúgvi, at hetta hevði havt
fleiri fyrimunir við sær fyri all-
ar partar — eisini fyri teir borg-
arar, sum í dag búgva í teimum
kommunum, ið teljast millum
tær smáu.
Ja, vit høvdu snøgt sagt fing-
ið meira av skafti í teimum
smáu kommununum enn í dag.
Royndirnar her hjá okkum
vísa, at ert tú í minniluta, so er
nærmast ógjørligt at fáa nakað
igjøgnum.
Vit eru fimm fólk í bygdar-
ráðnum í Funningi, vald á
tveimum listum.
Tey trý, sum øll upprunaliga
eru avbygdafólk, sita í meiri-
luta, meðan vit, sum eru higani
úr Funningi og uppvaksin í
bygdini, eru í minniluta.
Leggjast skal tó afturat, at
tveir av limunum í meirilutan-
um hava búð her í nógv ár.
Hinvegin eru fá ár síðan, at
núverandi formaður flutti
norður higar — úr Havn.
Sum eg nevndi, so meini at
av gjørt, at tær smáu kommun
urnar skuldu verið tiknar av og
lagdar saman við teimum
stóru.
Eg ivist ikki í, at eitt størri
forum — ein størri kommunal
eind, hevði ført til, at vit fingu
betur skipað viðurskifti í fleiri
av teimum smáu bygdunum,
enn vit hava í dag.
Meiri skil hevði komið i
kommunal politiska arbeiðið,
og vit høvdu eisini fingið
regluligari fundir og meiri
demokrati, har boðskapurin hjá
andstøduni í størn mun varð
hoyrdur.
Sum er, hava vit, sum sita í
andstøðu, lítla og onga ávirkan
á arbeiðið í bygdarráðnum. Ja,
vit hava ilt við at fáa okkara
viðmerkingar førdar í gerða-
bókina, tá ið ynski verður sett
fram um tað í sambandi við
kommunala arbeiðið.
Eitt annað, sum talar fyri at
leggja tær smáu kommunurnar
saman við teimum stérru, er, at
tá høvdu borgararnir í teimum
smærru bygdunum eisini fing-
ið høvi at mett til almennar
bygdaráðs- og býráðsfundir og
hoyrt, hvat teir einstøku lim
irnir hava at bera fram.
Og hetta hevði ikki verið
annað enn rímiligt, tí tað eru jú
skattgjaldararnir — meira og
minni vit øl — sum í síðsta enda
noyðast at hanga uppá fleiri av
teimum skeivu avgerðunum,
sum tiknar verða á slíkum
fundum.
Mítt uppskot er tí stutt og
greitt: leggið tær smáu komm
unumar saman við teimum
størru, so fáa vit stórri kommu
nalar eindir í Føroyum og har
við fleiri fyrimunir fyri okkum
borgarar á smáplássunum.
Petur Skeel Skarðsá,
Funningur