týsdagur 25. oktober 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Nr. 203 — 25. OKTOBER 1994
Sosiala medvitið framvegis nógv at siga, men:
Kristniboðanin
er drivmegin
Hóast boðanin av evangeliinum er tað mest avgerandi fyri
Frelsunnarherin í Fóroyum, so er tað sosiala arbeiðið fram-
vegis av stórum týdningi víða hvar í heimi
Sunnudagin 23. oktober
kundi Frelsunnarherurin í
Havn hátíðahalda sín 70 ára
fødingardag. Tað var danin
Juul Petersen, sum setti
samkomuna á stovn í Fø-
royum í 1924.
Í byrjanini var bert eitt
felag, og tað var í Havn.
Seinni varð so eisini stovn-
að felag í Vági. Og í dag eru
bert hesi bæði felggini hjá
Frelsunnarherinum í Før-
oyum. Tey telja í dag um-
leið 150 virknar soldátar te.
fólk, sum eru umvend og
sum í tí dagliga virka fyri
samkomuni.
Leidarin av Frelsunnar-
herinum i Havn er Toril
Waag Olsen. Hon kemur úr
Kristiansand í Noregi, har
Kalle Olsen soleiðis sum so mong havnafølk kenna hann
hon hevur virkað sum
soldátur og seinni sum off-
iserur í Frelsunnarherinum í
eini 20 ár. Fyri góðum
tveimum árum síðani kom
hon til Føroya og er hon í
dag í føstum starvi hjá
Frelsunnarherinum í Tórs-
gølu.
Nógv møttu
Stovningardagin varð nógv
gjørt burtur úr í "gomlu"
hølunum hjá herinum. Væl
eru húsini gomul soleiðis at
skilja, at samkoman hevur
húsast í teimum í 68 av
teimum 70 árunum, men tey
eru umbygd og umvæld
fleiri ferðir, soleiðis at sam-
koman í dag hevur ein
stóran og hugnaligan sal.
Sunnudagin var tá eisini |
gjørt nógv burtur úr fyri }*
bæði børnum og tilkomn-
um. Børmini framførdu |
sjónleik og sungu, og har |
var eisini møti og sangur |
fyri teimum eldru. Fólk
vóru komin úr Íslandi til
hátíðarhaldið teirra millum
divisiónsleiðarin fyri 1s-
land og Føroyar, Dánjal
Oskarsson.
„ Sum so er samstarvið við
Ísland heldur ikki nakað
nýtt. Adrenn Frelsunnar-
herurin alment varð stovn-
aður í Føroyum vóru fleiri
ferðir fólk frá Frelsunnar-
herinum í Íslandi á vitjan í
Fóroyum og hildu meti
Salurin var ful lur
Tíðindablaðið GS
kring landið.
Hóast nógv er broytt í
Føroyum hesi 70 árini Frel-
sunnarherurin hevur virkað
her, so stendur henda sam-
Børnini settu sín serstaka dám á hátíðarhaldið
koman enn fyri tí sama tvs.
tí persónligu trúnni á Gud
umframt tí sosiala medvit-
inum.
Sosiala medvitið
-Tá William Buuth stovnaði
Frelsunnarherin í London í
1865 var endamálið at boða
kristindómin. Men hann sá,