týsdagur 25. oktober 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin } Nr. 203 — 25. OKTOBER 1994 Síða 13
1. deild kvinnur:
VIF-VB 8-14 (3-5)
Málskjúttar:
VIF: Leila Friis 4, Sigbritt
Friis 3, Angelie Joensen 1
VB: Sólrun Krosslá 6,
Mary Krosslá 3, Eydis
Kjærbo 2, Eyðbritt Kross-
lá 1, Anna Petursdóttir 1
Avaringar:
VÍF 2, VB 2
Útvísingar:
VÍF 2, VB 5
Áskoðarar: 20
Tað sást á dystinum leyg-
ardagin í Vestmanna, at
hondbóltskappingin enn
ikki er komin so langt, og
eisini sást, at tað ikki altíð
er so lætt hjá teimum
nýggju at fylgja við teim-
um, ið hava fleiri royndir.
Nógv brotskøst vóru í
dystinum, og úrslitini av
teimum avspeglaðu
VÍF megnaði ikki
at fylgja við VB
Enn tykist vanta nakað í, áðrenn vest-
mannakvinnur fáa gjórt seg galdandi
kanska einabest munin á
royndum og vantandi
royndum, tí meðan VIF
fekk mál upp á eitt og
brendi trý, eydnaðist VB
at fáa mál burtur úr øllum
sínum fýra brotskøstum.
VB meira ferð
yvir spælinum
Ein annar munur á lið-
unum var eisini ferðin á
spælinum. Vestmanna-
kvinnur tykjast hava hug
at geva sær ov góðar
stundir, og hetta vórðu tær
revsaðar fyri, ti vágs-
kvinnur spældu skjótt og
effektivt. Sjålvt tå VIF
skuldi fáa okkurt skjót-
álopið í lag vidhvørt, var
VB-verjan longu komin
upp ápláss, áðrenn bóltur-
in var komin fram.
Annars vísti tað seg —
sum íkki einaferð — at
Krosslá-systrarnar úr
Vági eru ófgrar ítróttar-
kvinnur. Og at skjóta mál
dugir fáur betur enn tær —
leygardagin áttu systrarn-
ar 11 av teimum 14 mál-
unum hjá VB! ;
Men eisini hjå VIF er
gott í væntu, um tað nú
ikki gekk so væl hesaferð.
Ein spælari sum Angelie
Joensen kann skjótt gerast
stórspælari á liðnum — ser-
liga kom hon væl frá
verjuspælarunum, og tor-
ført var hjá VB at lumpa
hana.
VÍF hevði fyri viku síð-
ani skipað fyri stórum til-
taki, ið skuldi økja um
áhugan fyri hondbóltinum
í Vestmanna. Tað eydnað-
ist væl, og 320 áskoðarar
vóru til mansdystin tað
vikuskiftið. Synd er at
siga, at sami åhugin er fyri
kvinnuhondbólunum í
Vestmanna — bert tjúgu
áskoðarar mett hesaferð.
(hj.)
Nervarnar hingu
uttanå í sidstuni
Kvinnudysturin millum Skåla og Stjørn-
una var ein tann besti å Skåla i fleiri år
1. deild kvinnur:
Skåla-Stjørnan 16-15(10-10)
Málskjúttar:
Skála: Signhild Petersen 5,
Eyðleyg Mikkelsen 4,
Paula B. Jacobsen 3, Juliet
Trúgvadóttir 2, Anna Maria
Berthelsen 1, Daimi Poul-
sen I
Stjørnan: Malan Klakk-
stein 6, Annika Johansen 3,
Båra Skaale 3, Kristina Ol-
sen 2, Jórun Olsen 1
Avaringar:
Skåla 1, Stjørnan 2
Utvisingar:
Skåla 4, Størnan 6
Askoðarar: 100
Dysturin á Skála leygar-
dagin millum kvinnurnar
hjá Skála og Stjørnuni
gjørdist ein rættur spenn-
ingsdystur. Av Skála verður
sagt, at hetta var best spældi
kvinnudystur, ið har hevur
verið í fleiri ár.
Bæði álops- og verjuspæl
á høgum stæði var at síggja í
dystinum, og tað bóru eisini
tær tíggju útvísingarnar boð
um. Hóast so mangar í tali,
var talan ikki um ein hart
spældan dyst.
Stjórnan kom betur frá
byrjan og hevði meginpart-
in av tíðini munin við einum
máli — eitt skifti í byrjanini
av seinna hálvleiki komu
tær fýra mál framum, áðr-
enn Skála-liðið raknaði við
av álvara og syrgdi fyri at
fáa síðsta orðið íhesum
dystinum.
Skála misti
málverjan
Tað sá annars út til at ger-
ast endabresturin hjá Skála,
at málverjin Andrea Weihe
noyddist út við skaða í
knænum, tá fimm minuttir
vóru eftir av fyrra hálvleiki.
Eingin eykamálverji var á
bonkinum, so Anna Maria
Berthelsen fór í mál, hóast
hon ongantíð hevur roynt
tað fyrr.
Hon stóð ein branddyst,
og serliga ta løtuna í seinna
Kyndil og VÍF spæla
mikukveldið tveir dystir
- kl. 18.30 kvinnurnar
og kl. 19.45 menninir.
Seinni dysturin er ein
av klassisku uppgerðun-
um millum Kyndil og
VIF, sum seinnu árini
hava verið tey bæði lið-
Klassisk uppgerð
í Havn mikukvøldid
hálvleiki, tá Skála fekk
hålad seg fram á Stjórnuna
og enntá fand framum,
gekst væl. Ta løtuna fekk
Stjórnan einki mål i sam-
fullar 21 minuttir!
Móti endanum náddi
spenningurin hæddina, ti
eftir at Eydleyg Mikkelsen
hevdi lagt Skåla å odda 16-
14 í 25. minutti, eydnaðist
Maluni Klakkstein atminka
um munin tveir minuttir
seinni.
Síðsta løtan av dystinum
gjørdist ótrúliga spennandi,
og bæði lið høvdu stórar
kjansir at skjóta mál. Men
einki mál kom kortini aftrat,
og sostatt kundu Skála-
kvinnur frøast um sigurin í
hesum ófgra dysti, ið neyv-
an verður gloymdur við tað
fyrsta.
(hj.)
ini, ið hava mn mest
vart vid seg í føroyskum
topphondbólti — og helst
gera tey tað aftur í vetur.
Altjóða dómarar okk-
ara, Hjalmar Petersen og
Kristian Johansen, dóma
báðar dystirnar.
hj.
Bjartur Nolsøe úr Neistanum var fleiri ferðir flúgvandi í dystinum móti KIF. Her skorar
hann eitt av sínum seks málum í dystinum
Styrki og royndir
voru munurin
Hóast kollfirðingar duga væl at fáa burtur úr tí fólkinum, teir
hava — liðið er mestsum spildurnýtt — megnaðu teir ikki at
knógva Neistanum, ið hevði styrki og royndir at dúva uppá
I deild menn:
Neistin-KIF 30-24 (15-10)
Málskjúttar:
Neistin: Kári Mortensen 6,
Bjartur Nolsøe 6, Tróndur
Hansen 5, Eyðun Jensen 4,
Hans Laksá 4, Páll Nólsoy
2, Rúni Nolsøe 2, Terji
Poulsen Í
KIF: Petur Martin Johan
sen 7, Jákup Dam 6, Eddi
Joensen 4, Ragnar Joensen
4, Finn H. Johannesen 3
Avaringar: |
Neistin 1, KIF I
Utvisingar:
Neistin 2, KIF 3
Askoðarar: uml. 200
Kollfirðingar mugu sigast
at vera rættiliga revolution-
erandi í sínum spæli í ár.
Fyri tað fyrstaer meginpart-
urin av fólkinum ungt og
nýtt, og so spæla teir eisini
ødrvisi hondbólt enn hini
liðini. Satsað verður upp á
álopskent verjuspæl, ið er
sera krevjandi fyri fólkið,
men kortini koma kollfirð-
ingar rímiliga væl frá tí
Tað, ið hinvegin kostaði
teimum enn eitt gott úrslit
hesaferð, var meira tað, at
mótstóðuliðið hevði stórri
styrki og fleiri royndir at
byggja sitt spæl á. Neistin
hevur tveir góðar skjúttar á
bakkunum — Kári Morten-
sen og Tróndur Hansen — og
hesum megnaði KIF ikki
nóg væl at taka sær av, tå tal-
an var um verjupartin.
Eitt mál um minuttin
Sum heild var hetta ikki
nakar stórdystur, hóast und-
irhaldið ikki lá eftir. Heili
54 mál vórðu skotin, og tað
er næstan eitt um minuttin.
Neistin lá omaná allan
dystin, men serliga síðstu
Mynd: Kalmar
løtuna løgdu teir sjógv mill-
um seg og gestirnar úr
Kollafirði, so endin varð, at
seks mál vóru á muni — og
tað hóskaði eisini rimiliga
væl til spæl og avrik í dyst-
inum.
Undan hesum síðsta pos:
anum av málum hevði KÍF
annars spælt rímiliga væl í
seinna hálvleiki, og koll-
firðingar megnaðu sum
heild væl at spæla upp móti
Neistanum gjøgnum
dystin, hóast effektivitetur-
in í málum ikki var tann
sami
Higartil hevur tað eydnast
kollfirðingum at fingið góð
úrslit — tepurt tap móti vest-
menningum og sigur á
strandingum. Kann meira
enn sv henda, at kolifirding-
ar fáa okkurt óvæntað úrslit
aftrat í ár.
(hj.)