mikudagur 26. oktober 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
a
A
|
Tidindabladid { sostalurin ) Nr. 204 — 26. OKTOBER 1994 Síða 13
Nakað seint kanska nú at
koma við úrslitunum, men
betur seint enn ongantíð.
Finaluna vann B36 við
sifrunum 4-3, eftir at KÍ í
hesum sera spennandi dysti
eitt skifti hevði verið á odda
3-2. Ikki fyrrenn tá bert
tíggju sekund vóru eftir, fall
avgerðin við sigursmålin-
um hjá B36.
B36-kvinnurnar áttu eis-
ini besta málskjúttan í kapp-
ingini hjá kvinnunum. Tað
var Sólvá Joensen, ið skjeyt
ellivu mál.
Tað mest skorandi liðið í
kappingini hjá kvinnunum
var annars hin finalisturin,
Kl
Fuglfirðingar
lyftu seg upp
Tað er eingin loyna, at ár-
ið í ár ikki gekst fulgfirðing
um eftir vild, og noyðast teir
komandi ár at spæla í næst-
bestu deildini. Men í innan-
dura kappingini í Vági bar
betur til hjá teimum.
IF vann 2-1 á HB í final-
uni,og somuleiðir var ÍF tað
liðið í allari kappingini hjá
monnunum, ið skoraði flest
mál.
Tað stóð eisini javnt mill-
um Símun Eliassen úr IF og
Sigfríð Clementsen úr HB
undan finaluni, hvør teirra
fór at verða toppskjútti hjá
monnunum. Báðir høvdu
áðrenn finaludystin skotið
tólv mál, men við einsam-
alla HB-málinum í finaluni
streyk Sigfríður avstað við
ti steypinum.
Atteir báðir skuldu royna
at kappast um at gerast
toppskjútti, samstundis sum
finaludysturin var avger-
andi fyri, hvat lið vann
kappingina, gjørdi bert hesa
finaluna enn meira spenn-
andi.
Ársins fótbólts-
spælarar kosnir
Umframt, at tey mongu
Sólvá Joensen úr B36 varð
toppskjútti hjá kvinnunum
við 11 málum
Mynd: Rógvi Johansen
ítróttarfólkini = kappaðust
um óalmenna FM-heitið í
innandura fótbólti, varð eis-
ini avdúkað suðuri í Vági,
hvørji gjørdust ársins fót-
bóltsspælarar hjá åvikavist
kvinnum og monnum.
Hvørki hjá kvinnum ella
monnum kann sigast, at úr-
slitið av atkvødugreidsluni
var óvæntað. Kappingin er
skipað sum >Players player
of the Year<, og spælararnir
velja altso sjálvir, hvør av
teirrakappingameytum skal
gerast ársins fótbóltsspæl-
ari. Stórt sæð einasta treyt
er, at spælarar ikki greiða
atkvødu fyri nøkrum spæl-
B36 vann óalmenna FM-heitið í innandura fótbólti hjá kvinnum. Aftast frá vinstru: Sól-
» 2 -
Sigfríður Clementsen úr
HB varð við 13 málum
toppskjútti hjá monnum
Mynd: Rógvi Johansen
ara úr teirra egna felag
Hjá kvinnunum varð tað
Helga Ellingsgaard úr HB,
ið vann heiðurin við næstan
tvær ferðir so nógvum at-
kvødum sum næstfremsti
spælarin har, ið bar Bryn-
hild Klein úr B36.
Kappingina hjá monnun-
um um hendan heiður vann
Magni Jarnskor úr GÍ, ið
fekk meira enn tvær ferðir
so nógvar atkvødur sum
John Petersen, somuleiðis
úr GI.
Aðrastaðni her á síðunum
prenta vit samlaðu atkvødu-
tølini.
gerð Viderø, Rannvá á Húsabrúgv og Sólvá Joensen Fremst frá vinstru: Brynhild Klein
og Anja Rein
Mynd: Rågvi Johansen
AGS
valt nýggja nevnd
Leygardagin hevði Róðrar-
samband Føroya aðalfund í
Havn, og har varð nýggj
starvsnevnd vald.
Av starvsnevndarlimun-
um stóðu tríggir fyri aftur-
vali, og av teimum tóku
Ambjørn Madsen og Bjarni
Sørensen ikki av. Í teirra
stað vórðu valdir Nicls
Nielsen og EydunK jølbro.
Nýggja starvsnevndin
hevur longu skipad seg, og
sær hon soleiðis út: Antines
Iversen, formaður, Johann-
es Joensen, næstformaður,
Eyðun Kjølbro, skrivari,
Eilif Petersen, kassameist-
ari, Hans David Hansen,
kappingarleiðari og Niels
Nielsen, nevndarlimur.
Varalimir eru Olavur Olsen
og Stcinfinn Mittelstein
A aðalfundinum var eis-
ini il umrødu uppskot um at
býta bátarnar upp í bólkar,
og semja varð fingin um,
hvussu hendan uppbýting
skal vera. Skotið varð upp,
at bátarnir á øllum stevnum
skulu býtast í bólkar, tá far-
ið verður upp um eitt ávíst
tal, men hetta varð endalig
stóða ikki tíkin til.
Arbeitt verður nú fram
ímóti at hava málið klárt til
ein komandi cykaadalfund í
Róðrarsambandinum.
hj.
Argja Róðrarfelag skipar fyri
Fiskikapping
leygardagin
Byrjað verður kl. 9, og bátarnir skulu vera komnir aftur til
lands kl. 18. Ein tíma seinni verður uppboðssóla av fiskinum,
og peningurin fer til virksemið hjá Argja Róðrarfelag
Leygardagin fer Argja
Róðrarfelag at skipa fyri
fiskikapping, ið er fyri øll,
ið hava hug at vera við.
— Hetta er ikki bert ein
kapping fyri argjafólk, so
havnarmenn, nólsoyingar
og øll onnur kunnu eisini
vera við, um tey hava hug
til tað, sigur Zacharias Jo-
hansen, nevndarlimur í
Argja Róðrarfelag. Hann
hevur saman við einum
ødrum nevndarlimi, Niels
Peturi Olsen, arbeitt vid at
leggja kappingina til rætt-
is.
— Ætlanin er at byrja kl.
9leygarmorgunin, og bát-
amir skulu vera komnir
aftur til lands kl. 18. Ein
tíma seinni er so uppboðs-
sóla av fiskinum, teir hava
fingið, og innkomni pen-
ingurin fer til felagið.
Fiskikappingin er ætlað
sum afturvendandi táttur,
og verður ferðasteyp latið
vinnaranum, umframt at
manningarnar umborð á
trimum teimum bestu bát-
unum fáa steyp til ognar —
og her er altso talan um eitt
steyp í part til hvønn av
manningini.
— Steypini verða handað
um kveldið í róðrarneyst-
inum á Argjum, har vit
fara at skipa fyri dansi kl.
23. Vinnararnir fáa steyp-
ini kl. 24, og vóna vit, at
nakað av fólki eisini er har
tá, sigur Zacharias.
Meðalfongurin er
avgerandi fyri úrslitið
Tað er meðalfongurin
hjá hvørjum manni, ið er
avgerandi fyri årslitid av
kappingini. Við ødrum
orðum kann tað gera tað
sama, hvussu stórur bátur-
in er ella hvussu nógv fólk
er við hverjum báti.
Fiskireiðskapurin, ið er
góðkendur til endamálið,
er sneri, snella og tråda.
Tá byrjað verður, fáa allir
bátarnir eina reglugerð, ið
teir skulu ganga eftir.
— Onkuntíð hevur eitt
sindur av ruðuleika staðist
av, at bátar ikki hava boð-
að frá, at teir eru komnir til
lands, ti teir hava fingið so
lítið ella kanska als einki,
sígur Zacharias.
— Tá kann verða heilt
nær við, at menn fara út at
leita eftir bátunum, so vit
minna á, at allir mugu siga
frá, té teir eru komnir til
lands, so sleppast kann
undan, at sovorðið keði-
ligt hendir.
Tilmeldingin til fiski-
kappingina verdur leygar-
morgunin i Róðrarneyst-
inum á Argjum. Ikki er
neyðugt at tekna seg áðr-
enn leygardagin, men bert
gera tað á staðnum, tá far-
ast skal avstað.
hj.