hósdagur 27. oktober 1994síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16 Nr. 205 — 27. OKTOBER 1994
Miðflokkurin og samgongur
Avgerandi er, at lógir landsins eru slíkar, sum Gud og Skapari okkara kann
gleðast yvir!
Ikki minni enn tvey sam-
gonguskjøl vórðu, sum øllum
kunnugt, undirskrivað í heyst.
Fyri Miðflokkin var eg við í
fyrru samráðingunum, har tað
eydnaðist okkum at fáa nøkur
av fremstu sjónarmiðum okk-
ara við í sjálvt samgonguskjal-
ið. Av hesum vóru tað serstak-
liga tey uppskot okkara, sum
høvdu við grundleggjandi
samfelagsviðurskifti at gera,
sum gleddu meg at vit fingu
við. Viðurskifti, sum vóru/eru
avgerandi neyðug at fáa broytt,
soleiðis at Hann, sum hverja
løtu í kærleika fylgir við støðu
barnasína, við gleði kann líta at
okkum, landi okkara og lógum
lands okkara, og veita sína
hjálp.
Serliga hugsi eg um fylgj-
andi mál, sum 18 tinglimir
skrivaðu undir at fáa loyst:
A: Monopolviðurskiftini á
m.ø. skúla- og fjølmidlaøkin-
um.
Neyvan man nakar føroy-
ingur ynskja sær fødiland okk-
ara sammett við lond, har eina-
ræði og tilvildin valda. Men
júst hetta er stødan, sum valdar
á fjólmiðlagkinum í landi okk-
ara í dag. Ein og hver tilvildar-
ligur útlendingur — svartur ella
hvítur, kendur ella ókendur,
vælmeintur ella illa meintur,
kann døgnid runt senda útvarp/
sjónvarp inn yvir land okkara.
Men hendan sama rættin hava
ávísir føroyskir politikarar
noktað vanliga føroyinginum.
Sjålvt i kommunistisku eyst-
anlondunum varð monopolið
avtikið, tá frælsið varð veitt
hesum tjóðum! Men bara ikki í
Føroyum.
Her verdur loyvt einum og
hverjum útlendingi at forpesta
loftrúmið yvir okkum, meðan
radio og sjónvarpsbylgjur frá
vanliga føroyinginum verða
mettar vandamiklar og ti
»kvaldar« av hugtakinum
monopol, hetta hugtakið, sum í
ødrum londum verður mett
illavorðið! Hví hetta misálit á
føroyingin?
Frískúlar
Sama er at siga um frískúlar.
Meðan tey lond, sum vit van-
liga ynskja at verða mett sam-
an við, fyri mongum árum síð-
ani havagivið borgarum sínum
frælsi á hesum øki, so skal før-
oyski skúlanæmingurin frá
6—7 ára aldri tvingast inn í
monopolið — eisini á hesum
oki.
Serliga í hesum døgum,
meðan hitt illa, væl kamufler-
að, otar seg inn í statsskúlar
okkara, er tað størsta ynski
mitt, at tað fer at eydnast at fáa
politikarar okkara at veita før-
oysku foreldrunum somu rætt-
indi at verja síni børn, sum for-
eldur í grannatjóðum okkara
hava-at gevateimumrætt til at
velja bórnum sínum ein skúla,
har hin kristni boðskapurin er
grundarlagið, sum alt annað
hvílir á.
Orðingin í fyrra samgongu-
skjalinum, sum 18 tinglimir
skrivaðu undir, hevði tryggjað
hesi sjålvsøgdu rættindi!
B: Fosturtøkuspurningurin
Tað gleddi meg ómetaliga at
uppliva tað álvarsemi, sum
eyðkendi løgtingslimir í hesum
máli. Stórt árin gjørdi tað, tá
løgtingslimur, ið sambandi við
frágreiðing um sálarligu fylgj-
umar ein manglandi serlækna-
lig meting, og har av ov bráð
avgerð um fosturtøku, kundi
hava á kvinnuna, breyt av, og
segði frá persónligum kunn-
leika til kvinnur, sum enn í dag,
eftir fosturtøku fyri árum síð-
ani, vóru sálarliga merktar av
hesum í skundi framdu gerð-
um.
Uppskotið var ein styrkjan
av rættindum barnanna, og ein
neyðug styrkjan av rættindum
kvinnunar, sum nú í hverjum
einstøkum føri vildi fáa ser-
læknaliga metan í svåru stóðu
sínari. Høvdu tey, sum hava
roynt at skapt øsing um hetta
uppskotið, tikið sær tíð til at sett
seg inn í málið, og lisið upp-
skotið áðrenn tey løgdust í fjøl-
miðlarnar, so høvdu orð og
skriv teirra verið ødrvisi!
C: Skattalógin
Tá vit gjørdu valsendingar
okkara, greiddi ein av hjálpar-
um okkara frá tí beinleiðis inn-
tøkumissi, hann og komandi
kona hansara fóru at fáa, tá tey
um fáar dagar skuldu giftast.
Skattalógir landsins eru
nevniliga soleiðis háttaðar, at
samfelagið faktiskt gevur tær
bót um tú giftist!
Tað er eitt, men vandamikl-
ari er tann ómoralur og tað gud-
loysi, sum hetta tvingar mong
út í.
Tí førdu vit í valstríðnum
fram, og fingu við í samgongu-
skjalið, at skattalógin mátti
broytast, soleiðis at hjúna-
bandsstødan ikki skal hava
negativa skattliga ávirkan.
Tá vit nú ikki komu í
samgongu — hesaferð
Eg vildi ynskt, at Sambands-
flokkurin hevði megnað at
fingið nøkur av hesum málum
við í nýggja samgonguskjalið.
So varð ikki, og tað er spell.
Tí júst tað hevði verið við til at
tryggja grundarlagið undir
samfelagi okkara meira enn
nakað annað. Tí týdningar-
mest fyri eitthvørt samfelag,
einahvørja samgongu og eitt-
hvert fólk, er, at lógir landsins
eru slíkar, sum Skapari
Himmals og jarðar — Gud
Herskaranna — hevur gleði
sína í!
Jenis av Rana
Prestur og plága
»Børre Knudsen er ein vilja-
sterkur og stødufastur madur,
eigur dirvi og mót, sum annars
trot er á innan kirkjugátt og í
samfelagnum sum heild<.
Soleiðis sigur professari í
gudfrødi, Inge Lønning. Og
norski biskupurin Per Lønning
sigur soleiðis um henda 6-
rædda tænara Guds: Um Børre
Knudsen sum sóknarprestur í
útjaðaranum av Noreg hevði
gjørt eins og eg, sagt embætið
frásær, hevði hann í mesta lagi
fingið 7 reglur í Aftenposten
og síðan verið gloymdur. Tí eri
es eftir gjølla umhugsan kom-
in til ta niSurstødu, at tað sum
Berre Knudsen hevur gjørt, er
tað einasta rætta til tess at
venda flest møguligum eygum
ímóti niðurgerðingini av kirkj-
uni, játtanini og okkara grund-
lóg, í og við fosturdrápslógini.
Tá ið lóggevararnir nokta at
taka stóðu til mannavirðis-
spurningin, er tað rætt at tosa
umeina—ógudiliga— lóg. Okk-
ara politikarar ynskja onga
samrødu við ta evangelisku
luthersku kirkjuna. Teir van-
røkja kirkjuna fullkomiliga.
Demi: Tá ið útkast til lóg varð
gjørt í 1975, bleiv hetta sent til
ymsar felagsskapir, men ikki
til kirkjuna. Vit máttu biðja
sosialmálaráðið un eitt eintak,
so vit eisini kundu lesa hetta,
sigur Per Lønning.
Per Lønning ger eina saman-
likning millum Børra Knudsen
og ta søk, hann stridist fyri —
barnið i móðurlívi — og so
Luthers Voctatio heroica.
Í 2000 ára gomlu søgu kirkj-
unnar hava einstaklingar altid
mett seg noyddar til at mót-
mæla, til tess at bjarga kirkj-
unnar boðskapi. Tað vóru teir,
sum kendu serliga ábyrgd, og
gingu undan. Kirkjunnar fyri-
setningur er ikki at framleiða
orð. Er kirkjan tey trúgvandi,
eigur hetta at merkjast og
koma til sjóndar. Børre Knud-
sen hevur gjørt eitt megnar ar-
beiði, er nidurstødan hjá Per
Lønning biskupi.
»Umøll vórurættvís, tørvadi
ongum at veri djarvur«.
(Agesilaos II).
Føroya Pro Vita fær í døg-
unum 25. til og við 30. okt. vitj-
an av hesi andans kempu,
Berra Knudsen. Enn er onkur,
sum spyr hver hann er. Hann er
Noregs Hans Nielsen Hauge
(1771—1824), hevur ongur sagt
um hann. Hauge, sum varð
settur í fongsul fyri trúgv sína
og fyri at siga: >Ég áminni
mínar kristnu systrar og brød-
ur, um at halda seg til Guds
orð<.
Hauge gjørdist Noregs
fremsti vekingarmadur. Børre
Knudsen kemur til Føroya
beinleidis år fongslinum, har
hann hevur sitið, tíð hann eins
og Hauge valdi heldur at lýða
Guds boð enn manna. >Tú mást
ikki sláa í hel< er boðskapur
hansara.
Norski bispurin Erling Út-
nem sigur soleiðis um Børra
Knudsen og ta sek, hann stríð-
ist fyri: Fosturdrápslógin
skúgvar til viks, ikki bara játtan
kirkjunnar og fimta boð. Men
er í stríð við Noregs grundlóg,
og ber boð um eitt brot á tað
mest grundleggjandi av gllum
mannarætti: RÆTTURIN TIL
LÍV. Staturin hevur skúgvað til
viks sína gudgivnu uppgávu
sum rættarsamfelag. Børre
Knudsen er talsmansrøddin
fyri tað sjónarmið, sum ein
samlað Krist kirkja stendur
fyri. Tað er sera legið, at tann,
sum hevur handlað í stríð við
lógina, staturin sjálvur, heldur
seg kunna vraka Børra. Spurd-
ur av stjórnaradvokatinum
Bjørn Haug, um tað bar til at
broyta gongdina uttan vid lóg,
svaraði bispurin óvæntað: — Ja,
viðrevolutión.
»Sjel vær trofast til det siste
seirens seir er alt å miste.
Tapets alt din vinning skapte
evig eies kun det tapte«.
Henrik Ibsen
Føroya Pro Vita
Blindastovnur Føroya
hevur opið mándag-friggjadag kl. 9-16.
Telefonir: 18222 og 19288.
Eliaskirkjan, vesterbrotorv 49
Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19.00.
Bussarnir 6, 16, 28 og 41 steðga nærindis.
Nærri fæst at vita á tlf. 031-242268 ella 031-
578999.
Tíðindablaðið GSK
Dekk- og lykta-
kanningin 1994
Dekk- og lyktakanningin 1994 byrjar
mánadagin 31. oktober og seinasti
dagurin er fríggjadagin 4. november.
Á hesum stoðum:
Sí annars lýsing á verkstødunum.
Í SUÐUROY
Mogens Petersen, Bilverkstaðið,
Tveroyri tif
Finn Andreasen, Øravikarlid tif
ISANDOY
Steintér Fagradal, bilverkstad,
Sandur tlf
Ásmund Johannesen, Bilverkstað,
Sandur tif
i VÅGUM
Sandavågs Bilverkstad, v/ Una
Svabo Joensen, Sandavågur tif
I EYSTUROYNNI
Statoil i Leirvik, Bilverkstad, Leirvik tlf.
Steinbjørn i Lambanum, Bilverk-
stad, Fuglafjørdur tif
Óla Chr. Danielsen, Saltangarå — tlf
Å BORDOYNNI
Shell Quick Service, v/ Dåva
Joensen, Klaksvik
Elmar Zachariasen, Bilverkstad,
Bumshamar, Klaksvík
John Heinesen, Bilverkstað,
Klaksvík
Í HAVN
Bilfríðkan, v/ Ludvig Petersen,
Velbastaðvegur tif. 17300
P/t Meinhard Arge, Staravegur 15 tlf. 16161
Eydbjørn Hansen, Vardagøta 75 tlf. 13375
P/f Reyni Service, Vegurin Langi tlf. 13040
M.C.M. Service, tif. 16018
Hoyviksvegur - 15489
P/t D. B. Bilar, J. Broncksgøta 15 tlf. 10600
P/t Saab Service, Yviri við Strond tlf. 15054
P/f Brødur Petersen Bilar,
Hoyviksvegur 61
Bilasølan, v/ Øssur Johannesen,
Vegurin Langi
Bilverkstadid Hjå Gunnleivi Daniel-
sen, Uppi å Brekku, Hoyvik
[dd
fi
FERÐSLUTATGD
tif. 14360
tif. 15354
tif. 10407
FERDSLUTRYGD
FRAMTÍÐAR-
MOGULEIKAR &
PARTAFELAG, sum rekur fiskavirki,
til sølu við ollum útbúnaði s.s. maskin-
ur, borð, vektir, bilar, kassar, kør 0.a.
30 TONSARI, vælutgjørdur og hevur
veiðiloyvi og ílegustuðul v.m., til solu.
TIf. 14244 ella 18892
Esbjerg 075 45 63 70