Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. oktober 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

TAÐ skulu sterkar herðar at bera góðar tíðir, segði eina- ferð Viggo Kampmann, forsætismálaráðharri, sáli. Hes- um orðum varð nógv flent at, men tey, sum flentu, skiltu sjålvandi ikki, hvat lå aftanfyri hesi orðini. Ordini vóru søgd, meðan Danmark hevði arbeiði til øll og ein tví- sporandi inflatión og privata ovurnýtslan hótti við at beina fyri vælferðarsamfelagnum. Við ødrum orðum mælti Viggo til afturhald og minti fólkið á, at vit kunnu nú einaferð ikki fáa alt í senn og gera vit tað, so gongur galið. MEN tað krevur ikki minni sterkar herðar at standa við ábyrgdini, tá samfelagið er í djúpari kreppu og lætt kann tað heldur ikki vera. Serstakliga tungt og trupult má tað vera, um ein politiskt hevur bygt seg upp við at seta krgv í teimum góðu tíðunum. Uppaftur tyngri má tað vera, um ein er komin á ting við at lova gull og grønar skógir. VERKAMANNAFYLKINGIN kom á ting við at lova arbeiði til allar hendur og við at finnast at politikkinum í 80unum. Tað er í lagi. Eingin kann lasta eina fylking ella hennara tingmenn fyri at vilja skaffa øllum arbeiði. Trupulleikin er bert tann, at tað er torført at finna loysn, sum her og nú kann útvega øllum arbeidsførum hondum arbeiði. Ar- beiði og búskaparligt virksemi fáa vit bert við at reka ein langsiktaðan búskaparpolitikk, ið leggur eitt haldgott stæði fyri framtíðina — ikki bert fyri tvey ella fimm ár, men fyri í minsta lagi 50 ella hundrað ár fram. Tað gevast ongar smartar, skjótar og lættar loysnir (um vit síggja burtur frá oljuni, sum hvørki er nøkur smart ella lett loysn). EIN meginfortreytin fyri, at gongd kann fáast aftur á sam- felagið, er at fiskur kemur upp á land. Men ongar sam- tyktir ella lógir kunnu skapa fisk og fara vit nú eftir tí toski, sum svimur á grunnunum, so flyta vit bara trupul- leikarnar nøkurår fram, so her eiga vit at vera Sera varin. Skuldu fiskifrødingarnir komið til ta nidurstødu, at hesin toskur kann takast, uttan at seta framtíðina í vanda, ja, so er staðan ein onnur og vit mugu endurskoða kvota- lóggávuna. ERU trupulleikarnir sostatt ovurstórir, merkir hetta tó ikki, at alt er vónleyst og at einki kann verða gjørt her og nú. Tá staðan er vorðin so út av lagi, má okkurt gerast og kann vinnan ikki sjálv, mugu politisk tiltøk til. Eisini má nakað gerast til tess at lata uppaftur flakavirkið í Vági og annað virkið í Sandoynni. Her er væl einki annað at gera í løtuni enn at útvega meira russarafisk. Hevur Fiska- virking ikki ráð, má tað almenna tradka til við peningi. Alternativið er uppaftur fleiri fólk undir ALS, fráflyting og ófriður á arbeiðsmarknaðinum kanska longu í vetur og í øllum førum til várs. ARBEIÐSLOYSIÐ er størsta plágan í løtuni og tann til- vera, samfelagið býður teimum arbeiðsleysu, er óverdug fyri eitt framkomið land og ómenniskjansligt fyri tey ar- beiðsleysu. Landsstýrið hevur higartil hildið ein lágan profil í hesum álvarsmáli. Nú má nakað henda og fólki leingist eftir einum konstruktivum politikki. Ein máti er sum sagt at útvega fisk. Eingin væntar, at landsstýrið skal skapa fisk, men keypa hann mátti borið til. Lykilin til henda politikk hevur verkamannafylkingin. Hon hevur lovað meira enn nakar kann halda í hesum tíðum. Hetta fara veljararnir ivaleyst at fyrigeva teimum, ið mynda hesa fylking. Men fara teir at fyrigeva teimum, um alt syndrast nú? Kann fylkingin bera ta ábyrgd at kasta land- ið út í eina politiska kreppu ein krákumánaða eftir, at landsstýrið er skipað? Hava ikki bæði vágbingar og Før- oya fólk krav upp á annað og meira enn hóttanir um slit, soleiðis sum landið liggur? Hesar spurningar átti fylk- ingin at umhugsað í komandi vikuskifti. Sosialunin FRÆLSI — JAVNADUR — BRØDRALAG Å rbiadstjåri: Jan Múller Blaðíóik- Randi Jacobsen - Dagny feteret Krisjan Dahl Ljósmyndari. Kalmar Lindenskov Utgevar: P/1 Sosialurin Joensen - Tórfinn Smith - | Uppseting: PÆ Saslalurin Argjum hilmar Jan Hansen - Prent: P/t Pressan 1981 | Telefon: 11820 Jústinus Eltesgaard Eitt samt landsstyrid hevur gjørt Verka landstýrinum frå um hon stuðlar samgong liggur alt lógararbeiði hjá landsstýrinum stilt, sig Í gjáramorgunin legði Jóa- nes Eidesgaard, lands- stýrismaður fyri lands- styrið, javnaðarfloksins og hansara egnu ónggd við, at Ingeborg Vinther hevur hótt við at slíta samgonguna, finnst ikki ein loysn á flakavirkinum í Vági. Eitt samt landsstyrið samtykti at Verkamannafylkingin skal svara landsstyrinum um hon er vid í samgonguni ella ikki. Onki regluligt lógarar- beiði verður gjørt í Tinga- nesi fyrr enn hetta er greitt. — Javnaðarflokkurin fer absolutt ikki at liggja flatur i luftini fyri at trysta okkurt av vallyftunum hjå Verka- mannafylkingini i gjøgn- um. Sjålvsagt er tad skila- gott at endurskoða lógina um arbeiðsloysisskipanina, men tað er Verkamanna- fylkingin sum trystir á. Hetta ger hon samstundis sum hon leggur eina bumbu inn undir samgonguna, sig- ur Jóanes Eidesgaard. — Stødan hjá Verka- mannafylkingini skal vera fullkomiliga avklárað, áð- renn vit taka tað regluliga arbeiðið uppaftur við lógar- arbeiði og gðrum, sigur Jóanes Eidesgaard. — Vil Verkamannafylk- ingin ikki verða við í samgonguni, so skal hon boðað frá nú, so møguleika er at finna annan meiriluta. Vil Verkamannafylkingin vera vid í samgonguni, so skal hon lata vera við at koma við hóttanum um samgonguslit. Hetta órógvar ikki bara tað politisku skipanina, men sanniliga eisini borgaran, sigur hann. — Hetta hevur serligan týdning fyri javnaðarflokk- in. Vit hava ein samgongu- lim úr Sandoynni, sum í eitt heilt ár hevur livað vid hesum, at einki arbeiði er í oynni, hvors flakavirkir eru latin aftur og skip eru farin av oynni. Men hann hevur stuðlað samgonguni, sigur hann — Um tann politiska skip- anin letur seg ørkymla og draga eftir hårunum av hóttanunum hjá Ingeborg, so hava vit tileinkisgjørt tann partin av javnaðar- flokkinum. sigur hann. — Vit hava havt fund um Fiskavirking vid Ingeborg og vit hava sagt, at vit vilja taka tað upp politiskt. Men tad verdur ikki farid inn og funnin ein poliusk loysn uppá málið. Tað ber ikki til, talan er um eitt privat partafelag. Fiskavirking hevur trupulleikar við kreditt frá bankunum. Vit Landsstýrið bukar Ingeborg Vinther uppá pláss: Skal svara um vilja kanna um vit kunnu ávirka bankarnar, fíggjar- grunnin ella stjórnina. Er tað møguligt, so gera vit tað, men vit fara ikki inn og loysa trupulleikamar hjá Fiskavirking her og nú und- ir hóttan. — Enn einaferð, hevur Ingeborg Vinther hug at slíta, so skal hon gera tað, men hon skal siga, at hon hevur slitið. Vit taka so fylgjurnar av tí. Vit kunnu ikki liva við, at ein sam- gongulimur í tíð óg ótíð fer Jóanes Eidesgaard finnir seg ikki í at vera hóttur av Ingeborg um samgongu- slit. Nú skal hon svara um hon er við ella ikki. Hann legði hetta fyri landsstýrið í gjáramorgunin og lands- stýrið tók undir við, at Verkamannafylkingin skuldi vísa lit. Til fylkingin hevur svarað liggur reglu- liga lógararbeiðið í Tinga- nesi stilt Bústaður: Argjavegi 26 67. ÁRGANGUR Postadr.: Postsmoga 75 110 Tórshavn Teletax: 14720 hon mannafylkingini greitt, at hon skal greida uni ella ikki. Meðan bíðað verður eftir svari ur Jóanes Eidesgaard út og setir slíkar hóttanir fram, sigur hann. — Eg haldi heldur ikki hon kann gera hetta móti borg- aranum, nú longu ein mán- að aftaná at landsstýrið er valt. At veljarin longu nú livir í 6vissuni, um vit hava eina samgongu ella íkki. Hetta ber ikki til, hetta er ein hóttan móti føroyskademo- kratinum og føroyska velja- ranum, sigur Jóanes Eides- gaard, landsstýrismaður. jan/jústinus HEGNPELAR Seyðahegn oghegnpelar í ymsum støddum á goymsiu. Eisini hava vitnútimans el-hegn. P/F PW-ÍSINKRAM FR-660 Søldarfjørdur Tlf. 41166 - 84166 + Í og