fríggjadagur 28. oktober 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
LET
48
UD ON
Tíðindablaðið (ST
Nr. 206 — 28. OKTOBER 1994
Síða 9
Bót
Hallur og Eiríkur úr 1. flokki
Friggjakvøldid kl. 19.00:
Barnaløtan
Skúlin á Eiði hevði í vikuni áðrenn heyst-
frítíðina evnisviku um brekað. Úrslitið var
fimm myndir. Ein mynd ímyndaði ævin-
týrið um Ljóta dunnungan hjá H. C. And-
ersen. Ein onnur søguna um Massa — eitt
tvílitt veðurlamb. Yrkingin Hin bláa rósan
varð eisini myndað. Allar myndirnar søgdu
frå um tað at vera ødrvisi enn hini.
Fríggiakvældið kl. 20.35;
Veitst tú at...
Um fyribrigdið tíð, um hvussu djór koma
undan í náttúruni, og um at fleiri fólk og
verur í Asiu verða flutt á súkklum enn tað,
ið allir bilar í heiminum flyta.
Friggiakvøldio kl. 22.20:
Tå id greinin støkkur
Am. spenningsfilmur frá 1986 við Ted
Danson f høvudsleiklutinum sum sålar-
læknin Alex, ið skal avdúka eitt morð. Ein
vinmaður hansara innan politiið biður hann
hjálpa til við at uppklára eitt óhugnaligt
dupultmorð. Einasta vitnið til drápið er ein
sjey ára gomul smágenta, ið ikki tykist
minnast tað, hon hevur sæð. Hon minnist
seg einans hava sæð nakrar skuggar í nátt-
armyrkrinum. Men kanska kann Alex fáa
nakrar upplýsingar burtur úr gentuni við
hypnosu.
rdagin kl. 14.45:
Undirvatnssafari
i Reyda Havinum
Við undirvatnskamera síggja vit tað marg-
litta fiskalívið við krokodillufiskinum,
skorpiónfiskinum og alskyns løgnum ver-
um, ið liva millum sker og korallur.
Tann magiski
heimurin hjá
David Copperfield
Tann fyrsta av seks sendingum við tí kenda
gandakallinum. Onki tykist vera 6gjørligt.
Sort Sol
4
få
Sending um rockbólkin Sort Sol, sum við
teimum bådum plåtunum »Flow my Fire-
tear« og »Glamourpuss« hevur gjørt vart
við seg í donskum rock-tónleiki.
Leygarkvøldid kl. 20.40;
Tilflytararnir
Tað gongur væl við listaskúlanum og fólk
eru farin at fyrireika ta stóru framsýningina.
Andrew væntar sær nógv av degnum og
Balbuie ætlar sær at sýna fram sínar gomlu
lutir. Og hver man fara at vinna ársins
Strathblair virdisløn?
Leygarkvøldid kl. 21.35:
Vælheimafturkomin
Am. filmur frå 1989. 17 år eru lidin, sidani
tann amerikanski flogskiparin Jake Robb-
ins varð skotin niður yvir Kampuchea.
Kona hansara Sarah giftir seg uppaftur við
Woody og býr nú hjá honum saman við son-
inum Tyler, sum hon átti saman við Jake.
Men hinumegin jarðarkngttin, í einum fjar-
skotnum parti av Kampuchea, býr Jake
saman við nýggju konu síni og synunum.
Nú er Jake umsíður á veg heimaftur til
Sarah.
Leygarkveldið kl. 23.15:
Sammy
Sending um ein mann, ið er lítil av vøkstri,
men stórur í allar aðrar mátar, sangaran og
skemtaran Sammy Davis Jr., sum doyði 65
ára gamal í 1990. Vit eru við á eini kon-
sertferð í 1982 og hoyra nakrar av hansara
bestu sangum. Sammy Davis Jr. og kona
hansara vísa eisini hyggjarunum heim sítt í
Holly wood.
nn in kl. 14.55:
Tann flúgvandi
styvlin
Påpi Alex sendir honum eina eskju úr
Afrika. Í eskjuni eru summarfuglareiv, men
úr einum reivi kemur eitt álvafljóð, ið kann
fáa alt møguligt ótrúligt at henda.
Tann kendi kekkiski animatiónskunstn-
arin Bratislav Pojar hevur gjørt filmin.
Sunn in kl. 17.
Karate-
verkfrøbingurin
ag
Í Kyokoshin karate berjast tey eftir teimum
ógvuliga hørðu knock-down reglunum.
Tað merkir, at sløg og spørk verða gjørd av
allari megi. Men hjá Hans Henrik Bjørstrup
er karate annað og meira enn bara bardagi —
tað er ein lívsstílur. Vit fylgja verkfrøding-
inum beint fyri og undir eini stórari knock-
down stevnu í Póllandi.
Sunnukvøldid kl. 18,45:
Ju, vit hava ongar
bananir - 2:2
Partur í rødini EUROPA LOKALT. Karin
og Juergen fagnaðust í fyrra parti um, at
múrurin var fallin. Nú skunda tey sær at
nýta høvid at fara ein lítlan túr vestur um at
keypa sær klæði og góðan mat, men bara í
nakrar fáar dagar, so mugu tey skunda sær
heim aftur at leggja í vaðið at tjena nógvar
pengar og lata sjålvtøkuhandlar upp.
nnukveldið kl. 21.20:
Familjumyndir — 2:2
Ein hugtakandi frásøgn um lívið í eini
amerikanskari familju bæði í góðum og ill-
um igjøgnum 40 ár.
2. partur: Hjúnalagið hjá Lainey og
David skrædnaði, tí tey vóru ósamd um,
hvat skuldi gerast við sonin Randall, ið er
autistiskur. Tá ið Randall er vaksin, ber ikki
til at hava hann heima longur, og Lainey
noyðist at lata hann fara á stovn at búgva.
Beinanvegin hann er farin, kemur David
heimaftur, men árini við Randall hava
merkt gll.
Sunnukvøldid kl. 22.50:
Fortuna - 3:6
Tá ið Abraham Levdahl hevur tíkið prógv
sum løgfræðingur, fer hann heim aftur til
heimbýin við konu síni Claru Meinhardt.
Hann verður stjóri á verksmiðjuni Fortunu,
har pápin er stýrisformaður. Abraham fer í
part við arbeiðsfólkinum á verksmiðjuni.
Sendirødin byggir á skaldsøgurnar
»Gift«, »Fortuna« og »Skt. Hans Fest« eftir
Alexander L. Kielland.
Idið kl.
Camille Claudel
Isabelle Adjani og Gerard Depardieu hava
høvudsleiklutimar i filminum um tann
franska myndahøggaran Camille Claudel,
id elskar lærumeistara sin Rodin so inni-
liga. Camille Claudel og Auguste Rodin
hittust í Paris í 1885, og Rodin sá alt fyri
eitt, at Camille hevði framúr góð evni sum
myndahøggari. Camille verður næmingur
hjá Rodin, og hon verður eisini elskarinna
hansara. Filmurin um Camille Claudel
vann 5 Cesars — tað er franska »Oscar«
virdislønin, m.a. sum besti filmur.