fríggjadagur 28. oktober 1994síða 17
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 206 — 28. OKTOBER 1994 Síða 17
Tonleikur
og rørsla
Tórshavnar Musikkskúli undir nýtt
og spennandi tiltak
FJALS- 5
bl
Våttanin
skuldi bara
vera har
Magnus Petersen dylur ikki,
hvussu lítið váttanirnir um
eginpening vóru verdar
Åkærin Magnus Møller fór
í gjár at spyrja Magnus Pet-
ersen um våttanirnar, reið-
aríið sendi landsstýrinum
um innistandandi hjá reið-
arínum í bankanum.
Váttan skuldi landsstýrið
hava, fyri at skipasmiðjan
kundi taka byggilán, segði
Magnus Petersen.
Tað hevur fleiri ferðir
verið frammi, og eingin
afturvísir tí heldur, at
reiðaríið veruliga íkki átti
so nógvan pening, sum
bankin váttaði, at reiðaríið
átti.
Magnus Petersen segði at
hesar váttarnirnar bara vóru
eiti av váttan. Og tað vóru
tær í flestu fórum. Lands-
stýrið vildi bara hava eitt
slíkt skjal og kravdi ikki
annað prógv um eginpen-
ing, segði Magnus Petersen.
Slíkar. váttanir vóru van-
ligar. Váttanin hjá reiðarí-
num hjá Skálafjalli var tó
ødrvisi á tann hátt, at í henni
stóð, at reiðaríið hevði ávísa
kostaði at byggja
Í Heygadrangsmálinum
varð fleiri ferðir sagt, at
reiðarin var finna í einum
politiskum spæli, og at
landsstýrið fullvæl visti, at
reiðaríið ikki átti eginpen-
ing, men landsstýrið vildi
Ákærin Magnus Møller hevur tað ikki lætt, tí navnin er ikki
&
> #
lættur at avhoyra og svarar ikki altíð líka virðiliga aftur
Sum t.d. mikudagin, tá Magnus Møller ikki skilti svarið hjá
Magnusi Petersen, og hesin segði: Der er sá meget í ver-
den, du ikke forstár. Dómarin gevur heldur ikki ákæranum
fríar teymar at spyrja sum honum lystir. Ferð eftir ferð
steðgar hann honum, tá hann endurtekur spurningar, tá
hann ikki er nógdur við svarið
upphædd innistandandi
sum eginpening. Onnur
reidari løgdu fram áttanir
har bara stóð, hvussu nógv
havaskipið bygt, tí lands-
stýrið trúði landsstýrið upp
á svartkjaftaævintýrið.
Myndin í hesum málinum
er ikki tann sama, tí hesir
hava ikki sum hinir fleiri
ferðir verið í landsstýrinum
Fáa skjølini
frá bankanum
Føroya Banki skal ikki rannsakast av politinum
Politiið sleppur ikki í Før-
oya Banka at leita eftir
skjølum viðvíkjandi skipi-
num Skálafjalli. Bankin fer
sjálvur at útflýggja tey
skjól, politiið vil hava.
Hetta var úrslitið á fundi,
sum mikudagin var í Føroya
Rætti millum dómara,
ákæra, verjar og leiðslu
bankans.
Í seinasta umfari av rætt-
arfundum í Skálafjalsmáli-
num setti ákærin fram krav
um at geva politinum loyvi
úl at rannsaka bankan.
Ákærin hevði illgruna um,
at Føroya Banki helt skjøl-
um aftur, og hann segåi, at
skjølini frå bankanum vóru
komin slødandi eitt í senn.
Politiið hevði eisini
áhuga í at síggja nøkur skjøl
frá deild bankans í Salt-
angará. Skjølini vórðu fyrst
send við telefaxi til høv-
uðsdeildina í Havn, men
politiid fekk ikki øll ørkini.
Upprunaskjølini vórðu
send við postinum, men tey
eru onkursvegna blivin
burtur.
Ákærin hevði ta fatan, at
bankin ikki vildi útflýggja
skjølini, men dómarin var
ikki sinnaður at geva loyvi
til húsarannsókn. Tá ákærin
setti fram kravið um rann-
sókn, var stjórin í bank-
anum Jørn Astrup Hansen
staddur í rættinum og
hoyrdi kravið.
A fundinum mikudagin
segði bankastjórin, at bank -
in einki hevði ímóti at út-
flýggja skjølini. Týsdagin
kann politiið fara i bankan
og fáa skjól viðvíkjandi
figgingini av skipinum,
partafelagnum Vál og um-
sitingarfelagnum hjá reið-
arínum
randi
tey høvdu standandi á bók
ein ávísan dag.
randi
Trýstu prisin
niður politiskt
Teir, sum lótu Skálafjall byggja, nýttu Andrias í Hvannasundi
sum fyrimynd fyri at fáa Skálafjall bíligari, enn hann veruliga
og kært sína neyð, og einki
hevur frammi um, at skipa-
smiðjustjórin var í lands-
stýrinum í sambandi við
byggingina av Skálafjalli.
Men politikkur er kortini í
øllum skipamålum, og å
rættarfundinum mikudagin
greiddi advokaturin Mag-
nus Petersen frá, hvussu teir
í P/F Vål gjørdu sær dælt av,
at landsstýrið sum tá sat,
legði so stóran dent á at fáa
fleiri skip í skipapakkanum
bygd í Føroyum.
Teir fingu at vita, at An-
drias í Hvannasundi hevdi
kostað 86 mió. krónur at
byggja í Noregi. Kravið hjá
P/F Vál var, at Skálafjall
ikki skuldi kosta meira. Tað
kravið settu teir skipasmiðj-
uni, sum lá undir trýsti úr
landsstýrinum fyri at fáa
skipið bygt. Skipasmiðjan
hevði einki val.
- Vit vistu væl, at skipið
átti at kosta meira, ti
Andrias í Hvannasundi
varð stutt eftir sín fyrsta túr
umbygdur, segði Magnus
Petersen.
- Vit gjørdu hetta fyri at
fáa skipið bíligari, segði
Magnus Petersen, sum helt,
at rætti prísurin átti at verið
um 100 mió. krónur.
randi
Musikkskúlin í Føroyum er
komin væl áleiðis við tí at
kunna geva børnum og ung-
um um at kalla alt landið ein
møgulcika at læra seg at
spæla okkurt ljóðfori og so-
statt eisini vid ti at fáa lagt
dygdargott stødi undir eitt
meira framkomið tónleika-
liv í Føroyum
Men tónleikur er meira
enn tað bert at >spæla upp-
á<. Hann ávirkar og gevur
seg til kennar á so ymsan
hátt og fyrst og fremst so-
leiðis, at tú kropsliga fært
hug til at røra teg, tá ið tú
hoyrir tónleik. Hjá smáum
børnum er tað beinleiðis 6-
natúrligt ikki at sleppa at
røra seg, tá ið tónleikur ljóð-
ar. Smábarnapedagogar
nýta ti hendan veruleika
sum besta høvi at lata børn
koma í samband við tón-
leik, og Tórshavnar Mu-
sikkskúli hevur nú fingið
møguleika at fáa rytmikk/
stevleik við inn í tónleika-
tilboðið. Tað er finska Hed-
vig Westerlund, ið hevur
sína útbúgving bæði úr Fin-
landi, Stockholm og Ant-
werpen, sum nú leggur fyri
við hesum á Friutrød.
Frálæruarbeiðið fer fram í
tveimum: Fyrru helvt av
tímanum verður arbeitt við
sangspølum og leiki við
ljóðum og tøgnum, siga
ramsur, klappa osfr. Í byrj-
anini fær Hedvig her hjálp
frá føroyskum lærara
Seinni í tímanum skulu
børnini í rørslum siga frå
onkrum tilburði í sambandi
við at hoyra tónleik eitt nú
>Arstíðirnar< hjá Vivaldi,
har tað er lætt at ímynda sær
tilburðir í náttúruni.
Hugsast kann — um áhugi
er — at lagt verður fyri við
tveimum bólkum, børnum í
4-6 ára aldri og børnum í
7-9 ára aldri. Verða tveir
bólkar, (maximum 15 í
hvørjum) byrja tey yngru
mánadagin 31. oktober kl.
17.00 og tey eldru kl. 18.00
Hetta smábarnaskeiðið fer
fram í nýggja, stóra hølin-
um á musikkskúlanum á
Friutrød. Skeiðið er ókeyp-
is fram til jóla, og verður
hildið fram eftir nýggjár, er
gjaldið 100 kr. fram til
skulaårslok.
Ahugað foreldur biðjast
ringja til Tórshavnar Mu-
sikkskula, tlf. 13217, skriv-
stovutíð: mánadag-hósdag
kl. 15-20 og fríggjadag kl.
15-18.
Frá
Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag
Limafundur
Samráðingarnar við Danir
Fíggjarlógina
og
Vinnuskapan
verður
í Felagshelunum
mánakveldið 31. okt., kl. 19.30
Jóannes og Marita leggja fyri.
Nevndin
Sinnisbati
Fritidarhølid í Krossgøtu 15 er opið månakvøld kl.
19—22.
Blindastovnur Føroya
hevur opið måndag-friggjadag kl. 9-16.
Telefonir: 18222 og 19288.