Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. november 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SU SAN Tidindabladid [ sostalurin | Nr. 208 — 1. NOVEMBER 1994 Síða 13 at mansuppdekka Maluna og Anniku Stjørnan var å odda allan dystin, tå VB vitjadi i Klaksvik. Og hóast VB royndi at mansuppdekka bæði Maluna Klakkstein og Anniku Johansen, hjálpti tað lítið — tær fingu hópin av málum 1. deild kvinnur: Stjórnan-VB 24-18 (9-7) Málskjúttar: Stjórnan: Annika Johan- sen 12, Malan Klakkstein 7, Anna Kristina Olsen 2, Bir- gith Ryan 1, Bára Skaale 1 VB: Armleyð Krosslå 6, Eyðbritt Krosslá 3, Mary Krosslá 3, Sólrun Krosslá 2, Camilla Eið 1, Eydis Kjær- bo I Avaringar: Stjørnan 1, VB 2 Utvisingar: Stjørnan 3, VB 5 Askoðarar: 100 Ikki vóru meira enn tíggju minuttir farnir av dystinum í Klaksvík millum Stjørn- una og VB leygardagin, tá VB byrjaði at mansupp- dekka Maluna Klakkstein og helt fram við tí restina av dystinum. Og lá tíggju min- uttir vóru farnir av seinna hálvleiki, fekk Annika Jo- hansen hjá Stjørnuni somu lagnu — eftir at hon hevði skotið helvtina av hennara tólv málum í dystinum. Men ikki vísti tað seg, sum um hetta var uppskrift- in til eitt gott úrslit hjá VB. Hinar á liðnum hjá Stjórn- uni striddust so mikið meira — serliga í málinum og verj- uni — og tá so Malan ella Annika sluppu leysar, kom mál burturúr at kalla hvørja einastu ferð. Samstundis hevði VB stórar trupulleikar við at fáa sítt eyðkenda skjótálop at virka. Lítið bar til hjá vágs- kvinnunum, ið allan dystin móti Stjórnuni vóru við undirlutan á máltalvuni. Síðsta korterið gjørdi VB Endiliga kom hon — kapp- ingarskipanin frá Flog- bóltssambandi Føroya, ið bíðað hevur verið eftir í nakrar vikur. Nakað seint er tað kort- ini, tí kappingin hevur nú verið í gongd í nakrar vik- ur. Hvørki spælarar ella eitt stórt hál í nálum, men tá hevði Stjórnan longu bund- ið so væl um heilan fingur, at VB ikki kom nærri enn at vera aftanfyri við fimm málum. Endin varð, at Stjórnan vann dystin 24-18. Ein sera góður arbeiðsinnsatsur lá sum botnur undir sigrinum, og ikki man vera ov nógv Me avgjørt at nevna málverj- arnar Maibritt Simonsen og Johonnu Mikkelsen, ið stóðu seg væl — VB fekk berteittav fýra brotskøstum í kassan, og í ødrum førum noyddust vågskvinnurnar at síggja bélun steðgaðan ferð eftir ferð, áðrenn hann slapp inn um strikuna. (hj.) Malan Klakkstein (á myndini) varð mansuppdekkað meg- inpartin av dystinum móti VB, og Annika Johansen megin- partin av seinna hálvleiki. Kortini skutu tær báðar tvær eina rúgvu av málum, tá tær sluppu leysar Kappingarskipanin til flogbólt útkomin Eftir at nókur umfór eru farin av landskappingini í flogbólti, er kappingarskipanin endiliga útkomin. Hondbóltskapping- in er eisini byrjað, men har er eingin skipan komin enn venjarar hava altíð vitað, hvør næsta avbjóðingin var, men nú verður fræg- ari. Hondbóltskappingin er eisini farin í gongd fyri nøkrum vikum síðani, men har er eingin skipan komin enn. (Savnsmynd) Tað er eitt minus, at bíð- ast skal á hvørjum ári eftir kappngarskipanunum, tí tær eru av sonnum hent amboð hjá bæði teimum, ið íðka íwóttin, og teim- um, ið bert vilja fylgja við kappingunum. hj. % = VB bjargaði sær sigurin við trimum málum síðstu tveir minuttirnar, eftir at Skála ikki hevði skorað í tíggju minuttir. Dysturin var góður og undir haldandi Undirhaldandi (Savnsmynd) dystur á Skála Tað sær út til, at bestu dystirnir í kvinnuhondbóltinum fyri tíðina verða spældir á Skála. Dysturin millum Skála og VB hesaferð var einki undantak — har vóru bæði ferð, mál og spenningur 1. deild kvinnur: Skála-VB 19-22 (9-12) Málskjúttar: Skála: Paula B. Jacobsen 6, Signhild Petersen 4, Ingun Hansen 3, Eyðleyg Mikkel- sen 3, Katrin Petersen 2, Ju- liet Trúgvadóttir 1 VB: Amleyð Krosslå 6, Sólrun Krosslá 5, Camilla Eið 4, Eyðbritt Krosslá 4, Eydis Kjærbo 2, Mary Krosslá 1 Avaringar: Skála 1, VB 2 Utvisingar: Skåla 3, VB 4 Askodarar: uml. 200 Tey, ið hava hug at síggja undirhaldandi kvinnuhond- bólt, kunnu óivað satsa upp á at fara í høllina á Skála at hyggja. Í hvussu er hevur spenningur og gott hond- bóltsspæl sett sín dám á tvey tey síðstu vikuskiftini — fyrst spældi Skála móti Stjórnuni og nú móti VB. Vágskvinnur vóru leyg- ardagin í Klaksvík, har tær máttu lúta fyri Stjórnuni, so tað mundi sita í teimum, at skuldi ferðin norður um Suðuroyarfjørð til tvinnar dystir ikki miseydnast heilt, mátti okkurt fáast burtur úr móti Skála. Tað sá eisini út til at skula eydnast, tí VB byrjaði dyst- in betri og var ruddiliga á odda allan fyrra hálvleik. Ikki tí, spælið var rímiliga javnt, og tað gekk hart á í báðum endum. Bæði liðini royndu at vísa seg frá síni bestu síðu, ferðin yvir dyst- inum var nógv og málini góð. Men so tók Skála sær um reiggj í byrjanini av seinna hálvleiki. Serliga lá væl fyri hjá Paulu B. Jacobsen, sum innan fyri seks minuttir fýra ferðir fekk bóltin í VB-mál- ið, so Skála bæði fekk javn- að og lagt seg á odda eina løtu. VB-kvinnurnar góvu tó ikki upp so lætt, og komu tær fyri seg rættiliga skjótt, so tær aftur vóru á odda. Men enn einaferð gjørdi Skála ein vørr, og hesaferð vartað Signhild Petersen, ið við fýra málum á rað javn- aði og legði Skála á odda 19-16. Men so kom stígur í hjá heimaliðnum, ið ikki skjeyt eitt einasta mál síðstu tíggju minuttirnar. VB fekk fatur á Skála, tá fyrst Eydis Kjærbo minkaði til 19-17 og síðani Amleyð Krosslá fekk tvey mál og javnaði til 19-19. Hart leikaði á móti end- anum, men mønustingin fekk Skåla i næstsidsta min- utti, tå Eyðleyg Mikkelsen varð útvíst og VB triggjar ferðir hesa síðstu løtuna skoraði, so endaliga úrslitið gjørdist sigur til gestirnar við sifrunum 19-22. Og hóast úrslitið neyvan var til vildar hjá vælmøttu heimaáskoðarunum, kundu teir — um ikki annað — fegn- ast um, at teir enn einaferð høvdu sæð ein góðan og spennandi kvinnudyst. Ferðin á spælinum var kanska í so nógv, so liðini bæði tveittu nógvar bóltar burtur, men spenninginum bilti einki. Dysturin kundi eisini verið koppaður báðar vegir, men hesaferð var tað VB, ið fekk meira burturúr. Eingin ivi um, at bæði lið- ini kunnu koma at mynda toppin í kvinnukappingini í vetur. (hj.) HAVNAR FAAT Tel. 88100 SKANDINAVISK TALE ÍSLENDSKT MÅL ENGLISH SPOKEN DEUTSHE SPRACHE