týsdagur 1. november 1994síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16 Nr. 208 — 1. NOVEMBER 1994 Tíðindablaðið
Langt vikuskifti |
verður í
Fuglafirði
fer at siga nøkur orð. Fram-
sýningin verður opin hós-
dag-fríggjadag frå kl. 18—
21.00 og leygardag og
sunnudag frá kl. 15-21.00.
Handlarnir hava opið
vanliga tíð hósdagin, til kl.
19.00 friggjakvøldid og til
kl. 17.00 leygardagin.
Leygardagin frå kl. 14—
18.00 fer Fuglafjarðar
Hósdagin, fríggjadagin og leygardagin verður
sokallað “langt vikuskifti" í Fuglafirði við hópi
av spennandi tiltókum, bæði handilsligum og
mentanarligum. Tiltakið er m.a ætlað til at vísa á
fjólbroytta og yðjandi virksemið, sum eisini í
arbeiðsloysistíðum er í Fuglafirði.
Hósdagin, tríggjadagin og
leygardagin 3.-5. novemb-
er verður aftur hópur av
spennandi tiltøkum at koma
til í Fuglafirði.
Fuglafjarðar Framtaksfe-
lag skipar hesar dagar fyri
bæði handilsligum so væl
sum mentanarligum tiltøk-
um. Tey, sum unna sær ein
túr til Fuglafjarðar hesar
dagarnar, fara at kunna
velja ímillum alskins til-
boð í handlunum samstund-
is sum skipað verður fyri
undirhaldi til gamans og
álvara.
A Muntra verða kvøld-
setur við felagssangi, undir-
haldi, mótaframsýning.
Kendu bygdartropadurar-
nir Hans J. Hansen og Niels
Midjord hava lovað at geva
sitt ul, mótahandlarnir í bý-
num vísa fram heyst/vetrar-
mótan, Fuglafjarðar Sjón-
leikarfelag førir fram okk-
urt stuttligt og áhugavert,
ymsir góðir lutir verða at
vinna, meðan Pól á Muntra
borðreiðir við eini spenn-
andi matskrá. Hendan
kvøldsetan/m6tasyningin
byrjar hóskvgldið 3. nov.,
kl. 20.00. Henda kvøldsetan
verður endurtikid fríggja-
kvøldið somu tíð.
Hósdagin kl. 18.00 letur
eisini upp forvitnislig lista-
framsýning í kjallaranum á
Kommunuskrivstovuni.
Her hevur Øssur Mohr valt
at seta upp eina framsýning
við málningum hjá ngkrum
av kendu listafólkunum í
bygdini, samstundis sum
tað er eydnast at fáa Klaks-
víkar bý at lána listaverkini
hjá Fritjof Joensen, sála,
sum givin vóru Klaksvíkar
býi av dóttir listamannsins
herfyri. Fuglafjarðar Sjón-
leikarfelag stillar eisini út
modell og planchir av ætl-
aða sjónleikarhúsinum. Á
framsýningini fer Ismar
Joensen at vera til staðar
ávísar tíðir. Høvi verður at
ogna sær nýggj bók hansara
og fáa hana signeraða. Til
sjálva upplatingina fer ein
blásitrio at spæla og onkur
Fornminnisfelag at hava
opið hús heimi hjá Mortan á
Geilini. Høvi verður hjá
fólki at síggja ullarvirking,
fáa ein drekkamunn, eitt
prát og ogna sær onkrar
bundnalutir, sum limir fe-
lagsins hava lagt úr hondum
í tí virksemi, sum við jøvn-
um millumbili hevur verið
har.
Leygardagin kl. 15.00
verður skótaundirhald í
miðbýnum. Hesa ferð fara
teir at vísa eitt sindur um
skótaarbeiði, heilt frá van-
ligum »pionervirksemi« til
; eina forvitnisliga uppseting
| aveinum »umhvørvissand-
kassa<, sum á ein serstakan
hátt fer at lýsa munin mill-
um náttúruna, tá ið hon er í
javnvág, og tá ið hon verður
strongd = vid dálking.
Blómuhandilin >Snjósólj-
an< fer at hýsa skótum, sum
fara at virka ymisk bond,
somuleiðis sum Egil Tofte-
gaard frá kl. 10.00 fer at
vísa, hvussu hann byggir
skip inni í fløskum. Høvi
verður hjá áskoðarunum at
verða við í summum av til-
tøkunum hjá skótunum,
sum eisini hesaferð fara at
eiga onkran blíðskap at
bjóða.
Leygarkvøldid kl. 20.00
skipar Frits Johannesen fyri
kórkonsert í skúlanum. Tað
eru tey trý kórini Fugla-
fjarðar Manskór, Fugla-
fjarðar Gentukór og Fugla-
fjarðar Sangkór, sum fara at
framføra nakað av ti, tey í
løtuni arbeiða við, somu-
leiðis sum Fuglafjarðar
Hornorkestur eisini verður
við. Aftur at hesum er hepn-
ast at fáa eitt gestakór við.
Tað er Klaksvíkar Mans-
kór. sum — hóast nýtt í garði
- fer at gleða áhoyrararnar
við nøkrum av tí, hetta kór
hevur vant í heyst.
Leygarkvøldid kl. 23.00
skipar Fuglafjarðar Sjón-
leikartelag tyri dansi í Ar-
beiðsmannafelagshúsin-
um.
Omanfyri nevndu heyst-
tiltók eru somuleiðis ætlað
til at vísa á fjølbroytta og
yðjandi virksemið, sum eis-
ini í arbeiðsloysistíðum er í
Fuglafirði. Um tiltøkini
kundu verið til dagdvølju
fyri summi og elvt øðrum at
finna upp á okkurt, sum
einaferð seinni eisini kundi
verið vert at tíkið upp, so
var málið hjá Fuglafjarðar
Framtaksfelagi eisini rokk-
ið.
— A | —T——-—————————