fríggjadagur 4. november 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Boðar frá góðum
Oddagrein
Í DAG fer forsætisrådharrin av stað aftur til Dan-
markar og gl! eru vit fegin um, at henda vitjan fekst
í lag. Hesar reglur verða skrivaðar áðrenn endaliga
tíðindafundin, so vit fáa ikki mett um úrslitið av
vitjan Nyrups fyrr enn í komandi blaði. Hinvegin er
breið semja um, at Nyrup frá tí hann vælupplagdur
setti fótin á land hevur sýnt sera stóran og posi-
tivan åhuga fyri Føroyum og teimum trupulleikum,
sum vit eru i.
TANN stutti og óformligi tíðindafundurin í Tinganesi
eftir fundin við landsstýrið visti føroyska almenn-
inginum ein mann, sum ikki bert er komin til landið
fyri at lurta og síggja, men sum eisini dugir hetta fyri
politikarar so sjáldsama kynstur. Tað, sum for-
sætisráðharrin segði, sýndi, at hann fult út skilir
teir menniskjansligu sorgarleikirnar, ið standast
av kreppuni. Fyri fyrstu ferð hoyra vit ein danskan
politikara, sum hevur skilt, at menniskjansligi
kostnaðurin av kreppuni og krepputiltøkunum er
vorðin ov høgur. Og fyri fyrstu ferð hoyra vit ein
danskan ábyrgdarpolitikara gera sínar viðmerk-
ingar til støduna í Føroyum uttan at hava tann væl-
kenda fremstafingurin á lofti og uttan, at vit skulu
hoyra upp á tær vanligu moralprædikurnar um
åttatiårini. Nú var menniskjan í miðdeplinum og
tað skuldi so verið, tá ein sosialdemokratur talar.
TAÐ er sjálvsagt alt ov tidliga at siga nakað um,
hvert hetta merkir eina danska vending í Føroya
politikkinum. Tað fáa vit ikki at vita, fyrr enn í fyrsta
lagi á tíðindafundinum á middegi í dag ella helst
ikki fyrr enn samráðingarnar eru av seinni í mán-
aðinum. Vit kunnu tí bert vóna, at alt tað, sum
Nyrup Rasmussen hoyrir og sær fer at virka til eina
bloytta danska stødutakan mótvegis Føroyum og tí
búskaparpolitikki, ið eigur at verða rikin i fram-
tíðini. Hugsa vit um Bonnerupfrágreiðingina, so er
niðurstaðan har, at almenni sektorin skal skerjast
uppaftur meira og hallið á fíggjarlógini minkast
niður í lítið og einki. Men ein tilikur politikkur ger
tað Omøguligt hjá ti almenna at stuðla vinnu-
lívinum og at hjálpa til at fáa hjólini aftur at mala í
Føroyum. Fylgir Nyrupstjórnin Bonnerup og tí kon-
servativa laissezfaire búskaparheimspeki, ið
hansara nevnd stendur fyri, so verður eingin bati at
hóma í bræði. Føroyar hava ein einstáttaðan bú-
skap, ið stendur á einum beini, fiskivinnuni. Ein
slíkur búskapur kann ikki leggjast undir markn-
aðarbúskaparligar lógir, id illa nokk virka í einum
framkomnum fjøltåttadum búskapi, ið stendur á
nógvum beinum.
LIVST so spyrst. Fyribils er okkar nidurstøda, at
tað, sum Nyrup higartil hevur sagt, boðar frå góð-
um og kann eggja til varliga optimismu. Okkum
vitjar maður, id av fullum huga roynir at seta seg inn
í okkara viðurskifti á staðnum og soleiðis vinna
sær eitt annað og betri innlit í føroyska samfelagið
og hvussuleiðis tað virkar. Nyrup hevur tosað vid
Fossadun eins væl og við Palleba. Hetta er í sjålv-
um sær sera dámligt og sera positivt og legið
skuldi verið, um ikki okkurt gott spurðist burturúr.
Vit hava hitt ein dámligan mann og ein klókan
politikara og tað fegnast øll um. Vit ynskja Nyrup
góða heimferð og vit gleða okkum til at fáa hann
aftur sum almenna gest Føroya á summri 1995.
Sosialurin
- Fyritaksstori. Krisjan Dahí
Ljésmyndari: Kalmar Lindenskov
FRÆLSI-— JAVNAÐUR — BRØDRALAG
Blaðfóik. Randi Jacobsen - Dagny
Joensen - Tårfinn Smith -
Hilmar Jan Hansen -
Jústinus Eidesgaard
Lesarabrøv
————W.
Rás Tórshavn virkar væl
na 1V191aVI:t VI 22 —
Havandi keglið um rás Tórs-
havn og TV3 Noreg í huga, vil
eg meta, at tey, ið skulu taka
avgerðir hesum viðvíkjandi,
eiga at minnast, at henda rás
varð stovnsett til tess at sleppa
undan eini frumskóg av fylgi-
sveinamóttakarum, ið mettir
vóru at misprýða bý okkara.
Um vit hava hug til tað ella
ei, so vil tigandi meirilutin
hava undirhald. So um TV3
Noreg, og MTV um tað stend-
ur til Jenis av Rana, verður tik-
ið av rásini, og einhver onnur
tom rás send í staðin, so er
væntandi at uppaftur fleiri
húski fara at útvega sær mót-
tøkutél til fylgisveinasjón-
varp. Tå eru vit aftur har vit
byrjaðu. At byta TV3 út vid
aðra líknandi rás er líkamikið,
tí innihaldið á øllum tílíkum
undirhaldsrásum er tað sama.
Eg meti ikki at tær sending-
ar, ið nú verða sendar, eru ødr-
vísi hvat >harðskapi< viðvík-
ur, enn tað hevur verið í eitt
langt áramál. Um kannað verð-
ur eftir, so eru flest allir tekni-
Tidindaskriv frá Amnesty
. International, Føroya deild:
»Mær leingist eftir
sól og summari«
Tað er kalt og myrkt úti,
regnid oysir nidur. »Hvør ið
nú lá á onkrari strond og
varð bakaður av sólini!<
Hver hevur ikki hugsað
hetta onkran kaldan vetrar-
morgun?
Nu hava øll kjans at vinna
eina ferð til sól og hita, ella
eina skíferð, um hugur
heldur er til tað.
Árligi lutaseðilin hjá Am-
nesty International, Føroya
deild er nú aftur sendur til
hvørt håski i Føroyum. Og
aftur í år eru vinningarnir
fløvandi:
1. vinningur: >Ferðast
sum tú hevur hug til« fyri
15.000 kr.
2. vinningur: 1000 litrar
av olju, virdi 2.788,- kr.
Latið hevur Shell.
3. vinningur: 500 litrar
av olju, virði 1.400 kr. Lat-
ið hevur Oljufelagid Før-
oyar.
„Besta ferð,
vit hava havt«
Eitt árið var høvudsvinn-
ingurin ein ferð til Florida.
Tábar soleiðis á, at vinnarin
júst varð heimkomin av
sjúkrahúsinum og tí ikki
hevði orku til at ferðast so
langt. Í staðin gjørdi hann
av at bjóða allar familjuni
niður til Danmarkar — 3 vik-
ur í Danland. Familjan
skrivaði okkum bræv aftan
á og hevur lovað okkum at
prentað ein part av tí:
>Hetta er besta ferðin, vit
hava havt. Og tað siga vit,
hóast vit hava ferðast nógv.
Tað var deiligt at kunna
bjóða allari familjuni við
okkum at ferðast. Og dei-
ligt at verða saman við
børnum og abbabørnum á
henda hátt i 3 vikur. Ikki at
tala um, hvussu gott tað var
fyri heilsuna við sól og
summari«.
Øll hava kjansin
Nú hava øll so kjansin at
uppliva nakað líknandi og
harafturat møguleika at
stuðla Amnesty Internatio-
nal i arbeiðinum fyri
mannarættindunum.
Peningurin, sum kemur
inn, fer til virksemid hjå
Amnesty International.
Vónandi verður undir-
tøkan eins góð og undan-
farin år, ti hettaer vordid ein
tydandi partur av inntøkum
okkara.
Soleiðis gert tú:
Set kross við so nógv nr.,
sum tú vilt hava. Lat seðilin
inn á posthúsið. Seðlar, ið
eru poststemplaðir í sein-
asta lagi 3. des. 1994, eru
við í dráttinum, sum verður
10. desember 1994
(Mannarættindadagin).
Lýst verður í bløðunum
beint aftaná.
Vinnararnir fáa beinleið-
is boð. Um onkur vil hava
fleiri lutaseðlar, ber til at
koma á skrivstovuna í
Vágsbotni ella ringja tlf.
15816.
ÆPHILIPS
GR
305
11300- 11
Útgevari: PT Søslalurin
Uppseting: Pt Søslalurin
Prent: P/T Pressan 1981
Argjum
Telefon: 11820
filmar ikki annad enn hard-
skapur og óndskapur úr enda í
annan. Charley Chaplin, Lau-
rell and Hardy (Gøg á Gokke)
somuleiðis. Munurin er tann, at
øll vanlig fólk skilja, at hetta er
skemt og undirhald. At tað so,
um í øllum samfeløgum, eru
nøkur, id ikki skilja tílíkt hoyrir
veruleikanum til, men at lata
hetta ganga út yvir allar havn-
arborgarar er burturvið.
Norskt, svenskt ella danskt
TV3, sjónvarpslýsingar ella ei.
Eitt er vert at minna atfinn-
Bústaður. Argjavegl 26
67. ÁRGANGUR
Postadr.: Postsmoga 76
110 Tórshavn
Taletax- 14720
ingarsomu reddirnar á, og tað
er víðagitni tøppurin, ið sløkkir
skíggjan. Eg haldi, attey fáu, ið
í mun til fjøldina ikki dáma
hesar rásir, áttu at nýtt møgu-
leikan við tøppinum, heldur
enn at fingið alt upp á gos!
Rás Tórshavn hevur virkað
væl øll hesi árini, so hví ikki
lata rásina halda fram við at
virka?
Dánjal Petur Mariusarson
Vil hava
royndarboringar
tiknar uppaftur
Kann gagna arbeiðsstóðuni í Suður-
oy, heldur Jákup Olsen
Fyri Kristiliga Fólka-
flokkin hevur Jákup Ol-
sen, løgtingsmadur
skotid upp, at landsstyr-
id kannar møguleikarnar
at taka royndarboringar-
nar i Lopra uppaftur.
I vidmerkingunum til
uppskotið sigur Jákup
Olsen millum annað, at
við tí áhuga, sum alment
er vaksandi fyri før-
oysku undirgrundini og
tí, sum undir basaltinum
er, skuldi tað verið
møguligt, at boringarnar
í lopra verða uppaftur-
tiknar. Løgtingsmadurin
vísir eisini á, at júst í
hesum døgum er komið
fram, at olja veruliga er
funnin undir basaltlag-
num. Hann vísir somu-
leiðis á, at arbeiðsloysið
er stórt í Føroyum, og
serliga í sunnara parti av
pr
Suðuroynni, og at allir
møguleikar eiga tí at
verda royndir at venda
gongdini. Nakrir av hes-
um møguleikum liggja í
møguligari = komandi
oljuvinnu, sigur Jákup
Olsen.
Tað eru nú 13 ár síðani
at farið varð undir at gera
royndarboringar í Lopra,
og árið fyri vóru boringar
gjørdar í Vestmanna. Í
Vestmanna varð borað
660 metrar niður, og í
Lopra 2178 metrar.
tór.-
Kristiligi
Fólkaflokkurin mælir
landsstýrinum til at
kanna møguleikarnar
at taka
royndarboringarnar í
Lopra uppaftur