Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. november 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Træveggimir í Nordur- landahúsinum táraðu har- piks sunnukvøldid, tå okk- ara mætu tónleikarar og sangarar syrgdu tey deyðu i máttmiklum samljóði. Tónlistarligt dirvi Land okkara er í svárari kreppu og neyð, men ikki, kann sigast tað sama um tónleikin í hesum lítla landi okkara. Tað skal ikki sért av dirvi til at fara undir eitt stórverk sum Requiem av Mozart, serstakliga tá tú veitsi, at hvert mansbarn kennir hetta verk út og inn. Enn verri er tað, tá flestu okkara hava hoyrt hetta verk spælt og sungið av bestu kórum og orkestrum í heiminum. Men tónlistarligt dirvi eiga vit, og hesar framførsl- ur hava enn einaferð prógv- að, at vit eiga kunnleika, snildi og dygd undir hesum dirvi eisini. Hugflog og skaldslig dýpd Tað var ein sonn frægd at uppliva hesa framførslu. Her var ikki bert talan um: >væl úr hondum greitt tón- listarligt handverk«, nei, her var talan um skapandi hugflog og skaldsliga dýpd. Her upplivdu vit 130 fólk, Nr. 213 — 8. NOVEMBER 1994 Bx JM 3—0 til Føroya Symfoniorkestur og Kór Føroyskt tonlistaliv skoraði sum høvdu livad seg inn i eitt tónlistarligt stórverk, hesi fólkini góvu alt tey áttu í kenslubornum samljóði við fullkomna tónaheimin, sum Mozart einaferð gav okkum í lut við sínum penni. Skrivaði sítt egna requiem Sjálvur fekk Mozart bert høvi til at uppliva hetta verkið í hugaheimi sínum, tí ovbyrjaður av sjúku og ar- beiði mátti hann leggja pennin frá sær, áðrenn hann var liðugur við sítt einasta Requiem, sum tí eisini kom at gerast hansara egna. Mozart hevði eisini ill- Frá konsertini Norðurlandahúsinum sunnudagin í gruna um, at hetta fór at gerast hansara seinasta verk. Hann setti eisini orð á sínar tankar um hetta — kann tykjast løgid, tí hann var tá bert 35 ára gamal. Men lukkutíð fyri okkum gav hann hugskot síni til restina av verkinum víðari til næming sin Siissmayr, sum kanska gjørdi sítt størsta tónlistarliga bragd nakrantíð: at fullføra hetta megnarverk í sera neyvum Tíðindablaðið ÆJ. hattrick í dysti við Mozart samljóði við tónaheim Mo- zarts. Requiem er eitt megnarverk Tað er ófatuligt fyri okkum deyðiligu, at ein skemtari Næstan 100 av okkara frægasta kórfólkið varð savnað í Norðurlanda- húsinum sunnudagin. Mynd jan sum Mozart kundi hava tí- líkt innlit í henda velduga heim av kenslum og álvara. Tá tú lesur okkurt av brøv- um hansara, sært tú kann fyri tær... sitandi við kla- verið í einum >glklubba<,