Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. november 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið EDEL Sida 6 Nr. 214 —9. NOVEMBER 1994 Bjarni Vestergaard, Meginfelag Útróðramanna: Idnaðarbátarnir spula undirmålsfisk í havið — Tá kannigarnar hjá Vaktartænastuni sýna í Fuglafirð sýna munandi minni undirmålsfisk enn teirra egnu kanningar á víðum havi, so er ikki ilt at gita sær, at fiskur verður tveittur aftur í havið. Vit eiga at steðga ídnaðarveiðuni undir Føroyum sum skjótast, sigur hann Bjarni Vestergaard, for- maður í Meginfelag Utróð- rarmanna er ikki í iva um, at ídnaðarveiðan er høvuds- orsøkin til, at hysustovnurin ikki mennist og harvid, at grundarlagið undir útróðri- num er so vánligt. — Eg eri ikki skakaður yvir at hoyra, at prosenttalið av hýsumurti og undirmáls- fiski er munandi hægri enn tá vaktar og bjargingar- tænastan kannar skip, sum Eiga 27.000 tons av idnar- fiski í Norð- sjónum Men teir fiska bert av hesi, tá leið- irnar undir Føroyum eru stongdar, sigur fiskivinnustovan Føroysku idnadartrolar- arnir eiga stóra kvotu i Norðsjónum. Heili 27.- 000 tons. Í samráðing- um við norðmenn og ES seinasta heyst fekk hesin floti 40.000 tons av íd- naðarfiski, sum kundi veiðast í ár. Vit hava spurt fiski- vinnuumsitingina í Tinganesi, hvussu nógv ereftir av hesi kvotu í ár. - Teir hava higartil í år fiskað 12.905 tons av teimum 40.000 tonsu- num, sum teir hava rætt til at fiska. Ídnaðarbátar- nir hava bara verið í Norðsjónum teir tríggjar mánaðarnar í summar, tá ídnaðarveiða ikki er loyvd í føroyskum sjógvi. Tað er í tíðar- skeiðnum frá 1. maí til 1. august, verður sagt av fiskivinnustovuni i Tinganesi. Ídnaðarbátarnir hava fiskað 2039 tons av hvit- ingsbróðuri úr norskum sjógvi. Teir hava fiskað 103 tons av svartkjafti í ES-sjógvi og 1381 tons í norskum sjógvi. Teir hava fiskað 7473 tons av nebbasild í ES-sjógvi og 1910 tons í norskum sjógvi. Teir hava fiskað 77 tons av upsa í Norð- sjónum og nakað av ød- rum matfiski sum hjå- veiðu. jústinus landa í Fuglafirði. Kannar heilar lastir. Koma teir lúr- andi fram á ein ídnaðarbát og biða hann hála, so er munandi meira av hýsu- yngli í posanum, enn um menn standa í Fuglafirði og kanna lastimar. Hetta átti at sagt øllum føroyingum og serliga politikkarunum, at sjálvsagt, fáa ídnaðarbát- arnir ov nógvan hýsuyngul ella undirmálsfisk í hálið, so fer ein stórur partur aftur í havið, sigur Bjarni Vester- gaard. — Eg eri fleiri ferðir upp- ringdur av monnum, sum eru við ídnaðarbátum. Teir eru ørkymladir av gongdini og teir hava sagt, at hetta ber ikki til longur. Teir hava greitt mær frá, at vanliga greipar hvør maður 3-400 greipur hvønn túr. Tað teir orka at kryvja, teir eru fámentir, verður koyrt í isfiskalastina. Teir koyra so nógv teir tora av matfiski, sum ikki stendur mát, í lastina og restin verður síðan spulað aftur í havið. Hetta eru døpur tíðindi, sigur Bjarni Vestergaard. Dupultmoralur — Tað er ikki fiskimadur- in, umborð á ídnaðartrolar- unum, sum hevur ábyrgd- ina, men politikkarin, sum lóggevur fyri slíkum. — Dupultmoralurin hjá politikkarunum kann neyv- an mátast í nakrari vanligari eind. Teir hava lóggivið soleiðis. Um Vaktartænast- an kannar eitt trol hjá einum ísfiskatrolara og meskarnir eru 143 millimetur, so end- ar trolarin í rættinum og skiparin verður dómdur bót, kanska ríkur reiðskapurin eisini. Á somu leið, kanska í kjalarvørrinum á sama skipi, roynir ein ídnaðar- trolari. Meskavíddin hjá honum er 20 millimetrar, ella góðar 12 sentimetrar minni enn hjá ísfiskatrolar- anum. Idnadartrolarin kann fiska lógliga við hesum smáu meskum og mann- ingin kann hyggja eftir, meðan vaktarskipið fer inn til fútan við ísfiskatrol- aranum. Báðir trolararnir royna á somu leið og sami fiskur er á botni. Er hetta ikki dupultmoralur, so veit eg einki, sigur Bjarni Vest- ergaard. Eiga 40.000 tons í Norðsjónum — Eg skilji ikki hví ídnað- artrolararnir skulu liggja sum sviðin kattur á føroya- grunni, tå teir eiga stóra kvotu aðrastaðir. Teir kunnu fiska 20.000 tons frá norðmonnum í Norðsjón- um og 20.000 frá ES. Hetta er kvota, sum verður goldin við botnfiski av føroyska grunninum. Bæði til norð- menn og til ES, sigur Bjarni Vestergaard. — Á ein ella annan hátt verður hondin hildin yvir ídnaðarbátunum. Hetta hendir politiskt. Tað er ongin ivi um, at ídnaðar- båtarnir fiska millum 6- 8000 tons av undirmålsfiski um árið. Hesin fiskur verdur fiskadur og dripin um hann ikki verdur land- adur. — Eg sitid sjålvur i Fisk- ivinnurådnum. Har hava vit mælt til, at idnadartrolarar- nir fåa ein åvisan kilostud- ning, fyri at gera brik av kvotuni i Norðsjónum. Á tann hátt fingu hinir fiski- menninir eitt sindur aftur- fyri hesu ényttu kvotu, sum verður goldin av teirra egnu kvotu. Hetta vann ikki frama politiskt, sigur Bjarni Vestergaard. jústinus BRÚKTIR BÍLAR = Vit hava nakrar brúkt- ar bilar av ymsum merkjum til solu. Yvirlit við upplýsingum um merki, aldur, prísir v.m. fæst við at venda sær til skriv- stovu okkara, eins og sýn/royndarkoyring kann avtalast sama stað. Eitt starv sum skrivar á TLF er leyst at søkja. Arbeiðið umfatar: —Journalisering —Arkivering — Innskrivad fundarfrågreidingar — Skriva punktdiktat —Umsetatekstir — 0.a. skrivara- og skrivstovuarbeidi Starvid er á stjórnarskrivstovuni og skal setast skjótast gjørligt. Fortreytir at rekja starvið er: — at viðkomandi dugir væl at mál- bera seg á føroyskum og enskum bæði í skrift og talu — at viðkomandi er rekin — hevur hollan Edv-kunnleika Umsøkjarar við korrespondent-/advo- katskrivaraútbúgving ella líknandi út- búgving hava fyrimun. Umsóknir skulu sendast til Telefonverk Føroya Løgtings, Postboks 27, 110 Tórshavn og vera okkum í hendi i sein- asta lagi 21. november 1994. Meira kann fáast at vita um starvið við at venda sær til tlf. 11433, lok. 378 ella 332. Telefonverk Føroya Løgtings Sinnisbati Fritidarhølid i Krossgøtu 15 er opid månakvøld kl. 19-22.