mikudagur 9. november 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Í
Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 214 — 9. NOVEMBER 1994 Sida 13
Julian Johnsson er
nú á landsliðnum
Tríggir teirra, sum i tíðini við Allani Si-
monsen sum landsliðsvenjara hava havt
flestu royndirnar, eru ikki við hesaferð
Landslidsvenjarin Allan
Simonsen hevur fyri sein-
astu ferð í ár valt teir sekstan
út, ið skulu umboða Føroy-
ar í altjóða dysti. Leikar-
arnir hava fingið boðini í
brævi í gjár, og millum
teirra, sum Allan Simonsen
ynskir at hava við í ferða-
lagnum til Helsinki, er ung-
lingaleikarin hjá HB, Julian
Johnsson.
Hetta er fyrsta ferðin, at
Julian Johnsson er við í
ferðalagnum til altjóða
dyst. Hann er kortini ikki
heilt ókendur fyri Allan Si-
monsen og hinar í ferða-
lagnum, tí tá landsliðið var á
venjingarlegu í Eysturríki í
juli mánaði, var Julian við.
Hann hevdi trupulleikar at
dragast vid, hann tók lítið
lut í dystunum, og síðani tá
hevur hann ikki verið við.
Men nú hevur Allan Si-
monsen sent boð eftir HB
miðvallaranum, sum er
yngsti maður í hópinum.Ju-
lian er føddur 24. februar
1975 og er sostatt 19 åra
gamal.
Fleiri gamlir burturi
Tað fer stødugt eitt ættar-
liðsskifti fram á landsliðn-
um. Í ferðalagnum hesaferð
eru fimm leikarar, ið vóru
millum teir sekstan, ið vóru
í Landskrona fyri góðum
fýra árum síðani, tå Føroyar
vunnu 1-0 á Eysturríki. Teir
eru Jens Martin Knudsen,
Tummas Eli Hansen,
Magni Jarnskor, Kurt Mør-
køre og Jens Erik Rasmus-
Jan Dam og Abraham
Hansen eru ikki vid hesa-
ferð. Teir hava ikki tikið lut
í venjingarleguni, sum All-
an Simonsen í síðstu viku
skipaðu fyri á Svanga-
skarði. Allan Mørkøre er
heldur ikki við hesaferð.
Hann tók lut í venjingar-
leguni, men venjarin man
ikki hava mett hann at vera í
nóg góðari venjing til lands-
dyst.
Sigfríður Clementsen úr
HB hevur verið við í venj-
ingunum, men hann noyðist
í hvussu er at bíða ul kom-
andi ár, áðrenn hann fær
møgulcikan á landsliðnum.
Elsti maður hesaferð er
gøtumadurin, sum í Skot-
landi kom inn og leiku fyri
fyrstu ferð á landsliðnum.
Janus Rasmussen er føddur
2. juni 1965. Tummas Eli
Hansen er næstelstur — hann
er føddur 11. februar 1966.
Nytt og eldri
Tá ad kemur til royndirn-
ar i altjéda høpi, er Jens
Martin Knudsen tann, ið
flestar ferðir hevur verið á
landsliðnum. Hann hevur
leikt 36 dystir. Kurt Mør-
køre hevur leikt 30 dystir,
og Tummas Eli hansen
hevur verið 25 ferðir á
landslidnum.
Eingin av hinum leikar-
unum hevur leikt 20 lands-
dystir. Tríggir leikarar
kunnu koma í landsdyst fyri
fyrstu ferð. Teir eru Jákup
Mikkelsen, Jan Andreassen
og so nýggjasti maðurin í
landsliðshópinum, Julian
Johnsson.
Fleiri fødingardagar
Tað verður nógv lagkøka
á skránni, tá føroyska lands-
liðið fer av landinum. Tað
man vera 6vuliga sjáldsamt,
at tríggir leikarar hava fød-
ingardag, meðan teir eru
burturi. Ferðalagið íer úr
Vágum á miðdegi sunnu-
dagin, og gist verður eina
nátt í Keypmannahavn, áðr-
enn farið verður víðari til
Finlands mánamorgunin kl.
10.25 við flogfari.
Mánadagin eru tað klaks-
víkingurin Jan Andreassen,
sum hevur fæðingardag.
Hann fyllir 23 ár. Týsdagin
er tað næstyngsti leikarin,
Henning Jarnskor, sum hev-
ur fødingardag. Hann fyllir
22. Og sjálvan dystardagin,
mikudagin 16. november, er
tað liðskiparin Magni Jarn-
skor, ið hevur fødingardag.
Hann verður 26 ár, og so
mugu vit vóna, at bæði hann
og hinir báðir fáa eitt gott
úrslit í fødingardagsgåvu.
-hn-
Julian Johnsson, ið hevur verið eitt av álitunum á liðnum
hjá HB — bæði í 1. deild og unglingadeildini — er nú úttikin
til foroyska fótbóltslandsliðið, id fer úr Føroyum sunnu-
dagin við kós móti Finlandi. Hetta er fyrsta ferðin, at
Julian er við á landsliðnum — burtursæð frá venjingarleg-
uni í Eysturríki í summar
Savnsmynd: Absalon Hansen
Allir útisetarnir
eru valdir aftur
Allan Simonsen man rokna
við, at teir, sum hesa ársins
tíðina spæla fótbólt í teim-
um donsku feløgunum, eru
væl fyri. Í hvussu er hevur
hann valt teir seks útiset-
arnar aftur, sum hava verið í
Danmark síðani summar-
frítíðina.
Tað er ikki so undarligt, tí
meðan leikararnir heima á
landi samn við Peturi Si-
monsen hava verið á
Svangaskarði og gjørt sítt
besta tvey ella trý venjing-
arkvøld um vikuna, og ann-
ars hava fingið álagt sjálvir
at halda venjingarstøduna á
nóg høgum stødi, so venja
útisetarnir dagliga og eru í
dysti hvort vikuskifu.
Jan Allan Miller er ein
av teimum eftirhondini
mongu útisetunum, ið
spæla fótbólt í donskum
feløgum. Hann og hinir
fimm eru afturvaldir at
umboða Føroyar á fót-
bóltslandsliðnum um
eina viku, tá tórna verð-
ur út móti Finlandi
Savnsmyns: Kalmar
Leikararnir heima á landi
vóru á Svangaskarði í gjár-
kveldið, og síðsta venjing-
in, áðrenn ferðalagið fer úr
Føroyum, verður á Svanga-
skarði friggjakvøldid kl. 18.
Ætlanin er at venja í Hel-
sinki bæði mánadagin og
týsdagin.
Teir útvaldu
Leikararnir eru annars
hesir: Jens Martin Knudsen,
GI, Jákup Mikkelsen, Her-
følge Boldklub, Jens
Christian Hansen, Randers
Freja, Janus Rasmussen,
GÍ, Tummas Eli dansen,
B36, Óli Johannesen, TB.
Magni Jarnskor, GÍ, Julian
Johnsson, HB, Henning
Jarnskor, GI, Øssur Han-
sen, Vejle Boldklub, Kurt
Mørkøre, KI, Djóni Nolsøe
Joensen, NSI, Jan Andreas-
sen, KI, Jan Allan Miiller,
A. C. Horsens, Jens Erik
Rasmussen, A. C. Horsens
og Todi Jónsson, Lyngby
Boldklub.
Í ferdalagnum verða eis-
ini Torleif Sigurðsson, for-
maður í Fótbóltssambandi
Føroya, Ísak Mikladal,
skrivari, Petur Elias Peter-
sen, liðleiðar/ognarrøkil,
Jákup Midjord, lækni, Hjør-
leif Niclasen, fysiotera-
peutur, og so venjararnir
báðir, Allan Simonsen og
Petur Simonsen.
Meðan landsliðiðer í Fin-
landi, verður búð á Hotel
Dipoli í Helsinki, og har er
eisini vanligi tíðindafund-
urin. Hann verður sambært
ferðaskránni hjá landsliðn-
um sera stuttur — frá kl.
12.30 til kl. 12.45. Helst er
hetta eitt mistak, ti hóast
tíðindamenn kunnu gera
skjótt av, man eitt korter at
tosa við Allan Simonsen og
føroysku leikararnar vera í
minna lagi...
Dysturin verður leiktur á
olympiska leikvøllinum i
Helsinki mikudagin kl. 19
fins!'a tíð. Dómari verður
Gylfi Orrason úr Íslandi, og
linjuverjar og eykadómari
eru somuleiðis íslendingar.
UEFA-eygleiðari = verður
Tarmak Mart úr Eysturríki.
Ferðalagið fer sum sagt úr
Føroyum sunnudagin á
miðdegi og kemur heimaft-
ur hósdagin 17. november
kl. 17.40. Tá hava allir før
oyskir fótbóltsleikarar fing-
ið vetrarfrí!
-nn-