Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. november 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 216 — 11. NOVEMBER 1994 Heim aftur av hermótinum: - Sum at koma í paradis Sosialurin hevur tvær ferðir áður tosa við Símun Jákup Højsted í Klaksvík. Hann hevur í sløk tvey ár verið í ST-hertænastu í gamla Jugoslavia, og heldur, at nú er nóg mikið. Næsta avbjóðingin er upptókuroynd at sleppa við Sirius patruljuni í Grónlandi Símun Jákup Højsted, 26 ára gamli klaksvíkingurin, sum hevur verið hermaður í Kroatia í sløk tvey år, er komin heimaftur med alla. Hann sigur vid Sosialin, at nú er nóg mikið. Hugsan hansara um leik- lutin hjá ST-hermonnum sum friðarvarðveitandi her- lið, er broytt. - Vit fingu ikki nóg hollan kunnleika um støðuna i gamla Jugoslavia, áðrenn vit fóru úr Danmark, men hinvegin, so hava fólka- sløgini, sum búgva har, eis- ini broytt stóðu til ST-her- liðini, sigur Símun Jákup. Spurningur um tað gagnar - Í tíðini eg havi verið Tuzla, har norðuri í landinum, eyd- naðist tað okkum í byrjanini at fáa fólkið at binda frið, men nú er líkt til, at ófriður- in aftur vindur upp á seg. Sostatt er tað óvist um vit hava gjørt nýttu hesa tíðina. Símun Jákup Højsted heldur ikki, at útbúgvingin er góð, sum danskir her- menn fáa, áðrenn teir fara í hertænastu í krigsheriadum londum. Tá hann kom á hemadarleguna í Tuzla, hevði hann fingið at vita í Danmark, at hermenn ikki skuldu tosa við fólkið, og at teir ikki áttu at líta á ymsu partarnar í krígnum. - Í veruleikanum kanst tú tosa við hesi fólk á sama hátt sum við øll her heima. Tey eru bert vanlig fólk, sum vilja hava frið í landi- num. - Vit høvdu tríggjar tulkar vid okkum, og i byrjanini tosaðu vit ikki við fólkið. Sum fráleið kundu vit ikki halda okkum, tí fólk stóðu alla tíðina uttan fyri hernað- arleguna. Vit hildu tað vera synd í teimum. Símun Jákup Højsted hevur alla tíðina verið í Tuzla. Hann heldur, at har búgva fleiri túsund fólk, men at eingin veit veruliga talið. Seinasta vetur var stóðan ógvuliga vánalig, fólk áttu ikki mat í munnin. Ljós og hita fingu tey bert av og á. Í summarhálvuni komu fitt av sendingum til økid, við mati og klæðum, men tey fingu eisini vápn. Fólkið orkar ikki at berjast meir - Tuzla var upprunaliga ein muslimskur býur, men so løgid tað ljóðar, so búgva nú bæði serbar, muslimar og kroatar har, sigur Símun Jákup. - Hvussu ber tað til at teir kunnu liva í sama øki, tá teir samstundis berjast sínamillum? - Ja, tað kann ein spyrja seg sjálvan. Orsøkin er, at fólkiðersolúgvað av krign- um, at tey hvorki orka ella tíma at berjast longur. Eg haldi, at nú er komin poli- tikkur uppí. Tað skilti eg av tosinum millum fólk. Símun Jákup heldur, at teir ráðandi í landinum ikki vilja geva seg yvir, og at tað ikki er so løgi6. Nú er tað bardagin um land og rætt- indi hjá politikararunum og herovastum vorðið eitt per- sónligt mål, og teir vilja ikki víkja sæti, fyrr enn teir - hvor í sínum lagi - hava fingið viðhald. -Nú ein dagin tosaði eg við ein eldri mann.sum hevði mist konu og tvær døtur, og hann átti bert ein son eftir. Nú var hann inn- kallaður í herin, men segði seg als ikki orka at fara. Eg veit ikki, hvussu gamal hann var, men hann sá út til at vera eini 60 - 70 ára gamal.. Heldur ein nýggjan Tito Hesin maður segði, at tað altíð hevði verið ófriðarligt í landspartinum har norðuri í landinum, og at einasta bjargingin varð, um ein sterkur leiðari sum t.d. Tito kom til. Tito hevði megnað at fingið félkasløgini at binda frið. Tann gamli vildi heldur hava slíkan leiðara, enn at landið skuldi synd- rast fullkomiliga. Ein partur í krígnum er sjálvandi ógvusligar hend- ingar, tá partarnir bumba oki hjá hvør øðrum, og tað kemur meir enn so fyri, at hermenn síggja deyð og særð fólk. Tað er ikki so lætt at greiða frá, men at tað eis- ini velst um, hvussu ein er fyri, sigur Símun Jákup Højsted. Sjálvur er hann rættiliga væl fyri, hóast alt. Tá ST-hermenn koma heim aftur eftir hertænastu í Í útjaðararnum av býnum Tuzla har norðuri í landinum, hevur Símun Jákup Højsted virkað sum hermaður í 20 mánaðir. Hóast donsku hermenninir noktaðu teimum at tosa við lokalu fólkini, so gjørdu teir tað kortini. Símun Jákup sigur, at serbar, kroatar og muslimar nú búgva í Tuzla og at tøll følkasløgini vilja hava frið, men at tad er Øvist, um leidarnir fyri teimum ymsu følkasløgunum vilja tað, tí nú er politkkur komin upp í leikin. Allir partar stríðast um landagki og rættindi Tíðindablaðið 34) Friðarvarðveitandi ST- herliðini eru í nógvum londum, og hava til uppgávu at skapa frið. Hesi herlið hava nú verið í gamla Jugoslavia í sløk tey ár, men higartil hevur ikki verið gjørligt at fáa serbar, muslimar og kroatar at semjast um at binda frið krigsøki, eitt nå til Dan- markar, skulu fåa kanning- ar hjå sålarfrødingi. Sålarfrødingurin var rættiliga vónsvikin av ok- kum. Vit vóru einir 10 mans inni í einum rúmi, og sálar- frødingurin vildi bert hava okkum at tosa um ógvuslig- ar hendingar, sum vit høvdu verið fyri. Vit høvdu kortini ikki hug at tosa um tað, og tað dámdi sålarfrødinginum illa. Ónegdir við lastbilin - Tá vit hava verið fyri slíkum hendingum, so hava vit tosað um tað beinanveg- in, og hava fingið uppliv- ingarnar skúgvaðat til viks. I Tuzla var ein prestur og ein sosialráðgevi sum gav okkum kreppuhjálp.Eingin okkara fær tikið slíkar hend- ingar úr gloymskuni, sigur Símun Jákup Højsted. - Hverjar royndir hevur tú gjórt tær seinastu tvey árini í hertænastu.Hevur tú broytt hugsan um tín leiklut og um kríggið hesa tíðina? - Tá eg fór avstað fyrstu ferð, helt eg, at vit kundu verða fólkunum til hjálpar. -Royndir okkara sum gamlir" hermenn í Tuzla, síggjast best aftur í, hvussu vit vóru móti teimum nýggju hermonnunum, t.d. við at ræða teir ella skemtast um ógvusligar hendingar. Stutt sagt, var tað á sama hátt sum at finna sær eina rukku umborð á skipi í gomlum døgum. - Eitt er vist, vit eru ikki teir somu, sum tá vit fóru avstað. - Í fyrstuni heldur tú, at tå kanst hjálpa teimum, men sum frálíður ivast tú. Ein lítil hending herfyri gjørði, at eg fór at hugsa um, hvort okkara lutur hevði gagnað. Ein si vil flóttafólkaneynd innan ST hevði til húsa nærindis, har vit vóru stadd- ir. Teir bóðu okkum koma at føra nakrar muslimar til Zenicia, har teir skuldu halda frí eitt vikuskifti Hverjir hesir muslimar vóru, og hví teir skuldu flyt ast til Zenicia í vikuskift- inum, segði søgan einki um - Vit høvdu ongar bussar, og komu tí til leguna í ein um lastbili. Tá muslimarnir sóu lastbilin, gjørdust teir spinnandi óðir. Teir vóru ikki hermenn og vildu ti ikki sita í lastini. Teir bóðu okkum sjúgva okkum av- stað. Vit høvdu einki at gera í teirra landi. Vit fóru avstað aftur sum av torvheiðum og kendu okkum ógvuliga illa. Ungdómur í yvirgangsbólkum - Tað kann ikki dyljast, at fólk verða oyðiløgd av at liva undir slíkum umstød- um sum í gamlaJugoslavia í fleiri ár. Ólukkuligar avleiðingar- nar eru, at heilar familjur doyggja út ella syndrast. Børn og ungfólk eru for- eldraleys, og hava ongan góðan. Tað er ivasamt um tey nakrantíð gerast v fólk aftur, av tí sum tey hava verið fyri undir krígnum. - Tað sæst m.a. aftur í ein- um felagsskapi hjá ung- fólki, sum eitur teir hvítu svalirnir. Hetta eru rættir yvirgangsbólkur, sum seta lívið í vága í sínum atsókn- um, og teir eru fullkomiliga líkasælir, um teir liva ella doyggja, sigur Símun Ják- up. Sosial umsorgan er ikki -. é | | AL: 000 . is %