týsdagur 15. november 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Bláoygt bjartskygni
Oddagrein
SVØRIKI verður nú limur i ES og avgerðin er tik-
in á fult fólkaræðiligan hátt, hóast ein kann
ivast i, um tað er møguligt at taka fólkaræði-
liga avgerð, tá annar parturin ræður yvir 100
tals milliónum av krónum til propaganda. Men
her er einki at ivast í: ríkisdagurin fer at at-
kvøda fyri svenskum limaskapi. Ja-fólkið, eitt
nú svenski javnaðarflokkurin og svenska
vinnulivid, hava lovað gull og grónar skógir og
arbeiði til allar hendur. Sama varð gjørt í Dan-
mark og alt gekk tvørtur ímóti tí, sum ja-fólkið
hevði lovað. Tað hevur tað eisini gingið síðan.
HVÍ gongur ikki, sum ja-fólkið lovar? Svarið er,
at alt ES vil selja til Norðurlond, men fá vilja
keypa frá Norðurlondum. Hartil kemur, at vinn-
an flytur síni virki til tey fåtøku ES-londini.
Hesum kalda veruleika hevur jafólkið latið
eyguni aftur fyri og givið seg upp til eina
eirindaleysa propaganda. Tað er bláoygt at
halda, at svenski búskapurin fer at ganga
fram. Í besta føri fer hann at standa í stað — í
versta føri at ganga aftur, soleiðis sum tað
gekk eitt nú í Danmark.
EITT, sum nógv hevur verið gjørt burturúr, er,
at við Svøriki sum limi fara Norðurlond at
standa sum ein blokkur í ES og fer tann norð-
urlendska samfelagshugsjónin soleiðis at
standa nógv sterkari í Europa. Ja, tað hevur
enntá verið sagt, at við Svøriki sum limi fer ES
at gerast eitt skandinaviskt vælferðarsamfe-
lag. Hetta er blåoygt bjartskygni fyri ikki at siga
ynskidreymar. Svøriki er eitt europeiskt mini-
stórveldi og Svøriki fer alt fyri eitt upp i bólkin
av teimum stóru (Tyskland, Frakland, Italia og
Bretland), har semja er um at halda teimum
smáu niðri. Hetta eru ikki illgitingar. Hetta
hava svensku floksleiðararnir gjørt púra greitt.
So dreymurin um ein sterkan norðurlendskan
blokk í ES er einki uttan lognbrá.
TAPARIN við fólkaatkvgðuna í Svøriki er tann
norðurlendski dreymurin. Norðurlond sum
samstarvsøki verða søga áðrenn aldarskiftid.
Sum treytirnar eru, skulu flestu samstarvsøki
flytast frå Nordurlandarådnum til ES-stovnar.
Nú í hvussu so er try norðurlond, kanska fýra,
fara upp í ES, verða bert mentan og umhvørvi
eftir av norðurlendskum málsgkjum. Hesi
málsgki eru av størsta týdningi fyri allar borg-
arar í Norðurlondum, men eru tey nóg mikið at
bera eitt norðurlendskt politiskt og búskapar-
ligt samstarv? Hesum ivast flestu eygleiðarar
í. Ein annar spurningur er, hvort tað yvirhøvur
framyvir er møguligt hjá teimum Norðurlond-
um, sum fara upp í samgonguna, at røkja eitt
norðurlendskt samstarv afturat ES-samstarv-
inum, soleiðis sum vit kenna norðurlendska
samstarvid í dag. Livst so spyrst, men flestu
stuðlar av norðurlendskum samstarvi munnu
ivast og vera í døpurhuga.
Sasialunin
þá ú
tíði da FRÆLSI — JAVNAÐUR — BRØDRALAG
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller
pr Fyritaksstjóri. Krisjan Dahl
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Blaðfólk. Randi Jacobsen - Dagny
Joensen - Tórfinn Smith -
Kumar Jan Hansen -
Jústinus Eidesgaard
Heimsins stórsta skattatrýst:
Ein skattamálaráðharri
sum tosar um enn meira skatt?
Til løgtingsvalid í summar
lovaðu allir politiskir flokk-
ar at lætta um skattatrýstið í
Føroyum. At fíggjarognar-
avgjaldið, sum er ein 2-árs
kreppuskattur, skal halda
upp at árslok 1994 vita øll,
og tað vistu øll í summar,
tað stendur í lógini.
Men so kemur ráðgev-
andi nevndin hjá danska
forsetismálaráðharranum
og sigur okkum, at vit álíka-
vælskulu gjalda meiri skatt,
vit skulu skatta ognirnar á
landi og fiskin í sjónum.
Og fluks hava okkara po-
litikarar gloymt alt um val-
lyftir. Skattamálaráðharri
okkara fer straks at leggja
høvdid í blot fyri at tekkjast
harra Bonnerup á co. Alt
gloymt um „heimsins
størsta skattatryst«. Fíggj-
arognaravgjaldið skal bert
broytast at eita netto-ognar-
avgjald, pensións-ognarav-
gjaldella okkurt annað, um-
framt meira rentuskatt???
Nei, álvaratos, nú er
skjótt ovboðið hjá føroy-
ingum. Vit verða, sum er,
brandskattað — og her er
hugsað um tey, sum enn
hava arbeiði og halda, at tað
skal bera til at liva her í
framtíðini og svara hvgrjum
sítt, sum føroyingar vóru
vanir til.
Vit krevja ein lætta í per-
sónsskattinum hjá lág- og
midalinntøkunum. Saman-
borið við Danmark og onn-
ur norðurlond tola vit hin-
Útgevari: P/1 Saslalurin
Uppseting. PT Søsialurin
Prent: P/f Pressan 1981
Argjum
Teleton: 11820
vegin eina minni skatta-
hækkan hjá teim við stórum
persónligum inntøkum og í
rentuskattinum.
Men har út yvir eigur okk-
ara skattamálaráðharri at
gloyma alt um ognarskatt,
nettoognarskatt, fíggjar-
ognarskatt, pensiónsognar-
skatt og aðra skattaforfylg-
ing av teim eldru í Føroy-
um, tí einamest tey nakað
tilkomnu eiga fíggjarogn,
nettoogn ella pensiónsogn.
Vit vita øll, at uppgávan
hjá skattamálaráðharranum
ikki er løtt, tí skoyttu hinir
stóru flokkarnir ikki um
fíggjarmál at umsita, men
Føroya landsstýri og skatta-
málaráðharrin eiga ikki at
lefla fyri harra Bonnerup og
co. framum at tæna ti fólki,
sum hevur valt tykkum.
Gerið tykkum greitt, at
tað verður ikki li viligt í Før-
oyum við meiri skatti, tí
sum er, klára hvorki tey ar-
beiðsleysu ella tey við ar-
beiði at greiða sínar fíggjar-
Politisk viðmerking
67. ÁRGANGUR
Postadr.. Postsmoga 76
110 Tórshavn
Teletar: 14720
skyldur orsakað av skatta-
trýstinum.
Skal betri javnvág fáast á
fíggjarlógina, so má danska
stjórnin nidurfrysta ein
munandi part av lánum okk-
ara, so rentu-útreiðslurnar á
fíggjarlógini verða minni.
Nærum eingin annar møgu-
leiki er í løtuni. Men hevur
landsstýrið longu uppgivið
hetta, áðrenn fundin 17.
nov., so er lítið gott í
væntu???
Vit hava heimsins størsta
skattatrýst, sum er. Meiri
skattur fer ikki at bóta um,
men reka fleiri fólk av land-
inum. Vónandi ger lands-
stýrið ikki ta vanlukku at
koma við fleiri tiltøkum av
hesum slag niður yvir Før-
oya fólk.
Birgir Mohr
Politiskt tyggigummi og
falskar ideologiir
Tjóðveldisflokkurin royndi
at fortelja Nyrup Rasmus-
sen okkurt, nú hann var og
vitjaði. Ein yvirlýsing und-
irskrivað av formanninum
varð prentað í Sosialinum 5.
nov.
Fýra vóru punktini. Um
vidurskiftini Føroya og
Danmarkar imillum, um
Heimastýrislógina, hvat
Tjóðveldisflokkurin held-
ur, og ein umbøn til Nyrup
Rasmussen.
Eg las hana fleiri ferdir,
men mjørkin gjørdist svart-
ari fyri hvørja ferð. Smakk-
urin í munninum minnti um
eitt 50-ára gamalt bubble-
gum, sum einaferð hevði
verið ljósareytt, men sum
nú var púra litleyst. Hvat
søgdu teir?
* „Viðurskiftini Føroyar
og Danmarkar ímillum eru
vorðin alsamt fløktari…
síðani Heimastýrislóg-
ina<.
Tokutos. Føroyingar
hava yvirtikið at kalla alt
sum yvirtakast kann. Tær
fløktu refusi6ns-skipanir-
nar eru samanlagdar til ein
blokk, sum føroyingar
sjálvir umsita. Er hetta
fløkt? Ella hvat meina tit?
>Heimastýrislógin...
kom í gildi móti fólksins
vilja á fólkaatkvóðuni 14.
sept. 1946«.
Tokutos. Atkvøltt var ikki
um Heimastýrislógina
1946. Og tað nyttar einki í
dag at gabba og jabba um
eina atkvødu fyri næstan 50
árum síðani. Hví ikki fara
aftur til 1786, minnist meg
rætt, tá umboð fyri Føroya
fólk vóru ímóti, at fríhandil
var settur á stovn? Skal
tjóðveldis-logikkurin vera í
ordan, eiga vit at ganga inn
fyri Kongaligum Mono-
poli.
>Felags banka- og va-
lutamál hava elvt til skeiv-
ar ílógur og studning til
vinnutól<.
Tokutos. Er hetta dómi
um politiska-økonomiska
innsikt hjá tjóðveldisflokk-
inum??
** »Sjålvstyrid varð
skert til lítið og einki við
avtalunum frá... 1992 og
1993«.
Ja, gott fólk í góðum
landi. Hava út nakrantíð
hoyrt um ein kreditor, sum
lænir nakrar milliardir út til
eitt fallit-biigv — uttan at
seta treytir??? Var tað
danska statslánið ikki nóg
gott, roynið so okkurt ann-
að. So skulu út fáa eirinda-
leysa kapitalismu at fola.
*** „Nú fara allir føroy-
ingar... at semjast um, at
neyðugt er at gera endaliga
upp... í viðurskiftunum
Føroya og Danmarkar í-
millum«.
Tokutos, og følsk ideo-
logi ella hugsanarhåttur,
sum einki hevur vid dagsins
og fólksins veruleika at
gera.
Gera endaliga upp? Allir
fóroyingar? Endløsung?
Hvussu nógv procent fingu
loysingarmenn við seinasta
val?
**** „Nyrup Rasmussen
verður biðin um at hava
hesi viðurskifti í huga, nú
hann vitjar land okkara«.
Fantastiskt. Tjóðveldis-
menn biðja Statsminist-
aran um at minnast hetta og
hatta. Hvat skal okkara
egna Landsstýri og samráð-
Framhald á síðu 3