Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-15, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. november 1994síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ao pE —— Tidindabladid [ sostalurin | Nr. 218 — 15. NOVEMBER 1994 Síða 17 Lætt hjá VIF, tå Stjørnu- målverjin for i verkfall Málverjarnir hjá báðum liðum høvdu ávirkan á úrslitið í mansdystinum í Vestmanna leygardagin millum VÍF og Stjórnuna — Finn á Svød, tí hann før í verkfall í Stjørnu- málinum, og Bárður Nielsen, tí hann tók eina rúgvu av atsóknum á málið hjá VIF 1. deild menn: VIF-Stjørnan 33-18 (15-4) Málskjúttar: , VIF: Ingi Olsen 13, Áki Ol- sen 8, Rógvi Nielsen 6, Har- ald Bjørgvin 2, Sjúrður Holm 2, Johnny Joensen 1 Stjørnan: Allan Mørkøre 6, Olgar Danielsen 5, Sigg- ert Patursson 2, Simun Elia- sen 1, Karl Johannesen 1, Marni Isaksen 1, Rógvi Nielsen 1, Geir Wardum 1 Avaringar: VIF 2, Stjørnan 2 Utvisingar: VIF 6, Stjørnan 5 Askodarar: 275 Tað var ikki nógvur stirdil í klaksvíkingum í fyrra hálv- leiki í Vestmanna leygar- dagin, tá teir skuldu royna at staðfesta dygdirnar, teir hava víst higartil í ár. Meðan vestmenningar heilar fimtan ferðir funnu leiðina fram at meskunum í Stjórnu-málinum, gekst illa hjá Stjørnuni at fáa tað sama burturúr í hinum endanum bert fýra mál fingu klaks víkingar fyrra hálvleik. Ein orsøkin var sjálvandi tann, at VIF við nógvari ferð royndi at geva Stjørn- uni trupulleikar — ikki minst við at nýta allan vøllin og senda sínar vongspælarar heilt fram í krókarnar, tå liðið var í álopi. Men ein onnur orsøk — og tað var kanska høvudsor- søkin — var at finna í mål- verjanum hjá Stjørnuni, Finn á Svød. Hann fór at kalla í verkfall fleiri ferðir í fyrra hálvleiki og ta løtuna hann vardi málið í seinna Hetta er ein stórur trupul- leiki hjá Stjórnuni, at mál- verjin bert stendur hendur í hupp og ikki ger nakað sum helst fyri at taka skotroyndir frå vestmenningum. Heyði hann bert gjørt okkurt, so hevði munurin á liðunum í hesum dystinum kanska ikki verið stórri enn eini fimm ella seks mál — tey gjørdust fimtan... Ikki fyrr enn Hans Jacob Nystrøm loysti hann av í seinna hálvleiki kom skil í málverjaspælið. Avgjørt ein uppgáva, ið Geir Wardum noyðist at loysa til komandi dystir, ti við tí ítróttarandanum, Finn Systrarnar Sigbritt og Laila Friis og hinar í VÍF noyddust enn einaferð at síggja seg sigr- aðar av måtstødulidi, hesaferð Stjørnuni Mødgur á odda hjá Stjórnuni móti VIF 1. deild kvinnur: VIF-Stjórnan 8-18 (4-6) Málskjúttar: VÍF: Eydna Johannesen 3, Laila Friis 2, Angelie Joen- sen 1, Andrea Nielsen 1, Anja Seloy 1 Stjørnan: Annika Johan- sen 9, Malan Klakkstein 7, Vivian Dahl 1, Birgit Ryan 1 Avaringar: VIF 1, Stjørnan 3 Utvisingar: VIF2 Askodarar: 59 At aldurin ikki er tad tydn- ingarmesta fyri ein hond- bóltsspælara, er Jórun Jo- hansen í Stjørnuni eitt gott dómi um. Hon og dóttirin Annika eru ein sera týdn- ingarmikil duett fyri Stjørn- una, og leygardagin í Vest- manna vísti tað seg enn einaferð, at spælið fyri tað mesta gongur gjøgnum tær. Aftrat teimum hevur so eisini Malan Klakkstein stóran týdning, og hon er al- tid góð fyri nógv mál. Fyrra hálvleik var ikki so øgiliga stórur munur á, men í seinna hevði Geir Wardum Mynd: Barry Bláhamar fingið alt upp á pláss hjá Stjørnuni, ið bókstaviliga rann frá VIF-kvinnunum. Átta mál fekk Stjørnan í seinna hálvleiki, áðrenn tað eydnaðist VIF at minka, og hetta undirstrikar styrkina hjá klaksvíkskvinnunum, ið óivað ætlað sær við í toppin. Hinvegin endaði ov nógv av spælinum hjá VIÍF í mið- verjuni hjá Stjórnuni, og tað gav einki av sær. Men hóast útslitini hjá unga VIF-liðn- um ikki hava verið eftir vild, gongur tað spakuliga framá. (bwh/hj.) á Svød vísti í Vestmanna leygardagin, hoyrir hann als ikki heima í málinum hjá Stjórnuni — og so als ikki, um liðið skal gera sær nakr- ar vónir um at gera seg gald- andi í kappingini. Rógvi tók alt Just tað øvugta må so sig- astum Bárð Nielsen, ið stóð í VIF-målinum í hinum endanum á vellinum. Var Finn orsøk til, at VIF fekk nógv bilig mål, so var Bárð- ur so sanniliga orsøk til, at Stjørnan ikki fekk tað. Bárður spílaði seg út og tók eina rúgvu av skotum frå klaksvíkingunum — ikki minst úr spískum vinkli — og tað var ikki minst hans- ara æra, at munurin var so stórur á liðunum í hálvleiks- stedginum, at VIF í roynd og veru longu hevði vunnið dystin tá. Heilir níggju minuttir fóru av dystinum, áðrenn Stjørnan hevði skotið fyrsta málið, og tað sigur ikki so lítið, tí royndirnar trutu ikki. Fyrst og fremst vóru tað brødurnir Ingi og Aki Ol- sen, ið gingu undan úti á vellinum, og hóast klaks- víkingarnir royndu at fáa teir at spæla bóltin frá sær, heldur enn at skjóta, so bar tað ikki heilt ul. Av teimum 33 málunum, VIF fekk, áttu brødurnir Olsen heili 21! Eisini er vert at nevna verjupartin hjá John Wil- helmsensen, ið óivað fær fast pláss á liðnum, áðrenn langt umlíður. Heldur ikki eratgloyma Rógvi Nielsen, ið dugdi væl at brúka kjans- imar á strikuni vid rættilig- um »bulldosara«-spæli, 10 Stjórnu-verjan ikki fekk gjørt serliga nógv við. Sum ikki einaferð virkaði Allan Mørkøre sum stór- skjútti hjá Stjórnuni, hóast ikki serliga nógv var at heinta í Vestmanna leygar- dagin. Tað tykist, sum tá hinir ikki fáa spælið at ÁTT GTA UM koyra eftir vild, verður bólt- urin latin Allani í teirri vón, at hann altíð kann rista eitt mál úr ermuni. Verjan er tann stóru trupulleikin Serliga var tað verjupart- urin hjá Stjørnuni, ið ikki gekk serliga væl. Hverja ferð vestmenningar fóru í skjótálop, steðgari verjan hjá klaksvíkingunum upp, so teir ikki fingu gjørt neyð- ugu móttrekkini, og tí bar alt ov ofta til hjá VIF at fáa fult fyri skjótu kjansirnar. Men í framrættada spæl- inum kann Stjórnan fegnast um, at Carsten Andersen er við. Hann spjaðir spælið væl, og svíkur hann ikki åliud sum >play-maker< á liðnum. Liðið hjá Stjørnuni er fyri ein stóran part bygt rundan um spælarar, ið ganga á tekniska skúla í Klaksvík, og tað gevur liðnum ávísar dygðir, ið ikki skulu for- smáast — men spurningurin er so, um Stjørnan fær nakra framtíð burtur úr einum so- vorðnum liði. (bwh/hj.)' Kyndil mundi mist munin Móti endanum á dystinum móti KIF vórðu útskiftingarnar á liðnum hjá Kyndli so stórar, at tær ávirkaðu spælið. Ta løtuna eydnaðist næstan kollfirðingum at fáa havnarmenninar aftur 1. deild menn: KIF-Kyndil 20-23 (9-12) Málskjúttar: KÍF: Jákup Dam 8, Eddi Jo- ensen 5, Petur Martin Jo- hansen 4, Heini Joensen 1, Ragnar P. Joensen 1, Jón- olvur Johannesen 1 Kyndil: Petur Petersen 6, Bårdur Johannesen 5, An- dreas F. Hansen 3, Hanus Jensen 3, Tróndur Joensen 3, Sophus Dal-Christiansen 2, Bent Jåkup Hansen 1 Avaringar: KIF 3, Kyndil 2 Utvisingar: KIF 6, Kyndil 2 Askoðarar: 125 Tað var ikki nakar óuppi- borin sigur, ið Kyndil vann á Skála leygardagin móti KIF. Spælið hckk gjøgnum- gangandi betur saman hjå havnarmonnunum, og har- til er at nevna, at Kyndil hevur flciri spælarar, id cin- samallir kunnu avrika nak- að, meðan liðið hjá KIF i nógvar mátar er rættiliga ungt og í summum fórum uttan tær stóru royndirnar. Men so mikið meira var tað um reppið, at Kyndil misti alt á gólvið í seinna hálvleiki í dystinum mót KÍF. Frá at hava verið aftan- fyri við fýra og fimm mál- um alla tíðina, hálaðu koll- firðingar seg næstan upp á síðuna av Kyndli. Frá 15-20 megnaði KIF at koma heilt upp á 20-21 eftir tiggju minuttum, men so bar ikki til meira. Tá Jákup Dam varð útvístur fyri aðrur ferð líkasum dovnaði fram- fýsni hjá kollfirðingunum, og Kyndil fekk hinvegin enneinaferð lagt sjógv mill- um liðini við tveimum rgtt- um drønskotum frá Bárði Johannesen, so munurin at enda varð try mål. Dysturin javna byrjan Dysturin byrjaði rímiliga javnt, men sokom Kyndil at fyri seg og økti um munin, so hann i hålvleikinum var try mål. ; Og var tad ikki fyri Ola Kristiani Djurhuus i KIF- málinum, hevði munurin kanska verið enn stórri. Hósvíkingurin bjargaði við nógvum góðum bjarging- um, og tað var als ikki so lætt hjá Kyndli at fáa hol á — heldur ikki, tá tað annars sá rímiliga opið út. Tað kostaði Sophusi Dal- Christiansen eina útvísing, tå tiggju minuttir vóru eftir av dystinum, at hann sum tann iði upp í slag í púra leysari stóðu skjeyt bóltin beint í andlitið á KIF-mál- verjanum. Nú hildu dómar- arnir, ið bert komu hampu- liga frá dømingini, at ov- bodid var, og so spurdist útvísing burturúr. Annars var rættiliga eyð- kent fyri verjuspælið hjá Kyndli, at tað var ov ótolið, og tað kostaði fleiri av mál- unum, KIF fekk. Serliga var tað vantandi tol við Petur Martini Johansen, ið hevur rættiliga reikandi spælistil, ið kostaði nøkur av målun- um. Heldur enn at halda seg inni á strikuni og har binda um heilan fingur, fór verjan hjá Kyndli út, og tað var júst tað, ið Petur Martin ætlaði — so fekk hann spælt onkran av sínum spælarum frían. Eisini vórðu í so nógvar útskiftingar á Kyndla-liðn- um vidvirkandi ul, at KIF móti endanum mundi fingið Kyndil aftur. Rútman fór fyri skjeytið, og tað var helst bert lukkutreff fyri Kyndil, at Jákup Dam varð útblakaður beinteftir at KIF hevði minkað munin niður í eittans málið. Ein annar vansi, ið eisini kostaði Kyndli nógv, var at skotini mangan vóru ov illa avgreidd, og spillprosenuð var í hægra lagi. (hj.)