Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. november 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Nr. 220 — 17. NOVEMBER 1994 Átjan oljufeløg vilja bora við foroyska markið Í næsta mánað fer bretska handils- og ídnaðarmálaráðið at kunngera fyri tilsamans 18 stórum oljufeløgum, hvørji nýggj øki tey fáa tillutað at leita eftir olju í vestan fyri Hetland. Tal- an er um tilsamans 87 blokkar. Ein av hesum blokkum er so mikið åhugaverdur, at øll 18 feløgini vilja sleppa at leita eftir olju har. Eygleiðarar halda, at hesin blokkur er stutt frá fóroyska fiskimarkinum, har olja longu er funnin. Spenningurin millum fleiri ella rættari sagt flestu av heimsins størstu oljufeløg- um um, hvar tey sleppa at leita eftir olju i økinum vestan fyri Hetland er sera stórur. Talan er um tað 16. lisensumfarið og fer bretska handils- og ídnaðarmála- ráðið í næsta mánað at gera feløgunum greitt, hvgrji øki - blokkar - tey fáa tillutad. Talan er um ein rættiliga stóran part av øllum økinum millum Hetland og før- oyska fiskimarkið. Nógvir av blokkunum í nýggja útbjóðingarumfarinum liggja skamt frá føroyska markinum. Taðer eisini her kenda breska ráðgevara- fyritøkan Smith Rea metir, at bestu møguleikar eru at finna olju. Talan er um Føroyabassengid, ið gong- ur allan vegin framvið mið- linjuni millum Føroyar og Hetland. Tað er í hesum økinum, at BP og Shell og onnur oljufeløg, hava rakt við nógva olju og nú fara undir framleiðslu. Kunnu byrja at bora í 1995 Sosialurin hevur fingið up- plýst, at sjálvi loyvini til at bora eftir olju í 16. lisens- umfari verða latin oljufel- øgunum í 1995, soleiðis at tey tá kunnu fara undir at fyrireika komandi kann- ingar tað veri seg seis- miskar kanningar og bor- Frá oljuráðsteynuni í Aberdeen. Fleiri føroyi Charles Henderson frá bretska handils- og ídnaðarmálaráðnum, eitt nú Klæmint Olsen, lærari á Føroya Handilsskúla, sum saman við flokki sínum var við á ráðsteynuni. Mynd jan ing. Fad er eingin loyna, at flestu av feløgunum ser- stakliga hava eyguni eftir teimum økjum, sum liggja tætt upp at stóru olju- fundunum hjá BP, Shell og AmeradaHess. Hesi fundini eru í økjunum 204 og 205. Bretski — orkumålaråd- harrin, Tim Eggar segdi å tíðindafundi í farnu viku, at sera stórur áhugi er fyri 16. útbjóðingarumfarinum og vísti á, at tað serstakliga er í einum gki, at áhugin er ovurstérur. Henda blokkin ella partav honum hava ikki færri enn 18 oljufeløg lagt bilett inn til. 87 nyggir blokkar vid Á oljurådstevnuni i Aber- deen herfyti helt ein av stjórunum í DTI, sum er bretska handils- og idnadar- málaráðið áhugaverdan fyrilestur m.a. um 16. út- bjóðingarumfarið. Charles Henderson greiddi á ráðstevnuni frá, at oljufeløgini hava stóran áhuga í at vera við í víðari kanningunum av økinum vestan fyri Hetland. Hann vísti á, at valdir eru út tilsamans 87 blokkar í tí 16. útbjóðingarumfarinum. Tilsamans 18 oljufelog hava søkt um hesar blokkar og ein av blokkunum vilja øll feløgini hava. Hann segði ikki hvønn. Taðkann tó verða loyvt at gita, og hyggja vit eftir kortunum, sum Henderson visti fram á ráðsteynuni, so er greitt, at í økinum 204 - stutt frå BP keldunum Foinaven og Schihallion er ein blokkur, sum verdur vid í 16. umfarinum. Nógv talar fyri, at tað er hesin blokkur, sum er fáar kilometrar frá føroyska markinum. Eisini eru fleiri áhuga- verdir blokkar í øki 205, har Amerada Hess longu hevur funnið olju. Annars fevnir hetta lisensumfarið eisini um blokkar í økjunum longur syðri 202 og 203 og somuleiðis longur vestari í øki 206 og síðani har norðuri í økjunum 214 og 208. (Sí kort) Drálið ikki ov leingi við kanningunum I fyrilestri sínum á ráð- stevnuni í Aberdeen legði Henderson vegna handils- og ídnaðarmálaráðið stóran dent á at fáa oljufeløgini at fara undir at kanna longu tillutaðu blokkarnar. Við hesum sipaði hann til, at fleiri oljufeløg hava áður fingið ullutad blokkar, men hava enn ikki gjørt neyvar kanningar. Gongur tað ov long tíð til oljufeløgini fara undir kanningar í úllutaðum blokki, so kunnu tey missa sín lisens. Henderson vísti á, at tað við 16. umfarinum nettuper ngar hoyrdu áhugaverda fyrilesturin hjá T íðindablaðið EK WEST OF SHETLAND LICENSED ACREAGE Hetta kortið, sum bretska handils- og ídnaðarmálaráðið hevur gjørt, vísir tey økini, har loyvi eru givin at leita eftir olju. Vit síggja nøvnini á nøkrum av teimum stóru oljufeløgunum, sum hav fingið lisens uppá blokkar, ið allir liggja tætt upp at føroyska markinum. Eisini eru olju- og gasskeldur avmerktar á kortinum. Kelda DTI UNITED KINGDOM CONTINENTAL SHELF Blocks nominated - 16th Round Hetia kortid vísir blokkarnar, sum bretska stjórnin fer at bjóða út í 16. lisensumfarinum í næsta mánað. Talan er her um blokkar, sum í stóran mun liggja í tí økinum út móti Hetlandsrennuni, har hildið verður at bestu møguleikar at finna olju eru. Pilarnir (sum eru okkara) vísa, hvar blokkurin, sum øll oljufeløgini vilja fáa, kann vera tvs. í óki 204 ella 205. Kelda DTI ynski hjá bretsku stjórnini, at oljufeløgini eru meira á- gryun og fara undir kanningar sum skjótast. Her hava BP og Shell verið und- angongufeløg og tað hevur so eisini givið úrslit. Eisini hevur breiska stjórnin premierað BP og Shell fyri nettup teirra miðvísa og stóra = kanningararbeidi, sum nú hevur givið tað úrs- lit, at stjórnin hevur givið fyrsta framleiðsluloyvi vestan fyri Hetland í 20 ár. Infrastruktururin Henderson segði annars, at nú talan er um eina heilt nýggja og lovandi olju- provins ræður um at brúka allar góðar kreftir fyri at finna fram til, um nógv olja er til. Ut frá hesum ber so til at gera sær eina samlaða hóming av, hvussu infra- struktururin í økinum skal skipast i framtidini. Sum er er har als eingin infrastruk- turur og ætlanin er f fyrsta lagi at flyta oljuna vid tangaskipinum frå keldun- unum. Talan verdur ikki um rørleidingar sum í Norð- sjónum, ið føra oljuna til lands. Men verða nógvar olju- keldur funnar kann koma upp á tal at leggja rør- leiðingar á havbotnin. Tað liggur tó langt frammi í tíðini, men sera umráðandi