fríggjadagur 18. november 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Á rblaðstjóri: Jan Múller
A ksstóri Krisjan Dahl
Marghåttlig timing
Oddagrein
Orðið timing man valla finna náði fyri eygunum á
okkara målfrødingum. Kortini vita vit okkum eingi
ráð enn at nýta hetta orð, tá vit vága okkum fram
við eini fyribils viðmerking til politiatgerðina fyrra-
dagin. Vit gera vart við, at vit á ongan hátt taka
stæðu til, hvert atgerðin er grundað ella ikki. Tað er
sum kunnugt upp til dómstólarnar at taka stæðu til.
Eru menn ella fyritøkur sek í lógarbrotum eigur
hetta at fáa fylgjur, eru tey ósek, eiga tey at verða
reinsað. Hetta er enn sum áður støda okkara. Lat
ongan iva vera um tað.
Tá hetta er sagt, kunnu vit ikki bara okkum fyri at
seta nakra spurningar til umræðu og umhugsingar
— spurningar, sum nógv fólk hava sett sær sjálvum
hesar seinastu 48 tímarnar. Tey mál, sum politiið
nú er farið undir at kanna, hava verið uppi í longri
tíð, ja, í hvussu so er síðan rættarmálið um Heyga-
drang var fyri. Hetta merkir, at politileiðslan hevur
havt sera góða tíð at fyrireika tiltakið. Ogtann, sum
er eitt sindur illtonktur, kann ikki hugsa annað enn
sum so: tann, ið møguliga hevur nakað at krógva,
hevur havt ríviligt av tid at beina fyri møguligum
skjølum, ið kunnu verða honum ella henni at skaða
í einum rættarmáli.
Sum staðan er, hevur politileiðslan sostatt Sera
góða tid at leggja síni tiltak til rættis. Nógv bendir á,
at tiltakið er sera væl planlagt og planlagt at fara
fram á ein hátt sum seint verður gloymdur í Føroy-
um. Uttan mun til hvat úrslitið av eini rættargongd
einaferð fer at verða, eru gll innblandað longu revs-
að við hesi ógvisligu og PR-umgirdu herferð. Enn
einaferð koma vit á donsku forsíðurnar og fordóm-
arnir i Danmark móti føroyingum fara aftur at
brima.
Eingin droymir um at nokta politinum at útinna sitt
arbeiði. Men kortini reisir henda ógvisliga atsókn
nakrar spurningar, sum onkur eitt nú legmálaráð-
harrin (vit hava enntá tveir: Bjørn Westh og Óla
Jacobsen) má geva almenninginum svar uppá: Hví
verður tiltakið gjørt dagin fyri mest avgerandi sam-
ráðingarnar millum landsstýrið og donsku stjórn-
ina? Maðurin, sum hevur samskipað atsóknina í
øllumrikinum, sum tikið verður til, sigur, at hetta er
hent av berari tilvild. Hesum loyva vit okkum at iv-
ast í. Vit hava frá donskum stjórnarkeldum fingið
upplýst, at stjórnin og landsstýrið samdust um
fundardato tann 20. oktober. Avgerðin um politiat-
sóknina varð tikin 23. oktober. Hetta merkir, at løg-
reglan má hava vitað, at samráðingarnar skuldu
verða 17. november. kundi hetta ikki havt bíða til
eftir samráðingarnar ella verðið framt í somikið
góðari tíð áðrenn samráðingarnar, at tiltakið ikki
fullkomiliga koma at yvirskugga hesar? Her kann
ikki vera talan um tilvild — tað ber heilt einfalt ikki
til. Sjálvt politiið hevur ikki loyvid at vera so
klássut!
At tiltakið, framt við réttum ella órgttum, kom júst
nú, var ein dyggur smeitur fyri føroysku samråding-
arnevndina, sum má hava kent seg eyðmýkta og
viknaða. Við hesi margháttligu timing hevur tiltakið
milt sagt fingið politiskan dám og ivi er sáddur um
uttanveltaðu stæðu løgreglunnar. Politimeistarin
og løgmåtarådharrarnir skylda Føroya fólki eina for-
klåring og hon skal vera góð, um ikki timingin skal
gera varandi skaða á viðurskiftini millum føroy-
ingar og danir.
Sosialuria
FRÆLSI — JAVNAÐUR — BRØDRALAG
Biaðfólk. Randi Jacobsen - Dagny Útgevari: P/1 Sosialurin Bústaður: Arglavegi 26 | Postad:.. Postsmoga 76
Joensen - Tórfinn Smith - | Uppseting: P/T Soslalurin Argjum 110 Tórshavn
Hilmar Jan Hansen - Prent: P/E Pressan 1981 | Telston: 11820 Telefax: 14720
Jústinus Eidesgaard
SEV ei
el-prísin við 10%
streymin. Og tað í hesum
ófantaligu tíðum
Hóast ein lækking uppá
Í dag fríggjadagin
ásetur
umbodsnevnd SEV's streym-
gjøldini komandi år. Sum „altíð“
mælir leiðsla SEV's til óbroytt
gjald. Hetta er púra burturvid
Seinastu árini hava verið lag-
dar misvísandi fíggjarætla-
nir fyri umbodsnevndina.
Um tað hevur verið gjørt við
vilja ella ikki, skal vera Ósagt.
Men tað er logið, at fíggja-
rætlaninar ikki raka rættari,
tá ið einans góður mánaður
er eftir av fíggjarárinum. T.d.
eydnaðist tað seinasta ár
leiðsluni ein lítlan mánað fyri
árslok at billa umbodsnevnd-
ini inn, at årslitid í 1993 fór
at verda + 1,8 mi6. Tad
gjørdist + 16,6 mió. Úrslitið
f 1994 var tå sett til -11,0
mi6., men nå verdur roknad
vid einum yvirskoti uppå
+16,6 mió. Og í 1995 verður
roknað við einum yvirskoti
uppá #10,3 mió.
,
Yvirskot i fimm år
Seinastu 3 årini — 1991/1992/
1993 — hevur SEV havt eitt
vvirskot uppá +27,6 mió falt
hita sjálvsagt Eir át dit Er
goldið — olja, rakstur, fygi-
siting, rentur og avskrivin-
gar. Sum longu neynt væntar
SEV í eini vanliga sera varis-
ligu meting, at komandi tvey
árini við óbroyttum gjøldum
fara at geva yvirskot. Hetta
hóast ein minking í einýts-
luni uppá 5% og ein hækking
uppá 5% av oljuprísinum eru
íroknað. Um gjørt verður,
sum leiðslan sigur, so hevði
SEV uppá 5 ár havt tilognað
sær eitt yvirskot uppá minst
53,5 mió frá teimum
gjaldstyngu føroyingunum
Hetta má ikki henda
Uppskot leiðslunnar minnir
ikki sért um peningagirnd
El-gjøldini mugu kunna se-
tast niður. Hóast skuldin hjá
SEV er risastór, so megnar
felagið at gjalda hana, tí el-
prísirnir hava verið og eru
risahøgir. Men SEV megnar
eisini at gjalda skuldina,
hóast el-prísirnir verða lækk-
áðr við 10%. Einasta avirk-
anin hevði verið, at lækk-
ingin hevði minkað um tað
óneyðuga høga yvirskotið
Góð figgjarstøda
Likviditetur felagsins er í
lagi, somuleiðis soliditatet-
urin. Tó eigur at verða nevnt,
at stødan er góð einans so
leingi nýggj virðismeting
ikki verður gjørð av ognum
felagsins. Verður virðið av
ognunum knappliga sett til
helvtina, ja so er galið. Um
so verður, býðst ikki bøtur,
tí tá fer elfelagið so syngjandi
á húsagang. Lukkutíð er tað
einki, sum bendir á, at virðini
fara at verða niðurskrivað,
hóast ein í hesum døgum
kann ivast í, hvørji verligu
virðini eru.
Um so skuldi verið, má
umbodsnevndin sjálvsagt
kallast inn til eykafund og
viðgera støðuna. Somuleiðis
um oljuprísirnir knappliga
gera eitt risalop.
Lækkar SEV el-prísin hjá
øllum vid 10%, hevði SEV
— um stødi verður tikið í tei-
mum tølum, sum SEV
væntar í ár — fingið eina
minni inntøku í 1995 uppá
19,3 mió. Hevdi tann partu-
rín av vinnulívinum ikki
verið tikin við, sum longu í
day fær stóran avslátt, so
hevði inntøkan minkað við
16,1 mió.
„Afturgjalding“.
Tá ið tað varisliga metta yvir-
skotið í ár verður 16,5 mi6.,
er sostatt ikki talan um annað
ena at geva fólki tað aftur,
sum SEV hevurtikið ov nógv
inn í 1994. So einfalt er tað
Og mangt bendir á, at
gjøldini kunnu halda fram á
hesum stødi komandi ár ella
kanska minkast uppaftur
meira
Ikki er so long tíð liðin,
síðan SEV slapp undan
oljuavgjaldinum. Hetta kom
tó einans einum ávísum nýts-
lubólki til góðar. Men landið
misti einki, tí nú skuldu øll
gjalda MVG. Hetta merkti,
at vanligi el-nýtarin skuldi
gjalda helvtina meira fyri
10% kanska ikki munar tað
67. ÁRGANGUR
stóra, so trúgvi eg, at hon
hevði komið væl við hjá
mongum. Vanlig húski
høvdu spart útvið 1.000 kr
um árið. Og vinnulfvid hevði
avgjørt eisini merkt tað
Allur bati bøtir
Tí eigur umbodsnevnd
SEV's at vísa uppskotinum
hjá leiðsluni frá sær og áseta,
at gjøldini verða lækkað við
10% komandi ár.
Klæmint Olsen
SEV-umboðsneyndarlimur
SUPER
„DOUBLE UP«
Hvert fríggja- og leygarkvøld
kl. 22.00-01.00
KEYP EINA...
OG FÁ TVÆR!!!
| HETTA VIKUSKIFTIÐ:
Friggjakvøld: DJ -Petur Slyne
Leygarkveld:DJ - Petur Slyne
Kostnaður: 30 kr. & 70 kr.