leygardagur 19. november 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Semja í
Oddagrein
NOGV umrøddu samrådingarnar i Keyp-
mannahavn gjørdust ikki tann stóra tog-
toganin, sum mong høvdu roknad vid. Tad
eydnadist at fåa eina semju eftir bert fåum
timum.
NÚ eiga vit ikki at sammeta hesar sam-
ráðingarnar við tær undanfarnu, tí hesaferð
var ikki talan um at skula útvega nýggj lán at
bjarga bankum ol. Hesaferð var staðan ødrvisi
m.a. tí at danski forsætisráðharrin hevur
vitjað her og hevur sæð, hvussu stødan er í
landinum. Henda vitjan hansara hevur uttan
iva hava sína ávirkan á viljan og ikki minst
forstáilsi hjá dønum mótvegis føroyingum.
HÓAST mál enn liggja ósvarað og ógreidd, so
má sigast, at semjan í Keypmannahavn er eitt
gott úrslit fyri Føroyar. Hon ber í sær fleiri
positiv ting sum eitt nú grunnurin at fáa gongd
á virksemi í landinum. Eisini má tað sigast at
vera áhugavert at hava fingið við í avtaluna, at
tann skuld, sum vit annars skuldu byrja at
gjalda aftur í 1999 nú er betingað av før-
leikanum í samfelagnum at kunna gjalda hesa
skuld aftur. Tvs. at er fiskivinnan ikki komin
fyri seg aftur til ta tid og hava vit framvegos ikki
fingið nakrar inntøkur frá eini møguligari olju,
so fer danski staturin heilt at endurskoða
stødu sina til hesa skuld. Helst verður hann tá
noyddur til at avskriva hana ella stóran part av
henni. Hetta er greið tala.
HINVEGIN fekk okkara samrådingarnevnd ikki
eitt bein til jørðina, tá tað galt spurningin um
skyldu dana at vera við til at taka sína ábyrgd
av bankabjargingunum, nakað, sum før-
oyingar og eisini danskir serfrødingar hava
lagt stóran dent á. Hetta verður so at bíða
fyribils elia verður tað heilt at fara í gloymi-
bókina. I hvussu er tykist hetta at vera ætlanin
hjá donsku stjórnini. Afturfyri hevur hon so
viljað sett í semjuna tann partin, sum snýr seg
um afturgjaldingina, at hon skal gerast í tann
mun samfelagsbúskapurin loyvir tí. Her kann
ein so síga, at báðir partar hava vist sín góða
vilja, men um tað er nokk og umlivast kann við
tí er so ein annar spruningur. Áhugavert verður
at hoyra, hvat tingiu hevur at siga til júst tann
spurningin og hvgrjar viðmerkingar fara at
vera í samfelagnum sum heild.
VIT halda, at tað er sera umráðandi at hava
góð viðurskifti við Danmark. Hetta má vera í
besta felags anda og vilja, og eigur hvørgin
parturin at kenna seg illa mótvegis hinum. Vit
mugu finna semjur saman og royna at virka
saman ítann muntað ber til. Skal tað føroyska
samfelagið fáast í gongd aftur mugu vit og
danir stuðla hvør ødrum.
Svsialunin
Á rbiaðstjóri: Jan Múller
eter Krisjan Dahl
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Blaðfóik- Randi Jacobsen - Dagny
Útgevar- P/T Søslalurin
- Térfinn Smith - | Uppsetng P/T Søslalurin Argjum
ner oe Hansen - Prent: P/E Pressan 1981 | Teleton: 11820
Jústinus Eidesgaard
Det sendte chokbøj
forhandlingsdelegst
på Færøerne, da mind
5 pi
den
ger ligemmom
jon og sáministratlener
st 12 samfundespidset
færøske
* Færøsk Þolitiker.
tyske den
b eSættelse
/ fyri
Myte Kjarguard
* Ne
lup som
Mund Joen, b
he for min. lokuð Færøer
der
— gi „tk E
(í
mand Eg. eitur Melet
Bústaður: Argjavegi 26
67. ÅRGANGUR
Postadr.: Postsmoga 76
110 Tórshavn
Telefax: 14720
Donsku blødini
gjørdu í gjár eitt
sindur burtur úr
stóru húsarann-
søknini í Føroy-
um mikudagin.
Her nakrar av
yvirskriftunum
Húsarannsóknirnar vakt
miklan ans i Danmark
Donsk blød gjørdu í gjár nógv burtur úr teimum umfatandi húsarannsóknunum, ið
hava verið seinnu dagarnar í Føroyum, Danmark og Grønlandi. Og sum skilst á tí,
blødini skrivaðu í gjár, koma húsarannsóknirnar eins óvart á í niðri og tær gera her
Hóast eitt trísifrað tal av
politistum í Føroyum, Dan-
mark og Grønlandi var við í
teimum umfatandi húsa-
rannsóknunum, ið vórðu
gjørdar mikudagin og part-
viseisini hósdagin, eydnað-
ist so væl hjá politinum at
halda rannsóknirnar loyni-
ligar, at eingin grunaði nak-
að frammanundan.
So mikið meira hava hes-
ar umfatandi rannsóknirnar
vakt miklan ans — eisini utt-
an fyri landoddarnar.
Donsk blød gjørdu í gjár
sera nógv burtur úr húsa-
rannsóknunum, ið eisini
settu sín dám á hýrin hjá
nøkrum fólkum í Danmark
mikumorgunin.
Politiið var á 19 støðum í
Norðurjútlandi, Suðurjút-
landi, Fjóni, Sælandi og á
leiðini við Keypmanna-
havn og gjørdi húsarann-
sóknir. Tað skjalatilfarið, ið
hald varð lagt á har, verður
sent til Føroya, so skjølini
kunnu verda kannad nærri
her.
Bilsin undirstjóri
Stéra danska bladid Ber-
lingske Tidende skrivadi i
gjår i yvirskrift: »Færøsk
politiaktion overrasker i
Danmark«.
Blaðið hevur eitt nú tosað
við Stig Kaare Lyngsie, ein
av undirstjórunum í Dan-
marks Skibskreditfond, har
hann greiðir frá, at hann
visti av, at politiið var í ferð
við at gera kanningar, men
at tiltakið við stóru og um-
fatandi húsarannsóknunum
hevur gjørt hann bilsnan:
— Eg eri bilsin av, at farið
er so drastiskt til verka, sig-
ur hann við Berlingske Ti-
dende sum viðmerking til
tær 150 rannsóknirnar hjá
grannskoðarum, banka-
fólkum, sakførarum og pol-
itikarum mikudagin og hós-
dagin.
Hinvegin avsannar hann,
at Danmarks Skibskredit-
fond stendur at missa ser-
liga nógvan pening, orsak-
að av møguligum yvirfigg-
ingum av føroyskum fiski-
skipum:
— Vit tosa ikki so frægt
sum um prosent, vit tosaum
promillur. I stóru heildini í
skipskredittgrunninum er
talan bert um »beskedne be-
løb«, sum Stig Kaare Lyng-
sie málber seg.
Hinvegin vil hann íkki
siga nakað um, hvussu tað
skal hava borið til hjá lán-
takarunum at fíggjað skip-
ini 100% gjøgnum grunnin
og føroyska landsstýrið, tå
lóglig atgongd bert var til
90% lánsfígging:
— Um tað hevur borið til
hjá teimum at gera hetta
»nummarid«, kunnu vit ikki
siga nakað um, so leingi
sum rætturin situr, sigur
undirstjórin, ið her sipar til
Skálafjals-málið, ið fram-
vegis er fyri í Føroya Rætti.
Kendir danskir
sakførarar uppii
Sambært B.T., ið eisini
hevur gjørt nógv burtur úr
húsarannsóknunum í út-
gávuni í gjár, eru >Færger-
ne í chok efter stor-razzia<.
Somuleiðis sigur blaðið í
yvirliggjaranum oman fyri
yvirskriftina: >Samfunds-
spidser sigtet for million-
bedragerier<.
B.T. hevur eisini tosað
við Magnus Møller, ið er
ákæri í bæði Heygadrangs-
og Skálafjals-málinum.
Blaðið skrivar, at málið
um svik eisini hevur sterkt
samband til Danmarkar, og
víðari verður skrivað, at
Møller hevur >svært ved at
afvise<, at onkrir kendir
sakførarar í Keypmanna-
havn eru millum teirra, ið
fingu »uvelkomment besøg
i forbindelse med sagen<.
Bladid nevnir f sambandi
vid umrøduna eisini, at før-
oyska kreppan hevur alt
hópin av svørtum skemti og
skemti sum heild.
Soleiðis skuldi >menig-
mand í Thorshavn< hósdag-
in hava hildið sær á gamni
yvir, at ein rættiliga kendur
sakførari í Havn allan dagin
gekk aftur og fram í gongu-
gøtuni, so øll kundu síggja,
at hann ikki var millum teir
skuldsettu.
Blaðið sigur eisini, at tað
ikki er >hr. hvemsomhelst<,
ið hevur fingið vitjan av po-
litinum hesar dagarnar, men
at kanningarnar eitt nú hava
umfatað tveir fyrrverandi
løgmenn, Jógvan Sundstein
og Paula Ellefsen.
>Vedholdende rygter ta-
ler ogsá om et enkelt lag-
tingsmedlem som sigtet í sa-
gen<, skrivar B.T.
Løgmadur ber saman
við týsku hersetingina
Edmund Joensen, løg-
maður, verður í B.T. endur-
givin fyri at samanbera ta
stóru húsrannsóknina við
týsku hersetingina av Dan-
mark undir seinna heims-
bardaga:
»En aktion af den størrel-
se virker meget voldsom.
Det kom som en fuldstæn-
dig overraskelse, som kan
sammenlignes med den-
gang, Danmark blev besat
af tyskerne,« endurgevur
B.T. okkara »forbløffede«
løgmann.
hj.