Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. november 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 222 — 19. NOVEMBER 1994 Marita Petersen, formaður javnaðarfloksins um semjuna: Undanfarnu avtalur- nar grundarlagið Talan hevur hesaferð ikki verið um at læna pengar. Tað hevur tað verið fyrr. Undanfarnu avtalurnar hava verið tað grundarlagið, sum skuldi til fyri at fáa eina semju við donsku stjórnina nú sigur formaður javnaðarfloksins í viðmerking Marita Petersen, formaður javnaðarfloksins og ting- formaður er nøgd við sam- ráðingarúrslitið í Keyp- mannahavn hósdagin. Hon vónar, at semjan í Keyp- mannahavn fer at vera framhald av tí gongd, sum hevur verið í tingingunum seinastu árini, sum jú hava snúð seg um at fáa føroyska búskapin aftur á beint. -Men kennist tað ikki svárt at síggja, at tað eru aðrir enn tú, sum nú gera eina góða avtalu við danir? -Eg haldi tað er skeivt at kalla hetta fyri eina avtalu. Heldur er talan um eina semju og sum tað eitur hava báðir partarnir skriva undir eina "fælleserklæring" heldur enn eina avtalu. Marita Petersen vísir á, at munurin millum hesar samráðingarnar og tær, sum hava verið í hennara tíð sum løgmaður er tann, at hinir fundirnir hava snúð seg um at læna pengar. Tá hava vidurskifuni í Føroyum verid so ring, at tad hevur vend neydugt at læna pengar bædi til bankar og til landskassan. -Lesir tú hesa felags frágreiðing frá fundinum so eigur tú eisini at viðganga, at tað átti at verið lættari nú at fingið nakað felt niður á páppírið, tí fundirnir frammanundan hava nettup verið tað neyðuga grundar- lagið fyri hesum seinasta fundinum. Marita Petersen sigur víðari, at tað, sum fór fram í Keypmannahavn nú, bygg- ir í høvudsheitum ella burturav á undanfarnar fundir. Hon heldur annars, at úrslitið í Keypmannahavn er gott fyri Føroyar. Hon leggur tó aftrat, at her fyri- liggur ikki so nógv meira enn tað, sum vit longu vistu vit vildu fáa burtur úr longu í vár. Fundurin 17. november varð longu avtalaður 28. mai í fjør og stungið varð longu út í kortið tá, hvat hesar samráðingarnar skuldu snúgva seg um. Marita Petersen heldur tí ikki, at tað er nakað serligt nýtt í semjuni. Nógv er rætt og slætt ásannanir av ti, sum varð frammi í fjør. Afturgjalding av lánum Men tað, sum er nýttog sum Marita Petersen er sera feg- in um er tann grunnur, sum núer settur til at fáa gongd á arbeiði í Føroyum. Hon fegnast ikki minst um tann partin av semjuni, sum snýr seg um aftur- gjaldingina av lánunum til danska statin. Longu í avtaluni frá maí í 1993 varð avtalað, at vit skuldu byrja at gjalda aftur lånini i mai 1999. Tað nýggja í hesi semjuni, sum Marita Petersen heldur vera sera gott at hava fingið við, er, at afturgjaldingin úr landskassanum nú verður tengd at førleikanum hjá landinum til ta tíð at gjalda lánini aftur. Marita Petersen sigur, at hesin parturin av semjuni er kanska ein tann týdning- armesti og er eisini tað, sum undanfarin samrådingar- fólk hava havt í huganum alla tíðina, nevniliga h etta at vit bert kunnu gjalda lánini aftur í tann mun inntøkurnar í samfelagnum skapa møguleika fyri. -Eg havi ongantíð hugs- að, at danir ikki fóru at vera til at tosa við, tá vit komu til 1999 og skuldu til at gjalda alla skuldina aftur. Tað hevur alla tíðina ligið í luftini, at henda aftur- gjalding mátti taka hædd fyri støduni í samfelagnum til ta tíð. Tað hevði lítil dug- ur verið í at sorla sam- felagið bara fyri at skula hildið seg til bókstavin í avtaluni = sigur Marita Petersen. Hava ikki bundið okk- um Uppá fyrispurning um tað er rætt og rímuligt av føroyingum í avtalu við danir at binda framtíðar inntøkur frá eini komandi oljuvinnu til at gjald skuld aftur við sigur Marita Petersen, at ein hevur sum so ikki bundið seg til nakað. Talan er um eina "fælles- erklering". Men hon heldur tað vera sera rímuligt, tá ein hevur lænt pengar, at vit siga, at koma vit til pengar, so vilja vit eisini vera við til at gjalda skuldina aftur. Marita Petersen. heldur ikki at vit hava bundið okk- um til at gjalda alt yvir- skotið frá eini møguligari oljuvinnu til danir. Men mótvegis sínum egnu borg- arum kann danska stjórnin ikki annað enn vísa á, at møguligar inntøkur frá oljuvinnu skulu vera vid til at gjalda lån aftur. Formadur javnadarflok- sins heldur annars fyri, at nógv i semjuni er upp- fylging av ti, sum hevur verið frammi fyrr. M.a. hevur landsstýrið fingið boðið um at fáa ser- frødingahjålp úr Danmark at fåa bøtt um almenan bygnadin. Tad er gott, at hetta er komið niður á páppírið. — Hvat víðvikur inntgku- trygdini, so heldur Marita „Petersen, at tað gott at fáa eina frágreiðing um hetta málið, soleiðis sum tað er orðað í semjuni. -Eg haldi tað er ein góður máti at enda hetta málið upp á Kommunulán Spurningurin um endur- fígging hevur eisini verið frammi fyrr, so her er einki nýtt sum so. Marita Petersen er annars fegin um tað, sum er komið í semjuna um umlegging av kommunuskuld. Her er ein tilsøgn frá stjórnini at hon vil tosa við Kommunu- kredit. Tað kann føra til, at kommunurnar fáa eina betri avtalu. Formaður javnaðarfloks- ins heldur annars, at kravið í sambandi við rammuav- talurnar er rættiliga hart. Í semjuni stendur m.a. "Landsstyret — fremsætter inden udgangen af 95 forslag om udfyldene lovgivning.” Marita Petersen heldur at tað kann vera tørført hjá okkum at klára hetta, tí talan er um eitt so stórt lógarkompleks. Hetta fer at krevja sera nógv av før- oyingum og fer helst at vera trupult at klár. -Men sjávlandi er tað rætt at royna at fáa hetta í rætt lag. Men tað hevði verið betri við kanska tveimum árum aftrat til at klára hesa Stóru uppgávu. Men hvat heldur Marita Petersen so um fiskivinnu- málini í nýggjum semjuni? -Skal eg siga tað heilt stutt., so er eru somu bindingar har sum fyrr, eitt nú við áseting av kvotum. Sum heild kann sigast, at í fiskvinnupolitikkinum er ikki nøkur broyting. Marita Petersen heldur tað vera rætt av lands- stýrinum at fáa við í semjuna, at landsstýrið vil kanna, um tað eru aðrir møguleika at fáa góða stovnsrøkt enn kvoturnar. Marita Petersen hevur viðmerkingar til fleiri aðrar partar av semjuni, sum hon vil venda aftur til í eini komandi samrødu. Vit spurdu at enda formann javnaðarfloksins, hvat hann heldur um nyggjstu semjuna sum heild? -Eg haldi at ordini hjå Lykketoft lysa hetta so væl. At tað ber ikki til triðja hvgnn mánað at gera nýggjar avtalur. Hetta merkir so eisini, at avtalan sum vardgjørd í fjør um bankarnar var nóg góð og er í tráð við setningin, at fáa eina endaliga loysn á teimum ymsu málunum sohvørt tey taka seg upp. Tíðindablaðið ÆSETI urskiftum millum Danmark Eg haldi annars at tað við og Føroyar. hesi semjuni skuldi verið grundarlag fyri betri við- jan Tøkk Hjartaliga takk fyri synda samkenslu tå MIKKJAL LUDVIG FAMJIN doyði og fór til gravar. Takk til prest Paulsen fyri góð orð í kapelli og kirkju, takk til berarar, kirkjutænarar og gravarar. Ein serstøk tøkk til tykkum á Suðuroyar Rektar- og Ellisheimi, sum vóru so væl um hann tey mongu ár, hann var á heiminum. Jacob Magnussen Fámjin Rimmar JOLABINGO verður í Bygdarhúsinum í Hósvík sunnudagin 20. november I. 16.00 Vinningar fyri hvorja fulla plátu: Heil krov + síðuvinningar, dunnur, ræst kjøt, føroysk gås, karamellur og alt gott, ið hoyrir jólunum til. Eykaspælid nu gåvukort upp å 2.600 kr. Kaffi/te og Ris a la mande og køkur i steðginum. Øll eru hjartaliga vælkomin Bygdarfelagid Vardin Økisumbod søkist til sølu av hentum, nyggjum og bilig- um skrivstovuluti fyri fastan part av prisinum. Áhugað skrivid til: Sosialur- in, Box 76, 110 Tórshavn, undir Bill. mr. 1062