Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. november 1994síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tidindabladid GSK: 2. deild: Kaggin ætlar sær í 1. deild Stórur spenningur er í 2. deild. Tað eru bert 10 súg á muni millum nr. 1 og 4. Kaggin hevur lagt seg á odda, Mimir er nr. 2 og Tørshøll nr. 3. Kaggamenn hava fingið hjálp úr Mimi og tað kann verða tann hjálpin, sum fær liðið inn um gáttina til 1. deild. Tað er Anfinn Hansen, sum í fjør spældi á 1. deildarliðnum hjá Mimi, sum í ár spælir fyri Kaggan. Hann hevur longu víst, at tað er dugur í honum. Í kappingini móti Tvøroyri 2 vann Kaggin 17-1 og hevði Anfinn besta úrslitið við 20 eygum í meðal. Hann hevði eisini sín besta dyst higartil eini billardkapping. Hesin dystur var upp á 624 eygu. Hinir spælararnir á kaggaliðnum eru Høgni í Dali og Jens Pauli Peter- sen. „deil Á mimirsliðnum, sum í fjør var í 1. deild, spæla Nemus Djurhuus, Jørleif Næs og so ein gamal kenningur í billard, Hans (Hanseman) Mikkelsen. Her er tað aftur Nemus, sum stendur seg best. Tórshell er nr. 3. Liðið er mannað við Johannes Skaarup, Karl J. Staksberg og Hans C. Hedegaard. Johannes hevur víst fram- úr gott spæl higartil í kappingini. Hann hevur havt ávikavist 25 og 21 eygu í meðal í tveimum av kappingunum. Við hesum spælinum telist hann mill- um fimm teir bestu spæl- ararnar í landinum i løtuni. Eisini Karl Johan Staksberg hevur víst sera gott spæl. Í kappingini móti Mimi, har Tórshell vann 10-8, hevði Karl Johan 19 eygu í meðal. Klaksvíkar Klubbi er mannaður við Heimi Ouo- son, Terja Sigurðsson og Tummas Johannesen. A liðnum hjá Havnar Klubba í 2. deild spæla í år: Hans Ottosen, Sverre Egholm og Flemming Samuelsen. Tvøroyrar Klubbi hevur hesa manning: Poul Poul- sen, Per Lave og Harald Holm. Lítið munur er í oddinum í 2. deild, so tað er torført nú at gera sær nakra meting um endaliga úrslitið. Men helst verða tað Kaggin, Mimir og Tørshøll, sum fara at stríðast um uppflytingar- plássið. Øl liðini eiga sterkar spælarar, so her kann alt henda. Vit fáa heilt givið eina sera javna og spennandi kapping. Fuglfirðingar sera góða byrjan Billardfelag Fuglafjarðar er fyri fyrstu ferð við í eini billardkapping. Felagið hevur tvey lið í 3. deild og hava hesi longu gjørt vart við seg. Tey eru ávikavist nr. 1 og 2. Liðini eru mannað við yngri og eldri spælarum. Á ødrum liðnum eru ungir og nýggir spælarar, sum hava víst sera gott handalag og Fuglafjarðar Klubbi, sum hegni. Teir fara vit at síggja nógv til komandi árini. Spælararnir eru Helgi Midjord, Eyðun Larsen og Elmar Abra- hamsen og Jákup Bald- vinson (eyka). Hitt liðið hjá fuglfirð- ingum er mannað við trimum av teimum gomlu veteranunum á liðnum hjá ikki hevur verið við i kappingunum í nógv ár. Teir eru Jens Holm, Sofus Baldvinson og Jákup Gaard. Her hevur serstak- liga Sofus víst framúr gott spæl vid millum 15 og 20 eygum í meðal. At lid teirra hevur heili 13 eygu í meðal vísir, at her eru sterkir spælarar á liðnum. Kaggin 1 ernr.3 vid manningini Sigvald Ras- mussen, Ambjørn Sivert- sen og Regin Torkilson. Her hevur Arnbjørn vist sera gott spæl i fleiri dystum. Eisini hinir bådir hava havt góðar dystir. Marinustødin er nr. 4. Her spæla Niels Philblad, John Holmsted og Mic- hael Jørgensen. Síðani kemur Vágs Klubbi. Liðið er mannað við Petur Gærdbo, Tórða Poulsen og Finn Gærdbo. Kaggin 2 hevur hesa manning: Anfinni Poulsen, Jón Ellingsgaard og Michael Miller. Mimir liggur á einum 7. plássi og er mannað av Klaus Dahl, Jógvan As- bjørn Skaale og Súna Sel- fos. Havnar Klubbi hevur hesa manning: Niels Gull- bein, Líggjas Joensen og Sigurð Andreassen. Klaksvíkar Klubba er mannað við Regin Joen- sen, Jan Erik Frekriksberg og Eyðun Jacobsen. Niðast í 3. deild er Tórs- hell við hesi manning: Egon Andreassen, Axel Rasmusen og Atla Skaal- um. Um víðari gongdina í 3. deild er at siga, at fugl- firðingar helst fara at standa seg væl, men teir fara at fáa harða kapping frá fleiri av hinum liðu- num. Nr. 222 — 19. NOVEMBER 1994 Síða 15 — S