Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. november 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

+ Hetzin heldur fram »Færøerne bør averteres til salg til Statstid- ende. Og så skal vi ganske roligt vælge det høj- este tilbud, uanset om det kommer fra Nord- korea, Albanien eller Georgien«. SOLEIÐIS stendur at lesa í oddagrein i Ekstrablad- et leygardagin tann 19. november. Hetta er bert eitt av mongum dómum um ta hetz og hatursher- ferð, sum verður rikin móti føroyingum í stórum pørtum av donsku pressuni. FØROYAR og føroyingar hava mangan verið mál fyri óndsinnaðum og hatafullum ålopum í donsku pressuni, eitt nú tá sjålvstyrisrørslan tók seg upp, í triatiårunum, tá vit royndu at sleppa at fiska í Grøn- landi, tå fólkaatkvgðan var og tå læknastridid leik- adi å sum hardast. Men undir hesum herferdum var altid okkurt danskt blad, sum royndi at lita eitt sindur nuancerað upp á vidurskiftini og sum tók okkum í forsvar. Tad var vanliga høgrapressan, sum spilti føroyingar út og mid- og vinstrapressan, ið royndi at verja. Í seinastuni hevur verið umvent og mest høgravenda blaðið í Danmark, Jyllands- posten, hevur at kalla verið einasta blað, ið hevur dittad sær at hugt at Føroyum og føroyingum við ødrum eygum enn teimum hjå Ekstrabladet og chefideologi tess, Kirsten Jacobsen. MEN nå er so als eingin longur, sum verjir borg. Fremstu blød i Danmark eru farin undir eina veru- liga útspillingarherferð móti fålki .og landi og vit standa púra verjuleys. Uppaftur verri er, at tað eru landsmenn, ið hjálpa væl til eins og ávísir fyrr- verandi politikarar á tann mest fariseiska hátt royna at reinsa seg og heingja aðrar út. Eitt dapurt dømi um hetta er fyrrverandi løgmadur Pauli Ellef- sen, sum í Berlingske Tidende sigur seg vera tann einasta, sum hevur roynt at talað at óskilinum í Føroyum, men eingin vildi lurta eftir honum. Tverturímóti fekk hann bara »en masse ballade«, sum hann tekur til. TAD er torført at vita, um tad, sum blødini skriva dekkar meiningina hjá fjøldini av danska fólkinum. Eitt er tó vist, at hendan skrivingin gagnar ikki Før- oyum. Hon gagnar bert sølutølunum hjá donsku skarnspressuni. Tað er torført at vita, um ein mót- herferð frá føroyskari síðu vildi verið til nakað gagn, men okkurt má gerast og landsstýrið má um ikki annað so avsanna t2y ósannindi, ið ganga aftur og aftur í donsku pressuni: hetta, at vit fáa milliardir sum gávu frá danska skattgjaldaranum. Talan er um lán, ið skulu rindast aftur við rentum. Hetta varð enn einaferð váttað við seinastu avtalni. Hetta átti danski almenningurin at fingið at vitað og er tað so, at danska stjórnin hvorki vil ella kann syrgja fyri hesum, mugu Føroya landsstýri og før- oyska pressan syrgja fyri tí. Ein slík mótherferð átti at verið roynd um ikki annað so av fyriliti fyri okkara landsmonnum i Danmark, id líða undir ålopunum frá donsku skarnspressuni og hennara føroysku leigusveinum. Svsialunin Ól da FRÆLSI-— JAVNAÐUR — BRØDRALAG j: Blaðfóik. Randi Jacobsen - Dagny Fyritaksstjóri. Krisjan Dahl ; ; Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Útgevari- P/1 Saslalurin Joensen - Tórfinn Smith - | U - PA Sostalurin Argjum Hilmar Jan Hansen - I P/I Pressan 1981 | Telefon: 11820 Jústinus Eidesgaard 67. ÁRGANGÚR Postadr.. Postsmoga 76 110 Tórshavn Teletax: 14720 Vinnulívsgrunnurin og vinnuætlanin Skulu danskir serfróðingar leggja restina av føroyska vinnulivinum til rættis? Oført hava teir reypað, løg- maður og hansara lands- stýrismenn, um avtaluna ella ta >Fælleserklæring<, sum varð gjørd millum Landsstýrið og stjórnina. Heimastýrið er bjargað, teir hava samráðst á jøvnum fóti, Sambandið hevur vunnið landið aftur osfr. Sjálvandi tiga teir við, at onki av øllum tí, sum teir undan valinum søgdu seg vera førar fyri at avrika, fingu teir við í avtaluna. Ongin avskriving av skuld ella rentum. Alt hetta og so tað, at av- talan er spekkað við orðum um danskar serfrødingar, ið skulu vegleiða føroyingar á øllum økjum, skal eg venda aftur til í aðrari grein. Her skal eg bert gera nakrar við- merkingar til tann 200 miljóna grunn, sum ætlanin er at stovna, og nakað av tí, sum annars verður sagt um vinnulívið í framtíðini. Ógreitt, hvat grunnurin skal brúkast til Tað, sum í fyrstu atløgu kann tykjast tað positivasta av tí, sum kom við í nevndu >Fælleserklæring<, er, at ein grunnur skal stovnast við 100 mió. kr. úr stats- kassanum og 100 mió. kr. úr Føroyum (úr ti gamla 60 miljóna grunninum, frætt- ist). Enn er kanska torført hjá okkum øllum, ið ikki sótu við samráðingarborðið, at vita, hvussu hesin grunnur fer at virka. Henda ógreiða kemur eisini fram í tí, sum sagter. Stjórin í Fiskavirking, Bjarti Mohr, hevur fagnað tiltakinum, tí hann roknar við, at peningurin skal nýt- ast at keypa russarafisk við. Á sama borð ber tað, sum Marita Petersen sigur í sam- rødu vid Sosialin: »Formadur javnadarflok- sins heldur tað ljóðar sera skilagott at seta pengar av í grunn fyri at útvega virkjum í Føroyum 3. lands fisk«. Er hetta ætlanin ella høv- uðsætlanin við grunninum? So kann tað ikki skiljast ødrvisi enn, at hetta er ein kamuflerað almenn donsk- føroysk roynd at hjálpa tí hart kroysta fólkafloks- og javnaðarfelagum Pf. Fiska- virking. Vinnumenning - eitt Framtaksfelag Landsstyrismadurin i vinnumålum, Oli Jacobsen, tykist at meina nakad ann- að. Hann sigur vid Sosialin: >Nú eru torførastu forð- ingarnar burtur, og vit kunnu fara undir at menna vinnulívið. Eftir hesum kunnu hugsandi nýggj virki setast á stovn, so skjótt sum vinnulógir o.a. er skipað<. Hetta samsvarar eisini betur við orðaljóðið í avtal- uni, har sagt verður, at >der er enighed om at søge op- rettet et erhvervsudvikl- ingsinstitut«, = tvs. ein Vinnumenningarstovn. Hesin grunnur skal seta åbyrgdarpening i fyritøkur og verkætlanir, men treytin er, at »et eller flere penge- institutter på basis af egne kreditvurderinger« sam- stundis veita lán ella aðrir pengamenn eisini seta á- byrgdarpening í. Ein fyritreyt er tað eisini, at >de págældende projekt- er kan forventes at resultere i et positivt dækningsbidrag på — markedsøkonomiske vilkår«. Grunnurin skal virka sum »katalysator for en vækst- proces«, og ti skulu fyritøk- urnar seljast, tå 3—7 år eru farin, um nakar keypari er. Eru fyritøkurnar ikki »leve- dygtige«, skulu tær >op- gives«. Eftir hesum tykist tað púra skilligt, at Vinnu- menningarstovnurin er grundadur å ætlanina at stovna eitt Framiaksfelag, sum Landsstyrid skeyt uppi vår. Tá heimilaði Løgtingi5 Landsstyrinum at seta 9 mió. kr. í eitt slíkt felag, og aðrir — banki, sparikassar, trygging og verkafeløg — skuldu seta 21 mió. kr. í. Stýringin Tankin er góður — og tå virkast skal, eru 200 mió. kr. jú meira at arbeiða við enn tær 30 miljónirnar, sum undanfarna = Landsstýrið hevði ætlanir um. Men gongur tað illa er eisini meira at missa. Vónandi fer hesin stovnur atelvatil, at mong nýggj ar- beiðspláss fáast til vega. Men hvussu verður við styringini? I fjølmidlunum er sagt, at triggir nevndar- limir skulu vera føroyskir og tveir danskir. Tad stend- ur ikki beinleiðis í avtaluni. Har stendur, at »bestyrelsen på fem medlemmer udpeg- es af statsministeren og lag- manden med mulighed for i hvert fald tre medlemmer med tilknytning til Færø- erne«. Ongin beinleiðis trygd fyri einum føroyskum meiriluta og onki um for- mannin. Her er eisini vert at geva gætur, at tað er ikki Lands- stýrið, men løgmaður, sum saman við forsætisráðharr- anum skal velja nevnd. Tann parturin av nýggju stýrisskipanini, sum gevur løgmanni og teimum ein- støku landsstyrismonnun- um avgerdarrætt og åbyrgd í staðin fyri tí núverandi nevndarstyrinum, kemur ikki í gildi “yrr enn á Ólav- søku i 1996. Og tá ætlanin nú í hesum eina førinum er atseta skipanina í gildi uppá forhond, tykist tað løgið, at landsstýrismaðurin í vinnu- menning, Óli Jacobsen, ikki hevur fingið hetta litið upp í hendur, men løgmaður. Teir báðir, forsætisráð- harrin og løgmaður, fáa ikki bert rætt at velja nevnd. Teir fáa honds- og hálsrætt yvir stovninum og virksemi hansara. Viðigkur fyri stovnin skulu gerast skjótast til godkendelse af stats- ministeren og lagmanden<, og 'á trý ár eru farin >fore- tager lagmanden og stats- ministeren í fællesskab en vurdering af, om der er grundlag for at føre insti- tuttet videre<. Soleiðis >vunnu teir land- ið aftur<. Vinnulivsætlanin Treytirnar um danska åvirk- an fáa meg at ivast í, um so stórt gagn er í at fáa 100 mió. kr. úr statskassanum til grunnin. Ein annar møgu- leiki hevði verið, at lands- kassin setti 50 mið. kr. í og tann gamli 60 miljóna grunnurin 150miljónir. Tað hevði givið líka nógv, og tá kundu føroyingar sjålvir havt allar nevndarsessirnar og stýrt øllum virksemin- um. Í >Fælleserklæringen< kemur eisini fram, at Lands- stýrið arbeiðir við at gera eina vinnulívsætlan fyri Føroyar. Tað ljóðar skila- gott. Men óttin kemur, tå eg undir yvirskriftini >bistand ul opstilling af erhvervs- plan« f avtaluni lesi: »I den forbindelse vil re- Framhald á síðu 4