Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. november 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Elnýtslan á sama stødi sum fyri 10 árum síðani El-nýtslan minkaði dupult so nógv í 1993 sum roknað vað við. Heldur hendan gongdin Nr. 224 — 23. NOVEMBER 1994 fram, slepst ikki undan príshækkingum, sigur SEV Tá leiðslan á SEV gjørði sínar metingar um 1993 varð roknað við, at el- nýtslan fór at minka við fimm prosentum. Men leiðslan fór skeiv. -Tað varaði okkum ikki, at elsglan skuldi minkað heili tíggju prosent, sigur leiðslan í seinastu ársfrá- greiðingini og leggur aftrat, at tey hildu, at tey fimm prosentini í afturgongd, var heldur í meira lagi. Í ársfrágreiðingini verður sagt, at framleiðslan er fallin við 16 prosentum síðani í 1989, og er SEV í dag á sama framleidslustødi sum í 1985. Sagt verður, at heldur hendan gongdin fram, slepst neyvan undan príshækkingum. Nógv avgjøld Í frágreiðing síni sigur SEV ialt ungalja 1 SEV, at orkuprisurin í Før- oyum verður mangan sam- anborin við prisin í øðrum londum, men hesar saman- beringar eru ikki altíð líka væl lýstar, tí avgjalds- og skattapolitikkur hevur stóra ávirkan á prísirnar. SEV minnir á, at i Føroy- um hevurøll orkuútbygging verið hart tollað, umframt at oljuavgjald er lagt á inn- flutta olju. Tá so MVG- skipanin varð tíkin í nýtslu, var MVG eisini lagt á elorku, uttan at tollurin, sun goldin varð av øllum fløgum i åttatiårunum, varð afturborin ul brúkaran. Men onkur glotti hevur t6 verið at hóma. Hesin var við ársbyrjan í 93, tá nýggj prísskrákom í gildi fyri ávís ídnaðarvirkir. Tá varð av- talað gjørd millum lands- stýrið og SEV, at oljuav- Elframleidsla 1993 Bytt eftir framleidsluhåtti Van FS Tungolja gjaldið á tungolju varð avtikið um so varð, at SEV lækkaði orkuprísin til avís ídnaðarvirkir, svarandi til sparingina í oljuavgjaldin- um. SEV heldur, at hendan skipanin hevur roynst væl og lætt nakað um hjá ídnað- arvirkjum. Men lagt verður aftrat, at meirvirðisgjaldið er ein dyggur smeitur hjá vanliga húsarhaldinum. Árið hilnaðist væl Men hóast elsølan fall næstan tíggju prosent frá 1992 til -93, og hóast ongar príshækkingar hava verið, hilnaðist árið rættiliga væl kortini. Inntøkan minkadi 11,3 prosent, men útreiðsl- umar minkaðu eisini so mikið, at rakstrarúrslitið var 14,3 milliónir í avlopi. Hetta er heldur betri enn Vindur" Gassolja að Stivliga 40 prosent SEV framleiddi í fjør stívliga 73 milliónir KWh av orku úr vatni. Hetta var ein minking upp á 12,2 prosent í mun til árið fyri. Vatnframleidda orkan er stivliga 40 prosent av ti, SEV framleidir. Av hesum framleiddi Eiðisverkið 21,2 mió, Vestmanna 46,3 mió, Strond slakar 2 mið. og i Suðuroy vóru framleiddir 4,1 mió. KWh. Ur olju framleiddi SEV í fjør slakar 106 milliónir [ kWh. Hettaerein minking upp å 8,2 prosent. Av hesum vóru 89 mió. kWh framleiddir á megingkin- um. Av teimum fram- leiddi Sund tær 88 milli- ónirnar. Oljuverk í Suð- uroy framleiddu 16,3 mi6., sum er ein øking upp á 4,1 prosent. Av tí, sum varð framleitt í Suðuroy, framleiddi verkið í Vági 16,2 mió. Fá óhapp Ohapp og skaðar verða alt av el úr vatni Hetta hóast vatnframleidda orkan minkaði mest færri hjá SEV. Ein skaði hendi tó á Sundverkinum í fjør sum hevði nakrar fylgiskaðar við sær. Hetta kostaði elfelagnum 300.000 krónur at um- væla. Annars kundi SEV halda ein fæðingardag í fjør. Í desember vóru 40 ár liðin síðani fyrsta turbinan á Fossáverkinum varð sett upp. Hon varð høvuds- umvæld í 1985, og koyrir nú væl, sigur SEV. tór.- Tíðindablaðið (HV árið fyri. Størri minking SEV roknar við, at elsølan verður enn minni í ár enn hon var í fjør. Roknað verður við fimm prosenta minking, men útreiðslurnar fara sama veg, so roknað verður við, at úrslitið í ár verður helst eitt sindur betri enn í fjør. Men orsaka av óvissuni um samfelags- gongdina er neyðugt at fara sera varliga fram, tá talan er um útreiðslugkjandi tiltøk og um áseting av elprísum, sigur SEV millum annað í seinastu ársfrágreiðingini. tór.- Elnýtslan minkaði í fjør við næstan tíggju prosentum í mun til árið fyri. Mynd: Kalmar Myllan kann ikki kappast við aðrar orkukeldur — hóast hon hevur roynst væl og framleitt nakað meira enn roknað hevur verið við, sigur SEV 3. april í fjør fór SEV undir * eina heilt nýggjaroynd. Tað var at framleiða el úr vind- orku, og í hesum sambandi varð ein mylla sett upp í Neshaga. SEV sigur, at myllan hevur tekniskt roynst væl, og ársframleiðslan fyrsta árið hevur verið nakað oman fyri mettu ársfram- leiðsluna, men hóast tað, 5 kang hon ikki kappast við 5 aðrar orkukeldur. $ SEV sigur, at royndir hava ni vist, at Neshagi er vælegnad plåss til mylluna, ti har er nógvur vindur og lítið av kastivindi. Elfelagið hevur sett upp vindmátara, og skulu fram- haldandi royndir vísa, um ella nær haldast skal fram við at seta upp vindmyllur. tór.- SEV I apríl i fjør setti SEV vindmyllu upp i Neshaga og seinri er vindmátari uppsettur sum skal visa, hvussu møgulig framhaldandi itbygging av vindorkuni skal fara fram. Mynd: SEV Blindastovnur Føroya hevur opið mándag-friggjadag kl. 9-16. Telefonir: 18222 og 19288.