hósdagur 24. november 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið €7D Nr. 225 — 24. NOVEMBER 1994 Síða 7
Løgmadur á fund við bretska uttanríkisráðharran:
Bretska kravið háðan
móti foroyingum
-Tað hendir ov lítið í marknaspurningin og ti er tað rætt at taka málið upp á poli tiksum
stígi um somu tíð sum embætismenn samrådast. Upprunaliga bretska kravið er ein
háðan móti føroyingum og sømir seg ikki einum granni sum Bretlandi heldur lógmaður
Tað er ein vælupplagdur og
avgjørdur løgmadur, sum í
næstu viku fer á ein ófor-
mellan fund við bretska utt-
anríkisráðharran Douglas
Hurd. Løgmaður fer á hes-
um fundi at greiða bretska
ráðharranum frá stóðu før-
oyinga í marknaspurning-
inum.
Sosialurin hevur skilt, at
løgmaður, sum umsitur
undirgrundina og markna-
spurningin, hevur latið før-
oysku samrådingamevnd-
ina vita, at landsstýrið ynsk-
ir, at okkurt nú skal henda í
marknatrætuni. Hesin boð-
skapurin er so farin víðari til
brestku samrådingarnevnd-
ina á tí síðsta fundinum,
sum síðani aftur hevur latið
sítt bakland tvs. hevur
kunnað bretska uttanrikis-
ráðið um støðu føroyinga.
Síðani er komin inn-
bjóðing til løgmann um at
hitta Douglas Hurd, utt-
anríkisráðharra á eini sam-
komu, sum verður í Keyp-
mannhavn 29. november í
sambandi vid, at: Hurd
vitjar í Danmark.
Málið upp á
politiskt stødi
Edmund Joensen, leg-
maður sigur við Sosialin, at
tað hevur gingið ov seint í
marknasamráðingunum, og
at okkurt skjótt má henda.
Hann vísir á, at tað nú er
neyðugt at tosa um málið á
politiskum stigi eisini, um-
framtatembætismenn sam-
ráðast frá báðum síðum.
-Eg haldi tað er ein fyri-
munur, at vit viðgera málið
politiskt, síðuleypandi við
samráðingarnar sigur løg-
maður, sum ikki dylur fyri,
at hann fegin særeina skjóta
loysn í málinum - ella í
hvussu er eina broyting tann
rælta vegin.
-Vit kunnu ikki liva við
verandi stóðu í allari fram-
tíð sigur Edmund Joensen,
sum er fegin um inn-
bjóðinginga frá bretum at
hitta Douglas Hurd.
Bretar fiskað her
í nógv ár
Uppá fyrispurning hvat
hann fer at siga við bretska
uttanríkisráðharran = sigur
Edmund Joensen, at hetta
ere ein óformellur fundur.
-Men eg fari sjálvandi at
greiða honum frá stóðu
okkara her úti í Atlantshavi.
At vit hava góð viðurskifti
við grannar okkara Noreg
og Ísland, og at vit fegnir
eisini vilja hava góð viður-
skifti við hin grannan
Stórabretland.
Løgmadur vísir á, at
bretar hava fiskað megin-
partin av fiskinum undir
Føroyum í kanska 100 ár,
og nú hesin møgulciki ikki
er til longur, hava nógvir
føroyingar eina kenslu av
at bretar nå vilja hava
oljuna ístaðin.
Høpisleyst krav
Upp á fyrispurning hvat
hann heldur um uppruna-
liga bretska kravið at fáa
flutt markið langt inn á tann
føroyska landgrunnin sigur
Edmund Joensen, at hetta
krav er einki minni enn ein
háðan móti føroyingum.
Tað er heilt høpisleyst av
bretum at krevja markið
flutt heilt vestur móti
Munkinum.
Edmund Joensen ætlar
sær at minna Douglas Hurd
á orðini hjá Winston Chur-
chill eftir kríggið, tá hann
alment segði frá, at bretar
fóru ongantíð at gloyma teir
mongu føroyingar, sum
settu sitt liv i vága fyri at
sigla fisk til Bretlands.
-Tað kann vera, at bretar
oftani eru mintir á hesi
orðini, men eg haldi eisini,
at tey eiga at verða søgd á
rætta stað og til réttu tíð.
Við hesum sipar hann til
fundin við Douglas Hurd
um eina viku.
Tvær miðlinjur -
ræður um at finna
ta rgttu
Uppá fyrispurning um tað
er rætt, at føroyingar hava
broytt stóðu í marknatræt-
uni við at slaka frá mið-
linjuni sigur løgmaður, at
kósin, sum bæði marknað-
arnevnd og landsstýri eru
samd um, er framvegis tann
sama.
-Vit víkja ikki frá mið-
linjuni, men ein eigur so
eisini at gera sær greitt, at
talan er um tvær miðlinjur,
eina sum føroyingar seta og
eina sum bretar seta. So tað
ræður um at finna eina
loysn út frá hesum.
Og tað er hana, sum bæði
samrøadingarnevnd og nú
eisini landsstýrið ynskir, at
bretar skulu viðgera og taka
stóðu til.
Edmund Joensen heldur
annars fyri, at nú tá fiski-
mark hevur verið galdandi í
so mong ár, so kennist tað
sera løgið, tá bretar brådliga
krevja eitt undirgrundar-
mark, sum liggur langt,
langt innan fyri fiskimark-
ið.
Løgmaður vónar annars,
at cin positiv gongd fer at
koma á málið eftir fundin
við Douglas Hurd. Hóast
talan ikki er um veruligar
samráðingar á politiskum
stigi, so er hetta kortini eitt
gou høvi hjá tweimum
politikarum at tosa saman
um tingini og kanska fáa
glid á málið.
jan
Avlýst
Tað frættist nú, at fundurin
millum løgmann og
Douglas Hurd er avlýstur.
Bretski uttanríkisráðharrin
hevur avlýst ferð sína til
Danmarkar á hesum sinni.
Sosialurin hevur fingið
upplýst frå óneyndum
keldum, at danir hava íkki
verið serliga fegnir um, at
løgmaður fór á fund við
breska uttanríkisráðharran.
Um hetta kann vera orsøkin
til, at fundurin er avlýstur
sigur søgan tó einki um.
Hesi tíðindi okkara eru
annars ikki váttað.
Henda minnisplátan hong-
ur úti í Tinganesi og er ein
tøkk frå bretskum her-
monnum til føroyingar