hósdagur 24. november 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Nr. 225 — 24. NOVEMBER 1994
MAGNUSPETERSEN, advokatur:
Herferð politi-
meistarans
einki við upp-
rudding at gera
Einasta endamálið hjá Magnusi Møller er at ávirka fólkahugs-
anina soleiðis, at vreiðin hjá teimum kring landið, sum nú hava
fingið hús og heim endavent av donskum politistum, skal vend-
ast móti teim fridømdu monnunum í Heygadrangsmálinum og
teim ákærdu í Skálafjalsmálinum í staðin fyri vreiði móti politi-
meistaranum og donsku løgregluni. Hetta er so eyðsýnt, at sjálvt
danski ákærin átti at sæð, at hansara trúvirði er púra fokið
Í Heygadragsmálinum
vístu teir ákærdu (sum
vóru fridømdir í Føroya
Rætti og Eystara Lands-
rætti) á, at talan ikki var
um svik móti landsstýrin-
um, ti í øllum skipapakk-
anum frå mai 1985 var
tað soleiðis, at landsstýr-
ið góðtók stórt sæð einki-
sígandi váttanir um egin-
pening sum skjalprógv
og harvið reelt gekk frá
lógarkravinum um egin-
ogn uppá 10% av skipa-
virðinum.
Nevnt varð, at lands-
stýrið setti kikaran fyri
tað blinda eygað, við at
góðtaka hesar váttanir,
hóast teir »vistu« ella
áttu at vita«, at slíkar
bankaváttanir og onnur
skriv um eginpening
einki virði høvdu sum
skjalprógv fyri nøkrum
yvirhøvur.
Sum eitt lið í próv-
førsluni hesum viðvíkj-
andi kravdu verjarnir øll
målini år skipapakkanum
framløgd fyri at visa å, at
mannagongdin i høvuds-
hcitum var tann sama, og
at landsstýrið hevði góð-
tikið hesa, tí teir ynsktu,
at skipini vórðu bygd,
sama um allur eginpen-
ingurin var tøkur ella ci.
Akæruvaldið mótmælt
harðliga, at hesi skjól
vórðu løgd fram, men
hóast mótmæli gav Før-
oya Rættur loyvi til tess.
Akæruvaldið var í ødini
um avgerðina og skeyt
hana inn fyri Eystara
Landsrætt, sum staðfesti
rættarúrskurðin.
Sjónarmiðið hjá verj-
unum var júst, at eingir
av monnunum aftan fyri
skipini í skipapakkanum
vóru sekir í nókrum sviki
móti landsstýrinum, tí
— Enn sær ikki út til at vera gingið upp fyri polilimeistaranum og hansara skutilssveinum,
hvørjar grundgevingar Eystari Landsrættur gav fyri fridømingina í Heygadrangsmål-
inum, skrivar Magnus Petersen, advokatur í »Sjønarmidi« i dag. Hann var sjálvur ein av
teimum fýra, ið vórðu fridømdir bæði í Føroya Rætti og Eystara Landsrætti í Heyga-
drangsmálinum (Savnsmynd: Kalmar Lindenskov)
landsstyrid, sum nevnt
frammanundan, »visti«
ella „átti at vita«, at tann
ncydugi eginpeningurin
ikki var til stadar, og
góðtók hetta.
Akærin Magnus Møll-
er, kemur nú, sum ketta
upp úr høvdatrog og sig-
| ur, at ákæruvaldið og
løggan hava skilt hesar
upplýsingarnar, sum um
verjarnir og teir ákærdu
høvdu meldað menninar
aftan fyri fleiri skip í
skipapakkanum.
Hetta er at venda upp
og niður uppá veruligu
vidurskiftini.
Akærin sær út til at
»spæla« líka blindur, sum
landsstýrið segði se vera.
Hví kemur so ákærin
við slíkum skeivum
tíðindaflutningi
Einasta endamál hjá hon-
um er at åvirka fólka-
hugsanina soleiðis, at
vreiðin hjá teimum kring
landið, sum nú hava fing-
ið hús og heim endavent
av donskum politistum,
skal vendast ímóti teim
fridømdu monnunum i
Hcygadrangsmålinum og
teim åkærdu i Skålafjalls-
målinum istadin fyri
vreiði móli politimeistar-
anum og donsku løgregl-
uni.
Hetta er so cydsynt, at
sjálvt danski ákærin átti
at skilt, at hansara trú-
virði er púra rokið.
Eingin hevur heldur
nakra grund til at wigva
honum, og henda greinin
er ætlad at visa å, hvussu
skeivur hann fer.
Greinin er skipað so-
leiðis:
1. Hverjar lógarreglur
galda fyri politimeist-
aran, lá tað ræður um
»mclding« v.m. ella at
kanna brotsverk.
2. Hvussu hevur politi-
meistarin aktað tær
lógarfestu reglurnar.
Ad. Í. Galdandi reglur
fyri politimeistaran.
Meginreglan finst í rætt-
argangslógini $ 742,
summ skilar til, at løg-
reglan setur í verk >efter-
forskning<, deils tá meld-
að verður og deils av sín-
„um eintingum, tá rimilig
grund er til at halda, at
okkurt brotsverk er framt.
I $ 719 er ásett, at tað
er politimeistarin og bert
hann, sum hevur mynd-
ugleika at leggja revsimál
fyri rættin.
Í ongum føri er talan
um, at politimeistarin
skal hava nakað loyvi til
tess frå Føroya landsstyri
ella skal lurta eftir hvat
»hetz« nú er í samielag-
num.
Hetta cru grundreglur,
sum júst eru settar fyri at
tryggja sær, at ákæra er
alment mál, soleiðis at
tað ikki eru privatpersón-
ar, sum av hevndarhuga
styra, hvør verdur åkærd-
ur ella ei. Heimssøgan
hevur lært okkum nóg
væl at ræðast åkæruvøld,
sum taka undir við, tá
rópt verður >Krossfest,
Krossfest — Gev okkum
Barabas<.
Eftir grundreglunum er
tað greitt, at tað krevst
ikki, at nakar hevur
>meldað<, fyri at politi-
meistarin skal taka sær av
einum revsimáli.
Politimeistarin skal av
sínum eintingum seta í
verk kanningar, um hann
heldur, at talan er um
nakað ólógligt.
Tad liggur heldur eing-
in melding, hvorki skriv-
liga ella munnliga, frá
teim fridømdu í Heyga-
drangsmálinum ella teim
Tíðindablaðið € 8
åkærdu i Skålafjalls-
målinum.
At ákæruvaldið undir
Heygadrangs- og Skála-
fjallsmálinum mótmælti
so harðliga, at nøkur
onnur skipamál vórðu
nýtt ul at lýsa manna
gongd landsstýrisins í
eginpeningamálum, ber
ikki júst boð um, at
ákæruvaldið er so rætt-
vísishungrandi, sum teir
nú vilja billa fólki inn.
Hvussu hevur politi-
meistarin fylg
lógarreglunum
Sjónarmiðið, sum her
verður ført fram, er, at
politimeistarin í stóran
mun ikki hevur fylgt
reglunum í hópin av før-
um. Grundin ul tess er, at
hann hevur lagað seg
eftir, hvat hann helt var
>hóskandi<, t.e. hvussu
metti hann, at teir ráðandi
hugsaðu, og hvat hann
helt bylgdist í fólkinum.
Sagt við ødrum orðum
rein >opportunisma<.
Sum grundgeving
skulu nøkur dómi verða
nevnd, ið vísa, at politi-
meistarin og serliga
ákærin fara heldur jánka-
sliga um sannleikan.
1. Demi:
Flest øll minnast
rúgvuvís av ákærum móti
fremmandum trolaraskip-
arum, sum í 70-unum
vórðu åkærdir fyri at
fiska 6l6gliga i føroysk-
um sjógvi. Ein fyri og
annar eftir vórðu teir á-
kærdir, og flestu teirra
dømdir. Sjálvandi skuldi
fútin ikki spyrja nakran
eftir, um ákæra varð reist,
og hetta gjørdi hann
heldur ikki.
Tá smærri føroyskir
trolarar fingu loyvi at
trola á landgrunninum í
70-unum, kom tað fyri, at
hesir dugnaligu og røsku
rokskiparar vóru ov
grammir og kanska
høvdu onkran meska í
vengrunum ov lítlan.
Nú fekk pípan annað
ljóð.
Knappliga legði fútin
málini fyri landsstýrið,
um hesir hildu, at tað
skuldi reisast ákæra í
hvørjum cinstøkum føri.
Hví skuldi tað gerast,
kann spyrjast, tá tað lá á
fútanum cinsamøllum at
taka avgerðir um kanning
og ákæru.
2. Demi:
Sum omanfyri nevnt
vístu teir ákærðu og verj-
arnir í Heygadrangsmál-
inum á ávísa manna-
gongd hjá landsstýrinum,
og at nevnda manna-
gongd var i strid vid
lógarkrgvini til eginpen-
ing. Skuldu åkæruvald og
løggan havt skilt hesar
upplysingar sum eina
»melding«, so åtti upp-
fatanin heldur at givið
teimum høvi til at hildið,
at landsstýrið var meldað
og ikki menninir aftanfyri
tey einstøku skipini í
skipapakkanum.
Hetta hava teir so íkki
gjørt, tí stórt sæð bert ein
púra einkisigandi kanning
er gjørd móti landsstyrin-
-5