Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-11-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. november 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sestalurin ] Nr. 226 — 25. NOVEMBER 1994 Síða 11 Leygarkvøldid kl. 19.05; Okkara heimspartur — Seinni partur um Irland Umleið 55 milliónir fólk í heiminum eru av írskari ætt. IRA hevur tískil havt gott sam- band við tann harðrenda heimin, tá ið tað ráddi um at útvega sær vápn og vitan um guerillakriggj. Men nú eru flestir írskir, norðurírskir og bretskir politikarar saman við fólkinum troyttir av krígnum í Norður- írlandi. Ei dáni í. Tí tann vápnaði uppreist- urin móti Bretlandi hevu. nú vart í 25 ár, ikki bara í Norðurírlandi, men eisini í Onglandi og aðra staðni í heiminum. Ein- asta loysn tykist vera ein politisk loysn, ið endar við friði. Á Sonne Smith tosar við Hans Holm. Leygarkvøldid kl. 22.10: Nåttarravnar — 3 timar ur Noregi Leygarkvøldid klæda Nåttarravnar seg i norskan biinad. Frå byrjan til enda. Sendir verða 3 tímar við nýggjum, norskum tón- leiki. Nýggj floga við norska rockbólkinum - Cc WELD | jod te WELD verður ummæld. Sangarinnan í hes- um unga norska rockbólki er hin 19 ára gamla Vibeke Saugestad. Evnid i spurnar- kappingini er norskt burturav: almenn vitan, politikkur og ítrótt — alt úr Noregi. Kl. 22 kunnu lurtaramir tekna seg á tlf. 11382 og 11383 og velja evnið. Á midnátt hug- leiðir Høgni Djurhuus um vikuna, ið fer og so verður latið upp fyri náttklubbanum við alskyns norskum dansitónleiki. Heðin Arge Jensen og Birgir Kruse leggja til rættis. Á ferð í Fjareystri — 3. sending I Xian, mitt inni i Kina, møtir fjakkarin vin- fólkum hjá navna og vinmanni sínum. Hann skoðar tiltiknu Terra Cotta hermenn- Postboks 328 - Fax 10471 inar, dvelur nakrar dagar í náttúru-lundini í Wolong, har panda-bjarnirnar halda ul, hann skoðar eisini Mánafjallið í Yanshou, og síðan gongur leiðin til Hong Kong. Teitur Arnason hevur skrivað fráspgnina. Jógvan Arge og Kári Lamhauge lesa. Fríðrikskirkjan á Heygunum Sunnudagin fær fólkið á Nesi, á Toftum, í Saltnesi og í Æðuvík nýggja kirkju. Tá verður Fríðrikskirkjan á Heygunum á Toft- um vígd. Arkitekturin Høgni W. Larsen úr Havn, sum vann projekikappingina í kapping við 29 onnur uppskot, hevur teknað kirkjuna, og hevur harafturat teknað alt inni í kirkjuni, uttan klokkuna og nakrar ljósakrúnur í bakkirkjuni. Kirkjan hevur fingið navnið Fríðriks- kirkjan, og tað er eftir Fríðriki Petersen, sum var ættaður úr Saltnesi. Hann var sein- asti prósturin á Nesi. Hann hevur eisini yrkt fleiri kendar sálmar og sangir — teirra mill- um >Tíðin rennur sum streymur í á< og „Gleðilig jól<. , I sending í Utvarpinum sunnudagin kl. 14.15 verður sending um Fríðrikskirkjuna. Térdur Mikkelsen tosar vid arkitektin, Høgna W. Larsen, kirkjurådsformannin, Niclas Foldbo, og prestin, Jónsvein Bech. Harafturat syngja nakrir mans av Toftum »Tidin rennur sum streymur i å« eftir Frid- rik Petersen og tónaskaldið Hans J. Høj- gaard, id eisini var ættaður av Toftum. Hetta er fyrsta sangupptøka i Fríðrikskirkjuni. Útvarpið fer umframt at senda beinleiðis frá vígsluni í Fríðrikskirkjuni, sum verður kl. 15.00. Undir Noråstjørnuni — Frá Ole Ivars til Sigvart Dagsland Undir Norðstjórnuni hoyra vit hesuferð nýtt úr Noregi. Frá Ole Ivars ul Sigvart Dags- land. Ole Ivars hava 30 ár á bakið og geva í hesum døgum út savnsfløgu við 40 sangum. Sigvart Dagsland hevur verið í Argentina Erik Bye og savnað tilfar til sjeyndu plátuna »Stup«. Eisini fara vit at hoyra nýtt frá 68 ára gamla ES-andstødinginum Erik Bye og brot úr eini nýggjari plátu, har norsk rockorkestur tulka vísur hjá Alf Prøysen, sum nú hevði farið um tey 80, hevði hann liva. Månakvøldid kl. 19.00: Norðmenn upp í ES? Í Noregi lata valhølini aftur månakvøldid kl. 19.00. Tá letur útvarpið eisini upp fyri sending um ES-félkaatkvøduna í Noregi. Meiningakanningar hava bent á, at norð- menn eina ferð enn fara at siga nei til lima- skap í Europasamveldinum, men mangt kann henda teir seinastu dagarnar, serliga nú bæði Finland og Svøriki ætla sær uppí. Norska stødan hevur stóran tydning fyri framtidarmøguleikarnar hjá føroyingum at selja sín fisk á europeiska marknaðinum. Fara norðmenn inn, verða vit skerdir, og hvat finna íslendingar tá uppá? Hesir og mangir aðrir spurningar verða havdir á lofti, alt eftir, hvussu f6lkaatkvød- an í Noregi endar. Utvarpið sendir til úrslit- ið er gott og væl greitt. Barnaútvarpið Jólagátan Í jólamánaðinum í ár fer Barnaútvarpið at senda søguna Jólagátan eftir norska skald- inum Jostein Gaarder. Søgan, sum verður skipað sum ljóðmynd, er um Jónas, sum finnur ein heilt serligan jólakalendara, ein gandajólakalendara, í einum gomlum bók- handli. Í jólakalendaranum er søgan um ta lítlu Elisabeth, sum fer á eina ferð aftur igjøgnum okkara tíðarrokning oman gjøgn- um Europa heilt til Betlchem. Hvør man hava gjørt gandajólakalendar- an. Hvør man tann løgni blómusceljarin á torginum vera? Og hver er Elisabet? Svarið fáa tit, um tit lurta eftir barnaút- varpinum í desember mánað. Tyskvøldid kl. 18.00: Vit hoyra um, hvussu Jónas finnur ganda- jólakalendaran og um Elisabet, sum fer at renna aftaná bjøllulambinum, sum rýmir úr handilshúsinum. Og vit hoyra eisini um, hvussu hon møtir cinglinum Efiricl. Laura Joensen hevur skipað >Jólagát- una< sum ljóðmynd. Hóskveldið kl. 19.00: Bøkur ur rugvuni Arsins békafloymur hevur tikid dik å seg, og útvarpið fer i nøkrum sendingum til jóla at vidgera nyggjar bøkur, og kanska onkran sjónleik eisini. Tann fyrsta sendingin verður héskvøldid 1. des., tá eitt nú bøkurnar >Reglur< hjá Tóroddi Poulsen og >Mikkjalsbók< hjá Heina F. Petersen og Jákupi Reinert verða tiknar fyri. , Sendingarnar »Ur bókarúgvuni< verða hvort héskvøld til jóla, og Jógvan Arge leggur til rættis. in 1 og kl. 16.55: Jolakalendarin i Utvarpinum — Horvna jólastjórnan i Berjavik 1. des. byrjar jólakendarin i útvarpinum. Hann verður sendur tríggjar ferðir um dag- in, kl. 7.35, 9.15 og aftur kl. 16.55 gerand- isdagar og sunnudag kl. 10.05. Jólamenninir Greytasleikur og Kertu- stubbi fara hvønn morgun at lata eina lúku upp. Har er ein søga, og børnini kunnu so fylgja við í jólaheftinum, sum fylgir við kalendaranum. Jólakalendarin og heftið eru framvegis at