fríggjadagur 25. november 1994síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
Nr. 226 — 25. NOVEMBER 1994
Boriholið í Lopra
skal enn fáa frið
Vit hava sett okkum eina kós í oljumálinum „og hon skal haldast,
eru flestu tingmenn samdir um
Kristiligi = Fólkaflokkurin
hevur skotið upp, at lands-
stýrið eigur at kanna møgu-
leikarnar fyri, at boringar-
nar í Lopra verða uppaftur-
tiknar, men hetta uppskot
fær ikki undirtøku á ungi.
Heini O. Heinesen gjørdi
vart við, at tað er ikki meira
enn eitt ár síðani at hetta
sama mål var fyri í Idnaðar-
neyndini. Tá málið kom
aftur á ungbord fekk tað
bert tríggjar atkvødur. Hann
undraðist á, hví tílík mál
koma fram við jøvnum
millumbili og segði seg
bera ótta fyri, at hetta hevði
órógvað avtalur, sum
frammanundan eru gjørdar í
samband við oljupolitikkin.
Jákup Joensen gjørdi vart
vid, at tilikar boringar
kosta, og ti må úrsliuið av
seinastu seismisku kann-
ingum verða kent framman-
undan, áðrenn meira verður
borað í Lopra. Eisini eigur
marknaðartrætan fyrst at
vera loyst, segði suðuroyar-
tingmaðurin hjá Sam-
bandsflokkinum og legði
aftrat, at vit eiga at fylgja
oljupolitikkinum hjá sein-
asta landsstýrinum, sum
hetta landsstýri eisini sýnist
at fylgja. Hann mælti
Kristiliga Fólkaflokkinum
til at taka uppskotið aftur.
Skaðar avtalurnar
-Vit løgdu linjuna í fjør tå
løgtingið samtykti lógir um
hvussu farast skal fram í
oljupolitkki okkara, og
hesa kós eiga vit framvegis
at halda. Hetta vareisini fyri
at vísa alheims oljuvinnuni
hvat vit vilja, og tað hevur
higarul vist seg at vera
skilagott, segði Marita Pet-
ersen. Hon legði dent á, at
ansast má eftir, at vit ikki
órógva og ørkymla millum
annað tey, vit hava gjørt
avtalu við á oljuøkinum og
líka lítið eiga vit at loypa
framav. Marita Petersen
segði, at tað var nóg ringt
bert at viðgera eitt tílíkt
uppskot sum hetta frá
Kristiliga Fólkaflokkinum.
Eisini John Petersen
mælti til framhaldandi at
fylgja higartil førda olju-
politikkinum og segði seg
ikki kunna taka undir við
uppskotinum. Hann legði tó
aftrat, at undanfarna lands-
stýrið átti kanska tå at gjørt
meira burtur úr oljuboring-
unum í Lopra, men at tosa
um tað nú, er nyttuleyst,
helt hann.
Tók íkki
uppskotið aftur
Jákup Joensen, uppskots-
stillari, vildi ikki taka upp-
skotið aftur. Hann segð, at í
besta lagi, kunnu vit finna
olju í Lopra, og tf áttu vit at
bora teir 250 metrarnar
Fyribils fær boriholið í
Lopra frið
aftrat sum krevjast at fáa at
vita, hvat undirgrundin hev-
ur at bjóða.
-Finna vit olju í Lopra
merkir tað nýskapan fyri alt
føroyska samfelagið, segði
Jákup Olsen.
tór.-
Tíðindablaðið #; 7; 8
Fyristoðumaður
til
Starvid sum fyristødumadur í Sjón-
varpi Foroya verður hervið lýst leyst at
søkja.
Sjónvarp Føroya er stovnur undir
landsstyrinum, hvørs endamål er at
hava objektivan, sakligan og upplys-
andi tidindaflutning og sendingar ann-
ars, id vardveita og fjålga um føroyska
mentan, åtrunad og sidalæru.
l-yristoðumaðurin hevur um hendur
dagligu leiðslu sjónvarpsins.
Starvið verður lont sambært 36. lønar-
flokki í tænastumannalógini tó uttan at
vera tænastumannastarv.
Tann, ið settur verður, skal hava út-
búgving sum journalistur ella aðra
hægri viðkomandi útbúgving. Tað er
ein fyrimunur, um umsekjari hevur
royndir innan leiðslu og/ella umsiting.
Umsóknir saman við prógvum og frá-
greiðing um arbeiði frammanundan
skulu vera landsstýrinum í hendi í sein-
asta lagi 12. desember 1994, kl. 16.00.
Foroya Landsstyri
Postboks 64
110 Tórshavn
þó or
LS
Føroyingar stovnad amerikanskt felag
Hesin trolarin er
skrásettur í USA
Mynd: Kalmar
Allir yvirmenninir eru amerikanskir
statsborgarar. Annars eru fóroyingar við
Seinastu dagarnar hevur
Ocean Hunter 1 ligið á
Havnini. Hann sær út sum
ein vanligur trolari, í sein-
astu tíðina hevur roynt í
Loynikrókinum og í altjóða
sjógvi annars.
Men hann er íkki heilt
sum hinir trolararnir. Hann
er nevniliga skrásettur í
USA. USA hevur undir-
skrivað Svalbard-såttmål-
an, er eitt traktatland. Tí
verður tað spennandi hvat
hendir, um norsk vaktarskip
skuldu ukið hendan trol-
aran, royndi hesin innanfyri
200 fjórðingamarkið við
Svalbard.
Manningin umborð er
føroysk, men skipari, stýri-
maður og maskinsjefur eru
amerikanskir statsborgarar.
Hetta krav setir ameri-
kanskt lóg, skal eitt skip
verða skrásett í USA. Tað
eru Meinhard Dhurhuus
o.a. í Havn sum eiga trol-
aran.
Trolarin er keyptur úr
Kanada og hevur verið ein
túr í Loynikrókinum. Hann
var einar triggjar vikur ov-
seimur i Loynikrøkin i
heyst. Tå var tann støri
fiskiskapurin av. Tí var tað
ein lítil túrur hann kom
heimaftur við.
Reiðaríið hevur ætlanir
um at keypa kvotu frá russ-
um. Kemur hetta í rættlag.
seta russar helst sum treyt,
at båturin ikki fiskar vid
Svalbard ella í Loynikrók-
inum.
jústinus
Neistin
á odda
Fyrsti dysturin millum
Neistan og Kyndil í so-
kallaðu veterankapp-
ingini millum 3. og 4.
deildarliðini hjá feløg-
unum, varmikukvøldid
millum 3. deildarliðið
hjá Neistanum og 4.
deildarliðið hjá Kyndli.
Neistin vann dystin
22-15. Neistin vann
fyrra hálvleik 8-6 og
seinna hálvleik 14-9.
Heilt serligar reglur
eruatgevastig eftir, og
fyri sigurin fekk Neist-
in fimm stig — eitt fyriat
spæladystin, tvey fyri at
vinna og eitt fyri hvgnn
vunnan hálvleik. Eitt
stig var til Kyndil fyri at
hava spælt dystin.
= Næsti dystur í kapp-
ingini er mikukveldið
kl. 22 millum 3. deild-
arliðið hjá Kyndli og 4.
deildarliðið hjá Neist-
anum.
hj.