leygardagur 26. november 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
FRÆLSI — JAVNADUR — BRØDRALAG
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller
Fyritaksstjóri. Krisjan Dahl
Blaðfólk. Randi Jacobsen - Dagny Útgavari- P/1 Sastalurin
Joensen - Tórfinn Smith - | Uppsetng P/Æ Søslalurin = Argjum
Kilmar Jan Hansen - Prent: P/E Pressan 1981 | Telcton: 11820
Justinus Eidesgaard
Sjålvkravdir
domarar
Oddagrein
TAÐ er góð vika síðani stóru húsarannsókn-
ina. Hóast ekkóini frá harða brestinum, mill-
um manna, eru við at fjarða burtur, so hevur
henda spreingilíknandi húsarannsóknin griv-
ið eitt so djúpt hol í føroysku fólkasálina, at tað
er ein spurningur, nær og um tettist aftur.
HÚSARANNSÓKNIN hevur longu sett djúp
merki eftir seg. Heima hevur hon mestsum
býtt fólkið í tveir partar: ein, sum rópar "Kross-
fest, krossfest", og ein, ið rópar varskóg. Og í
Danmark hevur hon skapt gsing og birt upp-
undir hatur móti føroyingum.
POLITIVALDIÐ hevur avgjørt at kanna eina
rúgvu av skipamálum, har tað hevur ein var-
huga av, at alt ikki ruggar rætt. Politiid er íkki
sannført í síni sak- enn. Til tess tørvar ti prógv.
Ti kom húsarannóknin. Í skrivandi stund verða
skjól kannað og skulu hesar kanningar gera
av, antin almenni ákærin fer at gera álvara av
"hóttan" síni og ákæra tey, sum eru skuld-
sett. Vit hava ongan rætt at taka dagar imill-
um, um tey skuldsettu eru sek ella ikki. Tað
hava onnur heldur ikki. Kortini eru tað fjøl her
og í Danmark, sum longu hava dømt hesi
mongu skuldsettu sek. Hettakann ikki vera
rætt. Grannskodarar, sakførarar, stjórar 00.,
sumbladid Oyggjatidindi nu gjøgnum fleiri år
hevur jagstrað og pentað saman tær fúlastu
lygusøgurnar um, verða ikki bert hongd út, tey
verða bókstaviliga hongd. Eftir at hava verið
útrópt svindlarar og brotsmenn á sjónskum
stað í sama blað - verða tey so seinni á fjald-
um stað "reinsað". Tó bert tey, sum hótta
blaðið við sak, um tað ikki tekur orðini í seg
aftur.
STØDAN er tann, at tey flestu av teimum
menniskjum, sum ár út og ár inn eru vorðin
forfylgd og útspilt íhesum blað - og tey nýtast
ikki at vera sakførari, grannskoðari, stjóri til
tess - tey orka ikki at fara til politiid við mål-
inum.Tey velja fyri frið skyld og fyri at sleppa
undan persónligum útspillingum av familju og
sínum næstu at látast sum einki. Men nettup
tað ger, at tey verða ikki reinsað fyri grovu
ákærurnar. Eftir stendur lesarin og spyr: tá
skrivingin ikki varð víst aftur, má okkurt verða
um tað. Við verandi dómum í huganum kann
einimynda sær støduna, um bert ein brotpart-
ur av teim av blaðnum ákærdu og dømdu
høvdu stevnt. Vit funnust at donsku pressuni
fyri ósakligu viðgerðina av Føroyum. Ein lesari,
sum hevði verið fyri grovari útspilling í Oyggja-
tíðindum, vendi sær til okkara og spurdi, hví
vit íkki funnust at hesum blað. Til tað hava vit
bert eitt at síga: fólk, sum kenna seg forfylgd
og álopin av Oyggjatíðindum kunnumelda tað
til løgregluna. Tad hava onnur gjørt við góðum
úrslíti. Stevnið - brúkið lógina - eru tit fyri per-
sónligari útspilling av hesum blað.
Sostalurin
Politisk neydtøka á ”
prædikustólinum í gø
Bústaður: Argjavegi 26
67. ÁRGANGUR
Postadr.: Postsmoga 76
110 Tórshavn
Telefax: 14720
Kristianskirkjuni
Samstundis sum talið av fosturtøkum í Føroyum er
minkandi, gera religiøsir fundamentalistar fosturtoku til
sítt vápn, fyri at vinna sær politiskt vald. Herferðin er
kvinnukúgandi, brot á mannarættindi og vanvirðing av
lógum í okkara grannalondum. At almenna fólkakirkjan í
Føroyum, nu er farin at taka undir við religiosu fanatik-
arunum er undrunarvert og fær ein til, at umhugsa sín
limaskap í fólkakirkjuni, skrivar Elin Lindenskov, býráðs-
limur í Havn í „Sjónarmið“ í dag.
Í seinastuni hava ymiskir
religiøsir bólkar gjørt nógv
burturúr spurninginum um
fosturtøku í Føroyum.
Spurningurin hevur verid
lýstur, sum ein ræðumynd,
men fær ta fatan at fost-
urtøka verður framd dag-
liga, at kvinnur brúka fost-
urtøku sum fyribyrging, og
tí ákæra hesir bólkar kvinn-
una fyri at vera dráps-
kvinnu. Herferðin gloymir
at fortelja, at vit i Føroyum,
ikki hava fría fosturtøku,
ella at talið av fosturtøkum
framdar í Føroyum er
minkandi.
I 1989 vóru 95 fostur-
tókur framdar og í 1993
vóru 54. Um tað er reli-
giøsa herferðin ímóti fost-
urtøku, fólkaflytingin av
landinum ella upplýsing
um fyribyrging í samband
við eyðkvæmis herferðina,
sum er orsøkin til mink-
andi talið av fosturtøkum,
er sjálvandi ilt at gita um.
men tað hevði verið áhuga-
vert, um ein slík kanning
bleiv gjørd.
Herferðin lýsir bert
spurningin um fosturtøku
og ófédda barnið, einki
upplýsandi um fyribyrging,
eingin setur spurnartekin
við, hví kvinnur taka fost-
urtøku, eingin hugsar um
ta ungu gentuna og henn-
ara lív, um hon gerst við
barn. Einastu ráð hon fær.
er at ættleidingarmøgu-
leikarnir eru góðir, um non
ikki klárar at hava barnið
sjálv, ella við øðrum orð-
um; hon skal heldur verða
„kleki mamma“, sum fram-
leiðir børn til onnur. enn
at taka fosturtøku. Hon
skal fyri einhvønn pris,
taka avleiðingarnar av síni
ger og fullføra barnsburð-
in. Tann neyðtikna kvinn-
an, skal eisini taka avleið-
ingarnar av brotsgerðini.
og tað sama skal kvinnan
ið fær staðfest, at fostrið
hon ber, ikki klárar at liva
eftir, at tað er føtt.
Eitt er, at religiøsir
fundamentalistar og reli-
giøsir politiskir flokkar,
gera seg til mótstøðubólkar
í fosturtøku spurninginum,
teir eru jå fundamenta-
listar, og harvið ímóti øll-
um, ið eftir teirra hugsan
er ógudiligt. Men at kirkju-
myndugleikarnir í Før-
oyum nú geva herferðin
hjá hesum bólkum, innivist
í almennu fólkakirkjuni, er
átaluvert og fær ein at um-
hugsa sín limaskap í fólka-
kirkjuni.
Gudstænastan í Kristi-
anskirkjum sunnudagin 10.
november var beinleidis
politisk propaganda frå
Kristiliga Fólkaflokkinum
og Niels Paula Danielsen.
A prædikustólinum stóð
fyrrverandi prestur í Nor-
egi, Børre Knudsen. Boð-
skapurin í prædikuni var
tann sami, sum Kristiligi
Keyp ella leiga |
eitt solarium
Fólkaflokkurin brúkti upp
undir seinasta val, ein liður
í herferðini ímóti fostur-
tóku. Í prædiku síni skírði
Børre Knudsen bæði før-
oyskar og norskar kvinnur
dråpskvinnur, eins og hann
åkærdi Gro Harlem
Brundtland fyri at dýrka
avgudar og tveita mannalív
fyri krokodillurnar
Tað er ótrúligt at al-
menna fólkakirkjan letur
ein fyrrverandi prest úr
Noregi prædika í kjóla og
kraga. Hesin maður hevur
mist sítt prestaembæti
Børre Knudsen er í Noregi
dømdur fyri misrøkjan av
prestaembæti sínum, tí
hann hevur brúkt ólógligan
framferðarhátt í herferð
síni ímóti fosturtøku. Hann
hevur forða læknum í at
røkja sítt arbeiði, sum
norsk lóg áleggur teimum.
Hann hevur gjørt seg inn á
kvinnur, ið liggja á fødi-
deildum og sent hóttanar-
brøv til fólk. Í Noregi verð-
ur dómurin samanborin
41 TLF: 15017
vid rasismu, 10 er brot å
mannarættindi.
Eg fari at heita á okkara
kirkjumyndugleikar, um at
ansa eftir hvørjum teir
bjóða prædikustólin. Tí
hetta er ikki bert ein háðan
av kvinnum, men eisini av
myndugleikunum í okkara
grannatjóð. Eg fari eisini
at heta á Sjónvarp Føroya,
um ikki at leypa å leistum,
bert tí at ein ávísur prestur
í Klaksvík hevur biðið um
tíð til at senda politiskt val-
propaganda beinleiðis úr
kirkjuni. Slík politisk neyð-
tøka eigur ikki at góðtak-
ast, hóast ávísir bólkar
halda hetta vera í fínasta
lagi. eins og tey eisini halda
at kvinnan skal góðtaka at
eiga barn, eftir at vera
neyðtikin
Elin Lindenskov
ESSALÁG 13
100 TÓRSHAVN