leygardagur 26. november 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Er nýggj von fyri AIDS-sjúklingum
við einari ný
AIDS-viðgerð.
Enn eru royndirnar ikki
liðnar, men higartil hava
Altjóða royndir við nýggjum heilivági til
AIDS-sjúklingar hava givið góð úrslit.
Enn er ov tíðliga at siga, um nýggi
viðgerðarhátturin kann bjarga sjúkl-
ingum, men vónin er, at heilivágurin fær
tarna menningini av HIV-virusinum
Franskar og týskar royndir
ggjari AIDS-
viðgerð hava víst góð úr-
slit. Hetta kom fram á eini
altjóða rådstevnu í Glas-
gow í Skotlandi herfyri um
úrslitini verið stak góð, og
er størsti fyrimunurin við
hesum viðgerðarháttinum,
at stórt sæð eingi hjáárin
eru at síggja, tá hon verður
roynd.
AIDS-sjúkan varð fyrstu
ferð uppdagað síðst í 70-
unum, og síðani hevur hon
breitt seg kring allan heim.
Eisini í Føroyum er sjúk-
an blivin staðfest, og til-
samans trettan føroyingar
eru blivnir HIV-smittaðir.
Av teimum hava fýra fing-
ið sjúkuna staðfesta, og av
hesum fýra eru tveir sjúk-
lingar deyðir. Til saman-
beringar kann nevnast, at í
Danmark hevur AIDS hig-
artil rakt heili 1.300 fólk.
Tvey sløg av heili-
vági sett saman
Vidgerdin, ið nú møgu-
liga kann birta ein glotta av
vón hjá teimum, ið hava
Sands Arbeiðarafelag vil ikki arbeiða ókeypis fyri
Niðurleggur arbeiðs-
fingið sjúkuna ella eru
HIV-smittað, fer fram við
einari samanseting av tí
kenda heiliváginum Retro-
vir og einum nyggjari, ið
kallast 3TC.
Í teimum fronsku roynd-
unum vóru tveir eftirlits-
bólkar av AIDS-sjúkling-
um vidgjørdir — partvis við
Retrovir og partvís við Re-
trovir saman við 3TC. Tað
vísti seg, at bólkurin við
teimum, ið royndu báðar
heilivágimar, longu eftir
viðgerð í 24 vikur var fyri
greiðum bata — partvís tí
fleiri T-kyknur, ið geva ta
a
åvisingina í Sandoy
— Vit eru so ovbyrjað av arbeiðsávísing-
ini, at vit ikki fáa gjórt annað arbeiði, sig-
ur skrivarin í Sands Arbeiðarafelag
Hósdagin 17. november fór
eitt bræv av Sandi til Havn-
ar, har Sands Arbeidarafel-
ag bodar styrinum fyri Arb-
eidsloysisskipanini frå, at
felagið fyribils hevur nidur-
lagt arbeidsåvisingina. Fel-
agið segði samstundis Før-
oya Arbeidarafclag frá hes-
um.
— Tá ALS kom, vórðu tað
arbeiðarafelggini, ið vórðu
tvungin at taka uppgávuna
upp á seg at taka sær av arb-
eiðsávísingini. Hetta hevur
eisini verið gjørt, sigur Terji
Dalsgaard, skrivari í Sands
Arbeiðarafelag.
— Men tað hevur víst seg,
at hendan ávísingin hevur
verið ein stór byrða fyri um-
sitingina av felagnum hjá
okkum, tí vit hava verið ov-
byrjað av øllum teimum, ið
koma til okkara við grind-
um í arbeiðsávísingini. Og
tað eru jú cisini onnur enn
limir felagsins, ið koma, so
tað er klárt, at ríkiligt av
arbeiðið stendst av hesum
fyri okkara viðkomandi.
Terji Dalsgaard sigur, at
hetta tó ikki er einasta or-
søkin til, at arbeiðsávísing-
in á Sandi nú er nidurløgd:
- Tað er okkara fatan, at
ALS er meira ein almennur
enn privatur stovnur, og tí
átti tað at verið ein sjálv-
fylgja, at ALS í hvussu er
barein part av útreiðslunum
í sambandi við tær lokalu
arbeidsåvisingamar, sigur
hann.
Felagið sjálvt rindað
allar útreiðslurnar
— Hetta hevði ment lokalu
ávísingarnar munandi, ti
tær eru jú frammanundan í
økjunum. Eisini her kundi
ALS spart hópin av peningi
- ella rættari útgjaldingum.
Sum tað hevur verið, er
tað Sands Arbeiðarafelag
sjálvt, ið hevur skulað tíkið
sær av øllum åtrcidslunum í
sambandi við arbeiðsávís-
ingina, so sum løn til skriv-
stovufólk, telefon, telefaks
og annad.
— Ein av høvudsorsøkun-
um til,at somong venda sær
til okkara, cr fyrst og fremst
tann, at tey ikki fåa fatur å
Arbeiðsloysisskipanini, ti
telefonirnar svarad so illani
har, sigur Terji Dalsgaard.
— Har er ói vað eisini nógv
arbeiðstrýst, men tað verður
tað so sanniliga eisini hjá
okkum, tí sum nevnt eru tað
bæði limir og fólk, sum ikki
eru limir, ið koma til okk-
ara. Og tað eru fólk úr øllum
bygdunum í Sandoynni og
so Skúvoy aftrat.
Men hóast Sands Arbeið-
arafelag boðaði stýrinum í
ALS frá, at arbeiðsávísing-
in varð nidurløgd, og teir
mánadagin avgreiddu fólk
fyri síðstu ferð, hevur felag-
ið einki hoyrt aftur frá ALS.
— Vit hava sent teimum
hetta skrivið og víst á skeiv-
leikar, men sum vit skilja, er
brævið beint burtur. Tað
hevur í hvussu er als íkki
verið fyri í stýrinum, sigur
Terji Dalsgaard.
— Tann síðsta dagin, vit
høvdu opið í arbeiðsávís-
ingini, avgreiddu vit heldur
ikki øll tey, sum komu til
okkara. Vit avgreiddu bert
okkara egnu limir.
Terji Dalsgaard sigur við
Sosialin, at hugskotid við at
hava lokalar arbeiðsávís-
ingar er í lagi, men at tað
bert ikki hevur virkað nóg
væl.
Fáa meira burturúr
— Tað sigur seg sjálvt, at
tað er gott hjá ALS at hava
ein forlongdan arm úti í økj-
unum, tí úr Havnini kunnu
tey ikki hava tamarhald á
øllum — tað er jú vónleyst.
Men tað máti kortini borið
ul at ment lokalu arbeiðs-
åvisingamar, so meira fekst
burtur år teimum, heldur
hann.
— Vit hava eitt nå fleiri
dómi um, at fólk eru flutt av
landinum og tó framvegis
hava fingið pening frá ALS.
Hetta er mistur peningur, ið
tað hevði borið til at fingið
bjargað, um ávísingarnar
vórðu betur skipaðar.
Ein onnur síða av sakini er
So, at púrt einki arbeiði er at
ávísa í Sandoynni. Onkur
tilboð eru komin um nøkur
arbeiðspláss í Íslandi, men
Terji Dalsgaard heldur tað
vera lættari sagt enn gjørt at
senda fólk av landinum at
arbeiða — serliga tá ein stór-
ur partur av teimum arbeiðs-
leysu í Sandoynni eru eldri
og væl og virdiliga úlkomin
fólk.
hj.
dyggastu måtstøduna móti
HIV-virus, vóru í bl6din-
um, og partvis ti minni av
HIV-virusi var i blóðinum.
Ætlanin er nú at gera enn
fleiri altjóða royndir við
hesi nýggju viðgerðini, og
har verða eisini danskir
AIDS-sjúklingar við.
- Nýggi viðgerðarhátt-
urin er tann frægast, vit
hava sæð higartil, og eg vil
kalla hann eitt framstig,
hóast talan ikki beinleiðis
er um nakra kollvelting,
sigur danski professarin
Jens Ole Nielsen við Poli-
tiken hósdagin.
A rådstevnuni í Glasgow
greiddu eisini hollendskir
granskarar frá einum ødr-
um nýggjum heilivági, ið
nevnist ABT358.
Royndir av hesum heili-
vági hava víst, at hann er
vælegnaður at kúga HIV-
virus, men hesar royndir
eru enn ikki so nógvar í tali,
og hetta kanningararbeiðið
er enn á byrjunarstødi.
Æltlanin er eisini at hava
danskir AIDS-sjúklingar
við í víðari royndunum, ið
fara at verða gjørdar í fleiri
royndum.
hj.
|Bretskt
hervald
angrar
grinda-
boykott
Bretska verjumálaráðið hevur játtað
Louis Wilson frå Faroe Íslands Soli-
darity Commitee,
at einki skal forða
fyri, at avlýsti dysturin hjá GI móti
einum fótbóltsliði hjá herinum kann
verða spældur komandi ár — uttan at
eitt orð verður sagt um grindadráp
Sum ein liður í fyrireik-
ingunum til UEFA Cup
kappingina hjá 1. deild-
arliðnum hjá GI, var lið-
ið í juli mánaði í ár á eini
væleydnaðari venjingar-
ferð í Onglandi.
Upprunaliga bar ætl-
anin, at GI skuldi spæla
fimm venjingardystir å
ferðini, men teir gjørdust
bert fýra, av ti at citt fót-
bóltslið hjá bretska her-
inum gav avboð. Orsøk-
in, ið herurin tá gav, var
at teir ikki vildu spæla
móti einum liði úr Før-
oyum, av ti at føroyingar
drepa grind.
Nú sær kortini út til, at
bretska hervaldið hevur
angrað hesa stødutakan
sína.
Síðsta árið hevur ein
felagsskapur í Londoh,
iðeitur Faroe Islands So-
lidarity Commitee, gjørt
vart við seg í sambandi
við verju av Føroyum og
føroyingum, tá eitt nú
tosið er komið inn á før-
oyska grindadrápið.
Louis Wilson, for-
maður í FISC, sum navn-
ið á hesum felagsskapi
verður stytt, vendi sær
herfyri til ein av limun-
um í enska undirhús-
inum, John Butterficld,
fyri at spyrja, um tað ikki
kundi bera til at fáa ein
annan dyst spældan
komandi ár millum eitt
føroyskt lið og eitt lið frá
bretska herinum. Tá
verður hátíðarhildið, at
50 ár eru liðin, síðani
bretar fóru úr aftur Før-
oyum eftir kriggid.
John Butterficld hevur
fleiri ferðir víst seg sum
Føroyavin, og hann hev-
ur vent sær til verjumåla-
ráðið, hagani hann hevur
fingið játandi svar um,
at tað ber til at fáa ein til-
svarandi dyst í lag, sum
tann, ið GÍ skuldi havt
spælt 20. juli í ár á Ong-
landsferðini.
— Einki forðar fyri, at
ætlaði dysturin nú kann
spælast í sambandi við
hátíðarhaldið komandi
ár, sigur Lord Henley í
svari sínum, og bjóðar
hervaldið seg ul at taka
sær av øllum neyðugum
fyrireikingunum í sam-
bandi við dystin — uttan
eitt ord um grindadráp.
hj.