hósdagur 1. desember 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 230 — 1. DESEMBER 1994 Síðag
Nú verður helst
biligari at keypa bil |"
Eftir umrøduni á tingi, í samband við eitt uppskot frå Fólkaflokknum at lækka biltollin
munandi, er alt, sum bendir á, at politiskur meiriluti er fyri at lækka biltollin
Nógv bendir á, at tað verð-
ur, um ikki so langa tid,
bíligari hjá fólki at keypa
sær ein bil. Hetta fekst ein
greið ábending um á úngi
týsdagin, tá eitt uppskot frá
Fólkaflokkinum at lækka
biltollin, var til viðgerðar.
Fólkaflokkurin = hevur
skotið upp, at lætta mun-
andi um tey avgjald, sum
liggja á bilum í dag. Sam-
bært uppskotið verður ein
bilur millum fjórðing og
triðing bíligari enn hann er í
dag.
Høvudsorsøkirnar til
uppskot Fólkafloksins eru,
at bíligari verður at keypa
bil. Vinnurekandi fáa
møguleika at ogna sær
hóskandi arbeiðsakfar. Tað
gevur arbeiði til fleiri hand-
verkarar, sølufélk 0.0., og
landskassin fær meira í sín
part.
Góða undirtøku
Uppskotið fekk so góða
undirtøku, eisini millum
samgonguflokkar, at Óli
Breckmann, sum er faðir at
uppskotinum, segði seg
vera ikki sért rørdan og
nervøsan, sum hann tók til,
atallari vælvildini mótvegis
uppskotinum.
Sambandstingmenninir
Bjørn av Heygum og Finn-
bogi Arge vóru millum
teirra, sum søgdu seg vera
sera positivar mótvegis
uppskotinum.
Bjørn av Heygum segði,
at lítil meining er í at hava
eitt so gott vegakervi, og so
ikki hava ráð til at nýta tað.
Hann segði seg vera sann-
førdan um, at eitt tílíkt
uppskot fór at geva lands-
kassanum fleiri inntøkur, tí
sum nú er, er so at siga
eingin bilsøla, og tí heldur
ongan inntøkur av bilgjøld-
um til landskassan. Sam-
bandstingmaðurin = legði
aftrat, at ein okt sela av bil-
um, fór at ganga út yvir
handilsjavnan, men posi-
tiva åvirkanin verður stórri.
Bilseljarin
Finnbogi Arge segði, at
vanliga tók hann ikki orðið
tá tað snýr seg um bilar, tí
hann er sjálvur bilseljari,
men hesaferð fór hann at
gera eitt undantak.
Bilseljarin í Sambands-
flokkinum visti at siga, at
Føroyar hava heimsmet í
biltolli. Og tað sum hann
segði seg als ikki skilja var,
hví tollurin á vørubilum
ts
skuldi vera dupult so høgur
sum hann er i Danmark.
Finnbogi Arge segdi, at
hann sum bilseljari hevur
følt seg sum almennan
skattainnkrevjara.
Samgongan
skrædnaði ov tíðliga
Finnbogi Ísakson gjørdi
greitt, at Tjóðveldisflokk-
urin var positivur mótvegis
einum tílíkum uppskoti.
Hann legði aftrat, at sjálvur
arbeiddi hann sum lands-
stýrismaður við einum
tílíkum uppskoti, men beint
sum uppskotið var klárt at
leggja fyri úngið, skræd-
naði samgongan, og tí kom
uppskotið ikki longri
Tað vóru eisini aðrir ting-
men, sum søgdu sína hugs-
an um bilar og toll. Jákup
Olsen úr Kristiliga Fólka-
flokkinum boðaði frá, at
flokkur hansara fór at taka
undir við uppskotinum, og
sambært Alv Zachariassen
verður Sjálvstýrisflokkurin
ikki negativur. Alvur Zac-
hariassen segði seg tó í vast í
útrokningunum hjá Fólka-
flokkinum.
Breið semja
Suni Jacobsen, sum er for-
maður í Skattanevndini,
sum nú fer at viðgera
uppskotið, tók samanum
hvat tingmenn høvdu sagt,
og kundi gera ta niðurstøðu,
at í tinginum er breið semja
um at tollurin á bilum skal
gerast lagaligari.
Hann helt, at tað skuldi nú
roynast. Men ein tílík roynd
at seta biltollin niður, kundi
eisini brúkast til nakað heilt
annað, helt hann. Tað er at
fáa at vita, um tað veruliga
koma fleiri pengar í
landskassan um avgjøld
verða lækkaði. Hendir tað,
kann tað eisini hugsast at
vera rætt at lækka avgjøld á
ødrum økjum, helt Suni
Jacobsen.
Nú verður uppskotið um
lækking av biltollinum við-
gjørt í Skattanevndini, og
mangt bendir á, at nevndin
fer at gera skjótt av.
tór.-
Breið semja er í tinginum
um at lækka biltollin, so
hugsandi er, at gongd
aftur fer at koma á søluna
av bilum.
Savnsmynd: Kalmar
Jóannes Eidesgaard,
landsstýrismaður í fíggj-
armálum sigur seg als
einki hava ímóti at ar-
beiða við tankanum at
lækka biltollin. Hann
heldur, at tað kann væl
vera rímiligt at lækka
tollin nakað, og hann
avvísir heldur íkki
møguleikanum, at meira
kundi komið á tann hátt í
landskassan.
Men Jóannes Eides-
” gaard heldur hinvegin, at
tað er so mangt annað, ið
hugsað eigur at verða um
áðrenn hansara tankar
koma til bilarnar.
Hugsa vit bert eitt lítið
sindur — sosialpolitiskt,
kemur ein ikki fyrst og
fremst at hugsa um
bilarnar, men um neyð-
synjarvørurnar, øll hava
brúk fyri, og sum í dag
Som Fr"
Hugsið
eldur fyrst
um breyð
og mjólk
— áðrenn talan verður um at gera
álvarsligar lækkingar í biltollinum,
sigur f'ggjarmålarådharrin
verða rættiliga hart skatt-
tór.-
Hugsa vit bert eitt lítið
sindur sosialpolitiskt er
annað enn bilar, sum
vit kundu hugsað
okkum bíligari, sigur
Jóannes Eidesgaard
Teir væl-
umtóktu ketlarnir
EU
goymsiu
Bæði dupuiltir
Fl oa
Vit hava serkønt fólk, ið geva
Í einaskjota og góða tænastu
- Alt tilfar til hitaverk og | +
sanitet fæst hjá okkum. -
og einkultir
Skulu tygum hava nyggjan i &
ketil, so tosið við okkum og | H
fáið eitt gott tilboð
i
Amnesty International
Skrivstovan í Vágsbotni er opin týsdag og frigg]a-
dag kl. 10-16. Tlf. 15816.
Sosialurin — fimm ferðir um vikuna!