hósdagur 1. desember 1994síða 17
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (57
Nr. 230 — 1. DESEMBER 1994 Síða 17
/ Lesarabrøv
Hvør skal tala um Kvøldlot?
Harra blaðstjóri, vinarliga
hýs mær hesum reglum í
blaði tygara viðv íkjandi les-
arabrævi d.d. »Mismunur í
Kvøldlot«
Mær tykir, at skrivarin av
hesum lesarabrævi hevur
fingið tað skeiva beinið út
úr songini fyrst tann morg-
unin, 10 lesarabrævið var
skrivad; eitt gamalt orda-
felli sigur: fåur lygur meira
enn helvtina, men haldi eg,
at , skrivarin hevur agt
meira enn so afturat hesu-
ferð.
Mær hevði dámt sera væl
at vitað, hvat ið tit sum hava
fest hetta lesarabrævið á
blað ynskja at uppnáa við tí
sera ljótt orðaða skrivi, sum
eg vil kalla ein óndsinnað
negativ útheingjan av
Kvoldloti; í landsins størstu
avís.
Um muran og samvit-
skan var nakað betri í tykk-
um, so komu tit persónliga
til leiðsluna, og søgdu tykk-
ara hugsan, í staðin fyri eina
slíka negativa óndsinnaða
og kúlu dumma herferð í
einari avis; hevði so av øll-
um illum orðini hildið seg til
veruleikan, og ikki hetta í
besta Alfred Hitchcock stíli,
helst munna tit halda dekan
og lítið um tykkum sjálvi,
og tað skilji eg væl.
Lat meg upplýsa tykkum,
at tað mangan kann vera
trupult at vera starvsfólk,
tað er ein vónleys uppgáva
at gera ollum til pass, onkur
vil altíð vera nøgdur, og
onkur ikki.
Hver kann í grundini
stilla seg sum dómara yvir,
hver id hevur drukkið nóg
mikið ella ikki? Jú, tað er
stórt sæð bert gesturin sjálv-
ur, flestu gestirnir eru skila-
fólk, sum duga sær hógv;
men hevur maður ella
kvinna hug til at drekka seg
fullan ella skítfullan, so tey
um tað, eingin hevur í
normalum forum rætt til at
blanda seg uppí tað, men ein
treyt er, at tey hava ein
sømiligan atburð, og er tað
fyri tað mesta eingin trupul-
leiki, tó vil tað altíð vera
okkurt, sum kundi verið
ødrvisi.
Eg må.vidganga, at eg
haldid sera litid um tykkara
hugsan og tankagang, tå ið
tit siga, at tad einasta hugs-
að verður um er pening í
kassan og so til H..... við
restini; heilin sum kemur
Privat
sum vinnuligt
- s0 er tað ...
KOYRISKÚLIN
Á ARGJUM
biðum 1 2270
við slíkum hugsanum, man
vera lítið verdur
Mangan er sera trupult
fyri barrvørdin at taka dag-
ar ímillum, um ein yndig
snotilig lærstutt ung kvinna,
ið hevur barm og gump,
eygnaskuggar og varrastift,
er nóg gomul til at koma inn
ella ikki, men pr. lóg gera
vit ell okkara besta; her
kann ein barrvørdur tó
stundum kenna seg nakað
hjálparleysan, tí ilt er at
síggja um hesar eru 14-17
ella 20-22 ára gamlar.
Skuldi tað sera óhepna
hent, at ein gestur var ov
ungur, so skamm fái tey, ið
vita tað og einki siga, og enn
meiri skamm fái tey, sum
keypa og harvið lumpa
barrvørdin fyri hesi ov
ungu.
At sovandi gestir, sum
ikki koma av Argjum, verða
fyrr útkoyrdir, er nakað
slutur og tvætl; líka fjandin
veit ein barrvørdur í flestu
forum, hvor id er úr Havn
ella Argjum, Suðri ella
Klaksvík, Nólsoy ella Vág-
unum, hetta kann bert vera
tilvildarligt; ein sovandi
gestur verður vaktur vina-
liga, men bestemt, og biðin
um at ganga ein túr í frískari
luft, ella eisini verður við-
komandi settur ut um, og
mangan mangan havi eg
ringt eftir løgregluni, men tó
ikki altíð; eg meti vit hava
gott samstarv, sum ikki er
spæl, teir hava eisini úr at
gera.
Í onkrum føri, tå ið vit
hava hildið, at tað hava ver-
ið stoffir uppii, er politi boð-
sent beinanvegin.
At fokusera bert uppá
Argjamenn er dekan og
býttisligt, teir eru einki
hvorki verri ella betri enn
vit onnur, eingin er full-
komin, eg haldi tit lýða av
forfylgilsisvanvid.
Tit énøgdu áttu eisini at
vitad, at eingin barr ella
dansistad i allari verdini
annsetir daddur til at taka
sær av teimum menn-
iskjum, sum av einari ella
aðrari orsøk drekka seg frá
sans og samling; vit hava
nakrar normar at halda
okkum til, bróta vit teir, ja
so standa vit einsamøll við
ábyrgdini, og skula ikki for-
vænta, at onnur koma og
leiða okkum heim aftur til
hús, og putta okkum í song;
her hava tit misskilt nakað.
Eingin hevur, verður ella
blívur slongdur út á getuna
úr Kvøldlot og bara sleptur
fyri våg og vind, sum tit
kalla tað, hetta er burtur úr
vón og viti; og um onkur av
starvsfólkunum gjørdi slíkt,
so fekk viðkomandi stórar
trupullekar við bæði leiðslu
og helst politi eisini, so hetta
forbjóðar seg sjálvt.
Starvsfólkið í Kvøldlot
ger sítt besta, fyri at kvøld-
ini skulu eydnast væl fyri
gestirnar; hetta er ikki bara
at siga bara, tað skulu veld-
ugar kreftir, orka, vilji og
energi til; spurningurin vil
altíð verða, hvussu nógv 18
starvsfólkið maktar, og hvat
slag av fólki ið myndar
Kvoldlot tey ymisku kvøld-
ni
Einhvør veit, at Kvøldlot
eina tid fekk innrås av ein-
um óhepnum bólki av fólki,
sum í heilum stjólu glesini
frá gestunum; vit eru slopnir
av við hetta selskap, men
tað var forrestin ein av
tykkum, sum hava skrivað
lesarabrævið, sum tók hetta
selskap inn í sínari tíð, tað
vita bæði tit og vit, so hver
skal tala?
Síðani er tað tey, sum
gingu og nassaðu frå ødrum
v.m., harnæst nakrur bal-
ladumakarar, sum alla tid-
ina gjørdu eitt ella annað
óheppið, allir hesir trupul-
leikar eru við at koma í rætt
lag, stutt er nú eftir á mál.
Vit sleppa væl ongantíð
heilt undan ollum óhepnum
episodum, men vit gera
okkara besta til, at tað skal
verða minst møguligt.
Havast skal í huga, at tað
er ikki okkara skyld sum
starvsfólk, um gestir hava
sett sær fyri at spæla kong
gularót, og eg kann bert
fegnast um fyri mítt við-
komandi, hvussu góða hjálp
eg havi fingið frá teimum
góðu gestunum, so at kvøld-
ini eydnaðust væl.
Lat meg enda við at siga,
at Lotið er eitt gott dansi-
stað, hvar einhver sum dug-
ir normalan fólkasið er væl-
komin; vit kunna fegnast
um ein trúfastan skara av
góðum dansifólki, ein hóp
av góðum orkestrum, sum
levera góðan dansitónleik, í
reinum nossligum um-
hvørvi; her skal verða gott
at vera, so lat okkum hjålp-
ast at, og harvið mynda
Tórshavnar besta dansistað,
Tórshavn hin 26-11-94.
Heilsan
Hans J., barrvørdur.
TEKJUTRUPULLEIKAR
- Ikkl við Hertalan EPDM
VW Reint gummi - einki PVC
vw 100% tøtt
wW Elastisk frå 50" til +150
wW 15 ára trygdarváttan
Vegl. prísur álagt
v/ trygdarvåtten:
Kr. 170-220/m? (u. MVG)
Nærri upplýsingar og
óbindandi tilboð:
FINNUR SIMONSEN,
Timburmeistari
Borgartún 4 - 160 Argir
Tlf. 14549 — 87549 — 84549
Stórt dansitiltak:
Tonleikur fyri øll
— fyra bólkar spæla
Oyggjaleikanevndin skipar fyri dansi i Tórshavn og i Runa-
vík. Ikki fyrri enn fýra tónleikabólkar fara á pall. Tónleika-
úrvalið er sera fjólbroytt og hóskar til allar aldursbólkar. At-
gongumerki verða seld í forsólu bæði í Havn og í Saltangará
Oyggjaleikir verða á Gi-
braltar í juli mánað kom-
andi ár.
Føroyingar hava verið við
í Oyggjaleikum síðani hesir
byrjaðu á Ísle of Man í 1985
og verða eisini við á leikun-
um í 1995.
Føroyska luttøkan verður
løgd til rættis av Oyggja-
leikanevnd Ítróttasam-
bandsins. Ein av torførastu
uppgåvunum, ið nevndin
hevur, er at útvega fígging
til ferðina, ið er væl kostn-
aðarmiklari enn undan-
famu oyggjaleikaferðirnar
hava verið. Nevndin hevur
gjøgnum árini roynt ymsar
hættir at útvega pening,
men hevur ásannað, at ikki
er rætt at hon kappast ov
nógv við ítróttafelggini, ið
eisini royna at útvega sær
neyðugan pening á ymsan
hátt.
Oyggjaleikanevndin hev-
ur ti gjørt av, at hon årliga
bert skipar fyri tveimum
lutaseSlasølum umframt
tveimum stórum dansitil-
tókum.
Lutaseðlar verða seldir
kring landið í løtuni og
friggjakvøldid 2. des. og
leygarkvøldid 3. des. skipar
nevndin so fyri stérum
dansi.
Friggjakvøldio verður
dansur í Itréttarhøllini á
Hålsi i Havn og leygar-
kvøldi& i Itréttarhøllini í
Runavik.
Oyggjaleikanevndin
leggur dent å, at dansurin er
fyri allar aldursbólkar og
verður tónleikurin tí sera
fjølbroyttur. Ikki færri enn
fýra tónleikabólkar fara á
pall, so møguleiki er hjá øll-
um at hoyra onkran dansi-
tónleik, ið júst dámar teim-
um. Teir fýra bólkarnir, ið
fara at spæla, eru Obeli-
vion, Hanus Johansen,
Terji og Moira og Twi-
light og teljast allir millum
best umtóktu tónleikabólk-
arnar i Føroyum.
Atgongumerki, ið kosta
kr. 80, verða seld í forsølu í
Kiosk Active, Th. Dam I-
trótti i niðbýnum og i SMS,
og i Saltangarå i Békhandl-
inum og Kiosk Vår. Um
nøkur atgongumerki eru
eftir, verða hesi seld við
dyrnar, men kostnaðurin
verður tá 100 kr. hvort.
Filmssýningar
i Listaskálanum
Listasavn Føroya fer í vetur at hava nøkur góð vetrarkvøld i
Listaskålanum
I kvøld kl. 20 verda tveir
filmar syndir i Listaskåla-
num i Havn.
Fuglespor eitur filmurin
um danska Jistamannin
Ejler Bille. Filurim fylgir
Bille yvir tvey ár í arbeiði
hansara við steinprenti í
Keypmannahavn. = Hann
sigur frá sjónarmiðum sín-
um, serliga um nútímans
list, og vit síggja ein máln-
ing verða til í húsum hans-
ara á Bali.
Filmurin er frá 1992 og
varar 37 minuttir.
Hin filmurin eitur Fugl
Phønix i Ribe. Hann er um,
hvussudanski málarin Carl-
Henning Pedersen hevur
skrýtt elstu kirkjuna í Dan-
mark, dómkirkjuna í Ribe.
Nógv kjak stóðst av hesum
verki, um tað bar til at lata
ein Cobra málara skrýða
veggirnar í hesi hábærsligu
gomlu dómkirkjuni. Film-
urin gevur eina mynd av
hesum stóra arbeiði.
Filmurin er frá 1989 og
varir 30 minuttir.
Listasavn Føroya ætlar í
vetur at hava nøkur slik
hugnakvøld vid myndlist å
skrånni, filmssyningar,
ljósmyndir og fyrilestrar.
Av tí at savnið leigar film-
arnar, ið sýndir verða, verða
30 krónur kravdar í at-
gongugjaldi, men uppi í tí er
eisini ein kaffi- ella temuð-
ur.
Millum jóla og nýggjárs
fer Konsertfelagið at hava
tvær konsertir í Listaskála-
num, og í desember og jan-
uar fer Listaskálin at sýna
fram 20 myndir, sum danski
grafikarin John Olsen
gjørdi i 60- og 70-årunum i
Føroyum, eitt nå raderingar
úr bjørgunum í Sandoynni
og Skuvoynni. Listasavnid
eigur myndirnar.
Annars eru framsyning-
arnar i Listaskålanum opnar
leygardag og sunnudag i
velur.