Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. desember 1994síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið CH Nr. 231 — 2. DESEMBER 1994 Síða 17 Við at vinna á islendinginum Bergi Pállsson, megnaði Ragnar Joensen at vinna bronsu í norðurlendsku kappingini í Íslandi um vikuskiftið Ragnar bronsu í norðurlendskari judokapping Sum nevnt í Sosialinum í farnu viku luttók Ragnar Jo- ensen í stórari altjóða judo- kapping í Íslandi farna vikuskiftið. Kappingin, sum nevnist Scandinavien Open Cham- pionship verður hildin á hverjum ári triðja vikuskifti í november, skiftist kappingin ímillum Norður- lond. Hesa ferð varð kappingin so hildin í Reykjavík, og Ragnar Joensen luttók í vektbólkinum -78 kg, har tilsamans tólv luttakarar vóru. Fyrsti dysturin Fyrsta dystin í kappingini skuldi Ragnar á máttuna. Måtstødumadur hansara hendan dystin var Freyr Gauti Sigmundsson úr Is- landi. Ragnar kom væl frá byrj- anini, og tað eydnaðist hon- um at fáa kasta Gauta, hóast kastið bert gav koka. Men hamæst fekk Ragnar hann eisini niður í halditak, men fekk bert hildið honum nøk- ur fá sekund. Gauti kom væl við aftur í kappingini, og eina løtu seinni eydnaðist honum at kasta Ragnar soleiðis, at hann fekk ippon fyri kasti og hevði sostatt vunnið dystin. Gjørdi bart Tílíkar kappingar eru skipaðar soleiðis, at allir luttakararnir fáa í minsta lagi tveir dystir. Tapir tú eisini seinna dystin, er tú liðugur í kappingini. Men tað gekst væl hjá Ragnari. Næsti dysturin var móti Heirðar F. Tómasson, eisini úr Íslandi. Hesin dysturin gekk stak væl hjá Ragnari. Fyrst fekk hann yoku fyri eitt kast, síðani koka fyri næsta kastið, harnæst kast- aði hann Heirðar aftur og fekk wasa-ari, og at enda fekk hann kasta hin soleið- is, at hann fekk ippon, fult stigatal, og hevði sostatt vunnið dystin. »Gysari« Nú varð eftir at dystast um bronsuplássið, og hesin dysturin varð eisini ímóti einum íslendingi, Bergi Pállsson. Hetta gjørdist ein sera spennandi dystur, og ein sannur >gysari<, sum danir siga. Tað varð bert gingin ein lítil løta av dystinum, tå Bergur fekk kasta Ragnar og dómarin dømdi ippon. Men síðudómararnir vóru ósamdir, og dømdu báðir Wasa-ari. Harvið var hesin dómur broyttur, og dysturin helt fram. Tað er íkki tann besta byrjanin at fáa dem. wasa- ari ímóti sær, men herjaði á aftur við fr treysti, og litla løtu seinni fekk hann kasta Berg og fekk dømt wasa-ari fyri tað. Nú var javnt, og dysturin gekk javnt á eina góða lotu. Men so fekk Ragnar aftur kastað hin, og hesa ferð fekk hann koka fyri kastið. Nú var Ragnar á odda, og hann kundi farið yvir ul »defensivan« leik restina av Mynd: Sofus Johannesen dystinum og bert hildið sín fyrimun. Men tað gjørdi hann ikki. Hann helt á við álopsleiki sínum, tí sum hann segði aftan á dystin, hann sá, at hin møddist meira og meira og fekk ikki gjørt nakað ímóti Ragnari, so leingi hann leyp á. Og hesi áhalaandi álopini góðu eisini úrslit, bert eini átta sekund áðrenn tíðin var farin, fekk Ragnar aftur kastað hann, og hesa ferð fekk hann yoku fyri kastið. Nú var dysturin so av- gjørdur, og Ragnar hevði tryggjað sær bronsumerkið. Endaliga úrslitið í bólkin- um gjørdist, at Freyr Gauti Sigmundsson úr Íslandi, sum Ragnar tapti sín fyrsta dyst ímóti, gjørðist gull- vinnari, Martin Kirkham- mer úr Danmark gjørdist silvurvinnari, og Ragnar Jo- ensen úr Føroyum gjørdist bronsuvinnari. Fyrsta medaljan Hetta er fyrsta medaljan, sum Føroyar vinna í hesi kapping, so tað varð eitt satt bragd, Ragnar Joensen gjørdi hendan dagin. Ragnar luttók eisini í opn- um bólki, men hetta varð bert til stuttleika. Í hesi kappingini kom hann ímóti tveimum teim- um bestu og tyngstu íslend- ingunum og tapti báðar dystimar, hóast hann gav teimum stóra mótstðu. Næsta kappingin av hes- um slag verður í Danmark í november komandi ár. sj. GR, Heldur harðlig mansuppgerð Tað var ikki altíð tað vakrasta spælið, tá bestu mansliðini hjá Stjórnuni og Kyndli møttust í Klaksvík. Stjørnan kom væl frá byrjanini, men tá avtornað' hevði Kyndil vunnið uppiborið 1. deild menn: Stjørnan-Kyndil — 25-32 (12-16) Málskjúttar: Stjórnan: Carsten Ander- sen 8, Marni Isaksen 3, All- | an Mørkøre 3, Siggert Pat- ursson 3, Olgar Danielsen 2, Simun Eliasen 2, Geir Wardum 2 2 „Karl Johansen | Kyndil: Petur M. Petersen 7, Bent Jákup Hansen 6, Sophus Dal-Christiansen 4, Andrias F. Hansen 4, Bárð- ur Johannesen 2, Regin Jo- hannesen 1, Dia Midjord 1, Runi Poulsen 1 Avaringar: Stjørnan 2 Utvisingar: Stjørnan 2, Kyndil 3 Burturvisingar: Stjørnan I Askoðarar: 200 , Kyndil 2 Tað var heilt tydiligt, at tað kom eitt sindur illa við hjá Kyndli, at Stjórnan fekk so góða byrjan í dystinum, ið varð spældur í Kl-høllini sunnudagin. Heimaliðið var ta fyrstu løtuna eitt skifti á odda 4-1, og tað var kanska ikki minst Finni á Svød fyri at takka. Hann hevði tá fleiri góðar bjargingar — serliga skaraði tann eina framúr, tá hann kom niður at sita, men kort- 1. deild kvinnur: Stjórnan-Kyndil 20-14 (12-7) Málskjúttar: Stjórnan: Malan Klakk- stein 8, Annika Johansen 6, Anna K. Olsen 2, Bir- fúa „Bára Skaale 2 dil: Ann Hansen 5, Beinta Sørensen 4, Annsy Høghamar 3, Anya Joen- sen 1, Annika Johansen 1 Avaringar: Stjørnan 3, Kyndil 2 Askoðarar: Kvinnudysturin sunnu- dagin i KI-høllini í Klaks- vik millum Stjørnuna og Kyndil tóktist fara at ger- ast rættiliga javnur, tá teir fyrstu 20-25 minuttirnir vóru farnir. Stjórnan hevði verið tað fyrra liðið at lagt seg á odda alla tíðina, men tó uttan beinleiðis at fáa so ini fekk parerað skoti frá Bárði Johanncsen. Men eftir hendan fyrsta hvøkkin byrjaði Kyndil at koma fyri seg — uttan bein- leiðis at seta seg á dysun koruni. Stjórnan fylgdi væl við, og áðrenn havnarmenn síðstu minuttimar í fyrsta hálvleiki við fýra málum á rað løgdu sjógv millum seg og vertimar, fekk Stjørnan javnað til 12-12. Seinna hálvleik byrjaði Stjørnan aftur betri, men tó ikki nóg væl til aftur at taka leiðsluna. Nærri enn eitt mál á muni kom heimaliðið ikki, og so koyrdi maskina hjá Kyndli rímiliga væl — uttan tó at hava besta spælið frammi. Sigurin hjá Kyndli var uppiborin Gjøgnum restina av dyst- inum hevði Kyndil betra spælið, og fingurin kann ikki setast á sigurin, tí hann var uppiborin. Kortini var tað í so leyst í verjuni hjá Kyndli viOhvørt, og hetta fekk eitt nå spæl- skiparin hjá Stjórnuni, Car- sten Andersen, útnyttað við fleiri málum, ið fóru beint gjøgnum miðverjuna hjá Kyndli. Tad, sum at kalla allan Annika og Malan alt i einum håli greiða yvirvág, ið kanska kundi roknast við. Kyndla-kvinnurnar eru rættiliga svingandi í sín- um avrikum, og tað kom eisini til sjóndar, tá fyrri hálvleikur leið móti end- anum. Eftir at tær høvdu tikið ímóti Stjørnuni við eitt ri væleydnaðum yvirgangs- spæli — kanska eisini, ti Stjórnan roknaði við ein- um løttum dysti, ið bert skuldi vinnast — koppaði alt meira ella minni um koll móti endanum á fyrra hálvleiki. Annika og Malan Síðstu fimm minuttim- ar skoraði Kyndil einki mál, meðan Stjørnan fekk fimm — teimum syrgdu Annika Johansen og Mal- an Klakkstein fyri — og so var Stjørnan He av mót- dystin gjørdi munin á liðun- um, var kvikleikin hjá gest- unum. Teir gjørdu skjótt av at fáa bólun fram, tá teir fóru í álop, samstundis sum verjan hjá vertunum ofta var ov ótolin. Fleiri ferðir fóru menn úr verjuni fyri at fáa fatur á tvarbóltum hjá Kyndli, og tómrúmini aft- anfyri útnyttaðu teir royndu Kyndla-spælararnir hverja ferð til egnan fyrimun. Lidini royndu seg bæði við mansuppdckking — fyri Kyndil dekkaði Bárður Jo- hannesen Allan Mørkøre. og fyri Stjørnuna dekkadi Marni Isaksen Petur M. Pe- tersen. Spælið gjørdist eisini ov harðligt til tíðir — serliga var tað Stjørnan, ið gjørdi ov nógv av. Og tá Rógvi Nielsen so kom innaftur á vøllin eftir tveir minuttir drúgva útvís- ing fyri kjaftaslit og hevði óendurgeviligar vidmerk- ingar um annan av dómar- unum, varð einki annað at gera, enn at hála reyða kort- ið úr lummanum. Men tá var mestsum eingin tíð eftir, so fyri tann dystin kundi tað gera tað sama — dysturin hjá tjórnuni var longu taptur, áðrenn hetta hendi. (hj.) stødulidnum og átti ruddi- ligan mun restina av dyst- inum, uttan tó at spæla ser- liga sannførandi. Serliga vóru tað skjótu mótálopini, ið tóktust vilja a væl hjá Maluni Klakkstein, samstundis sum Kyndil ov ofta bein- leiðis tveitti bóltin burtur og sløsadi, tá ein kjansur kom at bøta um skaðan. Fleiri ferðir eydnadist Stjórnuni at koma ímill- um, meðan Kyndil royndi at fáa bóltin at koyra aftur og fram framman fyri verjuni hjá vertunum, og ofta endaði hetta við máli. Sigurin var uppiborin, tí samanumtikið var Stjórn- an væl betra liðið. Men við einari vælspælandi Rann - vu Christiansen í málinum slapp Kyndil tó undan ti heilt stóra skrædlinum. (hj.)