Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. desember 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ANC takkar føroyingum Oddagrein HUGALIG er hon - heilsanin frå einum av trugvu limum ANC, tjóðskaparrrgsluni i Sudurafrika - til føroyingar, sum verður prentað i blaðnum i dag. Ein av studlunum hjå frælsisfelags- skapinum hjå Nelson Mandela og Olivur Tam- bo, sála, Pritz Dullay vitjadi i Føroyum í 1988 í sambandi vid fødingardag Mandela. Tå vard skipað fyri tiltaki i Norðurlandahúsinum. Mill- um rødararnar var eisini tåverandi løgmadur, Atli Dam, sum dyggiliga tók undir vid ynski AN at boykotta apartheidstyrid. Just bokoyttid var eitt tað mest týðandi våpnid móti hvíta minni- lutastýrinum í bardaganum móti apartheid. NÚ hevur sami Dullay sent føroyingum eina heilsan og tøkk fyri stuðulin. Hann vísir á, hvussu týðandi hesin stuðul var og heitir á føroyingar um at gera iløgur í Sudurafrika og at vitja landið. Hann fegnast fridaligu gongdina frå apartheid til demokrati og minnir å, at Mendela forseti eigur stóran part av æruni fyri hesi gongd. VIT takka Pritz Dullay fyri heilsanina og vóna, at føroyingar fara at visa Sudurafrika ans sum ferdamannaland. Um somu tid vilja vit eisini minni, hvussu sami Dullay og ANC vórðu viðfarin og móttikin av løgtings- og fólkatings- manni fólkafloksins Óli Breckmann. Vit minn- ast orðini hjá Dullay eftir at Breckm ann hevði speirikið og nidurgjørt hann og ANC í Dagblað- num. Orð hansara vóru m.a. :Ongastaðni og ongantíð havi eg mett so heitum talsmanni fyri apartheid sum Óla Breckmann. Eg havi altíð kent meg væl millum norðbúgvar, og haldi, at føroyingar eru eitt gott fólk. Men tað er spell, at slíkur spilliklútur skal sleppa at oyðileggja góða umdømi tykkara segði ANC- maðurin eftir útspillingina í fólkafloksblaðn- um. VIT draga hesi orðini fram fyri at minna fólk á, hvussu stór mótstaðan var í fólkaflokkinum móti Mandela og hansara fólkum. Á sama hátt sum nú - har 3000 góvu ÓB sína pesón- liga atkvødu at fara til Danmarkar at halda fram við at dálka okkara umdømi, tóku fólka- floksfólk eisini "tigandi" undir við honum, tå hann nidurgjørdi henda sudurafrikanaran, sum varð komin til Føroya í teimum ærligu og góðu grindum at hátíðarhalda fæðingardag Mandela, ið tá enn sat í fongsli. Hví eingin fólkafloksmaður tá talaði at óverdugu og høgraekstremistisku skriving og gerðum Breckmanns er ikki til at skilja. Atkvødur og demagogikkur hansara fløvadu meira í teirra hjørtum enn samhugurin vid ein svartan ANC "brotsmann og kommunist". Hevði OB rátt í Suðurafrika í dag, var Mandela framvegis í fongsli. Nú heimurin lovprisar sama Mandela tega fólkafloksfólk og 3000 persónligu stuðlar Breckmans. Sjálvur tegir hann eisini! Svsialunin FRÆLSI — JAVNAÐUR — BRØDRALAG Ábyrgdarblaðstjóri- Jam Miller Bisðíóik. Randi Jacobsen - Dagny Fyritaksstjóri. Krisjan Dahl Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Útgevari: P/1 Sosialurin nsen - Tórfinn Smith - | Uopsetng: PÆ Sosialurin Argjum ar RANE - Prent: P/E Pressan 1981 Telston: 11820 Jústinus Eidesgaard Føroya Handverksmeistarafelag: Bústaður. Argjavegi 26 67. ÁRGANGUR Postadr.: Postsmoga 76 110 Tórshavn Teletax: 14720 RA Frisørlæran er ein av teimum fáu lærunum, sum hevur nakað av lærlingum. Tað kann ikki vera rætt at skerja hetta fakið halda handverksmeistararnir Frisorfakið ikki nertast Handverksmeistararnir mótmæla, at landsstýrið leggur seg út í, hvussu Tekniski skúl- in í Havn skal spara Longu áðrenn fíggjarlóg- aruppskotið varð lagt fram fríggjadagin, vóru fyrstu mótmælini at hoyra. Fríggjamorgunin hevði nevndin i Føroya Hand- verksmeistarafelag fund, tí teimum dåmdi einki ætlanir landsstýrisins viðvíkjandi Tekniska skúlanum í Havn. Nevndin samtykti tí at senda landsstýrinum, løg- tinginum og politisku flokkunum á tingi eitt mót- mælisskriv. Handverksmeistarararnir halda tað vera skeivt, at landsstýrið vil niðurleggja serliga frisórskúlan. - Har eru hóast alt 30 lær- lingar. Tað er legið, at landsstýrið vil avtaka tað fakið, samstundis sum SIT og verkstaðarskúlin skulu varðveitast, sigur Jákup í Gerðinum, skrivari hjá Før- oya Handverksmeistarafel- " cistarunum hevur ong- antíð dámt serliga væl tær meira teoretisku lærurnar, sum teir siga komu til at fylla útvið, og orsakað av ungdómsarbeiðsloysinum. - Tað er legið at avtaka eitt fak, sum virkar, og samstundi halda fast við út- búgvingar, sum í sær sjálv- um ongan førleika geva, sigur Jákup í Gerðinum. Verður tað, sum lands- stýrið ætlar, noyðast frisør- lærlingarnir til Danmarkar á skúla. Handverksmeistararnir halda eitt vera, at játtanin til Tekniska skúlan verður skerd. Um bara tað varð gjørt, kundi skúlin sjálvur funnið fram til, hvar sparast kundi. Men nú hevur lands- stýrið sjálvt ásett, hvussu skúlin skal spara. - Tað halda meistararnir vera nokkso lagið, og hetta ger landsstýrið uttan at hava rådført seg við vinnuna og við ráðgevandi stovn sín, Føroya Læruráð. - Nú skal hatta fakið sparast burtur í ár. Hvat skal so burtur næsta ár? spyr Jákup í Gerðinum. randi Birgir W. Høgnesen, skrivari í Norðstreymoyar Javnaðarfelag: Valdu tey rætt, Knút ??? I Sosialinum í gjár boðar góði vinur min Knút Nolsøe frá, at hann er skuffaður av okkara fólkavaldu, javnað- arumboðunum á tingi. Fyri Knút man tað kennast tungt at síggja, at hansara hjarta- barn, nevniliga krígspen- sjónin vera vorðna eitt "spe- kulatiónsverk" hjá okkara umboðum á tingi. Upp undir valið vóru øll valevi Javnaðarfloksins til "genialroynd", og frá ti fundinum munnu øll minn- ast, at Knút tosaði um krigs- pensjón, og at hetta var eitt av punktunum, ið hin før- oyski Javnaðarflokkurin skuldi verja í komandi val- skeiði. Vit upplivdu upp undir seinasta val, at stór fjøld av okkara veljarum gjørdi nýggjan flokk, og ikki kann tað sigast, at hetta var til stuttleikar, nei, heldur tí javnaðarumboð í landsstýri og á tingi høvdu svikið síni vallyfti yvir fyri verkafjøld- int. Kann tað vera rætt, at okkara umboð aftur "pilka" ein stoætt burtur frá Javn- aðarflokkinum og harvið jarðleggja flokkin við vilja, nei, eg trúgvi tí ikki, hetta man vera ein misskiljing, tí hvor annar flokku. enn Javnaðartiokkurin = hevur vart tann minni menta, síð- an pensjónin kom. Er Javn- aðarflokkurin veruliga broyttur so nógv, at virk- isskrá og landsfundir ella navndarfundir ikki hava týdning longur. Um so er kann Javnaðarflokkurin rokna við somu stóðu, sum ein aðalfundarluttakari hjá Norðstreymoyar Javnaðar- felag seinasta sunnudag í Hvalvík, nevniliga at melda seg úr flokkinum eftir at hava valt hann í 60 ár, ú hann metti, at hann hevði fingið Javnaðarflokkin til fígginda, eftir at hann fekk krígsp wsjón. Knút Nolsøe, eg eri samd- ur í tíni stóðu, spurningurin er bert, um vit yngru náa at velja flokkin í samfull ár. Livst, so spyrst. Birgir