leygardagur 3. desember 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Nr. 232 — 3.DESEMBER 1994
Stór jólaút-
sola í Hós-
vik í dag
Hósvíkingar hava síðstu
tíðina stytt sær tíðina við
at gera ymist heimavirk-
að til stóra jólaútselu, ið
verður í Bygdarhúsinum
í Hósvík í dag.
Byrjað verður kl. 10
og síðani verður hildið
fram til kl. 14. Innkomni
peningurin frá hesum til-
taki fer til Bygdarfelagið
Varðan.
Mangt og hvat til jóla
ber til at ognad sær á hesi
jólaútsøluni, og nevnast
kann ymisk heimabund-
in pløgg og annað, ið er
vælegnað til jólagávur.
Umframt hetta verður
eisini selt ymist annað,
so sum jólapynt, jólade-
koratiónir. Tey siga frá
Bygdarfelagnum Varð-
anum, at tað alt samalt
verður selt fyri ein bílig-
an penga.
Eisini ber til at keypa
sær ein drekkamunn við
holukgkum aftuvið.
hj.
Tiggju mið.
kr. til Skúlan
a Ziskatroð
Umvælingar og nýgerð av Skúlanum
á Ziskatróð skulu gerast næstu seks
árini fyri tilsamans tíggju milliónir
Um seks ár skuldi Skúl-
in á Ziskatrød í Klaksvík
sæð heilt ødrvisi út, enn
hann ger í dag.
Norðlýsið skrivar, at
tekniska deild hjá Klaks-
víkar kommunu síðstu
mánaðirnar hevur arb-
eitt við heildarprosjekt-
ering, ið umfatar bæði
stórri umvælingar og ný-
gerð á Ziskatrød.
Ætlanin er, at arbeiðið
skal verða gjørt yvir tey
næstu seks árini, og talan
er um eitt arbeiðið fyri
tilsamans tíggju millión-
ir krónur.
Nakað skal gerast fyri
at fríðka um útsjóndina á
skúlanum, og eisini skal
hann útbyggjast, so hann
fær eitt savningarstað, ið
stórur tørvur hevur verið
á í mong ár. Ætlanin er at
umbyggja gomlu fim-
leikarhøllina til aulu, ið
skal hava pláss til eini
180 sitipláss — millum
annað á einari balkong,
ið skal byggjast út yvir
ein part av høllini. Eisini
er ætlanin at fáa nýggja
ventilatiónsskipan og
sett eina lyftu upp.
Arbeiðið byrjar næsta
ár, og fyrstu krónurnar í
hesi seks ára ætlanini
verða sambært Norðlýs-
inum settar á figgjarætl-
anina fyri 1995.
hj.
Hvussu nógv
líkist Rúsan
Systembolaget
Herfyri var ein maður frá
svensku rúsdrekkaeink-
arsøluni Systembolaget
á vitjan hjá Rúsuni, og tá
segði hann í samrødu við
Sosialin, at Rúsan og Sy-
stembolaget høvdu nógv
til felags.
Men felagsnevnararn-
ir kunnu nú sleppa at
standa sína roynd.
Svensku myndugleik-
arnir hava nevniliga ver-
ið úti um seg, av tí at ein
handilsmaður í Kalmar í
Svøriki hevur selt pakk-
ar við gløsum saman við
einari lítlari fløsku av
Absolut Vodka. Privatir
vinnurekandi kunnu ikki
selja rúsdrekka, men tað
hevur hesin gløggi hand-
ilsmaðurin fingið gjørt, tí
hann fann eitt hol í lóg-
ini, ið loyvir honum at
selja rúsdrekka, um tað
bert verður umbiðið áðr-
enn. Tí kunnu kundarnir
standa beint uttan fyri
handilin við fartelefon-
ini og umbiðja sína Ab-
solut lógligu fløsku av
vodka.
Um Rúsan og System-
bolaget líkjast so nógv,
er áhugavert at vita, um
sama hol er í føroysku
lógini... hj.
Tíðindablaðið (53*"7
Enn er eingin sølu- og marketingsstjóri settur hjá Faroe Seafood. Mikudagin og hósdagin í komandi viku skulu átta av um-
søkjarunum til samrødu hjá Frank Uhrenholdt , neyndarformanni og Niels Sørensen, stjóra
Mynd: Hilmar Jan Hansen
Frank Uhrenholdt, nevndarformaður í Faroe Seafood:
Átta hava kjansin at ger-
ast sølustjóri hjá okkum
Mikudagin og hósdagin skulu átta av umsøkjarunum, ið ætla sær starvið sum sølu- og
marketingsstjóri hjá Faroe Seafood, til samróðu á skrivstovuni hjá Frank Uhrenholdt,
nevndarformanni í Faroe Seafood. Har verður eisini fiskasølustjørin Niels Sørensen
til staðar, og eftir samrødurnar skulu tríggir av teimum átta veljast út til aðra samrødu
Sambært lýsingini, ið Faroe
Seafood hevði í bløðunum,
tá søkt varð eftir sølu- og
marketingsstjóra, átti nýggi
stjórin at havt byrjað í starv-
inum hósdagin 1. desember.
Men enn er eingin stjóri
settur, og tað kann koma at
taka eitt sindur av tíð, áðr-
enn nýggi stjórin verður
settur.
— Fyri okkum er tað um-
ráðandi at finna tann besta
mannin, ið vit kunnu fáa til
hetta starvið, sigur Frank
Uhrenholdt, nevndarfor-
maður í Faroe Seafood.
— Tað hevur ikki akkurát
so øgiligan skund at seta
hann her og nú, men kortini
skulu vit seta hendan stjór-
an, ið vónandi kann menna
Faroe Seafood til at kunna
virka væl á altjóða stødi, so
føroyska samfelagið kann
fáa sum mest burturúr. Tað
hevur ikki størstan tydning
fyri okkum, hvussu nógvar
krónur ein slíkur stjóri kann
geva okkum í kassan, men
heldur, at hann kann vera
við til at seta gongd á í Før-
oyum og skapa menning.
Mikudagin og hósdagin í
komandi viku fer stjórin í
Faroe Seafood, Niels Sør-
ensen, til Danmarkar, har
hann og Frank Uhrenholdt
skulu hava samrødur við
áttaav teimum umsøk jarun-
um, ið vóru til starvið sum
sølu- og marketingsstjóri.
Feroyingar, danir
og íslendingur
Millum hesar átta um-
søkjararnar eru tveir ella
tríggir føroyingar, ein ís-
lendingur og nakrir danir.
— Eftir hetta fyrsta sam-
røduumfarid skulu vit síð-
ani aftur tosa við tríggjar av
hesum átta, og av hesum
trimum fara síðani tveir víð-
ari til triðja samrøduumfar-
ið, ið verður avgerandi fyri,
hvor nýggi stjórin verður,
sigur Frank Uhrenholdt.
— Tann besti av teimum
báðum, ið tá eru eftir, fær
hetta starvið hjá okkum.
Men hóast stólurin hjá tí
nýggja stjóranum á Faroe
Seafood enn er tómur, so er
ikki greitt, um hann verður
tað í langa ella stutta tíð
aftrat. Tá samrøduumførini
eru av og rætti persónurin er
funnin, skulu jú eisini gll
tey formellu viðurskiftini
fáast upp á pláss, so sum at
fáa hann leysan av tí starvi,
hann møguliga hevur í løt-
uni. Og tann tíðin kann vera
alt frá beinanvegin til hálvt
ár — alt eftir uppsagnartíð og
viðurskiftum annars.
Sølu- og marketingsstjór-
in skal virka út frá skriv-
stovu í Danmark, og verður
hann ein av trimum í leiðsl-
uni av Faroe Seafood við
forstjóranum Niels Søren-
sen yvir sær.
Tá søkt varð eftir sølu- og
marketingsstjóranum, varð
sagt at hann kundi roknað
við, at nógv ferðing var við í
starvinum, og at dentur tí
varð lagdu« á stórar altjóða
A
Frank Uhrenholdt, nevnd-
arformaður í Faroe Sea-
food: >Fyri okkum er um-
ráðandi at finna tann besta
mannin, ið vit kunnu fáa til
hetta starvid.«
royndir og allar útbúgving-
ar, ið kunnu koma viðkom-
andi til hjálpar í sambandi
við stjórastarvið.