Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. desember 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Tær stákaðast ófórt i Kvinnuhúsinum, á ovastu hæddini í KFUM, tí í dag hevur Kvinnuhúsfelagið tombola í SMS, og nógv er at fyrireika. Tvær arbeiða fast í hús- inum, Ingigerð Holm og Elin Reinert, sum arbeiðir hálva tíð, og Brynhild Dan- ielsen er eisini komin inn á gólvið. Brynhild er ein teirra, sum hevur arbeitt í fýra ár í Kvinnuhúsinum sum nátt- arvakt. Tær hava fimm bólkar við sjey kvinnum í hvørjum bólki. Hvor bólkur hevur vakt eina viku í senn, so hvør kvinna hevur vakt eina nátt fimtu hverja viku. - Tað er ikki so nógv, heldur Brynhild. Hevði stundir Hon fór í sínari tíð upp í Kvinnuhúsfelagið, tí hon hevði tid til avlops og vildi fegin hjálpa, um onnur kundu brúka hennara hjálp. - Haraftrat havi eg slíkt arbeiði, at eg havi innlit í, at sosiala trygdarnetið ikki altíð røkkur, og at tað tí er neyðugt við slíkum sjálv- bodnum arbeiði. Brynhild heldur ikki tað vera at offra seg at skula hava eina slíka vakt fimtu hvørja viku. Tær eru heima og hava vakt, um einki er, og tað er als ikki á hvørjari vakt, at boð eru eftir teim- um. - Ofta er friður í dagavís, men so kunnu tað vera fleiri, sum ringja antin fyri at sleppa at práta við onkr- an, ella tær rýma frá mann- inum og vilja inn í Kvinnu- húsið. Brynhild viðgongur, at hon var nokkso spent, tá hon fyrstu ferð hevði vakt. Men tað vísti seg, at einki var at vera bangin fyri. Hesi fýra árini hevur hon ongan- tíð verið hótt ella nakað, sigur hon. - Frá klokkan fimm seinnapartin til klokkan sjey næsta morgun, hevur ein forvakt, og ein bakvakt er, sum fær boð, um tørvur er á tí. - Tað er ofta, at kvinnur ringja, tí tær eru í dýrastu neyð av sínum trupulleik- um. Fleiri teirra ætla sær ikki at fara heimanifrá, men treingja bara til onkran at tosa við. Nr. 232 — 3.DESEMBER 1994 Tað er ikki at offra seg at vera vakt í Kvinnuhúsinum, sigur Brynhild Danielsen, sum hevur verið í vaktar- skipanini, síðan húsið byrjaði fyri góðum fýra A írum síðan Tíðindablaðið CH Elin Planck og Ingigerd Holm arbeida fast i Kvinnuhiisinum. Brynhild Danielsen fer nú av vaktarlistanum, sum tær báðar gera, men Brynhild fer ikki heilt úr felagnum (Mynd; Kalmar) Á ovastu hædd í KFUM er Kvinnuhúsið, og biðja um innivist í Kvinnu- húsfelag. Tær báðar, sum hava vakt, fara tá í Kvinnu- húsið, lata upp og verða so hjá kvinnuni ta náttina, til arbeiðsfólkið kemur morg- unin eftir. - Hesar kvinnurnar eru ofta illa fyri, eru langt niðri, og okkara uppgåva er tá at hjálpa teimum sum frægast, sigur Brynhild. Onkuntíð mugu hesar kvinnur hava meira hjálp, t.d. læknahjálp. Ofta er rúsdrekka partur av trupuleikunum, kvinn- umar flýggja undan. Tær flýggja eisini ofta undan harðskapi. Tær í Kvinnuhúsinum høvdu væntað, at trystid á húsið fór at vaksa við ar- beidsloysinum, men so hev ur ikki verið. Tað tykist eisini vera torført at finna nakað mynstur. Eingin broyting hendi t.d., tå Rús- drekkasøla Landsins læt upp. - Eg havi nú fingist við hetta arbeiði í fýra ár Ongantíð havi eg kent meg ótryggað, og eingin hevur nakrantíð gjørt seg inn á Kvinnuhúsið. Brynhild hevur nú fyri eina tíð tikid seg av vakt- arskipanini. - Nú havi eg verið so leingi, at eg vil hava ein steðg. Haraftrat havi eg fingið aðrar tíðarkrevjandi uppgávur at røkja. Men eg haldi fram í felagnum, og tað kann væl henda, at eina- ferð aftur vil hava vaktir, sigur Brynhild. Hon mælir kvinnum til at koma uppí hetta sjálvbodna arbeiðið, sum ikki er stræv- ið, men sum gevur nógv, tú Kvinnuhúsfelagið er ein góður felagsskapur, sigur Brynhild. Tær klára seg við teimum vaktum, sum eru, men tað gjørdi einki, um tær vóru fleiri. Haraftrat er altíð gott at hava nakrar at heita á. Onkrar hava t.d. verið, sum hava átikið sær at vaska, og tað arbeiðið skal jú eisini gerast. Tombola Kvinnuhúsið hevur onnur ár havt jólasglu. Í ár hava tær tombola og gåvutombola í SMS, og tað verður í dag. - Vit vóna, at fólk vilja stuðla okkum, so vit fáa nakrar krónur inn, siga tær Leiðslan í húsinum helt, at og at pensionistarnir sjálvir veitslu 14. januar, og 21. is Í hagar fara nakrar báðar á skrivstovuni. ; hjå i kvinnur at leita sær randi i Kvinnuhúsinum i ; hjálp og innvist, Men so eru tað eisini tær, Í í 4 án rýma heimanifrå sum av eini ella aðrari orsøk = Í (Mynd: Kalmar) vilja sleppa heimanifrá og BB 14 ynd: Kalmar mn » a d a J (0) i aafta n Longri opid tilatleggjaskrá fyri veturin, Týsdagsklubbin | hevur i Føroyahusinum Um áhugi verður fyri tí, ætla tey jólaaftan at hava gudstænastu og góðan døgurda jólaaftan í Fóroyahúsinum í Keypmanna- havn Leiðslan í Føroyahusinum í Keypmannahavn umhugs- ar at hava húsið opið jóla- aftan. Tað verður, um áhugi er fyri tí, og so verður føroysk gudstænasta, døgurdi og okkurt hugnaligt á skránni. Haldið verður gjørt so biliga sum gjørligt. 2. jólakvgld verður sum vant ræstkjøtaveitsla í húsi- num á Vesterbrogade 17A. Tekning til veitsluna fer fram í húsinum. húsið átti at verið opið longur, og tað er tað nú. Síð- an mikudagin hava kaffi- stovan og bókasavnið verið opið millum kl. 14 og 21 yrkadagar, og sum nakað nýtt verður kaffistovan eis- ini opin leygardagar millum kl. 10 og 19. Sunnudagar er opið millum kl. 14 og 19. Nýggi tiltøk Eitt nýtt tiltak í Fóroyahús- inum er samkoma fyri pen- sionistar. Leiðslan ætlar at fáa pensionistar at vera við skulu skipa fyri. Í Feroyahásinum arbeiða tey eisini við at stovna eitt húsaorkestur, sum skal und- irhalda í húsinum av og á. Í jólamánaðinum er ætl- anin at hava jólabuffet í húsinum leygardag millum kl. 11 og 15, og gestakokkur verður biðin um at koma einaferð um mánaðin at gera okkurt forkunnugt. Onnur tiltøk Í húsinum eru onnur føst tiltøk, ið halda fram. januar verður gamlamanna- dansur, sum Torgerð Suð- uroy skipar fyri. Sunnudagsskúlin hjá Eliaskirkjuni byrjar 8. januar. Annars ætlar Føroyahis- ið av og á at hava bingo til frama fyri húsinum.