fríggjadagur 9. desember 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Tey bæði, Jens og Pavla Guttesen hava s
Nr. 236 — 9. DESEMBER 1994
AAR
um aliid gjørt sæ
r tað sera hugnaligt i heiminum i Torfinsgøtu um
jólini. Gullbrúdleypsdagurin setir sín serstaka dám á. Mynd kalmar
Í dag eru 50 ár liðin síðani
Pavla Dam og Jens Gutte-
sen góvu hvert gðrum sítt ja
og hildu stórt brúdleyp í tí
Ebenezer, sum nú eitur Be-
røa og stendur í Runavíkini.
Silvurbrúdleypið varð hild-
ið í nýggja Ebenezer, og
gullbrúdleypið verður so
hildið á sama stað í kvold
klokkan 19.
Pavla og Jens hoyra av-
gjørt við til býarmyndina i
høvudsstadnum. Hann
skundigur og smårennandi
vid svartari tasku, heilsar í
eystog vest og støkkur inn á
gólvið hjá einari rúgvu av
fólki. Hon litillåtin og still-
før og man, sum so mangar
kvinnur í hennara ættarliði,
hava kent tað sum sína
størstu uppgávu at stuðla
manninum og taka sær av
heiminum.
Trúfesti móti skyldfólki,
vinum og ikki minst sam-
komuni í Ebenezer hava
verið onnur eyðkenni hjá
Guttesen hjúnunum úti í
Torfinsgøtu. Eisini næm-
ingar í orgulspæli, sum Jens
hevði nógvar av.
Familjan hjá Pavlu
Pavla er fødd í 1921. Hon
er næstyngst av teimum
fimm børnunum hjá Jó-
hannu Cathrinu Sofíu og
Jens Christian Dam. Hon
var ættað úr Innistovu í
Vági norðuri í Klaksvík,
dóttir Jógvan bónda og Ma-
lenu Elisabeth Johannes-
datter, sum var ættað av
Skarði.
Jens Christian var sonur
til Cornelius Dam, sum var
útróðrar- og traðarmaður í
Havnini. Hann var føddur í
Hoyvík, har pápi hansara,
Jóan Hendrik Dam, var
uppisitari.
Pavla hevur verið manni
sínum ein ógvuliga góður
stuðul, og børnum sínum
ein góð mamma. Ikki minst
Jens og børnini bera henni
tað, og at hon hevur verið
sálin í heiminum í Torfins-
gøtu, har tey hava búð síð-
ani 1948, er einki at liggja
omaná. Gestablídnið hevur
verið í hásætið, og tað eru so
ógvuliga mong, sum hava
sitið væl inni hjá Pavlu.
Familjan hjá Jens
Pápi Jens Guttesen æt eis-
ini Jens Christian og var
málari. Hann hevði gott
hegni innan fleiri listar-
greinar. T.d. var hann góður
hornblásari, hevði næming-
ar og stjórnaði í drúgva tíð
teimum báðum orkestrun-
um í Havnini — Havnar
Hornorkestur og GHM.
Tónleikaevnini = kunnu
vera runnin av fleiri rótum.
Christian Ludvík Johanne-
sen, mammubeiggin og lær-
arin, sum var ættaður úr
Tøduni á Toftum, var virkin
í tónleikalívinum í Havnini,
áðrenn hann fór av landin-
um í 1892, og Gunnar
Mikkelsen var trímenning-
ur pápa Jens Christian.
Hann æt eisini Jens Christ-
ian.
Jens Christian Guttesen
hevði góðar gávur tl lista-
máling. Hann málaði altar-
talvu til Kvívíkar kirkju, og
tey, sum hava vitjað inni í
Norðoya Fornminnissavni í
Klaksvík, munnu hava lagt
til merkis fittu myndirnar,
sum eru millum bjálkarnar
undir loftinum á gamla apo-
tekinum. Jens Christian
Guttesen og Eliesar í Pálls-
stovu hava málað.
Jens Christian Guttesen
giftist við Jóhonnu Mariu
Olsen úr Skálavík. Hon var
dóttir Jógvan Olsen og Mar-
in Elisabeth, sum var nevnd
Búða Marin. Hon hevði so
sera gott mál, plagdi at
skipa brúðarvísuna, og sagt
er frá, at tá Skálavíkar kirkja
varð vígd, sungu hon og
mammubeiggi hennara,
Tróndur á Trød.
Jens Guttesen segði fyri
nøkrum árum síðani í sjón-
varpinum frá umhvørvin-
um, hann vaks upp í. Hann
var føddur niðri á Reyni, og
hann vaks upp í húsunum
við Tinghúsvegin. Jóhanna
og Jens Christian Guttesen
fingu ellivu børn, sum
vórðu uppald undir lítlu
lonini, har tað eisini ofta
vóru gestir.
Lívsins skúli
Jens, sum er føddur í
1916, var elstur. Hann gekk
í realskúlan. Tað var ikki
undarligt, at ansurin fyri
føroyska málinum varð
vaktur, tí millum lærararnar
vóru Hans Andreas Djur-
huus og Richard Long.
Eftir skúlagongdina var
Jenseitt skifti á dómarakon-
tórinum. Seinni heitti
Christian Holm á hann at
koma á skrivstovuna hjá
sær. Christian Holm hevði
fjøltåttad virksemi. Jens var
onkuntíð á skrivstovuni í
Kollafirði, har sildaverk-
smiðjan var, men mestu tíð-
ina arbeiddi hann í Havnini.
Christian Holm fór tíðliga í
Kend havnarfolk
tíðini at selja olju, og tað var
á skrivstovuni hjá Shell, at
lívsyrkið hjá Jens Guttesen
var.
Taðeru longu fleiri ár síð-
ani, at Jens legði skriv-
stovuarbeiðið frá sær, og
síðani tá hevur hann havt
betri stundir at takast við
sangin og tónleikin, sum
eyðkennir hann í odd og
egg. Serligan alsk hevur
Jens havt til horntónleik, og
okkurt av tí, sum hann hev-
ur komponerað og sett út,
hoyrist Hanvar Hornork-
estur tíðum spæla.
Sangur og tón-
leikur í samkomuni
Gávurnar innan sang og
tónleik eru fyrst og fremst
nýttar í samkomuni í Eben-
ezer. Jens tók tíðliga per-
sónliga stóðu í andaligum
spurningum. Pavla og Jens
hava verið trúfgst í sam-
komuni.
Familjurnar í báðar ættir
eru komnar har, og tað er
komið samkomuni til góða,
atstórur systkinaflokkur við
eftirkomarum hevur verið
við til at mynda sang- og
tónleikalívið. Tey hava ver-
ið stuðlar í sangkórinum,
sum Jens var við til at seta á
stovn fyri mongum árum
síðani, og sum hann stjórn-
aði eitt langt skifti. Síðani
Jens legði frá sær hevur son-
urin, Jens Christian, havt
høvudsåbyrgdina av kórin-
um.
I 1988 gav Jens Guttesen
út Ljómur og Lag, sum er
eitt savn av ti, hann hevði
komponerað. Savnid er fjøl-
broytt. Tad røkkur frå løg-
um til sunnudagsskúlasang-
Tíðindablaðið CH
Vit síggja, hvussu stóri alskurin til tónleik setir
sín serliga dám á heimliga umhvørvid hjá Pavlu
og Jens Guttesen. Mynd kalmar
ir, um fanfarir og til fjøl-
broytt tónleikaverk fyri ork-
estur, sum ofta eru sett sam-
an viðorðum, ið kór syngur.
Okkurt av tí man fara at
ljóma, tá hátíðarhaldið
verður í Ebenezer í kveld!
Pavla og Jens Guttesen
eiga fýra børn. Jóna, sum er
gift við Ingolfi Rasmussen
úr Søldarfirdi, Katrin er gift
Jógvani K. Mørkøre av Eiði,
Gunrið er gift við Peturi
Simonsen úr Fuglafirði og
Jens Christian var giftur við
Kristinu Joensen úr Klaks-
vík. Hon doyði í 1989. Katr-
in býr á Eiði, meðan hini trý
búgva í Havnini.
-nes
Utsøla av
brúktum bilum
Vegna plásstrot selja vit nakrar
bruktar bilar á útsolu
VIÐ MINSTUPRISUM!
Útselan verður
LEYGARDAGIN 10. des.
frå kl. 14.00—16.00
å økinum hjå P/F Ivan Johansen,
inngongd frå Staravegnum.
RannTeld
Tlf. 18903 / 88903 - Fax. 18703
”
Maskinmeistari
søkist
til
Elfelagid S.E.V.
Eitt starv sum maskinmeistari hjå SEV
å Sundsverkinum er leyst at søkja.
Starvid skal verda sett frå uml. 1. mars
1995.
Lønin verdur sambært såttmåla millum
elfelagid S.E.V. og Maskinmeistarafe-
lagid.
Nærri upplysingar um starvid fåast vid
at venda sær til leidaran å Sundsverk-
inum ella til skrivstovu elfelagsins i
Tórshavn á tlf. 11366.
Umsóknir saman við prógvum og
meguligum ummælum skulu sendast
til Elfelagið S.E.V., Postsmoga 319,
110 Tórshavn, og skulu vera S.E.V. í
hendi í seinasta lagi týsdagin 3. januar
1995.
Elfelagið S.E.V.