fríggjadagur 9. desember 1994síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (55;
Fleiri ljósglottar
eru at homa
Landsstýrismaðurin í vinnumenningarmálum er spentur upp á
royndirnar hjá djúpvatnstrolarunum
Oli Jacobsen, landsstýris
maður í vinnumenningar-
málum, er glaður um tær
royndirnar, sum verða
gjørdar við djúpvatnstrol
arunum suðurvesturi í At-
lantshavinum:
-Oyrmarfjall hevur í sam-
ráð við Fiskirannsóknar-
stovuna gjørt royndir á
Miðatlanuska rygginum,
suður móti 200 fjórðinga
fiskimarkinum, sum er
kring Azorurnar. Har hava
norðmenn og russar gjørt
royndir, sum hava givið
ábendingar um, at har finn-
ast fleir forkunnug fiska-
sløg, sum tað er góður pris-
ur fyri, serliga á franska
marknaðinum
A veg suður hagar royndu
teir eftir búrfiski. Tað ey dn-
aðist nógv betur, enn nakar
hevði roknað við. Teir fingu
60 tons, sum vórðu løgd upp
á Tvøroyri. Teir hondskóru
alt til flak, sum varð selt á
franska marknaðinum fyri
góðan pris. Tað vil siga, at
tað gav nógv arbeiði, og tað
var væl lønandi. Men tað er
framvegis ótrygt, hvussu
tað tørnar út við búrfiskin-
um.
- Hóast royndir hava ver-
ið gjørdar aðra staðni, so er
tað framvegis stór óvissa
um, hvat árin tað hevur, at
stovnurin verður fiskaður í
stóran mun. Fiskurin, sum
nú verður fiskadur, varð
gýttur, tá trappubrødurnir í
Havn sum teir fyrstu fingu
eina slupp til Føroya í 1872,
vísir Óli Jacobsen á.
Kærkomið hjá
djúpvatnstrolarunum
Nú er Oymarfjall farin
suður á leiðina, sum upp-
runaliga ætlanin var, at
hann skuldi gera royndir á,
men semast tå eg visti var
tað sjaskut veður, og teir
andøvdu, greiðir Óli Jacob-
sen frá.
Hvat eru tað fyri royndir,
hann ger?
Tað eru fleiri fiskasløg.
Eitt kalla teir fyri beryx.
Tað hevur eins góðan prís,
sum búrfiskurin hevur, og
tað verður mett, at tað er eitt
sindur ul av ú. Hetta er
spennandi, tí um tað eydn-
ast, so síggi eg góðar MmØgu-
leikar í hesum hjá djúp-
vatnstrolarunum. Teir eru
ikki so væl fyri, sum tað sá
út, tá kvoturnar vóru tillut-
aðar. Kongafiskurin er
nógv minkaður, soleiðis at
trolararnir hava trupullcik-
ar at fáa kvotumar, sum eru
tillutaðar teimum
Fáa onga hjálp
Landsstýrið arbeiðir við
studulstiltøkum til teirra,
sum troyta nýggjar leiðir og
nýggja drift, men Oli Jacob
sen sigur, at Boðasateinur
fær ongan stuðul til roynd
ina eftir búrfiski:
Tað verður arbeitt við at
fáa skipanina upp á pláss,
soleiðis at hon kann virka
frá 1. januar. Ætlanin er at
endurrinda arbeiðsgevar-
anum ellareiðaranum skatt-
in, sum verður inngoldin av
inntøkuni í sambandi við
nýggja vinnu. Um fuglfirð-
ingarnir fóru undir royndina
í komandi ári, so høvdu teir
møguliga fingið skattin
endurgoldnan, men hesu
megin nýggjár eru roynd-
imar sambært vanligar
treytir. Ti er so mikið huga-
ligari, at royndimar tykjast
at eydnast væl.
Tað verður nógv tosað
um at gera royndir við línu á
leiðunum longri suðuri og
vesturi í Atlantshavninum
móti vári, og landsstýris-
maðurin roknar við, at
landsstýrið fer at stuðla
sambært skipanini, sum
kemur í gildi á nýggjárin-
um.
- Tær royndirnar eru vit
ógvuliga spentir uppá. Bera
tær til, so verður talan um
fitt íkast hjá línuskipunum,
og talan er um fleiri arbeiðs-
pláss. Tí hava vit brúk fyri.
Ljósglottar
Oli Jacobsen roknar við,
at talan verður um eina rød
av royndum, og hann ivast
ikki í, at meiri enn ein roynd
fer at eydnast, so talan í
framtíðini kann verða um
lønandi vinnu
Men tað eru eisini glott-
ar at síggja í gerandisdegn-
um á nærri og meiri kendum
økjum. Eg var ein túr inni á
gålvupppbodssøluni å
Toftum mikudagin. Tå var
upsin seldur fyri sjey krónur
kilo. Tað er kanska ikki
vanligt, at prísurin er so
høgur, men tað er undir øll-
um umstødum væl hægri,
enn upsaprísurin hevur ver-
ið.
Tá eg sat í Ráfiskagrunn-
inum var avrokningarprís-
urin fyri upsa í langa tíð 50
oyru, og tað er stutt síðani,
at virkini keyptu hann fyri
2,50 krónur. Hóast hann
ikki stødast á sjey krónum,
so er framvegis talan um
fittan prisvøkstur, og tað fer
athava stóran týdning, tí tað
fer framvegis at vera soleið-
is, at størstu nøgdirnar, sum
fara at koma upp á land,
vera upsi.
GÓÐIR BRÚKTIR BILAR
BILMERKI
BUCK CENTURY 3,3 V6
FORD FIESTA
VW POLO
FORD ESCORT 1,1
FORD ESCORT
' NISSAN BLUEBIRD 2,0
'NISSAN PATROL 4x4
'NISSAN PATROL 4x4
HONDA ACCORD 2,0
LITUR
Reydur met.
Hvitur
Blåur met.
Hvitur
Blåur met.
Hvitur
Hvitur
Hvitur
Reydur met.
ÅRG. KM:
04.08.89
23.01.84
19.04.89
06.04.84
02.06.89
16.01.87
12.11.85
28.11.85
08.07.91
68135
87000
81000
58100
86144
83115
125100
90000
50000
OPIÐ LEYGARDAGIN 12. des. kl. 9.00-17.00
BILFRIDKAN
- Tlf. 17300
Nr. 236 — 9. DESEMBER 1994 Sida 21
a Vit taka sjálvandi eisini 2
myndir í hugnaligum
jólaumhvorvi
= SMS FOTO =
MB postboks 1058 - 110 Torshavn - TF 1820 MB
NYGGJUR HANDIL
KAPPSØLAN letur upp „nýggja
GÅVUBUD
á Hoydalsvegi 2 - Tórshavn
Í MORGIN kl. 10
við m.a. nógvum heimavirkaðum
PRÝÐILIGUM 8 HENTUM LUTUM
. Heimanjordi ljós + Hondmálað
postalin - Dekoratiónir/Kransar
* Bundin pløgg + Broderiir
og håpin av ødrum gåvulutum.
Vælkomin á Hoydalsveg 2
Aðalfundir
Utsetti aðalfundurin hjá Pf. Pressan av
1981 og útsettu eykaaðalfundirnir hjá
Pf. Húsið og Pf. Sosialurin verða á
Argjum mánadagin 19.12.94, kl. 18 við
áður lýstu skráum.
Nevndirnar
F.C. BÚÐIN
Undir Tórs-Cafeterla
CD-LISTIN
1. BON JOVI /
Crossroad
2. CYNDI LAUPER /
Twelve deadly Cyns
3. NIRVANA / Live &
alive
4. AEROSMITH / Big
ones
5. STING
Best of
6. SAGA / Very best of
7. OSLO GOSPEL
CHOIRE / Get UP!
8. BECK / Mellow
Gold
9. FOREIGNER / Mr.
Moonlight
10. RET HOT CHILI
PEPPERS / Out in
L. A.
11. EAGLES / Hell
freezes over
12. INXS/Greatest Hits
13. ERIC CLAPTON
From the cradle
14. ABSOLUTE
Let Dance mix 6
15. SMOKIE /
Celebration
16. TOM PETTY /
Wildflowers
17. MADONNA / Bed
time stories
18. NIRVANA / Mtvun-
plugged in New York
19. SLADE / Wallis of
hits
20. Status Quo /
Thirsty Work
og fleiri.
Ring, vit senda!
Allar 195,-
Postboks 1250
FR 110 Tórshavn
Tlf. 17646 - Fax. 18401
Mánad.-hósd. kl. 10-17.30
Fríggjadag = kl. 10-19.00
leygardag ki. 11-14.00
at taka tað róliga
ff