týsdagur 13. desember 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
OKKARA fiskimálaráðharri, sum í dag skal
hava fund við norðmenn um trupulleikarnar,
sum hava tikið seg upp millum Føroyar og Nor-
eg í sambandi við veiðuna í Loynikrókinum,
hevur onga lætta uppgávu. Uttan mun til hvat
ein heldur um spurningin, so er tað ein torfør
uppáva, sum Ivan Johanresen fer undir í
Keypmannahavn í dag. Spurningurin er hvørji
ráð føroyingurin hevur til hansara. Og her vil
tað helst vera so, at ráðini ganga báðar vegir.
Onkur sigur, at føroyingar eiga at ganga nor-
sku krøvunum á meti, meðan onnur, og tey
sýnast at vera í storum meiriluta, vilja ráða
okkara politikarum til at gera norðmonnum
greitt, at vit ganga ikki undir teirra krgv.
Í FØROYUM hevur tað verið so, at mong hava
valt stóðu í hesum máli eftir, hvar tev búgva.
Vit hava t.d. sæð, at norðingar hava verið fyri
at semjast við norðmenn, tí langafaratrol-
ararnir hoyra til har. Nú vilja tó fleiri og fleiri
vera við, at vit missa als ikki so nógv við onga
avtalu at hava við norðmenn. Er hetta so, tá er
nógv broytt. Tí fyrr hevur tað verið so, at for-
treytin fyri at kunna varðveita kvoturnar hjá
teimum stóru trolarunum hevur verið tann, at
vit høvdu avtalu við bæði russar og norðmenn.
TAÐ er stórt spell um semja ikki fæst við
norðmenn nettup nú tá møguleikin fyri at
menna samvinnuna í Norðuratlantshavi eftir
norsku neiatkvøduna átti at verið stórri enn
nakrantid. Tad er greitt, at flestu føroyingar
eru í gðini inn á norðmenn, nú teir hótta við ikki
at skriva undir nýggjan sáttmála ganga vit ikki
ikravi teirra um landingarbann á meti. Vit hava
higartil havt ta støðu, at tað var rætt at taka
russisku og norsku ávaringarnar í álvara, út
frá tí sannroynd, at tað hevur verið mett frá
politiskari síðu at vera ein vanlukka fyri
fjarfiskiflotan fóru norðmenn og russar brádd-
liga at skerja kvoturna:. Vit hava so longu
sæð, at russar hava lutvíst skert kvotuna, tí vit
hava ikki lurtað eftir teirra åvaringum um
landingarbann. Nú hótta norðmenn við tí
sama. Mem um somu tíð kemur fram, at stóru
trolararnir kunnu klára seg uttan at hava
sáttmála við norðmenn. Tað broytir støðuna.
Tó loyva vit okkum at ivast í hesum og halda,
at tað er sera sera umráðandi, at okkara myn-
dugleikar bera seg rætt at og fara hóvliga
fram, tí vit og norðmenn hava so sanniliga
nógv at samstarva um . lkki minst eina
tryggjan av røktini av stóru felagsstovnunum í
Norðuratlantshavi. Tað må so sanniliga eisini
hava okkara áhuga, at fremmandir ikki koma
og niðurfiska stovnarnar á hesum leiðum,
stovnar, sum okkara eftirkomarar eisini skulu
liva av. Allir upplýsingar mugu á borðið m.a.
um rættin hjá norðmonnum at krevja
landingarbann, um fiskiskapin í Smoguni osfr.
Latið okkum og norðmenn finna rætta stevið
Sasíalunin
FRÆLSI — JAVNAÐUR — BRØDRALAG
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller
Fyritaksstjóri. Krisjan Dahl
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Blaðfóik- Randi Jacobsen - Dagny Utgevar: P/1 Sosialurin Bústaður. Argjavegl 26 | Postadr: Postsmoga 76
Joensen - Tårfinn Smith - | Uppsetng P/T Saslalurin Argjum 110Tørshavn
Hilmar Jan Hansen - Prent: P/T Pressan 1981 | Tøleton: 11820 Taletax: 14720
Jústinus Eidesgaard
Gransking,
samstarv
og truvirdi
Tad er ein ålvarsom å-
byrgd landsins leidandi
menn átaka sær, tá ið teir
taka knív í hond og setast
at sneiða og kuta burtur
av tí virksemi, sum
gjøgnum árini er bygt
upp á hægri granskingar-
og undirvisingarstovnum
her á landi, og enntá eru
til reiðar at avhøvda part-
ar av hesum virksemi.
Ein av hesum stovnum
er Føroyamålsdeildin á
Fróðskaparsetrinum, sum
við tógvið stríð og nær-
lagni í meir enn fjórð-
ingsøld er bygd upp, og
so við og við er vorðin
einasti granskingarstovn-
ur í heiminum, sum
burturav tekur sær av
vísindaligum gransking-
arvirksemi innan før-
oyskt mál og bókmentir,
á sama hátt sum tilsvar-
andi deildir á gðrum
lærdum háskúlum fremja“
undirvísing og gransking
í sínum móðurmálum.
Samstundis síggja vit,
hvussu áhugin fyri før-
( Lesarabrøv )
oyskum sum uni-
versitetsfak alsamt
veksur á fleiri av nevndu
stovnum í hinum Norð-
urlondunum (og fyri ein
part aðrastaðni eisini),
stovnar ið vit samstarva
við á jøvnum føti.
Tað er nevniliga so, at
á tilsvarandi stovnum í
grannalondunum, ið
granska og undirvísa í
norðurlendskum málum
og bókmentum teirra, er
tað eitt ógvuliga sterkt
ynski og verður hildið at
vera av avgerandi týdn-
ingi fyri teir, at tann før-
oyski parturin í norður-
lendska mentanarhøpin-
um er við til at mynda
heildina. Tí er gjøgnum
hesi árini knýtt eitt net av
fakligum bondum, sum
báðir partar hava stórliga
fyri neyðini, vit og teir.
Pástandurin, ið stund-
um hoyrist, at tað ikki er
so neyðugt við vælút-
bygdum akademiskum
granskingar- og undir-
visingarumhvørvi her hjá
okkum, tí tað tað hava
teir aðrastaðni og at vit
kunnu eins væl fara
burtur at leita okkum út-
búgving, heldur ikki og
dugir ikki, og serliga
ikki. tá ið tað kemur til
”
Á ar ATP! ak
FYRI SRGRISRAGAÐA
… …………
HUNUNMI
LE BETETEJ
tær serføroysku greinir-
nar: føroyskt mål, før-
oyskar bókmentir,
Føroya søgu 0.s.fr. Hinir
royna so væl, sum teir nå
megna tað, at draga hesi
føroysku evnini inn sum
partar av teirra undir-
vísing og gransking, ið
fer fram hjá teimum.
Men teir gera tað oftast í
neyvum samstarvi við
tann granskingardepil, ið
er vaksin fram her á
landi. Teir vita, at her er
ein faklig vitan savnað,
sum teir kunnu leita til og
oysa av (tf vit hava av
natúrligum grundum
nakrar fortreytir fram um
teir).
Men kunnskapar-
streymurin gongur so
sanniliga eisini hin vegin,
og í ikki minni mun. Tí
fyri okkum, ið liggja til
tað avbyrgdir og við fá-
um fólkum (ofta bert ein-
um) á sama fakgki, kenn-
ist mangan saknur á teirri
fakligu breiddini, tað at
tú kann bera tíni úrslit og
tínar eygleiðingar saman
við tað, ið onnur sita og
totast við, og harvið
67. ÁRGANGUR
VU)
siggja tad i ti størra
samanhanginum. Og ikki
bara á teirri fakligu
breiddini, men eisini á
teirri fakteoretisku djúpd-
ina, sum tað mangan
kann vera ilt at halda
dagførda í tí fámenta um-
hvørvinum. Her er tað av
ómetaligum týdningi, at
vit hava holl samstarvs-
fólk, ið vit kenna og hava
regluligt samstarv við.
Men tað má ikki
gloymast, at hetta er sam-
starv millum fakfólk á
jøvnum føti. Vit noyðast
at vera seriðsur sam-
Starvspartur, ið tað gevur
nakra meining at sam
arbeiða við. Tað álit
merkja vit, at aðrir hava á
okkum í dag. Men vit
liva ikki upp til hetta
krav, um tað lítla gransk-
ingarumhvørvi, ið her er
fingid upp å føtur, ikki
verdur livgad og fær frid
og umstødur — ikki bara
at ana — men at trivast og
mennast.
A Féroyamálsdeildini,
tann 12.12.1994
Eivind Weyhe,
deildarleiðari
Tí mæltu vit til eitt skatta-
prosent uppá 18
Betur fyri borgaran í Tórs-
havnar og Argja kommunu,
um minnilutauppskotið varð
samtykt.
Týskveldið 6. des. var bý-
ráðsfundur í Havn. Til sam-
tyktar var ásetan av skattapro-
senti fyri 1995. Meirilutin
hevði lagt fíggjarætlan, ið við-
førdi eitt skattaprosent uppá
19, meðan vit í minnilutanum
mettu at skattaprosentið kundi
verða eitt stig lægri.
Í hevuðsheitum vóru allir
býráðslimir samdir um rakstr-
artølini í figgjarætlanini, ti har
er so nógv skarvað av, at illa
ber til at taka enn meira.
Serliga var tað afturgjalds-
tíðin av lánunum, vit ikki
kundu semjast um.
Tey sjey, ið eru í meirilut-
anum, vildu at skuldin skuldi
gjaldast aftur við 30 mill.
næsta ár, meðan vit seks í
minnilutanum mettu, at 20
mill. er tað mesta, borgarin
orkar at gjalda lánistovnunum
aftur, soleiðis sum stødan er.
Beinleiðis skuldarbyrðan
hjá kommununum (Tórshavar
og Argja) er 460 mill. kr. Og
við lættari rokning kann ein
rokna, at meirilutans uppskot
gevur eina afturgjaldstíð uppá
gott 15 ár, meðan okkara upp-
skot vildi vidført, at saman-
løgdu kommunumar í Suður-
streymi vildu verði skuldar-
fríar eftir 23 árum.
Húsaeigarin, ið er í trong-
stóðu, leingir um avdráttartíð-
ina til lånistovnarnar, fyri at
kunna liva eitt sømiligt lív.
Sama mynstrið eigur komm-
unan at brúka, fyri at hjálpa
hart fyrispentu borgarunum.
Lítil nýtta er i; at kommunan
skundar sær at gjalda niður lán,
meðan borgarin fer á húsagang
og rýmir av landinum.
Tað bleiv skotið okkum í
skógvarnar, at okkara uppskot
var óserigst, tí býráðið kundi
ikki bróta avtalur, ið gjørdar
vóru við bankar og lánistovnar.
Hetta meti eg vera slutur.
Lánveitarar hjá kommununum
í Føroyum skuldu skammað
seg, serliga teir føroysku.
Fyri fáum árum síðan høvdu
bankarnir ein rentumarginal
(tað er munurin á rentuni fyri
uppspardu krónuna og ta lántu
krónuna) uppá umleið 2 pro-
sent, meðan kommunumar nú
ofta gjalda ein rentumarginal
uppá 6-7 prosent.
Eg kann nevna, at meðan
húsaeigarin betalur um 7% í
rentu til bankar og lánistovnar,
verða kommunurnar noyddar
at gjalda 11-13% irentu. Hesin
grovi mismunur ger ser serliga
galdandi fyri teir føroysku lån-
veitararnar.
Í fjólmiðlunum skiftast
bankastjórar at siga frá, at set-
húsaeigarin kann leingja sær
lánini upp til 30 ár, um hann er
illa fyri, so hví kann nakar ilsk-
ast inn á okkum byrådslimir, ið
vilja veita ein hart tiltrongdan
lætta hjá tí fólki, ið her býr, við
at leingja afturgjaldstíðina hjá
kommununi til 23 ár. Kanska
rættari hevði verið at longt aft-
urgjaldstíðina til 30 ár og á tann
hátt kunnu lækka skattapro-
sentið enn eitt stig.
Vinarliga
Jan Cristiansen,
býráðslimur
?
Í
|
i
i