Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. desember 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Nr. 238 — 13. DESEMBER 1994 Tidindabladid EH) Ikki er tað nógva komið til siglingarsavnid enn. Tó $0,- báturin hjá Peter Mi Gavin stendur har. Mynd: Kalmar Hundrad åra gamalt pakkhús verður savn Nú skal ein ætlan gerast viðvíkjandi savninum, og so er klárt at fara undir at savna iutir saman Andras Andreassen handar Óla Rubeksen, leiðara av tiltakinum "Ung í arbeiði" kekk, sum er fyri tilfarið, sum nýtt er til siglingar savnið Mynd: Kalmar Hundrað ára gamla Millers pakkhúsið verður nú sigl- ingar- og býarsavn. Fyrsti parturin er liðugur. Kjall- arin, sum fyrr varð nýttur sum saltgoymsla, skal hýsa siglingarsavninum. Við stuðli frá Lions-fel- agsskapinum, býráðnum og ødrum, hava nøkur ungfólk og arbeiðsleiðarar í ultak- inum "Ung í arbeiði" lagt kreftir í at fáa gamla pakk- húsið ul nýtiligt savn, og tað tykist sum tað fer at eydnast sera væl. Gunnar Hoydal, býarar- kitektur, sum hevur fylgt arbeiðinum alla tíðina sig- ur, at ætlanin hevur alla tíðina verið at varðveita so nógv sum gjørligt av upp- runanum í pakkhúsinum. -Her skal einki krógvast aftan fyri máling og tapet, hevur býararkitekturin gjørt greitt. Tað mest spennandi við hesum savni Tad eru ungfólk í tiltakinum "Ung í arbeiði sum so hugagóð hava arbeitt í Millers pakkhúsi Mynd: Kalmar heldur býararkitekturin vera, at hetta verður eitt savn eitt sindur ødrvisi enn onnur. Millers pakkhús skal vera eitt arbeiðandi savn. Soleiðis at slilja, at her skulu fólk kunnu koma og viðlíkahalda og arbeiða við teimum lutum, sum koma á savnið. Savnið kann eisini gerast eitt slag av farstød fyri áhugaðar før- oyingar eins og útlendsk ferðafólk, sum vilja á flot. Eitt tilboð aftrat øðrum innan ferðavinnuna. Men tað verður ein løta enn, til eitt siglingar- og býarsavn kann lata upp í Millers pakkhúsi. Nú fara ung í arbeiði at halda fram við arbeiði sínum í pakk- húsinum. Ovaru hæddirnar skulu gerast karmur um býarsavnið. Pakkhúsið lat Sørin Miller byggja miðskeiðis í 1890-unum. Kjallarin varð nýttur til salt og hinar hæddirnar pakkhús. Sørin Miller var keypmaður og reiðari. Hann var býráðs- formaður frá 1913 úl 1920 tor.- TEE |