Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. desember 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr. 238 — 13. DESEMBER 1994 John Petersen, løgtingslimur: Vit kunnu ikki steðga landing- um úr Smoguni — Næsta verður, at íslendingar og grónlendingar seta sum treyt fyri fiskisáttmála, at vit banna landingum av fiski úr Irmingar- havinum, sigur hann Fyrrverandi landsstýris- maður í fiskivinnumålum, John Petersen, løgtings- limur fyri fólkaflokkin, er ikki í iva um hvussu hann fer at atkvøda, um eitt upp- skot kemur á ting um at banna landing frá skipum, sum hava fiskað í Loyni- krókinum. — Eg atkvødi í móti. Tað finnast enn nógvar leiðir í altjóða sjógvi, sum ikki eru royndar. Fáa vit í sáttmálan við Noreg eitt landingar- bann móti fiski úr Loyni- krókinum, so hava vit skapt eitt fordømi og so standa vit veikari viðvíkjandi fiski- skapi í altjóða sjógvi, sigur John Petersen, løgtings- maður. — Vit kunnu als ikki liva við, at eitt landingarbann kemur í sáttmálan við norð- menn. Tað næsta verður, at íslendingar og grønlend- ingar fara at krevja tað sama í okkara sáttmálum við teir. Taka vit Irmingarhavið, so kundi hugsast, at teir søgdu, at skulu vit hava nakran sáttmála við teir, so skal ongin fiskur frá hentleika- trolarum úr Irmingahavin- um landast í Føroyum, sigur John Petersen. — Skipini undir hent- leikaflaggi eru ikki føroysk skip og ti kunnu vit ikki fara at lóggeva móti hesum. Hetta er heilt burturvið. Føroyingar eiga farmaskip undir hentleikaflaggi, skuldu vit eisini farið at framt tiltøk móti manning- unum á hesum, er tað okkurt land vit hava samstarv við, sum ynskir tað, spyr John Petersen. jústinus Tíðindablaðið CH Heine O. Heinesen, um Loynikrókin: Eg trúgvi upp á skipaðan fiskiskap eyvan ein fyrimunur fyri ir fiskimenn, sigur hann — Óskipaði viðurskiftir á havinum er n fóroyingar, hóast vit eru sera dugnalig Heine O. Heinesen, løg- tingsmadur úr Kunoy, valdur fyri Tjóðveldis- flokkin, vil hava fleiri upplýsningar á borðið, áðrenn hann hevði atkvøtt fyri ella í móti einum land- ingarbanni úr Loynikrókin- um. — Tá íð uppskotið um vinnuligan fiskiskap kom niðan í ungið, var ein grein í sum heimilaði landsstýri- num at seta bann fyri landingum i Loynikrók- inum. Hendan grein fekk ikki meiriluta á tingi, sigur Heine O. Heinesen. — Nú hevur verið frammi, at bátarnir í Barentshavi- num kunnu klára seg uttan kvotuna frá norðmonnum. Er hetta tilfelli, so er talan um eina nýggja stóðu. Men eg havi sjálvur hoyrt russiska fiskimålarådharr- an sagt, gjøgnum tolk sjálv- sagt, at tað kostaði kvotuna, fóru føroyingar í Loyni- krókin. Verður hetta úrs- litið, sohevði eg atkvgtt nei, sigur Heine O. heinesen. — Fyri meg er eisini ein annar spurningur galdandi. Missa vit sáttmálarnar eyst- anfyri so er grundarlagið undir stóru trolarunum i Klaksvík horvið og eg farið ikki at atkvøda fyri at flyta kvotur úr Klaksvík til onnur pláss í landinum, sum taka ímóti fiski úr Loynikrók- inum, sigur Heine O. Heinesen. — Eg kann sumsagt ikki svara beinleidis um eg atkvødi fyri ella í móti einum landingarbanni. Vit mugu viga fyrimunirnar móti vansunum og tann sum tá vinnur fær mína atkvødu, sigur hann. — Eg trúgvi uppá millum landa samarbeiði og eg trúgvi upp á skipaði viður- skiftir á havinum. Hóast føroyingar eru dugnaligir fiskimenn so eru vit fíggjar- liga veikir um ongin lóg verður á havinum og tann sterkasti skal ráða sigur Heine O. Heinesen. jústinus Álvur Zachariassen, Sjálvstýrisflokkurin: Atkvoði ikki fyri landingarbanni — Tað er upp á tíðina at vit vísa andlit yvirfyri norðmonnum.Vit skulu ikki loysa trupulleikan hjá norðmonnum í Loynikrókinum. Mær vitandi fiskar einki fóroyskt skip í Loynikrókinum, sigur nývaldi tingmaðurin í Klaksvík Eitt uppskot um at seta bann móti landingum frá skipum undir hentleikaflaggi, sum fiskað í Loynikrókinum fær ikki stuðul frá samgongu- manninum, Alvi Zacharia- sen. — Talan er als ikki um før- oysk skip og vit fara ikki at lóggeva fyri útlendskum skipum sum leggja fiskin upp í Føroyum. Tað vildi verið heilt burturvið, sigur Álvur Zachariassen. — Norðmenn skulu ikki brúka - føroyingar sum royndarklút fyri at loysa teirra egnu trupulleikar. Fiskiskapurin í Loynikrók- inum er ein norskur trupulleiki og hann mugu teir takla sjálvir. Tað er uppá tíðina, at føroyingar vísa andlit í hesum máli, sigur Álvur Zachariassen. jústinus Alvur Zachariassen úr Sjålvstyrisflokkinum heldur ikki at føroyingar kunnu fara at lóggeva móti fremmandum skipum