Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. desember 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Nr. 238 — 13. DESEMBER 1994 Løgtingsformadurin um orðaskiftið um fíggjarlógina: Breitt orðaskifti við lokalum dámi Sum vera man fekk orðaskiftið um fíggjarlógina lokalan dám, men eg ivist ikki í, at landsstýrið hevur fingið eitt og annað at hugsa um Í samfullar fjúrtan tímar vidgjørdu tingmenn upp- skot landsstýrisins um fíggjarlóg fyri komandi ár. Og hesar fjúrtan tímarnar sat Marita Petersen á for- manspallinum og skuldi síggja til, at tingmenn ikki fóru út um tíðina og annars hildu seg til málið. Um orðaskiftið heldur løgingsformadurin, at tað var áhugavert og breitt, og tingmenn hildu seg til mál- ið. -Men tað vil so vera, at orðaskiftið til tíðir fekk 10- kalan dám, sum hvørki er óvanligt ella ónatúrligt. Lokalu sjónarmiðini snúði seg millum annað um Klaksvíkar Sjúkrahús, Suduroyarsiglingina og ymiskar skúlar. Serliga Tekniska Skúla í Havn, HF í Klaksvík og Fisikvinnu- skúlan í Vestmanna. Bert smávegis broytingar Marita Petersen, sum eisini sr | '— er formaður Javnaðar- floksins, sigur seg rokna við av orðaskiftinum at dóma, at tað fer at eydnast at fáa fíggjarlógaruppskotið hjá landsstýrinum nøkunlunda heilskapað igjøgnum tær tríggjar viðgerðirnar, tað skal hava, uttan at tær stóru broytingarnar verða gjørd- ar. Javnadarflokkurin ynsk- ir helst onkrar småvegis broytingar, men flokkurin hevur givid tilsøgn um, at figgjarligi karmurin skal haldast. Og tað vónar Marita Petersen eisini at tað fer at bera til. Eisini hóast tað gjørdist greitt, at ting- menn í Sambandsflokk- inum ikki vilja góðtaka onkra av ætlanunum til eyka inntøkur til landskass- an. Skúlapolitikkur Tað skerst ikki burtur, at tá uppskot at flyta skúlar kem- ur á tingborð, eru nógvar ymiskar meiningar. Tað var einki undantak hesaferð. Landstsýrið hevur boðað frá,at Fiskivinnuskúlin skal flytast úr Vestmanna til Klaksvíkar. HF skal flytast úr Klaksívik á Kambsdal, og Fiskivinnu- og handils- skúlin í Suðuroy skal ikki taka næmingar upp næsta skúlaár. Marita Petersen, sum sjálv hevur umsitið skúla- mál í landsstýrinum sigur, at betri hevði ivaleyst verið við einari breiðari politisk- ari semju um skúlapolitikk yvirhøvur áðrenn talan var um at flyta skúlar. Hetta hevur eisini verið roynt áður. Millum annað í lands- stýristíðini hjá løgtingsfor- manninum, men tá komst ikki á mál. Hetta er sum er byrja aftur av nýggjum, sigur Marita Petersen. Hon leggur aftrat at vóru ting- menn stórt sæð samdir um hvønn skúlapolitikk viteiga at reka, kom tað meira ella minni av sær sjálvum, hvar hvor einstakur skúla skal vera. Vónandi ikki jolatrøll Marita Petersen vónar, at fíggjarlógin ikki verður jolatrøll. Men hon er tó ikki vís í, at tað fer at bera til at fáa samtykt fíggjarlógar- uppskotið fyri jolahøgtid- ina. Tíðin er knøpp, og Fíggjarnevndin skal ar- beiða skjótt. Í gjár fundað- ust Skatta- og Marknaðar- nevndin um mál, sum hava við fíggjarlógina at BT tór.- Marita Petersen í formanssessinum í fjúrtan tímar: Landsstýrið hevur helst fingið okkurt at hugsa um. Neyvan storvegis broytt Løgmadur roknar ikki við, at fíggjarlógaruppskotið hjá landsstýrinum verður stórvegis brott. Andstóðan hevði als einki mótboð, heldur hann Hvar var løgmaður undir orðaskiftinum tá løgtingid vidgjørdi fíggjarlógarupp- skotið hjá landsstýrinum. Tað vildi ein av andstødu- tingmonnunum fegin hava at vita, men varaløgmaður noyddist at vera spyrjaran- um svar skyldugur. Vit hava spurt løgmann hvar hann var, og hví hann ikki var í tinginum. -Eg var í tinginum báðar dagarnar, men ikki alla tíðina. Fyrra umrødudagin hevði eg vitjan av útlendsk- um oljufólkum,og annan dagin var eg eisini upptikin, men eg var í tingsalinum kortini bæði fyrrapart og seinrapart, sigur løgmaður. Hann leggur aftrat, at eftir- lýsingin eftir løgmanni var ikki annað enn tað sum roknast kann við frá Fólka- flokkinum. Løgmaður sig- ur, at landsstýrið var annars sera væl umboðað undir allari viðgerðini. Edmund Joensen heldur annars um umrøduna av fígjarlógaruppskotinum, at Tíðindablaðið EH Øll eru ikki eins fegin um ætlaninar hjá lands- stýrismanninum í skúla- málum, Eilif Samuel- sen, at flyta ymiskar skúlar og at skerja aðrar. Í hesum sambandi hevur løgtingid fingið fleiri skriv, og tey snúgva seg oll um mót- mæli viðvíkjandi skúl- um. Býráðið í Havn mót- mælir ætlanunum at skerja Tekniska Skúla í Havn. Tað sama ger skúlin sjálvur, og somu- leiðis hevur Arkitekta- felag Føroya sent tingin- um mótmæli um ætlaðu skerjingarnar. Eitt skriv er komið frá Løgtingid hevur fingið fleiri skriv í samband við fíggjarlógini Vestmanna Kommunu, har mótmælt verður ætlanunum at flyta Fiski- vinnuskúlan til Klaks- víkar. Men mótmæli er eisini komið úr Klaksvík. Ikki tí teir ikki vilja hava Fiskivinnuskúlan norð, men mótmælt verður, tí ætlanin er at flyta HF úr Klaksvík til Kambsdal- ar. Eisini er eitt mótmæli komið frá Næmingafel- agnum á Fróðskapar- setrinum um ætlaðu skerjingarnar har. Skrivini eru øll latin Figgjarnevndini. tór.- tað var positivt. Onkur samgongutingmaður hevði sum vera man okkurt at viðmerkja, men frá and- støduni kom einki. Haðani var so als einki mótuppskot til eina komandi fíggjarlóg, sigur løgmaður. tór.- at taka tað róliga ff