Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. desember 1994síða 18

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 Nr. 238 — 13. DESEMBER 1994 Tíðindablaðið { sestaburin | Góða omma í Leirvík Hjartaliga tillukku við fødingardegnum, ynskja Jógvan og Marna Goða, elskaða mamma Hjartalig kku við føding ardegnun n var 12. des. Heiisan, I a og Filip æ #" Góða Anna Sofía Hjartaliga tillukku við 7 ára degnum 9. des. Jesus pápi signi framtíð tína, ynskja mamma, babba, systrarnar og Haldor A Allarbesta Selma Vit ynskja tær hjartaliga til- lukku vid 12 åra degnum i dag. Heilsan, omma og abbi Góða kona Hjartaliga tillukku við deg- num tann 12. des., ynskir maður tín — Prógv Hanus Sigfríðarson Han- sen, Norðoyri, hevur lokið prógv sum anleggskon- struktórur frá Byggitekn- iska Háskúlanum i Horsens. 3. desember: Sunnvå Olsen, 77 år, i Klaksvik, var kona til Kristian Olsen. Kristian var ættadur av Eidi, og hann doyði fyri trimum mánaðum síðani. Sunnvá var úr Horni í Klaksvík, dóttir Óla Johannesen ella Óla í Horni, sum hann varðnevndur, og Cathrinu Sofíu, ið var ættað úr Nólsoy. Tey búðu í Heim- ara Horni. Sunnvå og Kristian Ol- sen giftust í 1947 og settu búgv á Ziskatrød í Klaks- vík, har tey keyptu húsini, sum Kaj Johannesen hevði bygt. Kristian Olsen var sjó- maður síni bestu mann- dómsár. Hann førdi onk- untíð skip, m.a. Draga- sund á kalvaveiðu og Atl- antsfarið á línu- og snøris- veiðu í Grønlandi. Seinni arbeiddi hann í fiski hjá K jølbro. Tey fingu tveir dreingir. Victor, sum er føddur í 1949, og Ola Karl, sum er føddur í 1954. Teir eru báðir giftir og búsitandi í Klaksvík. Pauli Meinhard Han- sen, 63 ár, í Tórshavn. Hann var havnaumsjónar- maður í Tórshavnar Havn frá 1965. Tá Høgni Mohr gjørdist byrådssskrivari í 1988 varð Pauli Meinhard Hansen settur havna- meistari, men tá starvið varð lýst leyst í 1993 ynskti hann at gerast van- ligur umsjónarmaður aft- ur Pauli Meinhard fór ung- ur til skips. M.a. var hann við skúlaskipinum. Í 1953 tók hann skipsfgrara- prógv í Danmark, og síð- ani sigldi hann við OK. Tá hann í 1965 flutti heim var hann 1. stýrimaður. Í 1958 giftist hann við Emmu, sum er ættað úr Vestmanna. Tey eiga try børn. Lis, fødd í 1960, býr í Havnini, Poul Gert, føddur í 1962, býr í Havn- ini, og Sofus, føddur í 1969, lesur i Keypmanna- havn. 5. desember: Otto Reinert Petersen, 59 år, i Saltnesi, var skip- ari á Stathav. Hann var skipari á Esso Søldarfjørd frá 1961 og fór umborð á Stathav, tá tað í 1972 fór at føra olju millum oyggj- amar fyri Statoil. Tá æt oljufelagð Esso og skipið Esso Føroyar. Otto giftist í 1958 við Astrid, sum var ættað av Toftum. Tey fingu fimm børn. Dåvur, sum býr í Es- bjerg, Regin, sum býr í Saltnesi, Ninni, sum býr í Havnini, Jónu, sum býr á Nesi og Guðrið, sum býr í barnaheiminum í Salt- nesi. Í 1986 doyði Astrid, og í 1993 giftist Otto uppaftur við Herdis Thomsen. Hon erættað av Nesi, men búði í Gøtu, har hon hevði sitið einkja í umleið 20 ár. Otto varð valdur í bygdaráðið í Nes komm- unu í 1980, og hann varð valdur aftur á valunum í 1984, 1988 og 1992. Í 1981 varð hann valdur í stýrið fyri Kongshavnar havn, sum tær fimm kommunurnar við Skåla- fjørdin manna. Hann var formaður øll árini. Síðani ferð kom á tosið um oljuvinnuna í Føroy- um hevur Ouo hugsað nógv um, hvussu Skála- fjørdurin kann fáa sín lut í tí virkseminum. M.a. hev- ur hann verið á skeiðum og ferðum, sum hava verið fyriskipaðar í sambandi við oljuvinnuna. Ouo var limur í val- nevndunum fyri bygda- ráðs-, løgtings- og fólka- tingsval í Nes kommunu. Í teimum báðu fyrru nevnd- unum var hann formaður. 6. desember: Annelisa Klein, 66 ár, í Hvannasundi. Hon var ættað úr Toft í Klaksvík. Hon var útlærd sum sjúkrasystir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í 1951. I mong ár var hon sjúkrasystir í Hvannasundi, seinni var hon eisini heimasjúkra- systir í Klaksvík, og síðstu árini arbeiddi hon á Norð- oya Røktarheimi. Lisa giftist vid Peter Si- gurd Justesen í Hvanna- sundi, og tey fingu fyra synir. Kenneth, føddur i 1951, Per, føddur i 1954, Just, føddur í 1960 og Poul Marner, føddur í 1961. Just doydi brådliga fyri nøkrum årum sidani, med- an hann var vid trolara i Barentshavinum. Hann var giftur og átti ty børn. Kenneth og Per búgva í Hvannasundi, og Poul Marner býr í Klaksvík. Lisa gjørdist einkja 23. februar 1974, tá Petur Sig- urd druknaði í Hvanna- sundi. Hon sat cinkja try ár, so giftist hon upp aftur við Peturi Klein úr Hattar- vík. 7. desember: Petra Mortensen, 90 ár á Tvøroyri. Hon varð nevnd Petra á Oyruni, tí hon var ættað av Oyri í Vági. Petra var gift við Olufi Morten- sen ella Oluf hjá Jóhann- esi. Tey búsettust á Tvør- oyri. Oluf var bilførari, og tey fingu trý børn. Jákup Mortensen, sum var lærari á Tvøroyri, og andaðist fyri nókrum árum síðani, og Eyðgerð og Magnu, sum báðar eru giftar á Tvøroyri ALS svarar ikki - Lika sidan 1. desember havi eg til fånytis roynt at koma i sam- band við Arbeiðsloysisskipanina, sigur ein kona Arbeiðsloysisskipanin er ein stovnur, har telefonirnar ringja alla tíðina. - Eg leggi einki í tað. Tað kann ikki bera til, at tað als ikki skal bera til at koma í samband við hasi fólkini, sigur ein kona, sum nú er við at missa tolið. - Vidhvørt er bundið. Aðrar tíðir fái eg samband, verði stillað um, men so kemur eingin til aftur, og tá eg so havi bíðað einar 10 minuttir, noyðist eg bara at leggja á, sigur henda konan. Hon nevnir eisini, at tað er so dýrt at ringja og skula bíða Ingar løtur - og kortini einki fáa burturúr. Vanligar fráboðanir til Arbeiðsloysisskipanina kunnu gevast skrivliga, men í summum fórum er neyðugt at tosa við fólkini á stovninum. Ørindini hjá hesi konuni t.d. eru at fáa eina gjaldsskipan, tí hon einaferð fekk ov nógv út- goldið, og tað skal gjaldast aftur. - Eg havi ringt fleiri ferðir um dagin hv.nn einasta dag síðan 1. desember. Nú tími eg ikki meira, sigur konan, sum heldur ikki kann loysa spurningin við at fara á Ar- beiðsloysisskipanina, tí hon altíð er barnabundin. randi Magna Petersen, 64 ár, í Trongisvági. Bæði hon og maðurin, Pól Jóhannes Pe- tersen, vóru ættaði úr Famjin. Tey búsettust í Trongisvági, og vóru bæði knýtt at felagnum N. J. Mortensen. Í mong ár hev- ur Pói Jóhannes siglt sum maskin maður við skipum hjá felagnum. Scinastu ár- ini hevur hann vegna heilsubrek verið heima. Magna starvaðist eisini hjá N. J. Mortensen, og so hevði hon eina blaðbúð. Magna og Pól Jóhannes fingu trý børn. Mogens og Randi eru búsitandi í Trongisvági, og Jan er bú- sitandi i Øravikarlid. Gorm Nielsen, 53 år, å Glyvrum. Hann var ættað- ur úr Sandavågi, og fór til Havnar at ganga f prelimi- nerskúla. I 1958 fór hann í læru í Føroya Banka, og tað var hansara einasta arbeiðspláss. Hann starvaðist á høv- uðsdeildini fram til 1966, tå flutti hann inn å Glyvrar og tók við vi í deildini í Saltangará 986 gjørdist Gorm deildurleiðari, men í 1993 segði hann leiðara- starvið frá sær og arbeiddi seinastu tíðina á høvuds- deildini í Havnini. Gorm gií::st við Elisa- beth, sum cisini var ættað úr Sandavósi. Tey fingu tvey børn Rodmund, sum byr å Glyvrum og Miu, sum býr í Noregi. Elisabeth doyði 2. februar 1973, og í 1978 giftist hann upp aftur við Anni Skorá úr Kaldbak. Tey eiga tvey i— Kristin og Elisabeth