hósdagur 15. desember 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ spstalwin | Nr. 240 — 15. DESEMBER 1994 Sida 7
Handlar í Runavik við
I tax-free skipanini
Teir útisetarnir, ið leita sær heima á klett-
arnar nú í jólamánaðinum, fáa nú eisini
møguleika at keypa tax-free í fleiri handl-
um í Runavíkar kommunu. Frammanund-
an er hendan skipan eisini roynd í Havn
Fyri tveimum vikum síðani
fór Handilsmiðdepilin — fel-
agsskapur, ið fevnir um ein-
ar 35 handlar í Runavíkar
kommunu — upp í sokallaðu
tax-free skipanina, ið kann
tryggja vitjandi úr útlond-
um, at tey fáa meirvirðis-
gjaldið aftur av tí, tey keypa
í Føroyum.
Tax-free skipanin virkar á
tann hátt, at tá tú keypir í
einum tax-free handli, fært
tú ein kekk, ið tú kanst lata
tax-free avgreiðsluni á eitt
nú flogvøllinum, fyri síðani
at fáa meirvirðisgjaldið aft-
ur, tá tú ert komin í >ingen-
mandsland« á flogvøllinum
og formliga ert farin år Før-
oyum.
Eisini ber til at senda
kekkin til Tax-Free Europe,
eftir at tú ert komin heim-
aftur, og hevur keypt í ein-
um tax-free handli og vilt
hava meirvirðisgjaldið aft-
ur.
Feroyskir útisetar
spurt eftir tax-free
— Tað eru mest føroying-
ar, ið vitja heima í Føroy-
um, ið hava spurt eftir hesi
skipan, tá teir hava keypt
sær eitthvort her, ið teir so
kundu hugsað sær at fingið
meirvirðisgjaldið aftur fyri.
Heilt nógvir fyrispurningar
av hesum slag hava verið,
sigur Sunrid Olsen, formað-
ur í Handilsmiðdeplinum í
Runavík.
— Hinvegin hava handlar
her ikki endiliga fingið so
nógvar fyrispurningar frá
útlendskum ferðafólkum.
Onkrir av handlunum her
hava áður verið við í skipan-
ini, men ikki fyrrenn nú eru
fleiri komnir uppí. so sum
klædnahandlar, foto-handl-
ar, heimavirki og onnur.
Fyri at kunna fáa nakað
burturúr at keypa tax-free,
ern fyrsta treytin, at tú ikki
ert búsitandi í tí landinum,
tú keypir í. So fyri okkum
føroyingar, ið búgva í Før-
oyum er eingin grund til at
Handlarnir í Handilsmiðdeplinum í Runavíkar kommunu eru nú eisini við í tax-free skipanini. Tað hevur víst seg, at tað
serliga eru føroyingar, ið vitja heima í Føroyum, ið hava fregnast eftir hesi skipan
Mynd: Kalmar Lindenskov
Jolakonsert í Glyvra
kirkju sunnukvøldio
Eystankórið saman við tónleikarum, Nes
Sóknar Musikkfelag og Berghild Poulsen
verða at hoyra á stórari jólakonsert, sum
verður í Glyvra kirkju sunnukvøldid
Sunnukvøldid kl. 20 verður
stór jólakonsert í Glyvra
kirkju.
Á konsertini fer Eystan-
kórið undir leiðslu av Sím-
uni Nónklett at syngja sam-
an við tónleikarum og sol-
isti.
Vid Berghild Poulsen år
Havn sum solisti fer kórið at
framføra Sanctus úr Messe
Solenelle de Sainte Cécilie
eftir Charles Gounod.
Eisini fer kórið at syngja
Agnus Dei úr Paukumess-
uni eftir Joseph Heydn, The
LostChordeftir Arthur Sul-
livan og sjálvsagt eisini
jólasálmar.
Tónleikararnir, ið fara at
hava fylgispælið aftur við
Eystankórinum, eru Jákup
Thomsen, orgul, Stamen
Stanchev, tangentar, Claire
Thomsen, violin, Silvia Ol-
sen, violin, Ernst Sondum
Dalsgarð, floytu, Graeme
Rudd. trompet, Ólavur Ol-
sen, trompet, Edvard Ny-
holm Debes, kontrabass og
Kári Olsen, paukur.
Umframt kór- og solo-
sang við fylgispæli, verður
eisini Nes Sóknar Musikk-
felag at hoyra. Hornorkestr-
ið fer undir leiðslu av
Graeme Rudd at framføra
Gymnopedie nr. 1 eftir
Satie og kend jólaløg.
Jólakonsertirnar í Glyvra
kirkju hava á mong ár verið
fastur tåttur undan jólum,
og eisini fleiri ferðir fyrr
hevur stórur dentur verið
lagður á at framføra krevj-
andi verk — bæði fyri sang-
arar og tónleikarar.
bj,
Berghild Poulsen verður soli stur á stóru jólakonsertini í
Glyvra kirkju sunnukvøldid
leita eftir tax-free skeltin-
um, áðrenn vit fara inn í ein
handil at keypa.
Serliga nú í jólamánaðin-
um koma nógvir føroyingar
til Føroya úr Danmark at
vitja ætt, vinir og kenning-
ar, og tå er tað gyltur møgu-
leiki at fáa sær okkurt for-
kunnugt heimanífrá, at fáa
sær fatur á tí í einum tax-
free handli.
Fyri at tað kunna keypa
tax-free, skal keypast fyri í
minsta lagi 300 krónur, og
burtur av tí meirvirðisgjald-
inum, tú fært aftur, fara so
eisini nakrar krónur til um-
siting av skipanini.
Danir og ES-búgvar
til Føroya at keypa
Fyri føroyingar ella onn-
ur, ið búgva í Danmark niðri
ella øðrum ES-londum, er
tað funnin fressur at keypa
tax-free í Føroyum, tí ikki
bertil at keypa tax -free ann-
ars millum norðurlond ella
londini í ES. Men í Føroy-
um ber hetta til hjá teimum,
so ti er lagað manni at koma
til Føroya at keypa tax -free.
Íslendingar hava hinveg-
in sína egnu skipan, ið sum
so gongur út uppá tað sama,
men verður umsitin av ís-
lendingum sjálvum. Føroy-
ingar hava eisini roynt at
umsitið hetta endurgjald
sjålvir, men tað hevur ikki
verið so lætt, so tí hevur før-
oysk lóggáva slóðað fyri tí
nýggja møguleikanum, ið
vónandi eisini kann gera tað
lættari hjá ferðavinnuni at
lokka útlendingar hendan-
vegin.
Tax-Free Europe, ið tekur
sær av at framleiða kekkar
og annars umsita tax-free,
er ein stór fyritøka, ið tekur
sær av hesum í øllum Euro-
pa. Eisini syrgir fyritøkan
fyri marknadarføring, ti tað
er sjálvsagt í hennara egna
áhuga, at so nógvir tax-free
handlar sum gjørligt eru at
finna í Europa.
Umframt í Runavík ber
eisini til at keypa tax-free í
Havnini. Og sum skilst á
fleiri av teimum handils-
fólkum í høvudsstadnum, ið
hava roynt tax-free skipan-
ina, hevur hon eydnast stak
væl, síðani byrjað varð við
henni í summar.
Og mangt bendir eisini á,
at aðrastaðni í landinum eru
fleiri handlar áhugaðir at
koma við í skipanina við
tax-free, sum er sera vanlig
allastaðni í grannalondum
okkara.
hj.
GT
Næstbesta
liðið hjá
á VÍF
basti besta
liðnum hjá
Stjórnuni
Steypakappingin
hjá monnum:
VIF II-Stjørnan I
26-19 (11-7)
Málskjúttar:
Sr Finn Jørgin Olsen
2, Sjúrður Holm $, Páll
kr 5, Olavur Brim-
nes 2, Rói Joensen“ I,
Jákup Mikkelsen 1
Stjørnan: Olgar Daniel-
sen 5, Allan Mørkøre 4,
Geir Wardum 4, Siggert
Patursson 2, Carsten An-
dersen 1, Mami Isaksen
1, Finn á Svøj 1
Avaringar:
VIF 2, Stjørnan 2
Utvisingar:
VIF 1, Stjørnan 1
Áskoðarar: 34
Tað er ikki som sjáldan,
at óvæntað úrsliti eru at
síggja í steypakapping-
um — tað kann næstan
gera tað sama, hverja
ítróttargrein talan er um.
At steypakappingin í
hondbólti ikki er nakað
undantak, prógvaði VIF
tyskvøldid, tá næstbesta
liðið hjá felagnum vann
tryggan sigur á besta
liðnum hjá Stjórnuni, ið
sunnudagin tapti stórt
móti besta VIF-lidnum.
Dysturin endaði 26-19
til VIF, ið tó ikki hevði
eitt lið við óroyndum
fólki — har vóru eitt nú
Sjúrður Holm, Páll Poul-
sen, Finn Jørgin Olsen,
Olavur Brimnes, Kristin
Johansen og adrir.
Stjørnan tóktist undir-
meta vestmenningarnar
og kom tískil ongantíð av
álvara upp í dystin — tað
var bert fyrsta korterid, at
klaksvíkingarnir fylgdu
við. Og so var tað ta einu
løtuna í seinna hálvleiki,
at teir bert vóru aftanfyri
við tveimum málum...
Stórt sæð gll málini hjá
Stjórnuni komu burtur úr
skjótálopum.
Verjan hjá VÍF og ser-
liga málverjin Jón Niel-
sen vóru sterkastu kortini
á hondini hjá heimaliðn-
um, ið tryggjaði næst-
besta VIF-lidnum fjórð-
ingsfinalunupláss.
bwh/hj.