Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. desember 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið { sostalurin | Nr. 240 — 15. DESEMBER 1994 Sida9 Bert onnur hvór kommuna latið hoyrt frá sær Nú åsetur landsstýrið skattaprosentini Í teimum kommunum, sum landsstýrið ikki hevur hoyrt frá, verður skattaprosentið í flestu fórum sett til tað sama sum tað er í ár Skattaprosentið í øllum landsins 49 kommunum er nú ásett. Men tað er íkki í øllum førum farið fram sum vanligt og natúrligt hevur verið. Landsstýrið hevur nevniliga ásett skattapro- sentið hjá helminginum av kommununum, tí tær hava ikki latið hoyrt frá sær sum tær, eftir lógini eiga at gera. Lógin sigur, at kommun- umar skulu samtykkja figgjarætlan í seinasta lagi 1. desember, og senda landsstýrinum hana saman við skattaprosentinum beinanvegin, men bert Kvívík er ein av teimum bygdum, sum gevur skattaprosentinum eitt veruligt spark upp eftir. Skattaprosentið í Kvívík er í ár 16 og fer upp í 19. onnur hvør kommuna hevur gjørt so. Lógin sigur eisini, at landsstýrið skal í seinasta lagi í dag boða skattaumsit- ingini frá teimum komm- unalu skattaprosentunum, og tað er nú gjørt. Í teimum fórum, har kommunan ikki sjálv hevur ásett síu skattaprosent, hevur landsstýrið gjørt tað. Sum skilst fer landsstýrið í teimum førum at seta sama skattaprosent, sum var galdandi í ár. tór.- Skattaprosent, ásett eftir fíggjarætlan ella fyribilsfíggjarætlan Kommunuskattaprosent í 1994 og 1995 Fugloyar Svínoyar Viðareiðis Klaksvíkar Kunoyar Mikladals Oyndarfjarðar Elduvíkar Fuglafjarðar Leirvíkar Gøtu Nes Runavikar Sjoar Skåla Sunda Gjåar Hósvíkar Kollafjarðar Kvívíkar Vestmanna Kirkjubøar Hests Sandavågs Sørvågs Skopunar Skålavikar Húsavíkar Skúvoyar Hvalbiar Fámjins Porkeris Vágs Sumbiar Tórshavnar 1994 16,00 16,00 23,00 20,50 16,00 16,00 23,00 23,00 19,00 23,00 21,50 19,50 22,00 18,61 23,00 19,25 16,00 16,00 17,00 16,00 23,00 16,00 16,00 21,75 23,00 23,00 17,00 20,00 16,00 19,00 16,00 23,00 23,00 21,00 19,70 1995 16,00 16,00 23,00 20,50 16,00 16,00 23,00 23,00 20,68 23,00 21,50 23,00 22,35 18,61 22,57 19,27 16,00 18,50 18,50 19,00 23,00 18,00 18,00 21,75 23,00 23,00 18,00 21,00 16,80 21,33 16,00 22,94 23,00 21,00 20,00 Havnafólk fáa skjótt nýggja sjónvarpsrás Møguliga tvær BBC rásir Verandi BBC rásin gevst at senda, og tvær nýggjar koma ístaðin. Men um báðar koma til Havnar er enn ikki avgjørt BBC Prime sendir serliga undirhald... Ein av teimum fýra sjón- varpsrásunum, sum havna- fólk hava høvi til at síggja í sjónvarpinum er BBC. Men hendan rásin gevst í januar mánað, og tvær nýggjar koma í staðin. Um báðar hesar rásir ella onnur teirra verða sendar yvir Rás Tórs- havn er enn ikki avgjørt, men býráðið arbeiðir við spurninginum. Býráðið hevur í løtuni loyvi til fýra rásir, sum í løtuni eru BBC, TV 3, Euro Sportog MTV. Skulu vit nå hava bådar tær nyggju BBC rásirnar ístaðin fyri verandi BBC rás krevst íkki bert loyvi til tess, men tað kostar eisini rættiliga nógv, so tað er eitt stórt ivamål, um býráðið er sinnað at játta fleiri pengar til tílíkt enda- …0g BBC World sendir millum annað tíðindi Aðrir møguleikar eru, at taka aðra av teimum nýggju BBC rásunum. Eisini er ein møgulciki at taka báðar og stríka annadhvørt Euro Sport, TV 3 ella MTV. Onnur av teimum nýggju BBC rásunum sendur mest tíðindi, aktuelt og doku- mentarsendingar, og hin mest undirhald. tór.- Nú skal býráðið velja hvat skal koma ístaðin verandi BBC rás. Skal eingin av verandi rásum strikast, og vit fáa tvær BBC rásir heldur enn eina, skal móttakarin útbyggjast fyri „ einar 400.000 krónur. Utgerðin hjá Tórshavnar Kommuna at taka ímóti útlendsku rásum er partvíst í Havn og partvíst í Nólsoy Mynd: Kalmar